Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. november 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 217 - 13. november 1999 tíðindablaðið Raktur av blóðtoppi Løgtingsma0ur Sjálvstýrisfloksins fekk púra óvæntað dánilsi undir haruskjóting mánadagin. Hann er lagdur inn á Landssjúkrahúsið við blóðtóppi HOGNI MOHR Sámal Petur í Grund, løg- tingsmaður, er íðin harumað- ur. Í ár heyði hann saman við ødrum góðum monnum, ognað sær tveir haruhagar. Annan í Eysturoynni og hin í Sandoynni. Mánadagin var Sámal Petur sjálvur annar millum Fjarða í Eysturoynni og skeyt harur. Felagi Sámal Peturs fór beinanvegin undan løgtings- manninum niðaneftir. Avtalað var, at hann skuldi fara niðan á røðina at styggja saman, meðan Sámal Petur skuldi vera í neðra og skjóta tað, sum fyri kom. Lat skot av Einsamallur í mótbrekkuni, kendi Sámal Petur ógvusliga mødi á sær. Fetini fullu honum tyngri og tyngri, og brádliga fekk hann ilt fyri bróstið. Hann steðgaði á, tí hann misti ondina og vildi spýggja. Síðani noyddist hann at leggja seg niður, og eina løtu var hann burturi. Í tí løtuni helt hann, at nú fór hann at doyggja. Kortini kvaklaðist hann við aftur, og nú var um at gera, at fáa boð frá sær. Fartelefon hevði hann ikki við sær, og tí royndi hann at lata skot av. Hann var so illa á holdum komin, at illa gekst at fáa byrsuna lødda, men tað eydnaðist eftir tógvið stríð bæði at lóða og skjóta upp í loft. Tá hann hevði hvílt seg eina lotu í grasinum, varð hann aftur so mikið birgur, at hann megnaði at koma á føtur og ragga sær longur niðan. Lagdur inn á átta Felagin í erva kom løtu seinni til sjóndar, og Sámal Petur veipaði við ørmunum til tess at gera vart við, at okkurt var spinnandi galið. Teir báðir fóru síðani oman í bilin og koyrdu til mommu Sámal Petur, haðani ringt varð eftir sjúkrabili. Í skundi varð hann fluttur á Landssjúkrahúsið, har staðfest varð, at hann varð Sámal Petur í Grund, løgtingsmadur raktur av bl6dtøppi. I løtuni liggur løgtings- madurin å deild 8 å Lands- sjúkrahúsinum. Sagt verður, at hann hevur tað gott, men er sera slekkur. Hann hevur fingið blóðtynnandi heilivág, og í gjár varð bíðað eftir, at bl6dtøppurin skuldi fara fram við tronganum, har hann sat. Góðar vónir Keldur í Sjálvstýrisflokkin- um siga, at Sámal Petur í Grund hevur verið undir stór- um trýsti seinastu tíðina. og at hetta óivað hevur gjørt sítt til, at hann er vorðin strongdur. Sámal Petur er 41 ára gamal og hildin at vera rættiliga væl fyri likamliga. Millum skelkadu starvs- felagar í løgtinginum eru vónirnar tí góðar um skjótan bata. Annars frættist, at lagið á Sámal Peturi er sera gott eftir umstødunum. Læknin hevur sagt vid løgtingsmannin, at hann eigur at gledast um, at hann hevur fingid ein »åvaring«, heldur enn tað, ið er meira álvarsligt. Væntað verður ikki, at Sámal Petur í Grund verður aftur í tinginum í ár. Eftir brádliga sjúkdómin, sum kanska verður í drúgvara lagi, verður Kári P. Højgaard úr Saltangará, ella Kári Post, sum hann vanliga verður nevndur, væntandi kallaður á ting. Nær hann tekur sætið á tingi er ikki greitt enn. Sosialurin ynskir Sámal Peturi skjótan og góðan bata. Smuglari dømdur Seinnapartin í gjár fall dómur í sakar- málinum móti 33 ára gamla manninum, ið varð handtikin við kokaini og hassji uppi á sær á flogvøllinum. Hann fekk 60 daga fongsulsrevsing. HOGNI MOHR OG SVEINUR TRÓNDARSON Málið móti 33 ára gamla manninum, sum varð hand- tikin á flogvøllinum í farnu viku. við — knøppum 80 grammum av hassji og 5 grammum av kokaini uppi á sær, var í gjár fyri i Føroya Rætti. Upp í viðgerðina varð knýtt eitt harðskapsmál, sum maðurin hevði hangandi frá í fjør. Ta ferðina varð maðurin sjálvur álopin uttan fyri Casa- blanca í Havn, men tók til sjålvverju, sum upprunaligi åleyparin helt vera so 6gvus- liga, at hann meldaði. „Eg tók kjansin« Hin ákærdi játtaði seg sekan í at hava roynt at smugla hassj og rúsevni til Føroya. Kokainið ætlaði hann sær at nyta sjålvur, eins og hann ætl- aði sær at nýta meginpartin av hassjinum sjálvur. Ein part ætlaði hann kanska at selja áðrenn hann fór at flyta til Danmarkar um miðjan nov- ember. Maðurin vidgekk, at hann hevði framt eina býtt- isliga gerð. Men. eg tók kjansin, segði hann og ypti øksl Akærin spurdi, hvørjum