leygardagur 13. november 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 217- 13. november 1999
heilt nógvir, sum ikki gera tað
og sum tískil skjóta alt, sum er
fyri.
Dímunarbóndin sigur, at hesi
bæði seinastu árini hevur hann
ikki borið eyga við skarv í
Stóru Dímum.
Men í ár hevur hann so aftur
sæð tvey reiður.
Bátar hava aftur verið undir
oynni og skotið skarv í ár.
Men tað kann ikki vera
komið nógv burturúr, tí tað er
onki at fáa. leggur hann
afturat
Skuldi verðið friðaður
Ola Jákup í Dímun er ikki í iva
um, at skarvurin átti at verið
fullkomiliga
friðaður. í
hvussu so er í
nøkur år
Eg eri ikki
ein av teimum.
sum halda. at
tað er so nógv
til av skarvi
Nógv siga frá
tí ogilig:
skarvinum,
sum er, bara ti
at tey vita um
eimi 100 por.
sum elga
nkustaðni
MA
VIC
ollum teimum
skjótt
gangandi
bátunum
I ollum
fórum
heldur hann.
at veiðitíðin
skuldi ikki
byrjað
fyrrenn
seinni
uppá
árið.
Nú
er tað
loyvt at skjóta skarv
teir báðar mánaðirnar frá |.
september til 31. oktober
- Men eftir mínum tykki er
tað tað ringasta av øllum, at
tað er loyvt at byrja at skjóta 1.
september.
Tí summi ár er nógvur
lundi ikki farin tá. Skjótingin
eftir skarvi órógvar tí eisini
annan fugl almikið, tá ið bátar
koma heilt inn undir bergið at
skjóta.
Hann heldur eisini, at tað
hevði avmarkað veiðina mun-
andi, um veiðitíðin ikki byrjaði
fyrrenn t.d. 1. oktober, tí tå er
veðrið eisini sum heild blivið
verri.
- Tað verður í hvussu so er
ongin, sum fær gleði av tí, um
skarvurin verður heilt oyddur.
Er nógv minkaður
Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy er
fuglakønur sum fåur. Eisini
hann er fullvísur í, at
skarvurin er stórliga
minkaður í tali. Og á
nógvum plássum er
hann heilt oyddur, tó
at skarvur er til enn á
øðrum plássum, meiri
enn so.
- Fyri nøkrum årum
síðani var skarvur
javnan at siggja å
Tinganesi, men tað
kemur ikki fyri
longur
Hann sigur, at
skarvurin er
ongantíð
taldur og tað er tí
ómóguligt at vita, hvussu
nógv er til av honum. Tað er
heldur ongin, sum hevur ánilsi
av, hvussu nógv verður skotið.
Men teir, sum skjóta skarv
siga, at tá ið skjótingin byrjaði
í ár, var líka nógv til, sum
vanligt.
Jens-Kjeld Jensen sigur, at
fyrr var loyvt at skjóta skarv
alt árið. Men fyri nøkrum árum
síðani varð tað so aftur loyvt at
skjóta skarv síðst á árinum.
Síðani eru tíðirnar fluttar eitt
sindur aftur og fram, men nú
er tað so frá 1. september til
31. oktober.
Skuldi byrjað seinni
Jens-Kjeld Jensen sigur, at tað
ringasta fyri skarvin er, at tað
er loyvt at skjóta hann frá 1.
september.
- Tvs, at allan september er
skarvurin einasti fuglur, sum
tað er loyvt at skjóta.
- Og tað rakar stovnin
ógvuliga hart, tí
í ein heilan mánað eru allir
byrsumúlar vendir ímóti
skarvinum og bara honum.
Jens-Kjeld Jensen heldur tí,
at tað skuldi ikki verið loyvt at
skotið skarv, fyrrenn tað eisini
varð loyvt at skjóta svartfugl,
tvs. 1. oktober.
- Ti so bleiv veidan ikki so
miðvíst vent ímóti skarvinum
einsamøllum.
- Tá er veðrið eisini blivið
verri og tað hevði verið ein
sera effektiv stovnsrøkt í sær
sjålvum.
