Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. november 1999síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 217 — 13. november 1999 henni og hennara sjúka soni. Pápin doyði 11. februar í 1872 A deyðastráð Í 1868 fekk Brahms sær fastan bústað í Wien og vidurkendi, at til Hamburg var einki at fara eftir hjá sær Brahms var nú ein kendur komponistur yvir tað mesta av Europa. Tað var í 1868, at meistaraverk hansara, „Ein Deutsches Requiem“, var liðugt Hetta var byrjað sum hugskot til Concerto í Dmoll og hevði verið igjøgnum ymisk menningarstødi i 1860 og 1861. Hugurin at gera verkið liðugt kom i 1865, tå mamman doyði Tað, ið áður var framført av Requiem í 1867, hevði havt stóra ávirkan á lurtarafjøldina Tá alt verkið varð framført í 1871, var mOttøkan sera, sera góð og komponisturin heiðraður sum fødilandsvinur og tjóðarhetja Í 1873 skrivaði Brahms sítt best dámda verk Variatiónir yvir Tema hjá Haydn, op. 56. Eftir hetta hevði Brahms ongantíð listarligan baksláttur ella afturgongd Hann var eisini tryggjaður fíggjarliga. Livdi av peningi frá sínum mongu konsertum og hann fekk nógv í nýtslugjaldi fyri síni mongu tónleikastykki. (Tað vit í dag høvdu nevnt Koda pening). I 1896 å våri lå Clara Schumann á deyðastráð. Tá Brahms hoyrdi um deyða hennara 21. maí, fór hann alt fyri eitt til Bonn at vera við til jarðarferðina. Brahms sjálvur livdi ikki væl, og læknarnir lótu hann ikki vita, at hann hevdi livrakrabba. Sama sjúka, ið beindi fyri pápanum. Brahms søkti sær heilsubót í Karlsbad, men til fánýtis. Johannes Brahms doyði á morgni klokkan 8:30 tann 3. apríl 1897. Tann 6. apríl varð hann grivin í Wien. Fjøld av syrgjandi og sorgarfjarrit komu úr øllum Europa. I Hamburg flaggaðu oll skipini á hálvari Norðurlandahúsið Havnarkórið syngur Brahms í Norðurlandahúsinum 20. og 21. november stong. Stórt verk Týskt Requiem var ikki bert størsta verk hansara, men eisini eitt, ið stendur sum ein varði á tónleikaleiðini hjá Brahms. Við verkinum gjørdi hann eitt avgerandi gjøgnumbrot. Hetta er ikki fyrstu ferð, hann samantvinnar sang og instrumentalan tónleik, men fyrsta arbeiðið, har blandað kór, solo røddir og orkestur finna saman. Brahms valdi eisini sjálvur tekstin út frá sínum áhaldandi lesnaði í Bíbliuni. Tað snýr seg meira um afturkomu og trúgv, enn ræðslu fyri dómadegi „Ein deutsches Requiem“ er í 7 pørtum og er tað tí ólíkt t.d. „Roman Catholic Requiem“. Nakrir partar eru bert fyri røddir, 3. og 6. partur eru fyri bariton og 5. partur fyri sopran. Til dømis eru eisini brot, har violinirnar ikki sleppa upp í part og setur hetta ein myrkan dám á. Tað tykist klárt, at Brahms hevur havt áhuga fyri kórtónleiki frá minst trimum undanfarnu øldunum, tå hann skrivaði Requiem. Eisini er nærliggjandi at halda, at Brahms hevur havt eyguni eftir Handel, tá um + kórteknikk ræður Sum tónleikari heyði Brahms eisini stóran áhuga í gomlum tónleiki og í søguligum tónleikaspurningum. Hetta var rótfest í barnaárum hansara, tá hann fór kanningarferðir inn á bókasavnið í Hamburg, har hann kannaði gomul handrit og skjól og teoretiskar spurningar. Hansara tónleikavirksemi gjørdi hann føran fyri at ogna sær gamlar og sjáldsamar bøkur í handlum, ið seldu brúktar bøkur. Til stóra gleði fyri Brahms, so hevði hann eisini ótarnaður atgongd til bókasavnið hjá Schumann. Kenslurnar bert hansara Brahms var sum persónur ikki ein, ið lat umheimin kaga inn i sin hugaheim. Hansara innastu kenslur vóru bert hansara. Clara Schumann, ið kendi hann inniligari enn tey flestu, segði við Max Kalbeck í 1880 - Fyri meg er hann ein gáta, líka nógv ein fremmandur, sum hann var fyri 25 árum síðani