fríggjadagur 21. januar 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 14 - 19. januar 2005
Nógvir danskir velj-
arar hava ikki gjørt
av, hvar krossurin
skal setast, og tað
verða teir, sum avgera
valið 8. februar
FÓLKATINGSVAL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Allar
veljarakanningar
benda á, at stjórnin hjá
Anders Fogh Rasmussen
verður sitandi aftan á valið
8. februar, men tað merkir
als ikki, at valið er avgjørt.
Fleiri
valserfrøðingar,
sum Kristeligt Dagblad
hevur tosað við, vísa á, at
tað eru framvegis meiri enn
30 prosent av veljarunum,
sum ivast í, hvar tey fara at
seta krossin tann dagin, tey
standa í valhølinum.
– Í 1998 tóku 26 prosent
av veljarunum ikki støðu
fyrr enn undir valstríðnum,
og á valinum í 2001 vóru
tað 29 prosent, sum ikki
tóku støðu fyrr enn tá, sigur
Karina
Pedersen,
val-
granskari á lærda háskúl-
anum í Keypmannahavn,
við Kristeligt Dagblad. Ein
annar valgranskari, Lars
Hovbakke
Sørensen
á
lærda háskúlanum í Århus,
sigur við blaðið, at sjálvt
tað minsta mistakið hjá val-
evnunum kann fáa velj-
ararnar at broyta støðu, og
tí bíða fleiri við at taka ta
endaligu avgerðina um,
hvar tey skulu seta krossin.
Hans Jørgen Nielsen,
lektari í statsvísindi á lærda
háskúlanum í Keypmanna-
havn, heldur, at valstríðið
hjá flokkunum hevur ein-
ans til endamáls at ávirka
tey seinastu 30 prosentini,
sum framvegis ivast í,
hvønn tey skulu velja.
Tær nýggjastu veljara-
kanningarnar geva fram-
vegis stjórnarsamgonguni
greiðan meiriluta í Fólka-
tinginum. Sambært Gallup
fáa Vinstri, Tey Konserva-
tivu og Danski Fólkaflokk-
urin 93 tinglimir, ein kann-
ing hjá Cartinets gevur
teimum 95 tinglimir, og
sambært Vilstrup fáa teir
tríggir flokkarnir heili 97
umboð.
Kanningarnar
geva
Vinstra ímillum 58 og 60
tingsessir og Sosialdemo-
kratunum ímillum 47 og
52. Seinast fekk Vinstri 56
fólkatingsumboð og Sosial-
demokratarnir 52.
Myndirnar, sum
rúmdarfarið
"Huygens" tók av
Titan, vísa, at har er
einki lív
RÚMDIN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í tveir tímar megnaði "Huy-
gens" at taka myndir og at
senda tær niður á Jørðina.
So slóknaði rúmdarfarið.
Enn hava granskararnir
bara kannað ein part av
myndunum, sum eftir øll-
um at døma vísa, hvussu
tað kann hava sæð út á
Jørðini fyri umleið fýra
milliardum árum síðani. Á
myndunum sæst, at ein ella
onnur væta hevur runnið í
áum á mánanum, men hetta
kann ikki hav verið vatn, tí
tað frystir 179 stig á Titan.
Men tað sigur eisini, at har
er heldur einki lív - í
hvussu er ikki omaná, sigur
norski
granskarin
Bo
Andersen við Aftenposten.
Titan hevur atmosferu
eins og Jørðin, og gransk-
ararnir kanna nú ljóðupp-
tøkur,
sum
"Huygens"
gjørdi á veg niður ígjøg-
num
atmosferuna.
Bo
Andersen sigur, at suðið frá
rúmdarfarinum hoyrist væl
á upptøkunum, og tær vísa
eisini, at tað var eitt lot, tá
farið setti seg, sigur hann.
Sleppa ikki
at stevna
Ein dómstólur í New
York hevur gjørt av, at
avvarðandi hjá nøkrum
teirra, sum doyðu í
atsóknini 11. september
í 2001, sleppa ikki at
leggja sak ímóti saudi-
arabisku myndugleikun-
um.
Tey, sum ætlaðu at
legja málið fyri dóms-
valdið, vilja vera við, at
yvirgangsfelagskapurin
al-Qaeda hevur fingið
pengar og annan stuðul
frá saudiarabisku stjórn-
ini. Ætlanin var at
stevna
saudiarabiska
verjumálaráðharanum
og saudiarabiska sendi-
harranum í London,
men New York District
Court sigur í sínari nið-
urstøðu, at ráðharrin og
sendiharrin eru vardir av
órini í hesum førinum.
