fríggjadagur 12. november 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
———"————————
%
Í
Nr. 216 - 12. november 1999
tíðindablaðið 21
Hondbóltur: Í einum spennandi, ferðmiklum og undirhald
10 eydnaðist tað hjá StÍF at vinna á Kyndli. Sostatt er |
oddadyst,
Kyndil-StÍF 30-32 (15-15)
JÁLUP MORK
Nógvir áskoðarar vóru
savnaðir í høllini á Hálsi
mikukvøldid, og hesir vóru
vitni til besta dystin higartil
í hesum kappingarárinum.
Ferðin var høg, spenning-
urin stórur og talan var um
bæði lið- og einmansavrik
á høgum stødi, tá SÍF fyri
aðru ferð innan fýra dagar
sýndi nakað av tí spæli, sum
seinasta kappingarár tryggj-
aði teimum FM-heitið.
Strandingar kvikir
Kyndil varð liðið, sum fekk
ta betru byrjanina, men eftir
at Rúni Poulsen hevði lagt
teir fram um 4-2 settu
strandingar av álvara ferð
á, og eftir einans 8 minutt-
um høvdu teir tikið seg upp
á 9-4. Hesa lotuna sýndu
StÍF sera skjótt og einfalt
spæl, og grónu menninir á
mótstøðuliðnum vistu ikki
síni livandi ráð.
So skjótt teir fingu bóltin,
settu strandingar fulla ferð
frameftir, og eftir fáar send-
ne varð avsluttað, og so
lá bólturin aftan fyri Lars í
málinum. John og Arthur
fingu hesa løtuna rættuliga
glid á spæl og málskjóting,
og serliga tvey av málunum
hjá Arthur vóru ein fragd
fyri eygað. Við kvika fót-
skifti sínum sendi hann á-
víkavist Hannis og Una
e-mail: sveinurQsosíalurin.fo
Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20
Undirhald a høgum stoði
Wardum til aðra síðuna,
áðrenn hann sjálvur
smoygdi sær framvið hinu-
megin, og so var púra opið
í verjuni
Ein skuldi trúð, at Kyndil
nú fall fullkomuliga í fátt,
men so varð tó ikki. Eftir at
Sophus hevði nýtt sitt time-
out til at fáa skil upp á leik-
ararnar, byrjaði Kyndil at
ota seg upp móti stranding-
unum. Teir megnaðu eisini
at koma upp á javnleik, fyrst
12-12 og síðani upp á 15-
15.
Hetta seinasta korterið av
fyrra hálvleiki var tað
serliga Jacob Jónsson, sum
gjørdi um seg við málskjót-
ingini, men liðið sum heild
riggaði nú eisini betur. Serl-
iga í verjupartinum vóru teir
meira nærlagdir, og var
hetta eisini orsøkin til, at
spælið hjá strandingunum
ikki fleyt eins væl, og tað
gjørdi í byrjanini av dyst-
inum.
Sera tætt
Í seinna hálvleiki leikaði
javnt á so at siga alla tíðina,
men hóast Kyndil fleiri
ferðir stríddi seg upp á javn-
leik, so megnaðu teir ong-
antíð at vinna seg fram um
StÍF.
Seinastu ferð Kyndil
javnaði varð, tá Leivur í ein-
um kontraálopi skoraði til
21-21, men meðan Lars
saman við viðleikarum
fegnaðist um hetta, sendi
Sveinbjørn bóltin av miðij-
uni og í tóma málið. Tað,
sum eftir var av dystinum,
megnaðu strandingar alla
tíðina at halda seg eitt, tvey
og trý mál framman fyri
Kyndil, men nervin fór ong-
antíð úr dystinum. Ikki fyrr
enn Marius í seinasta min-
uttinum setti bóltin í málið
til endaliga úrslitið, tóktist
dysturin at vera av gjørdur.
Eitt, sum avgjørt var vid
til at avgera dystin til fyri-
muns fyri strandingar, vóru
avrikini hjá málverjunum.
Johan í StÍF málinum stóð
einki minni enn ein brand-
dyst, har hann fleiri ferðir
bjargaði skotum frá kyndils-
leikarum, tá hesir komu í
gjøgnum verjuna. Í hinum
endanum var langt millum
bjargingarnar hjá Lars, har
StIF leikararnir ferð eftir
ferð skutu ovarlaga, meðan
Lars var á veg niður. Í ONE
tíð gekk, áðrenn Sophus
gjørdi av at skifta målverja,
men Gunnvald Liitzen, sum
loysti Lars av, megnadi
heldur ikki at órógva mót-
leikararnar nakað serligt.
Frøin á strandingum var
sjálvsagt stór eftir seinasta
ýlið úr hátalarunum, meðan
grónu kyndilsmenninir vóru
tilsvarandi vónbrotnir. Teir
høvdu tó als onga orsøk til
at skammast yvir avrikið, tí
sum kunnugt skulu tvey góð
lið til fyri at skapa ein góðan
dyst.
andi dysti mikukvøld-
agt upp til eitt sannan
tå vestmenningar komandi sunnud: 1g skulu i inn á Skála at royn
d seg g
My nd: Ålvur Haraldsen
Eingin nevndur
eingin gloymdur
Sum nevnt, varð talan um
ein sera undirhaldandi og
spennandi dyst, og var talan
um tvey sera g60 lidavrik.
Sjålvsagt eru summir leik-
arar, sum tú leggur betri til
merkis, men eg haldi ikki,
at eg her fari at taka nakran
leikara fram um.
