fríggjadagur 21. januar 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 - 19. januar 2005
5
Porkeris bygdaráð
tekur undir við
tankanum um at
byggja ein skúladepil
í Hovi og eitt
røktarheim í Vági.
Men bygdaráðið vil
hava meiri at vita,
áðrenn tað kann taka
endaliga støðu
SKÚLI OG
RØKTARHEIM
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Eisini Porkenningar halda,
at ætlanin hjá landsstýrin-
um at byggja ein skúladepil
í Hovi og eitt røktarheim í
Vági, er áhugaverd.
Løgtingið hevur samtykt
at byggja miðnámsskúla í
Vági. Samstundis hevur
heilsuskúlin á Tvøroyri sera
vánaligar umstøður.
Tí hevur landsstýrið skot-
ið upp at byggja báðar skúl-
arnar saman í ein depil í
Hovi fyri at fáa tvey fyri
eitt og fyri at spara pening.
Fyri at stykkið, sum er
grivið út til skúlan í Vági,
ikki skal fara fyri skeytið,
skjýtur landsstýrið sam-
stundis upp at byggja eitt
røktarheim til 35 fólk á
økinum. Av teimum 35
plássunum, skulu nøkur
pláss gerast til fólk í barn-
dømi við teimum serligu
umstøðum, sum tað krevur.
Ætlanin hevur verið ógvu-
liga umstrídd, men lands-
stýrið hevur nú biðið
kommunurnar taka eina
prinsipiella støðu í málin-
um, so at landsstýrið kann
fáa at vita, um hetta er
nakað at arbeiða víðari við.
Taka kommunurnar undir
við
uppskotinum,
skal
landsstýrið hava fund við
tær í næsta mánaði, har ætl-
anin er at greiða nærri frá
uppskotinum,
áðrenn
kommunurnar binda seg
endaliga.
Í farnu viku hava bygda-
ráðini í Hvalba, í Hovi og í
Sumba, viðgjørt ætlanina
og tey taka øll undir við
henni.
Týskvøldið varð málið so
til viðgerðar í bygdaráðn-
um í Porkeri. Og eisini
bygdaráðið í Porkeri tekur
einmælt undir við uppskot-
inum.
Men bygdaráðið ger sam-
stundis vart við, at sum
málið er lýst í løtuni, veit
tað alt ov lítið um ætlanina,
til at tað kann taka eina
endaliga støðu.
Eitt nú vil bygdaráðið
hava meiri at vita um,
hvørjari tíðarætlan, lands-
stýrið arbeiðir eftir, tvs,
nær skúlin og røktarheimið
verða liðugt.
Og bygdaráðið vil eisini
hava at vita, hvussu verður
við tí partinum av røktar-
heiminum, sum kommun-
urnar skulu fíggja og,
hvussu nógv hetta kemur at
kosta Porkeris Kommunu
og hvørjar gjaldstreytirnar
verða.
Onkur bygdaráðslimur
hevði ikki álit á, at skúlin
fer at verða bygdur í Hovi.
Hildið varð, at verður hann
ikki bygdur í Vági er tað
við tí fyri eyga at lumpa
hann á Tvøroyri.
Aðrir hildu kortini, at
landsstýrið kann ikki leypa
frá eini greiðari avtalu.
Og eisini í Porkeri vóru
røddir frammi um, at tað í
øllum førum var sera
óheppið at byggja skúlan
vesturi á Eiðinum í Vági, tí
so verður neyðugt at koyra
ígjøgnum alla bygdina og
har eru vánaligar umstøður
hjá ferðsluni.
Hevði skúlin av øllum
ligið eystanfyri Vág, lá
hann í øllum førum nógv
betri fyri enn vesturi á Eið-
inum, var tað bygdaráðs-
limur í Porkeri, sum helt.
– Hóast virkið í Vági
ikki verður brúkt,
vilja Fiskavirking og
Framtaksgrunnurin
ikki selja tey og so-
statt seta tey tær fríu
marknaðarkreftirnar
til viks, sigur Svenn-
ing Borg, formaður í
havnanevndini í Vágs
Býráð
FISKIVINNA Í
SUÐUROY
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er ongin vegur uttan-
um. Tað stóra flakavirkið í
Vági má loysast frá Føroya
Fiskavirking
Tað sigur Svenning Borg,
formaður í havnanevndini í
Vágs Býráð.
Í Sosialinium herfyri
førdi Hans Andrias Joen-
sen, nevndarlimur í Fram-
taksgrunninum fram, at tað
var hvørki Fiskavirking ella
Framtaksgrunnurin, sum
høvdu skyldina av vánaligu
støðuni í Suðuroy.
