mikudagur 26. januar 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 17 - 26. januar 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 17 - 26. januar 2000
Nógvar fyrstu viðgerðir
Fimm fyrstu viðgerðir vóru á skránni fyri
tingfundin í gjár
JOHN JOHANNESSEN
Ein onnur viðgerð, fimm
fyrstu viðgerðir, eitt svar
uppá fyrispurning og at
enda framløga vóru á
skránni fyri tingfund
nummar 42 hesa tingset-
una, sum varð settur í gjár
klokkan hálvgum tvey
seinnapartin.
Onnur viðgerðin var av
tingmáli nummar 26/
1999, sum er uppskot til
løgtingslóg um flyting av
veðhaldi fyri lánum hjá
Telefonverki Føroya Løg-
tings. Hetta er uppskot,
sum
Finnbogi
Arge,
landsstýrismaður, 3. des-
ember legði fyri tingið
vegna landsstýrið.
Næst á skránni var
fyrsta viðgerðin av ting-
máli nummar 36/1999, ið
er uppskot til ríkislógar-
tilmæli um broyting í
ríkislógini fyri Føroyar
um rættargang. Hetta er
uppskot, sum Katrin Dahl
Jakobsen, løgtingskvinna,
legði fyri tingið 20. januar
í ár.
Onnur fyrsta viðgerðin
var av tingmáli nummar
44/1999, sum er uppskot
til løgtingslóg um broyt-
ing í løgtingslóg um áset-
ing av skatti. Hetta er
uppskot,
ið
Kristian
Magnussen,
løgtings-
maður, vegna Javnaðar-
flokkin legði fyri tingið
20. januar í ár.
Triðja fyrsta viðgerðin
á skránni var av tingmáli
nummar 41/1999, ið er
uppskot til løgtingslóg
um broyting í løgtingslóg
um skattligar avskriving-
ar við meira. Hetta er
uppskot, ið Anfinn Kalls-
berg, løgmaður, vegna
landsstýrið legði fyri løg-
tingið 21. januar í ár.
Fjóðra fyrsta viðgerðin
var av tingmáli nummar
42/1999, ið er uppskot til
løgtingslóg um broyting
í løgtingslóg um lands-
skatt og kommunuskatt.
Hetta er uppskot, ið
Karsten Hansen, fíggjar-
málaráðharri, legði fram
vegna landsstýrið 21. jan-
uar í ár.
Fimta og seinasta fyrsta
viðgerðin á skránni fyri
løgtingsfundin í gjár var
av tingmáli nummar 43/
1999, sum er uppskot til
løgtingslóg um broyting
í løgtingslóg um skráset-
ing av motrakførum við
meira. Uppskotið legði
Karsten Hansen, fíggjar-
málaráðharri, fram vegna
landsstýrið 21. januar í ár.
Áðrenn tingfundurin
endaði við framløgu,
skuldi Helena Dam á
Neystabø,
landsstýris-
kvinna í almanna- og
heilsmálum, svara fyri-
spurningi
frá
Finni
Helmsdal, løgtingsmanni,
viðvíkjandi fyribyrging
móti tubbaksnýtslu. Fyri-
spurningurin var nummar
100-12/1999.
Fundurin fríggjadagin
Fimm mál vóru á skránni fyri tingfundin
seinasta fríggjadag
JOHN JOHANNESSEN
Tað tók góðar tveir tímar
at viðgera tey fimm mál-
ini, ið vóru á dagsskránni
fyri tingfundin seinasta
fríggjadag.
Fyrst á skránni var
fyrsta viðgerð av tingmáli
nummar 15/1999, ið er
uppskot til samtyktar um
góðkenning av millum-
landasáttmála frá fjóðra
apríl 1997 um mannarætt-
indi og lívlæknafrøði.
Viðgerðin gekk skjótt fyri
seg, og varð málið beint í
uttanlandsnevndina.