Sambært sakførara-
num Justin Gren høvdu
fleiri avvarðandi ætlanir
um at reisa tilsvarandi
sakarmál ímóti saudi-
arabiskum leiðarum og
diplomatum, men tað
verður helst av ongum,
nú rætturin í New York
hevur víst tí fyrsta mál-
inum frá sær, sigur hann
við tíðindastovuna AP.
Mintust
vanlukku
Mikudagin var eitt ár
liðið, síðani farmaskipið
norska
"Rocknes"
holvdist í Vatnestraumen
nærhendis Bergen, og í
tí sambandi varð skipað
fyri minningarhaldi á
staðnum.
Skipað varð soleiðis
fyri, at tvey skip hjá
norsku
sjóverjuni,
"Andenes" og "Åle-
sund", sigldu á staðið,
har "Rocknes" holvdist.
Nakrir av teimum, sum
sluppu livandi frá van-
lukkuni, vóru umborð á
umborð á øðrum skipin-
um saman við avvarð-
andi hjá teimum, sum
doyðu, bjargingarfólki
og almennum umboð-
um, og tey fingu høvi at
tveita blómur og kransar
á sjógvin. Eftir at nøkur
kirkjuumboð høvdu sagt
nøkur orð, bleiv ringt
tríggjar ferðir við skips-
klokkuni.
"Rocknes"
holvdist
klokkan hálvgum fimm
seinnapartin tann 19.
januar í fjør. Vanlukkan
kravdi 18 mannalív.
Fleiri gloymdar
kreppur
Felagsskapurin Læknar
Uttan Landamark fegn-
ast um tann stóra stuðul-
in til tey flóðalduraktu
londini í Suðurasia, men
sigur seg samstundis
harmast um, at altjóða
samfelagið hevur so lætt
við at gloyma aðrar
kreppur.
Eitt nú vísir felags-
skapurin á tær óloystu
kreppurnar í Uganda,
Kolombia,
Kekenia,
Dominikanska Lýðveld-
inum, Somalia og aðra-
staðni. Sagt verður, at
líðingarnar
í
hesum
kreppuraktu
økjunum
eru øðiligar, men at lítið
verður gjørt fyri at loysa
tær. Í hesum sambandi
finst felagsskapurin at
USA, tí teir ameri-
konsku
fjølmiðlarnir
gera so lítið burtur úr
hesum kreppunum.
Læknar Uttan Landa-
mark siga í einari nýggj-
ari frágreiðing, at al-
tjóða fjølmiðlarnir gera
lítið burturúr, at fólk í
Etiopia líða undir støð-
ugum hungri, og at
myndugleikarnir í Bu-
rundi skilja tey fátæk-
astu burturúr, soleiðis at
tey fáa ikki atgongd til
tað
almenna
heilsu-
verkið.
Vil hava meiri
burturúr
Líka síðani norðmenn
fóru at vinna olju upp úr
undirgrundini,
hava
oljufeløgini lagt seg eftir
at menna útgerðina, so
tey kunnu fáa sum mest
úr hvørjum brunni, men
nú krevur oljumálaráðið,
at tey skulu fáa uppaftur
meiri burturúr.
Oljufeløgini halda, at
sum er verða umleið 50
prosent av oljuni tikin
upp úr brunnunum, men
Thorhild Widvey, olju-
málaráðharri,
boðaði
fyrradagin frá, at hon vil
hava uppaftur meiri.
Hon hevur tí biðið olju-
málaráðið kanna, um
myndugleikarnir skulu
seta feløgunum størri
krøv, skrivar Bergens
Tidende,. sum veit at
siga, at á 30 leiðum hava
feløgini longu gjørt av at
royna at fáa meiri burtur
úr hvørjum brunni.
Roknað verður við, at
íløgurnar á norska land-
grunninum verða einar
90 milliardir norskar
krónur í ár. Ætlanin er at
bora ímillum 30 og 40
nýggjar brunnar, og tað
er tvær ferðir meiri enn í
fjør.
UTTAN ÚR HEIMI
Triði hvør veljari hevur
ikki tikið støðu
Einki lív á Titan
Landslagið á Titan líkist landslagnum ymsastaðni á Jørðini, men har er einki lív
Mynd: Reuters
Lesið Sosialin - so eru tit við