Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. november 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 217 - 13. november 1999 tíðindablaðið Á býráðsfundi í Havn hóskvóldið varð samtykt a byggja tvey lækna- vidtaluhøli aftumt í Gundadali JOHN JOHANNESSEN Tórshavnar Býráð samtykti á býráðsfundi hóskveldið við 12 atkvødum fyri og ongari ímóti at fara undir fyrireikingar av projekti at byggja tvey læknaviðtalu- hóli í Gundadali afturat teimum núverandi beinan vegin, og skulu iløgurnar takast við í fíggjarætlanini fyri ár 2000. Tað varð býráðsformað- urin, sum í apríl legði fram uppskot um at fara undir 2. byggistig, nú tørvurin á nýggjunda kommunulækn- anum er farin at treingja á. Sum er leigar býráðið við- taluhøli til Kristionnu Nor- dendahl, kommunulækna, í sjúkrakassabygninginum, men fyri at tað framhald- andi skal bera til at hýsa kommunulækna í hesum bygningi, er neyðugt at um- væla bygningin samstundis, sum lyfta má gerast upp á aðru hædd. Hetta varð leys- liga mett at kosta hálvaaðru millión krónur. Aftur í sosialu nevnd A fundi 13. apríl samtykti figgjarnevnd býráðsins at beina málið í sosialu nevnd til umrødu. Sosiala nevnd samtykti at mæla fíggjar- nevndini til at siga leigu- málið vid Havnar Sjúkra- kassa upp til 1. juli år 2000, og at fáa málið aftur i sosi- alu nevnd. Fíggjarnevndin samtykti á fundi 20. maj at taka undir við sosialu nevnd býráðsins og broyta yvirskriftina á málinum til >Nýggj lækna- vidtaluhøli« i Juni heitti sosiala nevnd á býráðsumsitingina um at gera eitt tilmæli til næsta fundin, um hvor var fræg- asta loysnin at loysa hølis- trupulleikarnar. U msitingin mæti til, at tvey læknavið- taluhøli verða bygd afturat í Gundadali. Hesum tók starvsnevnd- in, har umboð fyri komm- unulæknar eisini sita, undir við. Tríggir minnilutar A fundi í sosialu nevnd tann 8. oktober tók ein minniluti, mannaður av Elini Linden- skov og Inga Mohr, undir við tilmælinum frá umsit- ingini um at byggja tvey læknavidtaluhøli afturat. undadali Tvey læknavidtaluhøli skulu nú byggjast afturat nýggju Læknamidstødini í Gundadali har Sølvi Vinher Olsen og Turid Petersen júst eru flutt inn Ein annar minniluti, Kat- rin Dahl, mælti til, at nýggju vidtaluhølini verða bygd í vesturbýnum. Harafturat var ein triðji minniluti, mannaður av Heðini Mort- ensen, ið ynskti at greiða frá Mæla til Ova Morten- sen sum byararktekt Figgjarnevndin hjá Tórshavnar Býráð mælir býráðmnum til at seta Ova Mortensen í starv sum býarverkfróðing JOHN JOHANNESSEN Fíggjarnevndin hjá Tórs havnar Býráð samtykt á fundi 9. november at mæla býráðnum til at seta Ova Mortensen í starv sum bý- ararkitekt. Málið varð tó tik ið av skránni á býráðsfund inum hóskveldið. og er so stætt ikki vidgjørt. Býráðið søkti í vár eftir nýggjum byararkitekti, men tá freistin at søkja var úti 21. juni, mettu bygnadar- nevndin, tekniski stjórin og býráðsskrivarin, at ov fáar umsóknir vóru komnar inn, og tískil varð starvið lýst leyst av nýggjum Til nýggju lýsingina vóru seks umsøkjarar, og eftir samrødu við umsekjararnar kom figgjarnevndin til ta niðurstøðu at mæla býráð- num til at seta Ova Morten- sen í starvið 100.000 til skannaran Tórshavnar Býráð hevur samtykt at lata 100.000 Irónur til nýggja kálkskannaran til landssjúkrahúsið JOHN JOHANNESSEN A býráðsfundinum hós- kvøldid samtykti Torshavn- ar Býráð at lata 100.000 krónur til nýggja kálk- skannaran til landssjúkra- húsið við teirri grundgev- ing, at tað í ár er altjóða eldraár. Tað var Ingi Mohr, sum mælti býráðnum til at játta peningin av regulerings- kontoini til innsavnan av peningi til at varðveita nógv umtalað skannaran á lands- sjúkrahúsinum. Býráðið sigur, at stuðulin verður veittur í sambandi við eldraárið 1999 og fyri at markera býráðsins áhuga á eldragkinum. Hildið verð- ur, at ein slíkur skannari kann vera við at medvirka til positiva lívsdygd hjá teimum eldru. Málið varð samtykt við átta atkvødum móti fimm. Timalønin hjá bussførarum hækkar Mikukvøldid tann 3. nov- mber 1999 gjørdu Havnar Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag semju um bussførarar i bussleiðini. Semjan merkir, at tíma- lónin hjá bussførarum hækkar 1. mai 1999 við kr. 3,55 og aftur 1. mai 2000 við kr. 3,55. Harafturat fingu bussførarnir ávísar broytingar í sáttmálanum so sum, at vaktirnar skulu verða lagdar í fasta raðskip- an (turnus) og at munurin í medalvikuni skal í mesta lagi vera 4/- 10 tímar. Sáttmálin er galdandi frá 1. mai 1999 og kann í fyrsta lagi sigast upp til 1. mai 2001. sínum sjónarmiðum á by- ráðsfundi. Fíggjarnevndin samtykti á fundi 4. november at mæla býráðnum til at taka undir við minnilutanum í sosialu nevnd, sum var mannaður av Elini Lindenskov og Inga Mohr, og at fara undir fyri- reikingarnar beinan vegin Endin á málinum var, at býráðið á býráðsfundi hós kvøldid við tolv atlvødum fyri og ongari ímóti sam tykti at taka undir við til mælinum frå figgjarnevnd ini. Fyrst varð tó atkvøtt um minnilutatilmælid frå Kat rini Dahl um at byggja nýggju viðtaluhelini í vesturbýnum. men hetta fall við fimm atkvødum fyri og sjey 1moti TREND SHOW 2000 á Hotel FØroyum Leygarkvøldid 20. nov "99 kl. 19.30 Sunnukvøldid 21. nov "99 kl. 19.30 Samen Kostnaður: kr. 35, Trendshow 2000 við jólabordhaldi fyri tygara starv