mikudagur 26. januar 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 17 - 26. januar 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Klóku høvdini rýma
Viðmerking:
Javnaðarfundir í Norðstreymi
JAN MÜLLER
Norðstreymoyar Javnaðar-
felag fer nú undir eina fund-
arrøð í teimum ymisku
bygdunum í Norðstreymi.
Byrjað verður í Vík týs-
kvøldið kl. 20.30. Síðan er
ætlanin, at fundir verða
hildnir í hinum bygdunum
seinni. Í einari viðmerking
sigur formaðurin Thomas
Hann kemur ikki í kór,
ið sjálvur vil í flór
»Ørnin hevur so høgt eitt flog, men? Einki hjálpir tað at
hava ligið í einum ørnaeggi, um tú alist upp í einum
dunnuhyli«
Hesa hugmynd og vitan
hevði danska stórskaldið
Henrik Pontoppidan, ið eis-
ini vann Nobels virðisløn-
ina í bókmentum í 1917.
Hansara framúr góða lýs-
ing av ørnaunganum, sum
nakrir smádreingir høvdu
fingið fatur á, og tóku heim
til pisu - man hava hugtikið
mangan lesara líka frá ti, at
»Ørneflugt« varð skrivað í
1894.
Innihaldið og boðskapur-
in í hesi stuttsøgu, er ikki
minni viðkomandi í dag,
enn hann var í 1894.
Ikki tí, ørnaungin hevði
tað gott saman við tí fína
selskapinum, ið helt til í
høsnagarðinum hjá presti.
Har vóru kákandi hønur,
gvaggandi dunnur og jarm-
andi seyður og sannheitin
var tann, at ungin hevði tað
so gott, at hann gjørdist
bæði ísturmikil og búkstór-
ur.
Síðani var hann bein-
skerdur, og slapp ongan veg
sjálvt, um hansara viðfødda
ørnalyndi onkuntíð eggjaði
honum til frælsi í fríum
lofti.
Sjálvt um hann fleiri ferð-
ir gjørdi royndir at sleppa
upp um gyrðingina, eydnað-
ist hetta ikki. Hesin konga-
ligi háborni fuglur var enntá
so niðurundir komin at hann
var bangin fyri at flúgva, og
bangin fyri at missa mettuna
úr dunnuhylinum, heldur
enn at nýta síni framúr góðu
og sjálvsøgdu veiðievni,
sum einihvørjari ørn eru í
holdið borið.
Kortini bar soleiðis á ein
vakran várdag, at eitt frískt
lot smeyg sær inn yvir
dunnugarðin, og uttan rætti-
liga at vita av tí, breiddi
ørnin veingir sínar út, og alt
í einum var hon á flogi og í
leysum lofti.
Nú átti frøi og gaman at
verið í hásæti, men trúgv tí
ella ei. So sterkur var longs-
ulin eftir lættvunnu mettuni
í dunnugarðinum, at hesin
annars mæti fuglur sjálvur
vendi við á hálvari leið, og
vildi aftur í garðin.
Henda skeiva avgerð,
varð ørnini at bana. Tá hon
sveimaði yvir dunnugarðin-
um og skuldi seta seg, small
eitt skot. Ørnin hvarv í
fjaðraroki og small deyð
niður í hylin. Sanniliga ein
syndarligur ørnadeyði.
Hví dugdi ørnin ikki at
umsita frælsið?
Stundum líkjast fuglar og
fólk.
Fyri mongum hundrað
árum síðani flýddu nakrir
stinnir garpar av Noregs-
landi vestur í hav. Teir
rýmdu undan harðræði og
trælkan, og vilduinna sær
frælsi. Kosta hvat tað kosta
vildi.
Nakrir tóku búgv í Før-
oyum. Aðrir hildu leiðina
fram til Íslands. Íslendingar
og føroyingar eru ættkom-
nir av hesum frílyntu monn-
um. Ofta hevur lagnan verið
hørð hjá hesum smátjóðum.
Íslendingar hava í mongum
førum verið stavnin fremri
enn føroyingar. Eisini, tá ið
frælsið skuldi vinnast.
Onkur ørnaungin fanst
har uppi, sum dugur var í.
