fríggjadagur 21. januar 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 - 19. januar 2005
3
Eftir ætlan skuldi
Heðin Mortsen taka
støðu til, hvørt hann
stillar upp til Fólka-
tingsvalið ella ikki,
seinnapartin hós-
dagin
VALEVNI
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Enn hevur verið ógreitt, um
Heðin Mortensen, nývaldur
býráðsformaður í Havn, fer
at stilla upp til Fólkatings-
valið 8. februar.
– Tað verður seinnapartin
í dag (hósdag, blaðkv.). Tá
er fundur avtalaður, og eg
skal tosa við flokkin um,
hvør tann rætta avgerðin er,
segði Heðin Mortensen
hósmorgunin.
Hann sigur, at støðan
verður tikin útfrá, hvar
hann situr júst nú.
– Val hevur júst verið, og
nú eri eg valdur býráðsfor-
maður, og tað ætli eg mær
eisini at vera. Men ein vil
jú altíð stuðla flokkinum
hjá sær fyri at tað kann
gangast honum best møgu-
ligt, so støðan verður tikin
út frá hesum.
Á eykaflokstingi hjá Tjóð-
veldisflokkinum í desemb-
ermánaði varð mælt til, at
Tórbjørn Jacobsen varð
settur uttan fyri tingbólk
floksins. Hetta hevði við
sær, at Tórbjørn Jacobsen
ikki skuldi fáa rætt til at
umboða Tjóðveldisflokkin
í nevndum ella øðrum
álitissessum valskeiðið út.
Nú Fólkatingsval er út-
skrivað er enn ógreitt,
hvussu verður við framtíð-
ini hjá tjóðveldismann-in-
um. Karsten Hansen, næst-
formaður í tingbólki flok-
sins, hevði onga viðmerk-
ing, tá hann varð spurdur,
um Tórbjørn Jacobsen fór
at stilla upp fyri flokkin
ella ikki. Roynt varð eisini
at fáa fatur á Tórbirni sjálv-
um, men hann var ikki at
hitta.
Nú verður
avgerðin tikin
Vilja
onki
siga
Heðin Mortensen skuldi hósdagin taka avgerð, hvørt hann
stillar upp fyri Javnaðarflokkin til Fólkatingsvalið ella ikki
Savnsmynd
Enn er ógreitt, hvussu
verður við Tórbirni
Jacobsen til
Fólkatingsvalið.
Tjóðveldisflokkurin
hevur onga viðmerking
Savnsmynd