Næsta málið á dags-
skránni var fyrsta viðgerð
av tingmáli nummar 39/
1999, ið er uppskot til
løgtingslóg
um
tær
kommunalu fíggjarætlan-
irnar, ásetan av kommu-
nuskattaprosentunum og
kommunalan veðhalds-
grunn við meira. Málið
varð beint í fíggjarnevnd-
ina.
Triðja málið, tingmál
nummar 40/1999, sum er
uppskot til løgtingslóg
um kommunalan láns- og
veðhaldsgrunn við meira,
varð viðgjørt saman við
tingmáli nummar 39/
1999, og varð hetta somu-
leiðis beint í fíggjar-
nevndina.
Næstseinast á skránni
var val av navnd sambært
grein 25 í tingskipanini til
viðgerð
av
tingmáli
nummar 27/1999, sum er
uppskot til løgtingslóg
um løgtingsins umboðs-
mann. Nevndin varð sett
við
formansskapinum
umframt einum umboði
fyri hvønn flokk. Nevnd-
arlimirnir eru: Finnbogi
Ísakson, Eyðun Viderø,
Vilhelm Johannesen, Ed-
mund Joensen, Annita á
Fríðriksmørk, Rúna Siv-
ertsen, Hans Pauli Strøm,
Alfred Olsen, Sámal Pet-
ur í Grund og Jenis av
Rana.
Seinast á skránni var
framløga, og vóru tað
málini, ið viðgjørd vórðu
á tingfundinum í gjár, ið
vórðu løgd fram.
Úr Løg-
tinginum
ÓLAVUR Í BEITI
Anfinn Kallsberg, løgmað-
ur, hevur vegna landsstýrið
lagt fram uppskot at broyta
avskrivingarlógina. Í við-
merkingunum sigur løg-
maður m. a., at ein bólkur,
mannaður við embætisfólki
og umboðum fyri vinnuna,
situr og arbeiðir við at gera
tilmæli um ábøtur á vinnu-
skattingina, men nú er
semja um, at neyðugt er at
fremja nakrar broytingar í
avskrivingarlógini beinan-
vegin.
Og ein broyting er so í
avskrivingarlógini, at mark-
ið fyri avskriving av smá-
ognum verður hækkað úr
4.000 kr. ella lægri upp í
20.000 kr. ella lægri. Sam-
stundis verður skotið upp
viðvíkjandi saldoavskriv-
ingum eftir 1. kapitli, at
saldo áðrenn inntøkuársins
avskriving upp á 20.000 kr.
ella lægri kann avskrivast til
fulnar. Eisini verður skotið
upp at strika verandi av-
marking upp á 50.000 kr.
fyri smáognir fyrsta og ann-
að inntøkuárið hjá nýggjum
virkjum.
Myndugleiki flytast
– Fyri at fáa til vega sam-
svar millum roknskaparlig-
ar og skattligar avskriv-
ingarreglur, verður skotið
upp at broyta ta sokallaðu
kompletterandi regluna, so
tann skattskyldugi framyvir
er tvungin at fylgja henni
og ikki sum higartil, at tað
stendur upp til hansara at
gera av, um hann brúkar
hesa reglu ella ikki.
Peningaliga markið fyri av-
skriving av smáognum upp
Landsstýrið skjýtur upp at broyta avskrivingarlógina, so peningaliga markið
fyri avskriving av smáognum verður hækkað úr 4.000 kr. ella lægri upp í
20.000 kr. ella lægri
– Eftir verandi reglum
kann landsstýrið, tá heilt
serligar umstøður tala fyri
tí, leingja freistina fyri javn-
ing av negativari saldo. Í
verki fylgir landsstýrismað-
urin at kalla altíð tilmæli-
num hjá Toll-og Skattstov-
uni, tá støða verður tikin til
slíkar umsóknir. Fyri at
minka um arbeiðsbyrðuna
og fyri at stytta avgreiðslu-
tíðina í slíkum málum skjýt-
ur landsstýrið upp, at hesin
myndugleiki verður fluttur
til Toll- og Skattstovu Før-
oya.