Tá var byrsan ikki uppfunn-
in, men øksin og gálgin
vóru eisini hættislig vápn
fyri veingjaleysar ørnin tá í
tíðini.
Her í Føroyum hava
sanniliga eisini frælslyntir
fuglar funnist.
Nólsoyar Páll var ein, ið
vildi vinna landsmonnum
sínum sámulig kor og
frælsi. Men hann hvarv á
løgnan hátt mitt í hesum
stríði. Langabbasonur han-
sara Jóannes bóndin, hevði
sama frælsa lyndi og vilja,
men fyri hann vórðu fót-
onglar lagdir av allahanda
slag og av hansara egnu
landsmonnum.
Líkt er til, at í hesum døg-
um er aftur eitt frískt lot við
at taka seg upp í okkara
frælsisstríði. Og líkt er eis-
ini til, at hesa ferð verður
tað meira enn bara ein ungi,
ið er búgvin at fara á flog í
ein landsynning og við skin-
semi koma aftur við góðum
og frælslyntum tíðindum.
Men sini vælmeint ráð fari
eg at geva tykkum, ið skulu
niður til Danmarkar at sam-
ráðast um frælsi.
Gott í tykkum, latið tað
ikki frættast um lond, at
summir føroyingar nú eru
farnir at gera gjøldur við
sínum egna merki, og halda
tað vera fjant og fjas at
okkara merki verður vundið
á stong í ST.
Nei berið tit høvur hátt og
minnist til, at: ikki kemur
hann í kór, ið sjálvur vil í
flór. Góða eydnu.
Sjúrður Poulsen
Arabo, at ætlanin er at fáa
støðuna hjá vanliga borgar-
anum til tey stórmálini, ið
eru á dagsskrá.
Størsta málið er sjálvandi
framtíðarsamstarvið
við
Danmark, og tað er eingin
loyna, at fleiri av limum fel-
agsins seta stórt spurnartek-
in við fleiri yvirtøkur, nú tað
vísir seg, at landsstýrið als
ikki megnar at umsita fleiri
av teimum málsøkjum, ið
nú hava verið yvirtikin í
nógv ár vísir Thomas Arabo
á og leggur aftrat:
– Hettar so serliga, tá tal-
an er um tvey so eym mál
fyri javnaðarfólk sum al-
manna- og heilsumál. Vit
vóna at fáa ein góðan fund
nú týskvøldið og seinni í
hinum bygdunum sigur
Thomas Arabo at enda.
Ein av fremstu búskaparfrøðingunum hjá tí al-
menna er vorðin “head-huntaður” til Grønlands,
eins og ein av fremstu føroysku samferðslu-
serfrøðingunum var tað fyri fáum árum síðani. Í
hesum sambandi verður sagt, at klóku høvdini
rýma úr almennu umsitingini. Millum nevndu
grundir var løn, og at almenna umsitingin ikki
virdi menning. Løn vil altíð vera ein faktorur,
men almenna umsitingin átti at havt so nógv
annað at bjóða uppá.
Hvussu er við tí fakliga kjakinum? Búskapar-
frøðingurin var atfinningarsamur móti framløguni
av Hvítubók. Afturfyri sýndi landstýrismaðurin í
sjálvstýrismálum ein sera ódemokratiskan hug-
burð og almannakunngjørdi framløguprísin hjá
hesum búskaparfrøðingi fyri øllum Føroyum
ivaleyst fyri at royna at sáa iva um orsøkina til
atfinningarnar. Løgið nokk, so segði Búskapar-
og Løgfrøðingafelagið einki í hesum sambandi,
hóast hettar var ein potentiellur limur innan teirra
øki, ið varð hongdur út. Vit hava her á hesum
stað fyrr ávarað móti einsrætting í almennu
umsitingini, og tann vandin gerst bert størri við,
at teir, ið dittaðu sær at siga nakað annað, enn
at tað var ein stórur heiður at verða við í “tí
søguliga” hvítabóksarbeiðnum, rýma úr um-
sitingini.
