Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 17 - 26. januar 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 17 - 26. januar 2000 Royna at lokka læknar til Føroyar Teir føroysku hjálparlæknarnir fingu ikki so stóra lønarhækking, sum teir høvdu ætlað sær. Men teir eru kortini vælnøgdir við nýggja sáttmálan ÁKI BERTHOLDSEN –Hetta var seinasti møgu- leikin. Og tíbetur gekk tað so at vit sluppu undan at seta tiltøk í verk. Jens Andreassen, formað- ur í føroyska felagnum fyri hjálparlæknar, FAYL, sum stendur fyri Foreningen Af Yngre Læger, er fegin um, at tað loksins eydnaðist at fáa sáttmála í lag við Fíggj- armálastýrið hjá Landsstýr- inum. Sáttmálin hjá hjálpar- læknunum gekk út 31. mai í fjør og líka síðani hava teir sáráðst við fíggjarmálastýr- ið við jøvnum millumbili, men heilt leingi sá svart út. Men í hesum umfarinum loysnaði knúturin so, og seinnapartin fríggjadagin skrivaðu partarnir undir nýggjan sáttmála. Jens Andreassen sigur, at hetta var seinasti møguleik- in at fáa ein sáttmála í lag. – Samráðingarnar hava nú vart so leingi, at vit høvdu sett okkum fyri, at fingu vit ikki sáttmála í hes- um umfarinum, høvdu vit givist og vóru farnir at seta tiltøk í verk, sigur formað- urin í Føroya deildini hjá FAYL. vildi ikki víkja frá lønar- hækkingini sum hini fak- feløgini hava fingið. Men læknarnir fingu so ein trý ára sáttmála við eini samlaðari lønarhækking uppá 9,2%, omaná lønina sum var galdandi í 1998. Sjálv grundlønin 10% frá støðinum 1. januar 1999. Fyrst hækkar hon 3,5% við afturvirkandi kraft frá 1. juni 1999. Síðani hækkar hon 1,5% við afturvirkandi kraft frá 1. januar í ár. Síð- ani hækkar hon aftur 2,5% 1. juni og at enda hækkar hon 2,5% 1. juni næsta ár. Restin av lønarhækking- ini verður løgd omaná yvir- tíðina og ymsar viðbøtur, sum læknarnir hava. Fingu fleiri ábøtur Tó fingu læknarnir fleiri aðrar ábøtur í sáttmálan, sum teir vóna kunnu verða ein gularót hjá læknum, táið teir skulu velja sær starvs- stað. Eitt nú skal ein arbeiðs- bólkur við tveimum umboð- um fyri Almanna-og heilsu- málastýrið og tveimum um- boðum fyri hjálparlæknar- nar, setast at arbeiða við til- tøkum sum kunnu lokka fleiri læknar til Føroya. Eitt nú skal bólkurin kanna møguleikarnar fyri barnaansing á Landssjúkra- húsinum, men hetta krevur tó góðkenning frá komm- ununi. Samstundis skal bólkurin arbeiða fyri at geva lækn- unum umstøður at granska. Men harafturat skal bólk- urin arbeiða fyri at fáa av- talu í lag við Ríkissjúkra- húsi og Hovedstadens Sygehusfællesskab um, at „turnusstørv“ og „introduk- tiónsstørv“ í Føroyum skulu geva rætt til undirvísingar- starv. Hetta heldur Jens Andr- easen, er eitt stórt framstig. „Turnusstarvið“, sum er 18 mánaðir, er tað fyrsta starvið hjá einum lækna eft- ir lidnan lestur. Men serliga í Keypmanna havnarøkinum er tað kanska eitt ár at bíða eftir einum „turnusstarvi“. Aftaná tað, fer læknin í eitt „introduktiónsstarv“, sum er fyrireikingin til tað greinina, sum læknin ætlar at serútbúgva seg í. Landssjúkrahúsið kann bjóða „introduktiónsstørv“ í heilivági, skurðfrøði, orto- pedi, kvinnusjúkum og sál- arfrøði. Triðja starvstigið hjá læknanum er undirvísingar- starvið, sum er tann størsti fløskuhálsurin í allari út- búgvingini til serlækna og tað kann bara takast uttan- lands. –Men fáa vit avtalu um, at „turnusstarv“ og „intro- duktiónsstarv“ í Føroyum skal geva rætt til undirvís- ingarstarv, halda vit, at tað er ein ógvuliga stórur fyri- munur. – Tí, ger eitt starv í Før- oyum, at tað verður lættari at fáa undirvísingarstarv, vóna vit, at tað fer at lokka yngri læknar higar. „Turnusstarv“ og „intro- duktiónstarv“ hjá einum lækna taka 3 - 3 1/2 ár, og kunnu vit lokka yngri lækn- ar til Føroyar hesa tíðina, er heilt nógv vunnið, tí tað er akkurát tað, vit hava sóknast eftir, sigur Jens Andreassen. Men skuldi tað kortini knípt at