hann hevði keypt hassjið og rusevnid frå, men tað vildi maðurin ikki avdúka. Sigur tú slíkt. er stórur vandi fyri at verða avrættað- ur, segði hin 33 ára gamli, ið eisini segði seg hava valt at greiða frá øllum. og ikki dylja yvir egin brotsverk. Keypti á Christiania Rúsevni vóru eftir øllum at dóma ein partur av gerandis- degnum hjá tí ákærda. Hann hevði hildið fleiri veitslur har m.a. kokain varð brúkt at rúsa seg við. Hassj brúkti hann, tá hann bert vildi hugna sær. Td. oman á dógurða og tå hann skuldi á biograf. Akærdi, sum hevði keypt ólógligu evnini á frístaðnum, Christiania, í Keypmanna- havn, varð spurdur, hví nøgd- irnar til sjálvsnýtslu vóru so stórar. Hann svaraði, at tað var fyri at fáa avsláttur. Tær 4.750 krónurnar, hann segði seg hava keypt evnini fyri, vóru partur av spælivinningi. Hassjið kostaði 25 krónur grammid, meðan kokaini kostaði 550 krónur grammið. Ákærin kravdi 3 mánaðar I sambandi við harðskaps- málið móti sær, segði mað- urin, at hann brádliga fekk ein neva í andlitið. og at hann síðani í sjålvverju og panikki sparkaði áleyparan. Akærin helt ikki. at talan var um sjálvverju. tí hin ákærdi varð farin so harðliga til verka. Hann gjørdi vart vid, at ákærdi ongan skaða hevði fingið. meðan hin sparkaði hevði brotið rivjabein. Akær- in mælti til treytaleysa fongs ulsrevsing; í minsta lagi 30 dagar fyri harðskap. Fyri smuglingina helt åkærin, at maðurin átti at fingið millum 60 dagar og tríggjar mánaðar. Undir øllum umstødum eigur dómur undir tríggjar mánaðar ikki at koma upp á tal fyri bæði málini tilsam- ans. segði ákærin. Verjin ikki viðhald Verjin vísti á fleiri gomul rættarmál til tess at leggja dent á, at sjálverja hevur tydning. Øll tey nevndu døm- ini bendu á, at hóast eitt álop ikki er av serliga vandamikl- um slagi. ber til at verja seg sjálvan harðligari, og ikki verða dømdur fyri harðskap Júst tí ein sjálvur er álopin og tískil verjir seg. Í sam þandi við hassjið og koka inið. sum ákærdi jú játtaði at ava roynt at smugla inn í andið. helt verjin ein dóm upp á 30 - 40 dagar vera nóg rarðan. Men helst eigur hann at vera linari, segði verjin, sum eisini gjørdi vart við. at mað urin ikki áður var revsaður fyri smugling. Hin 33 ára gamli fekk kort- ini tilsamans 60 daga fongs- ulsreving. Í gamla harðskaps- málinum varð hann funnin sekur. Maðurin valdi at um- hugsa dómin og varð síðani leyslatin. Hann fær boð. tá hann skal inn at sita dómin. KONAN. CO Maðurin undir jakkanum skal inn at sita í 2 mánaðar fyri harðskap og rúsevnis- og hassjsmugling Mynd: Jens Kristian Vang TOYOTA CAMRY TOYOTA STARLET 2.2 GL AUT. 1,3 XLI Skrås.: 13-07-95 Skrås.: 28-10-96 Km.: 76.000 Km.: 89.000 Prísur: 158.600,- Garanti" Prísur: 89.600.- TOYOTA CARINA FORD MONDEO 1,6 XLI TURBODIESEL Skrás.: 12-06-96 Skrás.: 28-08-98 Km.: 65.000 Km.: 56.000 Prísur: 122.600,- Prísur: 160.600,- Garanti* TOYOTA CARINA HONDA CIVIC 1,8 CDX 1,5 H/B Skrás.: 05-03-97 Skrás.: 01-08-98 Km.: 38.000 Km.: 26.000 Prísur: 138.600,- Prísur: 135.600,- TOYOTA CAROLLA 1,3 XLI SEDAN TAN $ Skrás.: 11-03-97 Skrás.: 07-08-97 Km.: 59.000 Km.: 27.000 Prísur: 118.600,- Prísur: 128 600.- TOYOTA CAROLLA NISSAN ALMERA 1,6 XLI STATION 2,0 DIESEL Skrås.: 06-12-96 Skrás.: 16-04-99 Km.: 135.000 Km.: 10.000 Prísur: 128.600,- Prísur: 117.600,- Garanti" TOYOTA CAROLLA HYUNDAI ACCENT 1,6 XLI 5 HURDAR 1,31S Skrås.: 29-04-96 Skrås.: 22-10-97 Km.: 29.800 Km.: 33.000 Prísur: 110.600,- Garanti" Prísur: 85 600. - Garanti" TOYOTA CAROLLA FORD FIESTA 1,6 SED. AUT. GEAR 1,3 Skrås.: 07-03-96 Skrås.: 16-12-97 Km.: 45.000 Km.: 19.000 Prísur: 119.600,- Garanti" Prísur: 93 600.- Garanti” TOYOTA CARINA KIA CLAURUS 1,6 GL Skrás.: 16-04-98 Skrás.: 01-11-89 Km.: 11.900 Km.: 152.000 Prísur: 115.600,- Garanti” Prísur: 56.600,- FORD TRANSIT 14. pers. . Skrás.: 22.05.87 ;4 in Nm 127,00 SU Prisur: 25.600,- 49 AVHEINTINGARTILBOD NISSAN VW PASSAT MAZDA 323 CHERRY 1,5 Skrås.: 18-04-88 | Skrás.: 11-09-84 Skrás.: 02-09-85 | Km.: 146.000 Km.: 120.000 Km.: 235.000 Prisur: 3.000,- Prísur: 3.000,- Prisur: 5.000,- = Brúktir bílar yvir RA NISSAN MICRA verða seldir við BRÚK NES. FA ÁTTAN Få TOYOTA bilar hava 3 ára garanti frá tyrstu skrás. dato sialurin - Tel. 3 Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040