Flyting av ognarlutum
Avskrivingarlógin
hevur
ikki reglur um, hvussu ognir
skulu skattast, tá persónar
ella feløg, sum hava rikið
vinnuligt virksemi, flyta av
landinum við slíkum ogn-
um.
– Tá tørvur er á slíkum
reglum, skjýtur landsstýrið
við hesum nýggjar reglur
upp, sum javnseta flyting av
ognarlutum til nýtslu uttan-
lands, sum hava verið nýttir
í skattskyldugum virksemi
her á landi, við sølu, og at
sølupeningurin er handils-
virðið um flutningsmundið,
sigur løgmaður í viðmerk-
ingunum.
Og viðvíkjandi fyrisiting-
arligum avleiðingum, metir
løgmaður, at uppskotið
verður ikki mett at hava
munandi fyrisitingarligar
avleiðingar við sær. Broyt-
ingarnar koma at ávirka inn-
tøkuskattin nakað. Men
væntandi verður nettoskatt-
ainntøkan ikki munandi
broytt av hesum uppskoti.
ÓLAVUR Í BEITI
Fíggjarmálaráðharrin, Kar-
sten Hansen, hevur lagt
uppskot fram vegna lands-
stýrið um ymiskar broyting-
ar skattalógini. Hetta eru
partvíst nágreiningar, sum
umsiting av reglunum hevur
víst verða neyðugar, og
partvíst ein fylgja av broyt-
ingum av øðrum lógum,
sigur fíggjarmálaráðharrin í
viðmerkingunum.
Reglurnar um avmarkaða
skattskyldu í sambandi við
inntøku frá skipi, sum ikki
er skrásett í Føroyum, men
við ongari manning er leig-
að av føroyskum reiðara-
virki, skulu nú eisini gerðast
greiðari.
Vøra til útflutnings
– Løntakari, sum arbeiðir
hjá føroyskum virki, sum
framleiðir vørur til útflutn-
ings, fær møguleika fyri at
fáa frádrátt fyri meirút-
reiðslur í sambandi við ar-
beiði uttanlands. Teir per-
sónar, sum her verður hugs-
að um, eru slíkir, sum ar-
beiða hjá framleiðsluvirkj-
um, har meginparturin av
arbeiðinum verður gjørt í
Føroyum til útflutnings.
Tann parturin av arbeiði-
num, sum fer fram uttan-
lands við m.a. at seta upp
tað í Føroyum gjørdu fram-
leiðslu, varir ofta ikki longri
enn 2 til 3 vikur.
– Føroysk virki fáa tí
nakrar eykaútreiðslur í mun
til t. d. danskar fyritøkur,
har løntakarin hevur møgu-
leika fyri at fáa frádrátt.
Hesin frádráttur kundi verið
við til at betra um kapping-
arføri hjá føroyskum fyri-
tøkum, sum virka vørur til
útflutnings.
Fiskidagar
– Í sambandi við, at fiski-
dagar eru vorðnir umseti-
ligir, hevur spurningurin um
skatting av søluinntøkuni
tikið seg upp. Sum skatta-
lógin er orðað í dag, er høv-
uðsreglan, at søla av fiski-
døgum ikki skal roknast við
í skattskyldugu inntøkana.
Skotið verður upp, at inn-
tøkan frá sølu av fiskidøg-
um verður gjørd skattskyld-
ug í øllum førum. Hinvegin
kann keyparin útreiðsluføra
útveganarpeningin
sum
rakstrarkostnað útveganar-
árið, sigur fíggjarmálaráð-
harrin.