Svenning Borg grund-
leggjandi ósamdur.
– Tað eru fyrst og fremst
Fiskavirking og Framtaks-
grunnurin, sum eru orsøkin
til kreppuna í Syðru helvt í
Suðuroy.
Tað eru tey, tí tey hava
havt tað stóravirkið í Vági
stongt alla tíðina, sigur
hann
– Fiskavirking og Fram-
taksgrunnurin hava lagt
sína køvandi hond yvir
syðru helvt í Suðuroy og tí
hava tey alla nógv tað
mestu skyldina.
Tora ikki at selja
Hann vísir á, at støðan á
flakavirkinum ávirkar alt
annað lív í økinum.
– Tað eru so nógv fólk og
so nógvar fyritøkur, sum
støðan á flakavirkinum
beinleiðis ávirkar. Er onki
arbeiði á flakavirkinum,
rakar tað eisini tær fyri-
tøkur, hvørs virksemi er
avleidd av flakavirkinum.
Samstundis hava fólk minni
pening um hendi og tá
rakar handilslívið og tæn-
astuvinnur annars og tað er
nú komið hartil, at handlar
eru á markinum til at
stongja.
Hann spyr eisini, hvussu
tað ber til, at Fiskavirking
ikki vil selja virkið í Vági,
tá ið tað ikki verður brúkt
kortini.
Hann er komin til ta
niðurstøðu, at Fiskavirking
torir ikki at selja virkið í
Vági fyri ikki at fáa ein
kappingarneyta.
– Við at varðveitavirkið í
Vági- og øll hini undir tí
almenna, er Fiskavirking
sostatt við til at seta markn-
aðarkreftirnar til viks.
Men er tað ikki í veru-
leikanum
skilagott
av
Fiskavirking, tí Fiskavirk-
ing er ein vinnurekandi
fyritøka?
– Fiskavirking er ein
vinnurekandi fyritøka. Men
eitt deytt virki er ein byrða
fyri eina fyritøku og allar
vinnurekandi
fyritøkur
vildu roynt at sloppið sær
av við eina byrðu. Torir
Fiskavirking ikki í kapping
við aðrar, er okkurt sum
haltar.
– Fiskavirking eigur at
tola og at tora at virka undir
vanligum kappingartreyt-
um, sigur formaðurin í
Havnarnevndini í Vágs
Býráði.
Hava brotið avtaluna
Svenning á Borg somuleið-
is til avtaluna frá 21.
desember í 1996 um at
endurskipa Fiskavirking.
Har stendur, at flakavirk-
ið í Vági skal vera eitt av
flakavirkjunum, sum Fram-
taksgrunnurin skal føra
víðari, saman við sjey
øðrum navngivnum virkj-
um, sum eru: Flakavirkið á
Tvøroyri, virkið í Havn,
virkið á Toftum, virkið í
Runavík, virkið á Eiði,
virkið í Vestmanna og virk-
ið í Miðvági.
Men tað stendur eisini í
avtaluni, at hesi virkini
skulu førast víðari í 3-5 ár,
so skulu tey seljast áhugað-
um keyparum!
– Hetta er ikki gjørt,
hóast vit síðani tá hava havt
størsta framburð á fiski-
vinnuni nakrantíð, bæði í
fiskiskapi og í prísi.
Sostatt hevur Fiskavirk-
ing og Framtaksgrunnurin
ikki hildið avtaluna frá
1996.
Ístaðin fyri at gera, sum
avtalan áleggur teimum,
hevur Fiskavirking tvey
stór virki í Suðuroy.
– Virkið í Vági liggur
heilt stilt og á virkinum á
Tvøroyri verður bara ein
partur av orkuni brúkt, so
tað verður ikki nógvur fisk-
ur arbeiddur á hesum
báðum virkjunum.
Hinvegin vísur Svenning
Borg á, at royndirnar vísa,
at har ongi virki eru, fara
fiskiloyvini eisini.
Eisini porkenningar hava áhuga
Bygdaráðið í Porkeri tekur einmæltundir við tankanum um at byggjaein skúladepil í Hovi og
røktarheim í Vági. Frá vinstru sita Sigmund Olsen, Gunnbjørn Petersen, Eli Frederiksen,
borgarstjóri, Anna Djurhuus, varaborgarstjóri og Mikkjal Sørensen. Gunnbjørn Petersen hevur
fyribils tikið sætið í bygdaráðnum fyri Hans Eli Bech, sum er sjukur.
Flakavirkið í Vági er deytt
og tí má tað seljast
Tað slepst ikki uttanum, at virkið í Vági verður loyst frá Fiska-
virking, sigur Svenning Borg, formaður í havnanevndini í Vágs
Býráð