Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. november 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 216 - 12. november 1999 tíðindablaðið Kæran frá pápunum avgreidd fyrsta dagin - Vit hava ikki mett kæruna hava so stóran skund og týdning. Svarið uppá kæruna fer helst ikki at broyta so nógv, sigur Sóren Pram Sørensen, fulltrúi á Lógmansskrivstovuni. Fyri einum ári síðani varð Tórshavnar Kommuna kærd inn fyri kommunala eftirlitið fyri at fyrisita upptøku til dagstovn og dagrøkt skeivt TURID KJøLBRO Fyri júst einum ári síðani. tann 3. nov. 1998, varð Tórshavnar = Kommuna kærd inn fyri kommunala eftirlitið fyri at fyrisita bidilista, upptøku til dag- stovn og dagrøkt í stríð við galdandi rætt. Tað vóru tveir pápar í Havn, sum ikki fingu børn síni inn í kommunalu skipanini, og, sum vóru Onøgdir við, at býráðsumsitingin ikki á nøktandi hátt var før fyri at upplýsa. eftir hvørjum treytum ansingarplássini vórðu býtt, ið kærdu. Eftir fyrispurningar og áheitanir á umsitingina, vitjanir á dagstovnum og fund við býráðsformannin og leið- aran á dagstovnaskrivstov- uni hendi einki, ið varpaði nýtt ljós á málið, og varð kæra send. Síðani tá hevur Tórs- havnar byråd samtykt nýggjar upptøkutreytir, ið koma í gildi, tá ið teldu- kervið í umsitingini er klárt til tess. og á nøkrum økjum ganga nýggju regl- urnar pápunum á meti. Men treyðugt so. hava teir, sum kærdu, krav uppá svar. - Viðgerðin av kær- uni hevur tikið langa tíð, hon er steðgað fleiri ferðir av ymiskum åvum, men hon er kortini ikki løgd til viks. Vit fara at taka stóðu til kæruna, og teir, sum kærdu, fáa svar heilt skjótt. I hesum árinum í ollum førum, sigur Søren Pram Sørensen, fulltrúi á løg- deildini á Løgmansskriv- stovuni. Søren Pram Sørensen sigur, at orsøkin til seink- ingina er ikki, at målid er fløkt, men heldur, at tey hava ikki raðfest hana so høgt. - Vit hava ikki mett hana hava so stóran skund. Inni- haldið hevur heldur ikki verið av so stórum týdn- ingi, at vit hava tíkið hana fram um aðrar kærur, og samstundis hevur møgul- igi úrskurðurin av kæruni eisini verið inni í myndini. At Tórshavnar kommuna hevur fingið nýggjar upp- tókutreytir hevur eisini havt týdning. Svarið uppá kæruna fer tí helst ikki at broyta so nógv, men sjálv- sagt skal hon avgreiðast kortini. Úrslitið av fyrisitingini hjá Tórshavnar býráð viðvíkjandi bíðilista, upptøku til dagstovn og dagrókt, er, at bórn sum eru fødd í seinnu helvt av árinum mangan detta burtur ímillum og fáa ongantíð pláss. Orsøkin er, at stórri fyrilit verða tikin fyri tørvinum hjá ymsu stovnunum heldur enn barninum á bíðilistanum, verður sagt í kæruni hjá páp- unum. Savnsmynd Grundleggjandi rættindi ikki verða tryggjað ; Í kæruni siga umrøddu pápar, at løgfrødiliga hev- ur ein kommuna ikki skyldu at útvega ollum pláss á stovni, men komm- unan er, sum partur av almennu fyrisitingini bundin av fyrisitingarlig- um reglum. Tískil hevur hon eina greiða skyldu at viðgera borgarar eftir galdandi rættarligum aðal- reglum. Í hesum sambandi eru fyrisitingarlógin, lík- heitsgrundsetningurin og tann kommunalrættarliga skyldan til at samtykkja rættningslinjur fyri tillutan av kommunalum veiting- um av serligum týdningi. Ein kommuna hevur eft- ir galdandi rætti, skyldu til at samtykkja sakliga grundgivnar rættningslinj- ur fyri, hvussu kommun- alar veitingar