fingið fleiri læknar hendavegin, gevur sáttmál- in almanna- og heilsumála- stýrinum rætt til at geva læknunum eitt serligt lønar- ískoyti. Formaðurin hjá yngru læknunum sigur, at sáttmál- in gevur eisini læknunum rætt til fleiri skeið, enn teir higartil hava havt og tað skuldi eisini eggja læknum at komið til Føroyar, tí tað er ofta trupult hjá læknum at sleppa á skeið. Ein millión um árið Tummas Magnussen á løn- ardeildini hjá fíggjarmála- stýrinum upplýsir, at tá ið allar lønarhækkingarnar í nýggja sáttmálanum, eru settar í verk, kosta tær um eina millión um árið. Men tað veldst eisini nógv um, hvussu nógvir lækanr verða, tí í løtuni eru nógv størv ósett. Harafturat kemur so tað, sum tað betraða skeiðtil- boðið, og annað kostar, men tað er ógjørligt at meta um nú, sigur hann. Lokka læknar til Føroya Jens Andreassen sigur, at tað, sum teir løgdu stóran dent á, var at fáa ein sátt- mála, sum kundi eggja læknum til at koma til Før- oyar at arbeiða. – Tað er stórt læknatrot í Føroyum og tað gongur ógvuliga strilti at fáa læknar hendavegin, tí umstøðurnar eru so nógv betri aðrastaðni. Eitt nú eru lønin í Dan- mark eini 15%, hægri í Danmark enn í Føroyum, og í vissum førum er munurin enntá enn størri. Og harafturat hava læknarnir í Danmark nógv betri sømdir enn starvsfelagir í Føroyum, í sambandi við barnaansing, bústaði o.s.fr. Tí settu hjálparlæknarnir nógv uppá at fáa eina triva- liga lønarhæking hesuferð fyri at útjavna munin ímill- um lønirnar í Danmark og í Føroyum, so at tað ikki skuldi vera ein forðing fyri at átaka sær starv í Føroy- um. Fingu ikki lønina Men tað eydnaðist ikki hjálparlæknunum, at fáa ta lønarhækkingina, sum teir høvdu ætlað, tí landsstýrið – Vit fingu ikki so stóra lønarhækking, sum vit ætlaðu. Men vit fingu nógv annað við í nýggja sáttmálan sum ger, at vit hampiliga væl nøgd kortini, sigur Jens Andreassen, formaður í føroyska felagnum fyri yngri læknar Nýggj mynd av Jens Andreassen Landssjúkrahúsið skal hava sín egna barnagarð og vøggustovu ÁKI BERTHOLDSEN – Tað er frálíkt, at eisini ar- beiðsplássini sjálvi eru farin at hugsa um at bøta um trupulleikan við barnaans- ingini. Elin Lindenskov, formað- ur í Sosialu nevnd hjá Tórs- havnar Býráð, tekur fult undir við tí brotinum í sátt- málanum ímillum hjálpar- læknafelagið og fíggjar- málastýrið um at kanna møguleikarnar fyri at skipa barnaansing á Landssjúkra- húsinum. Í sáttmálanum, sum varð undirskrivaður fríggjadagin, eru partarnir samdir um at seta ein arbeiðsbólk, sum m.a. skal kanna møguleik- arnar fyri barnaansing á Landssjúkrahúsinum. Partarnir eru tó samstund- is greiðir yvir, at hetta krev- ur góðkenning frá komm- ununi. Men sambært formann- inum í Sosialu nevnd, fer tað helst ikki at standa á, at fáa kommununa at taka lut í eini slíkari ætlan. Í hvussu so er heldur Elin Lindenskov sjálv, at hug- skotið er frálíkt og hon ivast ikki í, at býráðið annars eis- ini heldur, at hetta er eitt mál, sum tað er rætt at taka undir við. –At Landssjúkrahúsið sjálvt ger ein ansingarstovn er eitt mál, sum eg sjálv havi sóknast eftir, heldur enn bara at krevja ansingarpláss í teirri kommunalu skipan- ini. Hon sigur, at starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum er í eini serligari støðu, tí tey arbeiða í vaktum alt sam- døgurið. Og barnaansing kann verða ein rættiliga stórur trupulleiki, har ið bæði for- eldrini arbeiða í vaktum, ella har t.d. annað foreldrið arbeiðir í vaktum og hitt for- eldrið er burtur, kanska er sjómaður o.s.fr. Elin Lindenskov sigur, at tí eigur at miðjast ímóti at ein slíkur barnagarður eisini er opin aftaná vanliga ar- beiðstíð. Hon sigur, at møguliga kann tað eisini umhugsast at samskipa ein barnagarð til landssjúkrahúsið við ein barnagarð til Fiskavirking og onnur arbeiðspláss har í grannalagnum. Nú er hetta eitt serligt tiltak. Hvussu skal so hetta fíggj- ast? – Tað