Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-13, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. november 1999síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

á El Nr. 217 - 13. november 1999 Ebbe Sand er millum teirra, sum danir seta ålitid i kvøld, tå teir í Tel Aviv skulu royna at basa ísraelska landsliðnum liðnum, og ein tann mest umtalaði av hesum, man helst verða skaðin í legginum, sum Peter Schmeichel hevur at dragast við. Schmeichel er kanska ikki heilt so góður, sum hann hevur verið fyri nøkrum ár- um síðani, men týdningurin, sum hann hevur fyri danska landsliðið kann neyvan yvirmetast. Harumframt hevur stóri mál- verjin tann eginleikan, at hann megnar at vísa sítt allarbesta, tá talan er um týdningarmiklar dyst- ir. Hetta hevur hann prógvað fleiri ferðir áður, og stendur tað upp til hansara, so verður hann í danska málinum fyri 117. ferð leygar- dagin. Maðurin kemur tó í mans stað, og verður stóri Peter ikki klárur leygardagin, verður tað utt- an iva Thomas Sørensen, sum fer at verja danska málið í sínum fyrsta landsdysti. Thomas Søren- sen er í mál hjá enska Premier League liðnum, Sunderland, og verður av mongum mettur at telj- ast millum bestu málmenninar í fremstu ensku deildini. Hetta er tó ikki einasti skaðin, sum Danmark hevur at dragast við. Á miðjuni hava føstu leikar- arnir seinastu dystirnar, Allan Nielsen og Stig Tefting, báðir smáskaðar at dragast við, men møguliga verða hesir klárir til dystin. Ringast sær út hjá Allani Nielsen, sum enn ikki hevur fingið vant. Verða teir ikki nóg birgir til dystin, eru bæði Brian Steen Niel- sen og Per Frandsen til dystin fús at fara inn á vøllin. I álopinum hava danir ikki trup- ulleikar av skaðum, men hinvegin hava atfinningarnar verið nógvar og hvassar seinastu tíðina, tí mál- ini hava verið ov fá. Ein sann- roynd er tað í øllum fórum, at Danmark ongantíð hevur funnið ein nýggjan Elkjær, men hvat ger tað, so leingi sum liðið vinnur sínar dystir? Megnar Danmark ikki at vinna dupult-uppgerðina móti Israel, verða komandi 2 dystirnir sam tundis seinastu dystirnir hjá Bo hanson og hjálparvenjara hans Flemming Serritslev, sum av av vCimum term 1 IOVSTT um kendastu donsku leikarunum nakrantid, nevnliga Morten Olsen og Michael Laudrup. Såttmålin hjå Bosse er annars galdandi fram til og vid endaspælid, men hann hevur sjålvur sagt, at megnar hann ikki at føra liðið til endaspælið, er helst betur at Olsen og Laudrup fáa nakrar mánaðir eyka í arbeiði teirra, har fyrsta málið verður at tryggja dønum atgongd til HM- endaspælid i 2002. Israelskur fótbóltur hevur tikið seg fram í stórum síðani landið fyri 6 árum síðani varð innlimað í UEFA, av tí at londini í Miðeystri einki vildu hava við teir at gera. Tá teir i 1994 á utivølli fingu javn- leik 2-2 móti Fraklandi, og harvið gjørdu sitt til, at Frakland ikki megnadi at leika seg i HM-end- aspælið, var hetta roknað at vera ein risa sensation. I dag hevði eitt slíkt úrslit ikki vakt so miklan ans, við tað at landið seinastu tíðina hevur fingið alsamt betri úrslit, og helst er tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn landið verður at síggja í einum endaspælið. Liðið leikar sera skjótan og und- irhaldandi fótbólt, men hugurin hjá leikarunum at spæla sær, kann eisini vera ein vansi í summum dystum. Liðið telur sera evnaríkar leik- arar, og man kendasti av teimum ivaleyst vera Eyal Berkovic, sum í dag leikar við skotska stórfelag- num, Celtic. Berkovic hevur áð- renn hetta leikt tvey ár í Premier League. Fyrst við botnliðnum, Southampton og síðani við West Ham, sum seinasta ár megnaði at leika seg í Inter Toto kappingina, haðani teir komu víðari til UEFA kappingina, so ikki kann sigast annað enn, at yrkisleið hansara hevur gingið við stórari ferð sein- astu árini. Harumframt hevur Ísrael i Ronnen Harazi ein sera vanda miklan åleypara, sum hevur skotið ikki færri enn 23 mál í 53 lands dystum. Seinastu tíðina hevur hann ikki verið á landsliðnum, vegna ov vånaligt spæl, men nú tykist hann rættuliga at hava funn ið máltevið aftur, og hevur venj tíðindablaðið i arin Shlomo Scharf tiskil gjørt av, at taka hann við