Tað er lítil ivi um, at búskaparparturin í Hvítubók
væl kundi verið betri og meira eintýðugt skriv-
aður, eisini sæð í ljósinum av íslendsku útrokn-
ingunum, ið komu aftaná. Hóast hettar, so er
eingin faklig viðmerking til góðskuna av búskap-
arpartinum í Hvítubók at síggja í eitt nú Nýrit, ið
annars hevði verið eitt upplagt forum til fakligt
kjak innan umsitingina. Eitt einsrættað arbeiðs-
umhvørvi, har sjálvstøðug meining ikki verður
eggjað, dregur ikki úrmælingar.
Ein onnur fyritreyt fyri at draga úrmælingar til
almennu umsitingina, og forða fyri at teir verða
stygdir burtur er, at hesir frágreiða til fólk við
royndum og góðum fakligum eginleikum. Eisini
er týdningarmikið, at arbeiðsfelagarnir eru skikk-
aðir til sítt arbeiði við teimum pappírum, ið
krevjast til eitt nú eitt fulltrúastarv. Tað hava verið
dømi um, at fólk hava sitið í deildarleiðarstarvi
og enntá hava verið fyribils settir stjórar á stovn-
um við ongum ella júst fingnum pappírum. Eisini
eru dømi, har fólk, ið ikki hava fingið síni kand-
idatpappírir, hava skrivað stórar frágreiðingar,
ið hava verið til aðalorðaskifti og vornar útgivnar
sum bók. Hevði slíkt gingið nakra aðrastaðni
enn í Føroyum? Hvat siga aðalstjórar og lands-
stýrismenn? Hvat sigur Búskapar- og Løgfrøð-
ingafelagið til hettar? Er slíkt ikki við til at skapa
inflatión í starvsheitum og støði í almennu mið-
fyrisitingini?
Tað hevur verið frammi, at Norman Christensen
bygnaðurin krevur so nógv fólk, at trupult er at
finna skikkað fólk, og tískil mugu fólk takast inn
beinleiðis av skúlabeinki til at gerast fulltrúar,
deildarleiðarar o.s.fr. Um hettar er so, so kann
bert staðfestast, at Norman Christensen bygn-
aðurin ikki passar til føroysk viðurskifti, tí fólka-
talið er ov lítið. Farið átti at verið undir at skipa
ein í vavi minni bygnað, so tað nálareyga, ið av
røttum skuldi tryggjað støðið í miðfyrisitingini,
verður til staðar. Starvsfólkapolitikkur vildi tá
verið ein spurningur um at viga, velja og menna,
heldur enn at royna at skava nóg nógv fólk
saman til at fylla inn í nógvu organisatorisku
kassarnar hjá Norman Christensen.
Løgmaður hyggur eftir uppsøgnini
Løgmaður lovar Jákupi Mørkøre at fáa svar upp á kæruna um uppsøgnina, tá
tíðin er búgvin til tess
JOHN JOHANNESSEN
– Áheitanin frá Jákupi
Mørkøre á meg um at kanna
uppsøgnina av sær verður í
løtuni viðgjørd í landsstýr-
inum, og hann skal nokk fáa
svar.
Løgmaður hevur fingið
brævið frá Jákupi Mørkøre,
fyrrverandi sjúkrahúsleið-
ara, har hann heitir á løg-
mann um at kanna leiklutin
hjá Almanna- og Heilsu-
málastýrinum viðvíkjandi
uppsøgnini av sær.
Anfinn Kalsberg heldur
ikki, at hann eigur at blanda
seg í málið um uppsøgnina
av Jákupi Mørkøre, tí hetta
er eitt mál, ið Helena Dam
á Neystabø, sum lands-
stýriskvinna í almanna- og
heilsumálum, eigur. Men
løgmaður fer kortini at
hyggja upp á brævið frá
Jákupi Mørkøre. Ein av
skyldum hansara, sum løg-
maður, er nevniliga at hava
eftirlit við landsstýrisfólk-
unum.
Funnu ikki
breiðu
semjuna
JOHN JOHANNESSEN
– Tað er rætt, at tað ikki hev-
ur eydnast okkum at funnið
fram til nakra breiða semju
í málinum um ríkisrættar-
ligu støðuna.