– Fiskidagar verða mettir
at vera eitt aktiv, og søla av
hesum er skattafrí. Til tess
at skatta søluna av fiskidøg-
um krevst, at skattgjaldarin
Inntøkan frá sølu av fiski-
døgum skattskyldug
Skotið verður upp, at inntøkan frá sølu av fiskidøgum verður gjørd skatt-
skyldug í øllum førum. Hinvegin kann keyparin útreiðsluføra útveganarpen-
ingin sum rakstrarkostnað útveganarárið
hevur sum vinnu at selja
fiskidagar, ella at hann hev-
ur útvegað sær fiskidagar-
nar til at selja aftur við vinn-
ingi.
Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri
Anfinn Kallsberg hevur vegna landsstýrið lagt fram
uppskot um at broyta avskrivingarlógina
Andersen - ikki Hansen
Í greinini um politihundin Pedro í blaðnum leygardagin hevur hundaførarin fingið
skeivt eftirnavn. Rætta eftirnavnið er Andersen og ikki Hansen, sum skrivað stóð. Vit
biðaja Carsten Andersen og lesararnar halda okkum til góðar.
Blaðm.
Kirkjugarðurin á
Skála útbyggjast
Kirkjugarðurin á Skála er um at vera fullur og tí er neyð-
ugt at útbyggja hann. Bygdaráðið er farið undir at fyri-
reika útbyggingina, sum eftir ætlan skal vera liðug tá
summarið er av
SVEINUR TRÓNDARSON
Um ikki so langa tíð, verður
arbeiði at vaksa um kirkju-
garðin á Skála boðið út, og
eftir ætlan skal tað vera lið-
ugt, tá summarið er av.
Hetta sigur Símun Pauli
Berg, bygdarráðsformaður
á Skála.
Fleiri hava havt á orði, at
kirkjugarðurin fór at fyllast
heilt skjótt var ikki okkurt
munagott gjørt, og tað hev-
ur bygdaráðið eisini stað-
fest.
– Vit hava havt ætlanir
um at fara undir arbeiði í
eina tíð, men hava av fíggj-
arligum ávum valt at bíða.
Nú eru vit so farin undir
arbeiði og tað skal eftir ætl-
an vera liðugt í summar, sig-
ur bygdaráðsformaðurin,
sum enn ikki veit, hvussu
nógv tað fer at kosta.
Útbyggingin av kirkju-
garðinum á Skála verður
gjørd á tann hátt, at verandi
garður verður longdur í
beinari linju úteftir. Økið er
keypt, men í fyrsta umfari
verður ikki alt brúkt.
– Vit longja hann fimtan
metrar í fyrsta umfari, og
tað skuldi verið nóg mikið í
eina rúma tíð.
Vanliga verður sagt, at ein
kirkjugarður skal liggja í
eitt ár ella tvey fyri at mold-
in fær tíð at seta seg, men
um tað fer at bera til á Skála
er ikki vist.
– Tað eru bert fá pláss
eftir í verandi garði, m. a.
av tí, at fleiri pláss eru bí-
løgd. Men vit vóna at tað
fer at bera til at bíða eitt ár
kortini, sigur Símun Pauli
Berg
Kirkjugarðurin á Skála er farin at fyllast, men loysn er á
veg. Hann verður útbygdur suðureftir
savnsmynd
Skipasmiðjan hev-
ur úr at gera
Á Skála hava teir havt úr at gera síðani hálvan november,
men nú er meira vanligt aftur. Kortini er ríkiligt at tríva í
hjá teimum áttati monnunum, sum tann næsta mánaðin
skulu arbeiða umborð á Kiliutaq, sum er gamli Ango
SVEINUR TRÓNDARSON
Teir hava havt ríkiligt at
tríva í á Skipasmiðjuni á
Skála í seinastuni.
Vanliga er nógv virksemi
á Skipasmiðjuni um árs-
skiftið, tí skipini liggja inni
allíkavæl. Tí kann tíðin eins
væl brúkast skilagott, og tað
sæst eisini á ordrabókunum
á skipasmiðjunum kring
landið.
Jón Danielsen, stjóri á
Skipasmiðjuni á Skála letur
eisini rímuliga væl at, tá vit
hitta hann í telefonini.