til dystirnar móti dønum. Ivaleyst verður eisini her talan um ein spennandi dyst, men eg havi varhugan av, at Danmark verður ein ov stórur biti hjá Isra- elum at gloypa. Hetta byggir ser- liga á, at danir hava nógv fleiri altjóða royndir, men eisini eigur at vera havt í huga, at tað hóast alt er ødrvisi at skula leika móti dónum enn ímóti eysturríkarum og cypriotum. Slovenia — Ukraine Slovenia verður av flestu fótbólts- serfróðingum mett at vera veikasta liðið av teimum 8, sum enn hava møguleika at sleppa við í hattin, tá kasta verður lut um bólkarnar í EM-undankappingini. Kendasti leikarin å slovenska liðnum man helst vera miðvallarin Doni Novak, sum nú spælir i næst- bestu fronsku deildini, men sum áður hevur roynt seg í Le Havre í bestu deildinii Fraklandi. Orsøkin til, at hann nú er at síggja í næstbestu deildini er, at hann metti seg fáa ov lítla dyst- arvenjing í Le Havre, har hann seinastu tíðina sat á beinkinum fyri tað mesta. Hetta er eisini størsti trupulleikin hjá venjaranum hjá slovenum, Srecko Katanec, sum eisini er stúrin um, at fleiri aðrir stuðulsleikarar hava sitið dekan ov nógv á beinkinum sein- astu tíðina. Harafturat skal Slovenia royna seg móti eitt av sterkastu eyst- anlondunum, Ukraine kom víðari úr einum sera hørðum bólki, har teir megnaðu at halda Russland og stóru sensatiónina , Ísland, aft an fyri seg, hóast hetta at enda kravdi alstóra hjálp frá russiska málmanninum í avgerandi dyst- inum landanna millum. Einasti trupulleikin, sum ukra- inski landsliðsvenjarin, fyrrver- andi stórleikarin Anatoly Demy- anenko, hevur at dragast við, er, at liðskiparin Olexander Holovko er småskaddur, men møguleiki er kortini fyri, at Holovko er somikið frægari leygardagin, at hann meg- nar at verða við í dystinum. Spurningurin er eisini, hvussu stóran týdning tað hevur, um Hol- ovko er førur fyri at spæla. Ukra- inska liðið telur somikið frægar leikarar sum m.a. Oleg Luzhny úr Arsenal, Andriy Gusin úr Dynamo Kiev, Yuri Maximov úr Werder Bremen og so sjálvandi teir báðar áleypararnar, Serhiy Rebrov úr Dynamo Kiev og Andriy Shev- chenko úr AC Milan. Ukrainska liðið man vera mill- um vandamiklastu liðini í Europa, tá teir við fullari ferð fara fremeftir vøllinum, og kundi hetta m.a. síggjast í Champions League dyst- unum seinasta ár, tá Dynamo Kiev, haðani flestu leikararnir koma, mundi megnað at spælt seg í finaluna, men at enda mátti lúta fyri Bayern Miinchen. Sum sagt er tað Anatoly Demy- anenko, sum stendur á odda fyri liðnum, men spurningurin er, um tað í veruleikanum ikki er Valery Lobanovsky, sum hevur seinasta orðið at skula sagt. Hesin hevur nú starv sum tekniskur leiðari fyri landsliðið, umframt venjarastarv- ið hjá Dynamo Kiev, men nógv eru tey, sum halda, at Lobanovsky hevur nógv størri tydning fyri liðið enn Demyanenko. Seinastu 25 ár- Andriy Shevchenko úr Ukra- ine varð í summar seldur til ítalska stórfelagið AC Milan, har hann beinanvegin er vorðin ein av stuðuls- leikarunum á liðnum ini hevur Lobanovsky sligið navn sitt fast við 7'tumma seymi, og altíð hevur uppskriftin verið sami kviki kontrafótbólturin Hver minnist ikki stórliðini úr Dynamo Kiev; 1975 við Oleg Blockhin, 1985 við Igor Belanov og seinasta år vid Andriy Shev chenko? Øll hesi lið vóru undir leiðslu av Lobanovsky, og har- umframt hevði hann eisini leiðslu na av russiska landslidnum, sum i 1986 hugtók allan heimin, áðrenn teir, orsakað av einum ódugna- ligum linjuverja, taptu móti Belgia í 1/8 finaluni. Ikki kann væntast annad enn, at Ukraine fer avstad vid samlaða sigrinum móti Slovenia, og helst verður talan um greiðar sigrar í báðum dystunum. Munurin mill- 29 Enski liðskiparin, Alan Shear- er, sum í seinastuni hevur ver- ið fyri hvøssum atfinningum frá Andy Cole. Møguliga verða tað teir báðir sum manna álopið hjá Onglandi í kveld um liðini bæði er alt ov stórur til at Slovenia kann megna at hótta Ukraine. Samanumtikið Má sigast, at talan helst verður um eitt sera spennandi kvold. Spenningurin verður helst ikki minni mikukvoldið, tá liðini aftur hittast, tí sum kunnugt kann alt henda í fótbólti. Í hvussu so er so leingi, sum bólturin er rundur.