Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. november 1999síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 Nr. 217- 13. november 1999 Stór bókajól í ár Hópin av nýggjum føroyskum bókum vera við í békasøluni til jóla. Úrvalið er fjølbroytt, søguligar og nútíðar skald- ø SS søgur, yrkingasøvn, greinasøvn, upprunaføroyskar barnabøkur, alfrødi, yrkisbókmentir, skúlabókur, og mangar aðrar ra tiggjarkreppan få ár aftur í tíðina tykist ikki at hava tikið ið og áræðið frá høvundum, skoldum. forløgum, og øðrum. ð varða av vaksandi irknadinum i Feroyum Hvor skuldi trúð., at seinastu gju árini eru umleið 1000 bøkur komnar út á føroyskum. Í miðal 100 um árið. Og gongdin letur til at halda fram. Tíbetur, hugsa oll. ið dámar væl at fáa emma góða bók í hondina Arið. ið nú er við at halla, er einki undantak. Høvundar og ymsu forløgimi hava aftur spílað bokam seg út við stórum og stórfingum útgávum. Og tað er um hesa tíðina, stutt fyri jól, at so at siga meginparturin av bókunum kemur. Tær, ið koma út aðrar tíðir á árinum. detta onkusvegna burtur ímillum. Hyggja vit at úrvalinum av bókum, ið eru komnar út í ár og sum koma út tað ið eftir er til jóla, er tað rættiliga fjølbroytt. Skaldsogur. søguligar og nutidarligar, yrkingasøvn, søvn vid greinum, upprunaføroyskar barnabøkur, alfrødi, søgufløga, føroysk spøl, og mangt annað. Ongum nýtist at fara tómhentur út úr békahandlinum, tå ið jólagávurnar skulu keypast. Nógv til stór og smá Uttan iva virknasta forlagið í landinum er Bókadeild Foroya Lærarafelags. Bókadeildin gevur út meginpartin av barna- og ungdómsbókunum. onkur einstøk undantikin. Forlagið hevur eisini orku til aðrar útgávur. Í hesum árinum hevur tað givið út fløguna Søguskrinid, ein fløga við tíggju vælkendum sa S gum. sum flest børn kenna, og f sum tey bædi Vår B. Jacobsen og Påll Danielsen lesa. Eisini hevur plåss verid fyri skald- søguni hjá Gunnari Hoydal Dal- urin fagri, ið er um uppvokst- urin hjá smádronginum Pálli á bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum. Tuberklasjukan mundi nema við hvort einasta húski í landinum og setti sín dapra dám á fleiri ættarlið í fyrru helvt av øldini. Søgan um Páll tekur við um várið, tá ið gentan Sigrid kemur í dalin, har sjúkrahúsið stendur, og endar summarið eftir. tá ið hon verður førd úr dalinum. Útgávuvirksemið hjá Bókadeildini er kortini fyrst og fremst bøkur til yngru lesararnar. Nakrar upprunaføroyskar barnabøkur eru komnar í år. Í vår kom bókin Liv heldur á eftir Karsten | Hoydal við tekningum hjá Ola Petersen. Hovuðspersónur í søguni er lítli Páll, sum saman við mammu, pápa og systkjum býr í eini lítlari kjallaraíbúð á sjúkrahúsinum, har påpin arbeiðir sum allahandamaður. Beint fyri páskir legst hann við kava, og pápi Páll fer saman við øðrum monnum burtur í haga at hyggja eftir seyði. Hann kemur aftur við eini hálvdeyðari ær, sum hann leggur við síðuna av ketlinum, so hon kann fáa hita í kroppin. Morgunin eftir er Páll tíðliga uppi, og fer at hyggja til ærina, og tá sær hann nakað, sum hann ikki hevði droymt um. Fyrr í ár kom út smábarna- krimisøgan Barbara og tann horvna bamsan eftir Jógvan Isaksen við tekningum hjá Janusi Guttesen. Søgan snýr seg um seks ára gomlu Barbaru, ið ikki fær lagt seg. hóast tað er farið