skulu fyri- sitast. Urslitid av fyrisiting býráðsins er, at grund- leggjandi rættindi ikki verða tryggjað, og borg- arin sostatt onga hylling hevur á, hvar hann flýtur í hesi skipan. Grundreglan við einum bíðilista er, at tann sum hevur bíðað longst, hevur fyrsta rætt. Hetta verður alla tíðina kveistrað til viks av bý- ráðnum. Tað er ófatiligt, at býráðið í áravís hevur fyri- sitið ekið á Oåtalad. Havandi i huga tann stóra sosiala tydning kommunala ansingarskip- anin hevur í dagsins sam- felag og fyri einstøku barnafamiljuni, um barnið fær pláss ella ikki. er tað sera umráðandi, at fyrisit- ingin er forsvarlig. Land- sstýrið eigur tí at áleggja Tórshavnar kommunu at fáa greið viðurskifti á hes- um øki beinanvegin, so- leiðis at økid verður fyri- sitid sambært fyrisitingar- ligum aðalreglum. verður sagt í kæruni. henda hátt Svarið ávirkan Tey eru ikki so fá sum meta, at úrskurðurin hjá kommunala eftirlitinum kann hava tydning, nú kommunan eftir øllum at dóma sjálv skal hava ábyrgdina av øllum ans- ingarøkinum við árslok. Vísir tað seg, at komm- unan ikki hevur umsitið reglarnar rætt, kann spurn- artekin setast við, hvussu verður, tá ið hon einsamøll hevur ábyrgdina. Tórshavnar býráð hevur í svari til Løgmansskriv- stovuna svarað, at ongin ivi er um, at neyðugt er at endurskoða galdandi regl- ar - hetta var áðrenn nýggju upptøkutreytirnar vórðu gjørdar, men býráð- ið er ikki samt við teimum, ið kæra, at saklig fyrilit ikki verða tikin. tá stovns- pláss verða tillutað. Al- manna- og heilsumálastýr- ið hevur eisini gjørt eitt ummæli av kæruni, og har verður sagt, at kommunan sambært vidtøkunum fyri dagrøkt og dagstovn ikki hevur brotið nakra lóg. Hvor úrskurðurin av kær- uni verður, frætta vit um - um ikki so langa tíð. Úr Hanstholm 15., 18. og 22. desember - Ur Tórshavn 1. og 7. januar Hvat nummar ert tú á listanum Fyrsta dagin fáa foreldur í Havn, sum bíða eftir stovnsplássi til barn teirra, at vita, nær tað fær eitt pláss 4 Katrin Holm, leiðari á dagstovnaskrivstovuni hjá Tórs- havnar býráð TURIÐ KJOLBRO Í vár samtykti Tórshavnar byråd nýggjar upptøku- treytir fyri dagstovnar og dagrøkt. Hesar eru mun- andi greidari og einfaldari enn tær undanfarnu. Fyri at kunna fyrisita eftir nyggju reglunum tekur dagstovnaskrivstovan í býráðsumsitingini í nýtslu nýtt telduforrit, og júst í hesum døgum situr leið- arin á skrivstovuni. Katrin Holm. og tastar upplýsing- ar inn á forritið. Tá ið hetta arbeiðið er lokið, fáa for- eldur, ið eiga børn á langa bidilistanum, at vita, nær barn teirra kann vænta eitt plåss å stovni, hvat numm- ar tað er á økisbidilistan- um og hvat nummar tað 1340 er á samlaða bíðilistanum - Skipanin fer at virka fyrsta dagin, í seinasta lagi frá 1. januar, tå ið gamla forritið fer úr gildi, sigur Katrin Holm. Nýggju upptøkutreytirn- ar hava kortini verið í gildi, síðani tær vórðu samtyktar. Leiðarin á dag- stovnaskrivstovuni roknar við. at tá ið telduforritið er farið at virka. verður mannagongdin lættari - Men tað broytir ikki uppá tann veruleika. at 400 pláss vanta. Tað er ikki vist, at fólk verða so glad at fáa at vita, at barn teirra ikki fær pláss fyrr enn t.d. í august í 2002. Og tað er einki petti stuttligt at geva eitt slíkt svar. R RT Úr bara 1.070,- Te Lestraravsláttur 25% Pensionista-avsláttur 50% við 4 fólkum í bilinum úr bara 9 10, ” fyri hvenn