leygardagur 13. november 1999síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
28 tíðindablaðið SC | Nr. 217 - 13. november 1999
Sel tu liðini skulu finnast
Fótbóltur: »Battle of Britain« er helst tann dysturin, sum hevur størstan áhuga millum
manna í kvold, men eisini aðrir åhugaverdir dystir eru á skránni, nú seinastu
luttakararnir til EM-endaspælið komandi ár skulu finnast
JÁK MORK dry verður førur fyri at spæla
Hann hevur ikki leikt dyst í metra
I kvold verða fyrstu av sonevndu = enn ein mánaða, við tað at hann
EM-enda
r leiktir. Framm
r 9 bólkavinnar
int vert
lit
dt UM
endaspælið
Nú skulu seinastu 8 2-arirnir
Oy seg tveir og tveir. og verða
Vinnararnir av hesum dupultupp
gerðum londini. sum fáa møgu
leika at stríðast um heiður og æru
komandi summar
Niðanfyri verða tey 8 liðini um
rødd, og mett verður um, hverjar
møguleikar tey hava at koma við
(i endaspælid
Skotland — Ongland
Her er talan um elsta klassikaran
alheims fotboltssøgu, og er al-
tugi fyri hesum dysti kring
m. Sjálvsagt vilja bæði
ondini koma víðari til endaspæl
ið
n fyri fleiri man tað kennast
soleiðis, at tað at vinna á grann
anum hevur stórri tydning, enn
tað, sum ein møguligur sigur ber
„me
landsliðs
e Brown og
>
or |.
|
leyvan stundir
sá um, við tað at báðir iva
verða fleiri lyklaspæl-
Hjá Skotlandi tykist størsti
urin vera, um Colin Hen
hevur drigist við skaða. Týdning
urin av at fáa Hendry klåran gjørd
ist enn størri seinasta vikuskifti,
tå vanligi hansara í
verjum, Paul Lambert, meiddi seg
í sonevnda »Old firm« dystinum
millum stórliðini í Skotlandi,
Rangers og Celtic, og tískil ikki
er tøkur til báðar dystirnar móti
Onglandi
Hvussu nógv
síðumaður
Battle of Britain«
hevur at siga fyri leikararnar sæst
eisini aftur í, at Colin Hendry júst
er í ferð við at skriva undir sátt
mála við Derby: Hesin sáttmáli
verður helst ikki til nakað, um so
er at skaðin í knænum versnar
aftur í dystinum, men Colin Hend-
ry sigur tó sjálvur, at hann vil gera
júst tað, sum stjórin bidjur hann
gera
Størsta høvudbryggi hjá Kevin
Keegan man vera, hvør skal spæla
á vinstra miðvallarborði. Í vikuni
mátti Steve McManaman brádliga
gevast við venjingini, tá skaðin,
sum hann hevur drigist við sein-
astu vikurnar, versnaði. Sostatt má
Keegan velja ímillum at flyta Phil
Neville úr høgru yvir í vinstru
síðu. ella at lata antin Steve Frog-
gat úr Coventry ella Steve Guppy
úr Leicester fáa sín elddóp í hesum
alt ella einki dysti, við tað at Gra-
eme le Saux úr Chelsea longu
hevur givið avboð til dystirnar
Ein annar møguleiki er at flyta Sol
Campbell úr miðverjuni, og ístað-
in lata Martin Keown taka sessin
við síðuna av Tony Adams, men
alt hetta verður ikki avdúka fyrr
enn eim tíma undan dystinum.
I álopinum hevur Keegan møg-
uliga eisini trupulleikar, hóast hes-
ir eru meira positivir. Her skal
nevnliga antin Shearer, Owen ella
Cole út á beinkin, hóast allir mugu
metast at vera framúr góðir áleyp-
arar. Owen er júst komin fyri seg
eftir drúgvan skaða, men hevur
áður prógvað, at dugur er í honum.
Shearer er liðformaður og má tí-
skil roknast at vera sjálvskrivaður.
Andy Cole, sum annars júst hevur
givið út bók, har hann ikki júst
gevur Shearer sítt besta viðmæli,
hevur helst ongantíð verið so væl
fyri sum nú. Seinasta leygardag
skoraði hann tvey mál, harav ann-
að var eitt saksaspark frá brots-
teigarmarkinum. Hetta er trida
saksasparkaða málið innan stutta
tíð hjá Cole, og ber hetta boð um,
at hann í løtuni er fullur í tí sjålvs-
álitið, sum er ein so ómetaliga
stórur partur av spælinum hjá ein-
um áleypara. Harumframt er
Sunderland áleyparin, Kevin
Phillips eisini við í hópinum, men
hóast hann hevur spælt sera væl
higartil í ár, so kann ikki roknast
við, at hann verður millum 11 teir
fyrstu á vøllinum.
