Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ítøkiligar ætlanir eru um at gera eina hálku- og koyrivenj- ingarbreyt á tyrving- arplássinum hjá Tórs- havnar Komm-unu í Húsahaga. Ætlanin kann gerast veruleiki longu í summar FERÐSLUTRYGD Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hóast vit í Føroyum hava tosað um eina hálkubreyt nú í ein mansaldur - ja so leingi, at eingin trýr upp á, at ein tílík breyt nakrantíð fór at koma, so er kortini ein ítøkilig ætlan um at gera eina slíka breyt í Húsahaga í Havn. Tað eru teir báðir, Heini á Borg og Hans Jákup Her- mansen, sum persónliga hava tikið stig til ætlanina, sum kann gerast veruleiki longu í ár. Hans Jákup Her- mansen er koyrilærari, og Heini á Borg hevur fingist við last- og vøruvognskoyr- ing í mong ár, eins og hann eisini hevur bilar sum frí- tíðarítriv. Teir vendu sær í fjør til Tórshavnar Býráð við um- bøn um at fáa ávíst eitt øki til endamálið. Kommunan hevur víst teimum vælvild og víst á økið í Húsahaga, har tyrvingarplássið er. Kommunan er í ferð við at leita eftir nýggjum tyrving- arplássi, og tí skal plássið í Húsahaga niðurleggjast. - Hetta hóskar væl til ætl- anir okkara, tí á tann hátt er ein partur av økinum, sum so at siga kann takast í nýtslu beinanvegin, tí økið er slætt og partvís planerað, sigur Heini á Borg. Umsóknin til økið liggur í løtuni í Jarðarráðnum, og um hon verður liðugt við- gjørd einaferð í vár, so væntar Heini á Borg, at fyrsti partur av verkætl-an- ini kann takast í nýtslu longu í summar ella í heyst. Í fyrstu syftu er ætlanin hjá teimum báðum, at økið skal nýtast sum »grulvi- garður« hjá teimum, ið eru í ferð við koyrifrálæruna. Tá verður hugsað um eitt øki, har nýggju bilførarar- nir kunnu venja seg at koyra undir tryggum um- støðum, áðrenn farið verð- ur í veruligu ferðsluna. - Síðani hava vit hugsað okkum at gera ein part av økinum til hálkubreyt, har øll kunnu koma at fáa frá- læru í hálkukoyring, bæði vanligir persónbilaførarar eins og lastbila- og buss- førarar, sigur Heini á Borg. Teir ætla eisini, at breytin skal nýtast til aðrar ferðslu- venjingar - bæði venjingar við ymsum støðum, sum kunnu standast í ferðsluni, eins og vendi-, bremsi- og steðgivenjingar. – Her kundi eisini ung- dómurin sloppið framat við motorítrótti undir skipað- um um støðum, vísir Heini á Borg á. Hann heldur, at tað hevði havt stóran týdn- ing fyri ferðslutrygdina, um tey ungu kundu sloppið á eitt tílíkt trygt øki at sæð og upplivað, hvussu bilurin uppførir seg undir ymsum pressaðum umstøðum. – Tey kundu t. d. sloppið at upplivað, hvussu tað er at missa tamarhaldið á bilin- um, og lært, hvussu tú aftur kanst vinna tamarhaldið. Tey kundu eisini sloppið at upplivað munin ímillum, hvussu ein bilur uppførir seg, tá hann er fullur av fólki, og tá hann er tómur, sigur Heini á Borg. Teir báðir stigtakararnir ætla eisini, at undirvísing- arhøli skulu vera á økinum - og hava eisini ítøkiligar ætlanir um at útbyggja verkætlanina til eisini at fevna um próvtøku til gaffiltrukk, krana o. s. fr. 6 Nr. 14 - 19. januar 2005 Hálkubreyt í Húsahaga Stigtakararnir ætla, at ein ávísur partur av økinum skal gerast til hálkubreyt, har øll kunnu koma at fáa frálæru í hálkukoyring, bæði vanligir persónbilaførarar eins og lastbila- og bussførarar Mynd: Eirikur Lindenskov Hans Jákup Hermansen og Heini á Borg eru stigtakarnir til verkætlanina. Báðir hava stóran áhuga fyri ferðslu, Hans Jákup sum koyrilærari og Heini á Borg, sum hevur fingist við lastbila- og vøruvongsfluting í mong ár Mynd: Jens Kristian Vang Í blaðnum í gjár høvdu vit eina frásøgn úr Noreg, har Sosialurin var á einum skeiði - GoodYear Safety Driving School - har luttak-ararnir sluppu at royna seg í hálku- koyring á Vålerbananum hjá Norsk Trafikksenter (www.norsk- trafikksenter.no). Hetta var eitt sera gevandi skeið - har tú slapp at uppliva, hvussu smáir marginalarnir eru í hálku- koyring. Vit kunnu bara viðmæla, at allir bilførar- ar sleppa at royna seg á eini tílíkari breyt, tí eing- in má halda, at vit eru nóg tilvitað um, hvussu smáir marginalarnir í veruleik- anum eru í hálkukoyring. Kjakið um hálkubreyt kenna vit. Tað hevur verið frammi við jøvnum mill- umbilum í ein mansaldur, hóast einki framstig hevur verið í eygsjón. Vit kunnu kanska undrast á, hví einki hendir á hesum øki, hví t. d. tryggingarfeløg- ini ikki sýna slíkum størri ans. Tað er heilt vist, at um allir bilførarar fingu ein tíma á eini slíkari hálku- breyt, so spardu trygging- arfeløgini nógvar pengar við óneyðugu skaðunum, ið henda í hálkuni. Slík tiltøk kunnu einans menna ferðslukunnleikan og ferðslutrygina - og menna høga málið, sum myndugleikarnir hava sett við null-hugsjónini: At eingin skal doyggja ella verða álvarsliga skaddur í ferðsluni! el Alneyðugt við koyribreyt