- Men tað kemur eisini heilt
fitt av útlendskum skarvi higar,
seinni uppá árið.
— Tað síggja vit, tí teir eru
merktir. Td. er ofta nógvur
útlendskur skarvur at síggja í
Nólsoyarfirði, men tað er ikki
fyrr enn frá hálvan november
og í desember.
Jens-Kjeld Jensen sigur, at tá
ið útlendskur skarvur kemur
higar ein part av árinum at eta,
hava vit eisini rætt at skjóta av
honum.
- Men tann skarvin fáa vit
als ikki gagnnýtt, ti veiðitíðin
endar 31. oktober, og tað er
áðrenn útlendski skarvurin er
komin.
Fuglaútstapparin í Nólsoy
heldur hinvegin ikki, at tað er
neyðugt at friða skarvin heilt
Hevði tå havt spurt meg í
fjør, ella í fyrrárið, hevdi eg
kanska svarað ja. Men eg havi
sæð so frægt av skarvi aftur í
år, at eg haldi ikki, at tað er
neyðugt at friða hann
fullkomiliga
Roynt til fánýtis
Jens-Kjeld Jensen
sigur, at tey, sum
hava áhuga í
fugli, hava
fleiri
ferðir
roynt at fáa landsstýrið
at flyta tíðina, har tað er
loyvt at skjóta skarv.
Bæði Fugla-
fróði-felagið og
Veiðifelagið hava ferð
eftir ferð skrivað lands-
stýrinum bræv við
áheitan um at flyta
dagin har veiðitíðin
byrjar, frá 1. september
til 1. oktober.
So kunnu meiningarnar
verda ymsar um, nær veiditidin
so skal enda aftur, um tad so
verður 31. oktober, ella seinni.
Men tað heldur Jens-Kjeld
Jensen hevur minni týdning.
- Tað, sum hevur størstan
tydningin er, at veiðitíðin ikki
byrjar fyrrenn tað eisini er
loyvt at skjóta svartfugl, tvs, 1.
oktober, sigur hann.
Ólóglig veiða stersti trup-
ulleikin
Marnar Gaard í Havn er
royndur veiðimaður og honum
dámar væl at skjóta fugl. Og
hann er bara partvíst samdur
við hinum báðum fugla-
monnunum. Hann er ofta úti
við báti, og hann heldur ikki,
at skarvurin er nakað minkaður
í tali.
Hann plagar at vera eina ferð
17
og skjóta skarv um árið. Og
tað, sum hann hevur fingið,
hevur verið at kalla tað sama
hvort ár, umleið 50-60 skarv-
ar
Men skuldi skarvurin verið
minkaður, er hann vísur í, at
tað er ikki veiðan, sum er at
voldin
Og hann heldur ikki, at tað
verður friding, sum fer at føra
við sær, at skarvurin fer at
vaksa i tali aftur
Hvussu nógv er til av
skarvi, er eisini ein spurningur
um, hvussu nógv er til av æti
Hann sigur, at tað er rætt, at
skarvurin er burtur nógva
staOni, har hann hevur verið
fyrr, eitt nú í Dímun
Men so er skarvur komin
aftur, har hann ikki hevur verið
at sæð í nógv ár. Eitt nú er
aftur nú rættiliga fitt av skarvi
í Mykinesi. har hann ikki hev-
ur verið til í nógv ár. Hann
sigur, at skarvurin fylgir ætin
Tn
út)
Men Marner Gaard er pútr
{ ut tað ér rå
Ha
felagnum. og
felagið hevur stóran
áhuga í at varðveita fugla-
stovnarnar, tí annars verður
heldur onki at veiða
Sjálvur ivast hann ikki i, at
størsti trupulleikin, er at tað
verður so nógvur skarvur
skotin ólógliga
Hann nevnir, at nógva staðni
verður byrjað at skjóta skarv
longu um summarid, ella hann
verður tikin á rókini.
Hevdi tað eydnast at
steðga teirri ólógligu veiðuni,
hevði nógv verið vunnið og so
skuldi skarvurin nokk ment
seg aftur. Men sjálvur veit
hann ikki, hvussu tað skal
gerast, tí ongin meldar og øll
lata bara standa til.