Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-13, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. november 1999síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A bt Nr. 217 - 13. november 1999 tidindabladid 27 e-mail: sveinurØsosialurin.fo — Hevur tú eina segu, ella viðmerkingar til ItrottarSosialin ert tú vælkomin at seta teg í Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20 Flogbóltur: Fleyr b fekk ikki eitt bein til jørðina í dystin- um móti Fleyr a. Oddaliðið í bestu deildini vann ein knús- andi sigur Fleyr b-Fleyr a 0-2 (9-21, 12-21, 6-21, 10-21) SVEINUR TRÓNDARSON At vera tann minsti í flokk- inum er ikki altíð tað stutt- ligasta, men tað er altíð onk- ur, sum fær ta uppgávuna, og í meistaradeildini hjá monnum er tað Fleyr b, sum hevur fingið henda súra kjansin. Teir spæla móti gomlum garvaðum leikarum, sum spæla við eini ferð, sum ger, at hesir ungu kikka eftir ondini, eftir lítlari løtu. Men tað eru treytirnar tå ein váð- ar sær at stinga høvdiød inn í úlvsins kjaft. Smurdir av Hóast tað ongantíð var nak- ar sum helst ivi um hvor fór við sigrinum hóskvoldið, so skulu ungu leikararnir eiga tað til rós, at teir ikki góvust á hondum, um enn mótstøð- an var stór. Teir spældu sítt spæl og royndu eftir førimuni at fáa sítt spæl at koyra, og við- hvort eydnaðist tað. Tað skal nú ikki tann stóri matematikkarin til fyri at síggja, at dysturin ongantíð gjørdist serliga spennandi, og at hann heldur ikki gjørdist serliga drúgvur. Til tað var munurin alt ov stór- ur. Alopsstyrkin hjá Fleyr a var alt í verðini ov stór til at teir ungu, sum annars vóru styrktir við Jóannesi Ejdes- gaard til henda dystin, høvdu nakran møguleika yvirhøvur. — Tummas Oli hevði lætt spæl ti méttøkan hjá a-liðn- um var ikki so galin hós- kvøldid, og tað ger arbeiðið hjá hevaranum munandi lættari at fara til. Ti høvdu Jan, Klæmint og hinir á liðnum tað lætt, og teir skulu ikki biðjast fleiri ferð- ir áðrenn teir taka av. Royndu tað teir dugdu Sum nevnt, so góvu teir úngu dreingirnir ongantíð skarvin yvir, og tað eiga teir rós fyri. Tá leikararnir eru so ungir, er lætt at vera ávirkaður av nervum, men tað er gott at síggja, at teir gera sítt ítarsta á vellinum. Tað gjørdu knassarnir hó- ast teir spældu móti yvir- maktini, og tí fingu teir fleiri fínar bóltar igjøgnum til tíðir. Fleiri álop á miðjuni vóru buldraði ígjógnum, og tað kom eisini fleiri ferðir fyri á kantinum eisini. Móttøkan koyrdi ikki alt- íð so væl, men tað skal sig- ast, at ungu dreingirnir vóru kortini ikki bangnir fyri at fara inn og gera ein innsats. Jóannes er á veg Sum nevnt, so vóru ikki allir teir ungu so ungir kortini A liðnum var eisini Jóannes Ejdesgaard, sum nú er byrj- aður aftur at spæla. At hann er við hevur sjálvsagt sína positivu ávirkan, men tað skal eisini sigast, at Jóannes verri enn so er komin í venj- ing, og tí kann hann gerast nógv betri. Eingin ivi um tað. Hjá hinum leikarunum á liðnum er ein vegur fram, og er tað venjing, venjing og venjing. Teir hava allir flogbóltin í sær, og tað sæst, at teir við skipaðari venjing kunnu gerast tann framtíð, sum Fleyr hevur brúk fyri. Teir hava flogbóltin í sær, og