Anfinn Kallsberg, løg-
maður ásannar, at kaffifund-
irnir í Tinganesi við and-
støðuflokkarnar um full-
veldismálið ikki hava givið
tað úrslit, hann hevði ætlað.
Løgmaður
meldaði
nevniliga í fjør heyst út, at
hann ætlaði at finna eina
breiða semju í málinum um
ríkisrættarligu støðuna, ið
eisini fevndi um andstøðu-
flokkarnar. Semjuna vænt-
aði hann at finna í uttan-
landsnevndini.
Men tá formaður Javnað-
arfloksins gjørdi greitt, at
hann ikki væntaði nakra
semju í uttanlandsnevndini,
meldaði løgmaður út, at
semjan skuldi finnast í ein-
ari politiskari prosess, áðr-
enn málið fór í uttanlands-
nevndina. Hesa útsøgn hev-
ur løgmaður staðið fast við
líka til dagin í dag.
– Politiska prosessin er
liðug, men vit eru ikki kom-
in fram til nakra semju. Men
tað er heilt greitt, at hon
hevur avklárað nøkur ting,
sigur løgmaður.
Væntar stuðul frá
Javnaðarflokkinum
Løgmaður hevur tó ikki
mist vónina um breiðu
semjuna. Hann trýr enn upp
á, at farið verður til Dan-
markar at samráðast um ein
nýggjan sáttmála við stuðuli
frá Javnaðarflokkinum.
– Í politisku prosessini
hava vit havt eitt ógvuliga
konstruktivt kjak um málið,
og nú skilja partarnir hvønn
annan, eins og Jóannes
Eidesgaard hevur sagt, sigur
løgmaður og leggur afturat,
at uppritið til uttanlands-
nevndina er tillagað kjakin-
um.
Løgmaður vísir á, at eftir
hansara tykki, eru málsetn-
ingarnir hjá samgonguni og
Javnaðarflokkinum í málin-
um um ríkisrættarligu støð-
una ikki so ógvuliga langt
frá hvørjum ørðum.
– Flokkarnir eru kunnaðir
um ætlanirnar, men teir
hava ikki sæð uppritið, og
tí hevur ikki borið til hjá
teimum, at sagt, um teir taka
undir við tí ella ikki.
– Men undir viðgerðini í
uttanlandsnevndini vænti eg
tó, at semjan verður funnin,
ger løgmaður greitt.
Tá løgmaður tosar um
breiða semju, meinar hann
við eina semju millum sam-
gonguna, Miðflokkin og
Javnaðarflokkin. Hann sig-
ur seg vera greiðan yvir, at
tað ikki kann væntast, at
Sambandsflokkurin verður
við í semjuni. Sambands-
flokkurin hevur nevniliga
fleiri ferðir meldað út, at
hann ikki fer at taka undir
við nøkrum av tí, hann er
vorðin kunnaður um á so-
kallaðu kaffifundunum.
Mangir leikir
í longum talvi
Anfinn Kalsberg sigur seg
hvørki kunna siga, hvat
hann væntar, at samráðing-
arnar við donsku stjórnina
fara at enda við ella nær tær
vera. Hann vísir á, at mangir
leikir eru í longum talvi, og
metir hann sína uppgávu
vera at umhugsa hesar leikir
gjølla, soleiðis at tað best
møguliga fæst burturúr.
Hóast útsagnir hjá Høgna
Hoydal og Jóannesi Eides-
gaard seinast í farnu viku
bendu á, at eins langt er
millum støðuna hjá sam-
gonguni og Javnaðarflokk-
inum, sum tað var áðrenn
polititisku prosessina, hevur
løgmaður enn góðar vónir,
um rætt verður leikt í talv-
inum.
Løgmaður heldur ikki, at
útsagnirnar hjá Høgna Hoy-
dal í Degi og Viku hós-
kvøldið vóru so bombast-
iskar, sum Jóannes Eides-
gaard gjørdi tær til.
Jóannes Eidesgaard helt,
at Høgni Hoydal gjørdi heilt
greitt, at tað, sum lands-
stýrið vil, er fullveldi við
egnari grundlóg uttan fyri
ríkisfelagsskapin.
Hetta
segði Jóannes Eidesgaard
seg ikki kunna góðtaka.
