Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 14 - 19. januar 2005 Eivør selt væl í Íslandi Fløgan "Eivør" er seld í mongum eintøkum í Ís- landi og liggur ovarlaga á listun- um. Bíleggingar eru eisini úr Norðurlondum og úr Kanada og USA TÓNLEIKUR Dagfinn Olen dagfinn@sosialurin.fo Nýggja fløgan "Eivør" er seld í nógvum ein- tøkum í Íslandi og hev- ur ligið millum numm- ar 10 og 19 á listunum. Fløgan er nummar 25 á listanum yvir mest seldu fløgur í fjør. Fløga nummar 24 er Bjørk og hennara Medúla. Báðar fløgur- nar verða framvegis nógv seldar. Íslendingar keypa nógv íslendskar fløgur og í fjør vóru bert 4 listafólk úr øðrum londum á topp 30 list- anum yvir mest seldu fløgur; Robbie Willi- ams, Norah Jones, U2 og Eivør. - Fløgan hjá Eivør, Krákan, er seld í 10.000 eintøkum, eins og eg spáddi fyri jól í 2003, sigur heimildar- maður okkara í Ís- landi, Jens Guð. Fløgan "Eivør" er longu seld í 6000 eintøkum. Plátufelagið 12 tónar hevur bílegg- ingar á 1000 eintøk úr USA, onnur 1000 ein- tøk í Kanada og nakrar bíleggingar úr Dan- mark, Noreg og Svø- ríki. Eivør skal á stutta tónleikaferð til Kanada og seinni á ferð við Danmarks Radio Big Band, eftir at fløga teirra er innspæld. Norðurbryggjan beyð mikukvøldið eitt kærkomið høvi at nema sær kunnleika um okkara stjørnu- skald sum persón og sum rithøvund MENTAN Marjun Dalsgaard Tað eru 105 ár liðin, síðan William Heinesen varð borin í heim, og á Norður- bryggjuni í Keypmanna- havn var í tí sambandið møguleiki fyri at hoyra fyrilestur um skaldskapin hjá Williami, eins og Ann- ika Hoydal hevði eina meiri persónliga lýsing av skald- inum. Tað var einki stórfingið yvir tiltakinum. Heldur var tað eitt kærkomið høvi, at nema sær kunnleika um okkara stjørnuskald bæði sum persón og sum rithøv- und. Bergur Rønne Moberg greiddi frá, hvussu William Heinesen nýtti tónleikin í sínum skaldskapi, og aftaná segði Annika Hoydal frá, hvussu hon minnist Willi- am, tá hon hitti hann sum barn og ung. Framløgan hjá Anniku Hoydal bygdi á fløguna, ið hon gav út, tá William Heinesen fylti 100 ár, sum kallast "Kære William". Her hevur Annika tikið út yrkingar og brot úr skald- skapinum hjá Williami, sum hon syngur, eins og hon greiðir frá sínum minn- um um hann við at tosa beinleiðis við hann um tær ferðirnar, hon hevur hitt hann. Hetta eru til dømis løtur, tá William vitjaði pápa hennara Karsten Hoy- dal, og teir sótu í køkinum og tosaðu um veðrið, um hvussu nógv egg hønurnar vurpu eins og um heimspeki, politikk og list. Annika Hoydal hevði eisini tilfar við, sum lýsir William Heinasen og hans- ara serliga humor og lívs- áskoðan. Til dømis læs hon upp úr einum tíðarritið, sum hann gav út til stutt- leika í seks eintøkum til vinir og kenningar, eins og hon hevði við sær eina mynd, sum mamma henn- ara hevur tikið av Williami og Lisu Heinesen, Janus Kamban og Karsteni Hoy- dal í føroysku fjøllunum ein summardag. Tú sá myndina av eini lítlari út- ferð, men har stóð "De- monstratión ímóti NATO 1979" at lesa á baksíðuni á myndini. Serliga stuttligt var at hoyra hana lesa upp úr einum brævi, sum William hevur skrivað til Mikines, har hann við sínum serliga stilla og poetiska orðalagi, heimspekiliga greiðir frá, hvussu hann er komin heim eina kalda kavanátt, eftir at hava fingið eitt sindur ov nógv upp í høvdið. Við yrkingum og endurgeving- um av Williami lýsti Annika Hoydal hansara áskoðan á lívið og tíðina hjá tí einstaka, sum ein lítil liður í eini kosmiskari heild. Orð og tónleikur Frá einum meiri ástøðilig- um sjónarmiði, varð virk- semið hjá Williami lýst í mun til, hvussu hann nýtti tónleikin í sínum skald- skapi. Bergur Rønne Mo- berg hevur skrivað P.hd um skaldskapin hjá Williami og greiddi frá, hvussu hann brúkti tónleikin í sínum yrki. William Heinesen vaks upp við tónleikinum. Við einari ommu, mammu og mostrum, sum altíð sungu og spældu. Alt frá klass- iskum tónleiki til polskar fólkavísur hevur sett sín dám á barnaheimið. Sostatt hevði tónleikurin stóran týdning fyri William Heinesen, og hann ger, serliga í skaldsøguni Glat- aðu spælimenninir, orð til tónar og søgu til symfoni. Ikki bert í bygnaðinum, men eisini í innihaldi lýsir tónleikurin tað áhaldandi skifti millum alt og einki í tilveruni. Tónleikurin er veitsla, rómur og fullkomin eydna, men eisini tóma rúmið, sum altíð kemur aftaná, tá tú loyvir tær at liva til fulnar. Tónleikurin verður somuleiðis nýttur til at lýsa ivan í menniskjanum um at tora at stremba eftir tí full- komna og at vilja arbeiða fyri tí. Her er tónleikarin Orfeus, sum hevur gávur- nar til at gerast yrkistón- leikari úti í heimi, um hann arbeiðir hart fyri at náa tað, men hann veit ikki, um hann nakrantíð kann frígera seg frá verðini, hann livir í. Tónleikurin er vakurleikin og frígerðingin, men vísir seg eisini fyri Orfeus sum eitt ódjór við fleiri høvdum, og lýsir her hansara innara bardaga móti ræðsluni fyri at stríðast við allari sínari megi fyri tí hann ynskir. William Heinesen á Norðurbryggjuni Bergur Rønne Moberg og Annika Hoydal lýstu William Heinesen sum persón og skald á Norðurbryggjuni mikukvøldið. Annika Hoydal hevði eisini tilfar við, sum lýsir William Heinasen og hansara serliga humor og lívsáskoðan Mynd: Símun Jóannesarson Hansen