hava eitt nú við úrslitin- um í Danmark í fjør vist, at teir hava evnini. Men hóast evnini eru til staðar, so kem- ur restin ikki av sær sjálv- um. Venjing skal til, og við- hvørt er tað at tapa eisini venjing. Besta boðið Hjá teimum >gomlu< er stødan tann sama, sum hon var eftir dystin í Klaksvík. Fleyr a er einsamalt á odda, og tað er einki yvir at dylja, 3 samband vid okkum. Tú kanst ringja til blaðið á tlf 311820, ella senda okkum eitt teldubræv. Adressan er sveinuresosialurin.fo. Tú kanst eisini ringja á fartelefon nr. 218246 www.sosialurin.fo Fleyr a, sum her spælir móti Fram, vann hóskveldið greiðan sigur á Fleyr b, og liggur enn einsamalt á odda í meistaradeildini. at Fleyr a er nógv tað besta boðið upp á ein meistara í ár. Dysturin í Klaksvík vísti at liðið hóast mótgang kann vinna, og tað er ein styrki í sær sjálvum, at hóast tað vidhvørt gongur ímóti, so skal arbeiðast fyri at vinna tað innaftur. Tann dysturin vísti eisini, at hóast umstødurnar kring spælið ikki altíð eru av teimum bestu, so fer liðið ikki niður við nakkanum. Eitt annað, sum dysturin í Klaksvík vísti var, at liðið hevur spælarar, sum um- framt at sláa eisini duga at hyggja eftir hvar spælast skal fyri at fáa mest burtur- úr, og tað hevdl millum Teir ungu royndu at berjast Mynd: Álvur Haraldsen annað við sær, at venjarin hjá Mjølnir var koyrdur troyttur áðrenn tíð. Kortini er tað eingin loyna, at júst Mjølnir kann fara at gerast harðasti kapp- ingarneytin hjá Fleyr, tá til stykkis kemur, tí tá tað liðið er samanspælt, vera teir vandamiklir. Firmafotboltur í Gundadali Fótbóltur: Seinasta leygardag skipaðið B36 fyri firma- kapping í Gundadali Liðið hjá Eimskip, sum vann firmakappingina hjá B36 seinasta leygardag JÁKUP MORK Upprunaliga varð talið av luttakandi liðum avmarkad til 32 lið, men orsákað av stóra áhuganum, varð hetta tal seinni økt upp í 40. I minsta lagi 7 mans skuldu vera á hvørjum liði, og tá fleiri av liðunum harum- framt høvdu skiftisleikarar við, vóru í alt einir 300 til 400 luttakarar til tiltakið. Byrjað varð fyrrapartin leygardagin við innleiðandi bólkunum, og eftir at hesir vóru avgreiddir, varð farið víðari til sonevndu knock- out dystirnar, har taparin fór út, meðan vinnarin helt á fram í kappingini. Eftir fleiri spennandi dystir harav nakrir máttu avgerast við brotssparks- kapping, varð funnið fram til tey bæði seinastu liðini, og vórðu hesi bæði Eimskip og Føroya Banki. Aftan å eina spennadi fin- alu, mátti liðið hjá Føroya Banka at enda lúta fyri Eim- skip, sum vann eftir brots- sparkskapping. Dysturin um 3. plássið varð ein upp- gerð millum Politistødina og Postverkið, og her máttu brotsspørk eisini til, áðrenn politistarnir at enda vunnu. Eftir kappingina fekk vinnarin handa steyp fyri avriki, og var tað Byggi- felagið Gunnar Waag- stein, sum lat tey. Nummar eitt, tvey og trý fingu harafturat heið- ursmerkir, sum Farodane hevði latið. Samanumtikið varð tal- an um um eitt sera væl- eydnað tiltak og ein hugn- aligan dag, har allir lut- takararnir sóu út til at hugna sær ført. Millum dystirnar høvdu leikarar- nir eisini møguleika at fáa sær smyrjibreyð og okk- urt leskiligt aftuvið.