um songartíð hennara. Bamsan hjá henni er horvin. Ilverður er, regnið dýkir niður, og droparnir dynja móti rút- inum. Uti er bølanida, og inni á kvistinum er skýmligt. Har situr Barbara og hugsar um bamsuna. Hon var har, tá ið Barbara fór í skúla, men tá ið hon kom heim, var bamsan horvin. Onkur frá- greiðing má vera, og sum ein rættur detektivur fer Barbara til verka. Hin útvaldi er heitið á barna- og ungdómsbók eftir Sólrun Michelsen við tekningum hjá Edwardi Fuglø. Bókin, ið er - ævintýrkend sega, er um Kol. Í fyrstuni býr hann saman við foreldrum og ættfólki í lítlari bygd uppi í fjøllunum onkuntíð í LANDA ALFRØDI fjarari fortid. Tå 10 hann er 12 ára gamal, verða tey rakt av skalvalopi, og bæði foreldur og vinfólk hjá Koli doyggja. Tey, ið eftir eru, gera av at flyta. Kol syrgir, men gentan Aya hjálpir honum burtur úr sorgini. Tvey ár seinni ger hann av at fara út í heimin og brátt verður honum greitt, at hann skal eina langa, trupla ferð. Hann fær góð ráð frá vísum fólkum og hjálparar, og hann fatar so líðandi, at hann er útvaldur at bjarga menniskj- unum undan óndskapinum, ið er um at fáa alt vald har um vegir. A hvørjum ári koma rættiliga nógvar týddar bøkur til smá- børn, stórri børn og ung út. Í år er fyrra av teimum upprunaligu bókunum um Palla Pumm, Purkil, Asnar, Kengu og oll hini dýrini eftir A. A. Milne við týðing Gunnar Hoydals komin út. Nógv ættarlið av børnum kring heimin hava frétt seg um bøkurnar um Pumm og hini dýrini, síðani tær komu á fyrsta sinni í 1926. Pippi í Sudurhøvum eftir Astrid Lindgren er eisini komin í árinum. Turið Sigurðardóttir hevur týtt. Pippi er enn líka sterk, og hon ger alt tað sum hon hevur hug til. Í bókini ferðast vit saman við Pippi og pápa hennara á teim sólríku Sudurhøvum. I sambandi vid fødingardag William Heinesens í januar kemur bókin Veingjaða myrkrið út við myndum hjá Edwardi Fuglø. Bókin verður samprentað við Gyldendal í Danmark og Mál og menning í Íslandi. Fýra bøkur frå Fonnum Fannir hevur, øll 20 árini tað hevur virkað, verið eitt virkið forlag, er tað framvegis, og hevur givið manga bókina út, sum í fyrstu atløgu ikki er mill- um stóru seljararnar. Utgåvurnar í ár eru ikki so nógvar í tali sum í fjór, treyðugt so, men tær eru kortini lovandi. Í vár kom skald- søgan Rúm Alexandru eftir svenska høvundin Onnu Mattsson. Tóroddur Poulsen hevur tytt til føroyskt. Søgan er um smágentu, sum er fyri sida- misbroti. Ein nøtrandi lysing av einum barni i svárari neyð. Søga og stev fimta bind er júst komið. Bøkurnar byggja allar á tær útvarpssendingar, sum høvundurin Arni Dahl hevur havt um kvæði, vísur og tættir seinastu tíggju árini. Í bókini verða tíggju eldri og yngri tættir - kendir og minni kendir - vidgjørdir. I fjør gav Fannir út fyrsta bind f rødini av ritverkum Simunar av Skarði Streingir, ið tóna. Nú kemur annað bind, og tað er Turið Sigurðardóttir, ið leggur til rættis. Í hesari bókini eru prentaðar greinir, ið háskúla- maðurin skrivaði í føroysk blød og tíðarrit. Í savninum eru eisini greinir um fólkatrúgv og skald- skap. Ætlanin er, at triðja og fjórða bind koma næsta ár. Í alt koma uml. 7 bøkur um ritverk Símunar. Fjórða og seinasta útgávan hjá Fonnum í hesum umfari kemur nyggjårsdag, beint upp undir 100 ára dag Williams 15. januar