Ivaleyst verður talan um ein sera
spennandi dyst, men við tað, at
ensku leikararnir mugu metast at
vera betri fyri tekniskt, og harvið
Ívi er til tað síðsta um Peter
Schmeishel verður klárur til
dystin í dag, men Thomas Sør-
ensen úr Sunderland er klárur
at taka sum avloysari
(14
Írska stjørnuskotid, Robbie Keane, hevur gjørt rættuliga vart vid se
g sjálvan, síðani hann fyrr í heyst
varð keyptur av Coventry, og harvið gjørdist dýrasti teenagjarin i bretskum fótbólti nakrantíð
eru betri einstaklingar, mugu teir
finna seg í at átaka sær leiklutin
sum favorittar. Skotar hava tó fyrr
víst, at teir virka væl sum ein eind,
og lítið er at ivast í, at allir leik-
ararnir fara at geva seg 120% til
hesar báðar dystirnar.
Irland-Turkaland
Hóast írski landsliðsvenjarin,
Mick McCarthy, hevur ivaleyst av
skaðum at stríðast við, so man
hann helst smíla eitt sindur av og
á. Í hvussu so er hevur hann fing-
ið vissu fyri, at bæði Roy Keane
og Dennis Irwin úr enska stórliðn-
um, Manchester United, eru til
reiðar at tørna út fyri grónu oynna.
Keane hevur ikki leikt við seinastu
3 dystirnar, orsakað av sinadrátti,
ímeðan Irwin seinastu vikurnar
hevur drigist við ein skaða í knæ-
num.
Harumframt er eisini møguleiki
fyri, at bæði Kenny Cunningham
og lan Harte verða við, tá dómarin
letur fyrsta bríksli ljóða. Báðir
hava teir annars drigist við smærri
skaðar seinastu tíðina.
Skaðar hava verið ein sera stór-
ur trupulleiki hjá Irlandi hesa vik-
una, sum leikararnir hava vant
saman, og tá teir vandu miku-
kvøldid vóru teir einans 12 leik-
arar á vøllinum! Framman undan
hava eisini somikið frægir leikarar
sum Gary Kelly, Steve Staunton
og Paul Butler givið avboð.
Millum teir 12 á venjingarvøll-
inum vóru tó álopsfelagirnir Nial
Quinn og Robbie Keane (ikki í
ætt við Roy Keare), og serliga
Quinn nervar tankarnar hjá turk-
iska venjaranum Mustafa Denzili,
sum annars heldur at McCarthy
ger í so nógv av, tá hann tosar
um, hvussu illa hann er fyri hvat
skaðum viðvíkur.
Denzili heldur at Quinn verður
størsta hóttanin móti turkisku EM-
vónunum, og hevur m.a. sagt, at
tað møguliga verður neyðugt at
seta 3 mans at mansverja hann.
Hetta man tó ikki vera nakað gott
hugskot, tí í 19 ára Robbie Keane,
hevur Írland ein áloypara, sum
higartil hevur verið ein hóttan
móti øllum verjum í Premier Lea-
gue, og helst eisini verður tað móti
turkunum leygarkvoldið.
Denzili hevur annars sera góðar
vónir um dystin, og heldur at
Turkaland hevur uppiborid at
komið við til endaspælið, og vísir
m.a. á, at teir í teimum báðum inn-
leiðandi dystunum fingu 4 stig
móti Týsklandi.
Kendastur av turkisku leikarun-
um er uttan iva Hakan Sukur, sum
dagliga leikar fyri Galatasaray.
Hann hevur verið toppskjútti í
turkisku landskappingini fleiri
ferðir, og royndi seg eitt tíðarskeið
í italskum fótbólti, har hann tó
ongantíð megnaði at sláa igjøg-
num. Av sonnum má sigast at
nógv er hent, síðani Todi i 1991
javnaði til endaligi úrslitið 1-1
ímóti Piontek og hansara monnum
í Gundadali.
Irland hevur í fleiri ár verið mill-
um bestu londini í Europa, og
hava ofta verið við í bæði EM-
og HM endaspølum. Harumframt
hava teir í Roy Keane ein hin besta
miðvallaran í heiminum, og hann
kann saman við álopsparinum Qu-
inn og Robbie Keane tryggja, at
Irland megnar at vinna samanlagt
móti turkunum. Hetta krevur tó
ein sigur í fyrra dystinum, tí turkar
eru sera sterkir á heimavelli, har
teir altíð fáa fullan stuðul frá
áskoðarunum.
Israel — Danmark
Fyri føroyingar hevur tað ivaleyst
stóran áhuga, hvussu danska
landsliðið fer at standa seg niðri í
øgiliga hitanum í Tel Aviv leyg-
ardagin. Ivasamt er tó, um talan
verður um sama áhuga, sum var
her á landi í 1984 og 1986, tá
donsku dynamitt dreingirnir vóru
millum liðini, sum leiktu besta
fótbóltin í heiminum.
Minni kann tó eisini gera tað,
og hóast spælið ikki var eins stór-
sligið, so vóru nógvir glaðir før-
oyingar at síggja í gøtunum, tá
danir í 1992 vunnu gullmerki í
EM-endaspælinum, eftir m.a. at
hava vunnið 2 ferðir á Føroyum í
undankappingini.
Danska landsliðið hevur sum
kunnugt ikki longur nakran Lau-
drup á liðnum, men hetta merkir
tó ikki, at talan er nakað vánaligt
lið, og besta prógvið fyri hesum
fingu vit helst, tá teir í Napoli
megnaðu at venda 0-2 til 3-2 móti
Italiska landsliðnum.
Nakrir smáskaðar eru á danska