Komandi vikuskifti held-
ur Kyndil frí, ímeðan StÍF
á heimavelli skal royna seg
móti hinum oddaliðnum úr
Vestmanna. Sjálvsálitið hjá
strandingunum er ivaleyst í
topp eftir bådar vitjaninar i
Havn, men hetta er so av-
gjørt eisini neydugt, um tær
skulu basa teimum gulu úr
Vestmanna.
Dysturin í tólum:
Kyndil: Jacob Jónsson 8.
Rúni Poulsen 5, Uni Ward-
um 5 (1), Hans Á. D. Christ-
iansen 5 (1), Bjarni Wardum
4, Leivur Holm 2, Janus E.
Sørensen I
StIF: John Petersen 13 (1),
Sveinbjørn Poulsen 8, Artur
Johansen 5 (1), Marius Jo-
ensen 4, Karstin Danielsen
2
Brotskøst: Kyndil 3, StiF
4 ;
Utvisingar: Kyndil 5, StÍF
6
Burturvisingar: Kyndil 1
(útskiftingarbonkurin)
Dómarar: Hjalmar Peter-
sen og Kristian Johansen
. Hevur tú eina segu, ella viðmerkingar til
ÍtróttarSosialin ert tú vælkomin at seta teg í
samband við okkum.
Tú kanst ringja til blaðið á tif 311820, ella
senda okkum eitt teldubræv.
Adressan er sveinuresosialurin.fo. Tú kanst
eisini ringja á fartelefon nr. 218246
www.sosialurin.fo
Horð revsing
Fótbóltur: FSF hevur fingið bod um,
at reyða kortið, sum Pól Thorsteins-
son fekk í Kekkia, ætlandi fer at kosta
honum landsliðssessin komandi 3
undankappingardystirnar
JÁKUP MORK
Reyða kortið, sum Pól
Thorsteinsson fekk í sein-
asta landsdystinum, tá
Føroyar = leiktu móti
Kekkia, fær nú umfatandi
avleiðingar fyri føroyska
landsliðið.
FSF fekk mikudagin
fingid bod frå UEFA, og
ikki kann sigast annað
enn, at teir hava tikið mål-
ið i størsta álvara. I skriv-
inum verður nevnliga frá-
boðað, at Pól fær leik-
bann fyrstu 3 dystirnar í
HM-undankappingini,
sum byrjar komandi år
Grundgevingin hjå UEFA
fyri hesum dómi er, at tal-
an í teirra eygum er um
harðskap á vøllinum!
Eftir landsdystin helt
Allan Simonsen, lands-
liðsvenjari, at reyða kort-
ið til Pól var óneyðuga
hart dømt, og at dómarin
heldur átti at givið Pól
gula kortið.
Sjálvur heldur Pól
dómin vera heilt burtur
við. Hann viðgongur tó,
at at hann royndi at fella
Berger, men heldur ikki,
at hetta hevði so øgiliga
nógv upp á seg. Sjálvur
hevur Pól ikki sæð til-
burðin á video, men hann
hevur longu sett seg í
samband við FSF og bið-
ið teir um at kæra dómin.
>Hevði tað verið 3 reyða
kortið hjá mær ella okkurt
sovorðið, kundi eg skilt
dómin, men hetta í er alt
ov galið< heldur Pól fyri,
og leggur í sama viðfangi
afturat, at hetta er fyrsta
reyða kortið, sum hann
nakrantíð hevur fingið.
Umframt langa leik-
banni til Pól, hevur liðið
sum heild eisini fingið
eina bót, áljóðandi 5. 000
Sveisar frankar, orsakað
av 6høviskum atburði hjá
leikarunum undir dystin-
um. Við hesum verður
helst sipað til hendingina,
har Pól fekk reyða kortið,
tá fleiri av leikarunum
harðliga mótmæltu dóm-
inum, og har Jens Martin
Knudsen fekk gult kort.
Ísak Mikladal, skrivari
hjá FSF, sigur, at teir enn.
ikki hava tikið stóðu til
málið. Sjálvur hevur hann
hugt eftir dystinum enn
Tríggjar dystir skal
landsliðið spæla áðr-
enn Pól Thorsteinsson
aftur sleppur at vera
við, sigur UEFA i úr-
skurði sínum um
reyða korti í Kekkia
einaferð, men enn er sum
sagt íkki tíkin stóða til
eina møguliga kæru, sum
skal vera UEFA í hendi í
seinasta lagi leygardagin.
Duge ikki nog væl
Verdur hugt at seinastu
landsdystunum hjå før-
oyska landsliðnum, ber
kanska til at staðfesta, at
vit ikki duga nóg væl at
spæla sjónleik, tá vit eru
út fyri stóðum, har mót-
leikarar vísa ófantaligan
atburð. Bæði tey reyðu
kortini hjá John Petersen
og Pól Thorsteinssyni
kundu ivaleyst sæð oðr-
vísi út, um teir, ístaðin
fyri at hevna seg, sýndu
suðurlen dskan atburð.
Í so máta eru vælkendu
orðini »vit eru við fyri at
læra< framvegis gald-
andi.
Ikki bara Pól
Tað er tó ikki bara Pól.
sum hevur fingið harðan
dóm frá UEFA. Eisini
U18-landslidsleikarin.
Eydvør Thomsen, hevur
fingid 3 daga leikbann
fyri hendingina, tå hon
fyrr í hesum månadinum
fekk reyða kortið í dyst-
inum móti. Eyðvør hevur
tó longu sitid ein av hes-
um dystinum yvir, við tað
at hon ikki var vid, tá
Føroyska U-18 liðið
leikti móti Moldova í
somu undankapping.