– Vit eru nøgdir við
gongdina fyri árið í fjør, og
eisini at vit hava havt ar-
beiði til allar teir80 menn-
inar, sum eru knýttir at skip-
asmiðjuni, sigur hann
Jón leggur afturat, at einu
tíðina var so nógv at takast
við, at neyðugt var hjá
monnunum at arbeiða nógv
yvir, og hóast tað var tað
ikki nóg mikið.
Gamli Ango klassast
Hóast tað nú er heldur
minni arbeiði á skipasmiðj-
uni, so er kortini ríkiligt at
tríva í tann næsta mánaðin
ella so.
Skipasmiðjan á Skála
vann í kapping við íslendsk-
ar og danskar skipasmiðjur,
lisitatiónina upp á klassing-
ina av Kiliutaq, sum er
gamli Ango, og tann ordrin
hevur við sær, at tað er arb-
eiði til allar hendur fram til
hálvan februar.
Jón Danielsen sigur, at
eftir tað er ikki so nógv, sum
er, men at tað man fara at
koma so hvørt.
– Tað ræður í hvussu er
um, at finna arbeiði so at
vit kunnu halda allar 80
menninar í arbeiði, tí vit
mugu fyri alt í verðini ikki
missa burturav fólkinum.
Tað er so torført at fáa teir
aftur, sigur hann
Arbeiðið upp á Kiliutaq
fer sum sagt at taka umleið
ein mánað, og tá tað er lið-
ugt er motorurin høvuðsum-
vældur, aksil, róður, verk-
smiðja og frystarí eisini
høvuðsumvælt.
Bjóða uttanlands
Sum sagt, so fekk Skipa-
smiðjan ordran fyri nøsini
á donskum og íslendskum
skipasmiðjum.
Vit spurdu tí Jón, um teir
vanliga bjóða upp á útl-
endskar uppgávur.
– Ja, vit royna. Vit hava
givið tilboð upp á eini
tríggjar íslendsk skip, men
tey eru torfør at fáa henda-
vegin, tí kappingin er sera
hørð.
Hann sigur, at teir í ávís-
um førum hava kappast við
spanskar,
litaviskar
og
polskar skipasmiðjur, og
hann leggur afturat, at tá er
torført at fáa ordran.
– Lønarlagið í teimum
londunum er so nógv lægri
enn okkara og tað ger, at
teir kunnu bjóða lægri.
Men hóast tað, so hevur
skipasmiðjan ikki altíð ver-
ið í tí dýrara endanum.
– Í onkrum føri hava pol-
akkar boðið hægri enn vit,
og vit eru tann bíligasta
norðurlendska skipasmiðj-
an, sigur Jón
Sandoyarferjan áveg
Sum kunnugt skal nýggja
Sandoyarferjan gerast inni
á Skála.
Arbeiði at gera skrokkin
verður gjørt á polskari skip-
asmiðju og skal vera liðugt
um 20. apríl, sigur Jón Dan-
ielsen.
– So kemur túrurin til
okkara, sigur Jón Daniel-
sen.
Skipasmiðjan á Skála
skal gera restina av arbeið-
inum til Sandoyarferjan er
klár at handa Strandferðsl-
uni um ársskiftið ´00-´01.
Hetta var góður ordri at
fáa hjá Skipasmiðjuni á
Skála, sum sostatt fer at lata
fyrsta
nýbygningin
av
hondum í nógv harrans ár.
Tað er aftur rættuligt lív í skipasmiðjuni á Skála. Sambært Vinnuhúsinum, so nógv lív,
at skálafólk eru á einum fimtaplássi tá tað um yvirskot pr. íbúgva umræður
savnsmynd
Til leigu
Bygningurin
í Vágsbotni
THE HOUSE
OF LEI
er til leigu
við ella
uttan
handil um
hóskandi
boð fæst
Spf. Jensen • Tel. 31 47 40
Sosialurin - 311820