Men løgmaður trýr fult og
fast uppá, at Javnaðarflokk-
urin verður við. Og, sum
skilst á løgmanni, er ikki
vist, at samráðingarupp-
leggið fer at leggja upp til
fullveldi við egnari grund-
lóg uttan fyri ríkisfelags-
skapin. Tó vil løgmaður
einki siga um hetta.
Ikki gloppið av
hondum
Hóast tað miseydnaðist løg-
manni at finna fram til ta
breiðu semjuna á sokallaðu
kaffifundunum undir polit-
isku prosessini, hóast út-
sagnirnar hjá Høgna Hoydal
í Degi og Viku hóskvøldið
og hóast tað hevur verið
Høgni Hoydal, ið hevur ført
orðið úteftir í fullveldismál-
inum, metir løgmaður ikki,
at málið er gloppið honum
av honum.
– Mín leiklutur er fram-
vegis at finna eina so breiða
semju, sum gjørligt og at fáa
eitt so gott samráðingarupp-
legg, sum gjørligt.
Løgmaður vísir ikki aftur,
at partur av hesari uppgávu
er at halda saman uppá
Javnaðarflokkin á einum
veingi og Tjóðveldisflokkin
á einum øðrum veingi.
Samráðast í vár
– Eg kann ikki siga nágrein-
iliga nær farið verður til
Danmarkar at samráðast um
ríkisrættarligu støðuna, men
eg vóni tó, at tað verður í
Løgmaður ásannar, at tað ikki eydnaðist at finna breiðu semjuna undir politisku prosessini, men hann hevur kortini
ikki mist vónina
Løgmaður ásannar, at kaffifundirnir
við andstøðuflokkarnar ikki góvu
breiðu semjuna, hann hevði ætlað.
Men løgmaður trýr tó enn upp á stuð-
ul frá Javnaðarflokkinum í fullveldis-
málinum
vár.
Sosialurin hevur fyrr gitt,
at samráðingarnar fara at
byrja einaferð um mánað-
arskiftið mars, apríl, men
løgmaður sigur seg ikki
kunna svara, um hetta er
rætt gitt.
Anfinn Kallsberg ætlar
sær at geva uttanlands-
nevndini alla ta tíð, henni
tørvar, til at viðgera sam-
ráðingaruppleggið. Tí talan
er um eitt álvarsmál.
Uppritið seinkað
Uttanlandsnevndin slapp ikki eins og ætlað at viðgera
samráðingaruppritið á fundinum fyrrapartin í gjár
JOHN JOHANNESSEN
Uppritið til samráðingarnar
um ríkisrættarligu støðuna
var ikki klárt, tá fundurin
hjá uttanlandsnevndini varð
settur klokkan tíggju fyrra-
partin í gjár.
Løgmaður hevur tá ikki
skrivað undir uppritið, og
sum Sosialurin skilti á hon-
um, var hetta tí, at enn vóru
onkrir tekniskir smálutir eft-
ir at kjakast um í landsstýri-
num.
Formaðurin í uttanlands-
nevndini, Hergeir Nielsen,
sigur, at hann fekk boð frá
løgmanni um, at hann kundi
vænta sær at fáa uppritið
einaferð um ellivu tíðina.
Men heldur ikki tá var upp-
ritið klárt, og tí gjørdi for-
maðurin av at slíta fundin,
tá málini á dagsskránni vóru
liðugt viðgjørd.
Hergeir Nielsen segði seg
á middegi í gjár hava vónir
um at fáa uppritið seinni á
degnum, og umhugsaði
hann tá at kalla saman aftur
til fund í uttanlandsnevndini
eftir tingfundin.
Um formaðurin í uttan-
landsnevndini fekk uppritið
og um uttanlandsnevndin
hevði fund eftir tingfundin,
eydnaðist okkum ikki at fáa
at vita áðrenn blaðið fór til
prentingar seinnapartin í
gjár.
Rimmar Útsøla
Byrjar
hós-
morg-
unin,
kl. 9.00
Alt til dreingin tann unga og meira tilkomna mannin
Stórt úrval av mannfólka-
klæðum nógv niðursett
Rimmar Útsøla
Sosialurin 311820