kann gerast uppá fleiri mátar. Men í løtuni kundi eg sjálv hugsa mær eina loysn, har Landssjúkra- húsið og møgulig onnur ar- beiðspláss, sjálvi stóðu fyri byggingini, men at komm- unan so kom at standa fyri rakstrinum. Hetta kjakið hevur verið frammi fyrr. Og tá vóru tað summi sum hildu, at hetta var at gera einum bólki í samfelagnum framíhjárætt- indi til eina týdningarmikla tænastu, sum barnaansing jú er? – Onnur arbeiðspláss hava eisini møguleikan at gera tað sama. Og tað hava tey altíð havt, men tey hava ongantíð gjørt nakað við tað. –Hetta er ein líka stórur trupulleiki hjá arbeiðsgev- arum, sum hjá arbeiðstak- arum. Tað eru líka nógv teir, sum hava brúk fyri ansing- arplássi sum arbeiðsfólk hava. So eg haldi ikki, at tað gjørdi nakað, um teir tóku lut í arbeiðnum at loysa hendan trupulleikan, við t.d. at fíggja barnaans- ing, møguliga saman við kommununi. – Og vit skulu eisini minnast til, at fær Lands- sjúkrahúsið, og kanska onn- ur arbeiðspláss, sína egnu barnaansing, gevur tað rúmd fyri øðrum børnum í kommunalu skipanini, sigur Elin Lindenskov. Oljuhavn á Viðarnesi Dúgliga hevur verið arbeitt á nýggja havnarøkinum á Viðarnesi. Tórhavnar Havn er nú djúpast við nýggju bryggjuna DAGFINN OLSEN Ikki sørt, at summi havnar- fólk undraðust mánadagin. Tá lá Norrøna við bryggju á Viðarnesi, ið annars ikki júst hevur verið tilhaldsstað hjá størri skipum. Men nú er vent í holuni. Á Viðarnesi hevur dúg- liga verið arbeitt og av Havnarskrivstovuni frættist, at djúpasta stað inni í Tórs- havnar Havn er nú við bryggjuna á Viðarnesi - 9,3 metrar. Til sammetingar kann nevnast, at djúpasta stað við molan er 8, 8 metrar djúpt. Oljuhavn At Norrøna lá við nýggju bryggjuna á Viðarnesi var bert ein roynd. Mett var, at hóskandi var at royna nýggju bryggjuna í góð- veðrinum mánadagin. Ym- iskt viðlíkahaldsarbeiði fór so fram, meðan Norrøna lá har. Nýggja bryggjan er ætlað til oljuhavn. Frammanund- an standa oljutangar har. Av Havnarskrivstovuni siga tey, at oljubátar stinga ofta djúpt. Nógv virksemi Annars er nógv virksemi í Tórshavnar Havn og ymisar útbyggingar fara fram, eins og víðkan av bryggjuøki- num. Súlan kemur á pálsmessu Bryggjan á Viðar- nesi í Havn. Her er nú djúpasta øki í Tórshavnar Havn og er hetta ætlað til oljuhavn Mynd: Álvur Haraldsen Fróðskaparrit: Drúgv grein um William Fróðskaparrit er komið og er hetta 47. bók. M.a. verður William Heinesen heiðraður við drúgvari grein eftir Hanne Floor Sørensen. Mangan varð tosað um, at hann skrivaði á donskum og hann var eisini sjálvur frammi í hesum kjakinum. Greinin, ið er á donskum, tekur m.a. upp málspurningin. Fleiri aðrar greinar eru í Fróðskaparrit. Tær eru á enskum og eru mest um náttúru- vísindi Sagt verður, at súlan kemur í Mykineshólm á pálsmessu. Pálsmessa var í gjár, men í Mykinesi høvdu tey onga súlu sæð á middegi í gjár DAGFINN OLSEN Gamalt er, at súlan kemur á pálsmessu. Pálsmessa var í gjár, men tá vit ringdu til Mykinesar í gjár og prátaðu við Katrinu Johannesen, høvdu tey onga súlu sæð. Tey ætlaðu tó at fara ein túr seinni at hyggja, tí tað eru tey von at gera. Annars hevur veðrið nógv at siga, um súlan kem- ur áðrenn ella aftan á tann 25. januar. Súlan kemur á pálsmessu. Í middegi í gjár høvdu tey tó onga sæð í Mykinesi Savnsmynd Ofta nógvir mans Farið verður eftir súlu í september. Ofta hevur verið kjakast um eigaraviðurskiftini í Mykinesi. Ført hevur verið fram, at fólk eiga jørð, sum ikki búgva í oynni. Í Mykinesi siga tey, at 24 mans verða bidnir eftir jørð- ini, sum teir eiga. Men ofta eru fleiri við. Kanska eini 40, og teir fáa vanliga eisini part. Úrval av føroyskum troyggjum ÷40% Merc. bummull 10,- kr. Vanligt bummull 8,- kr. Natúr tógv 10,- kr. Frá hósdegi til leygardag lata vit av allari ikki útsøluvøru ÷10% Vikuskiftistilboð: Føroyskt tógv 29,- kr. Sverrisgøta 19 - 100 Tórshavn Tlf. 315264