Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fleiri nevnd- arfundir Tríggjar av løgtingsnevndunum høvdu fund í gjár JOHN JOHANNESSEN Fyrrapartin í gjár høvdu vinnunevndin, trivnaðar- nevndin og uttanlands- nevndin fund. Til viðgerðar hjá vinnu- nevndini var uppskotið til løgtingslóg um fyrsta út- bjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, uppskotið til løgtingslóg um fast sam- band um Vestmannasund og uppskot til løgtingslóg um skipa og vørugjøld. Trivnaðarnevndin við- gjørdi uppskotið til ríkis- lógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar »Lov om patienters retstilling«. Høvuðsmálið á skránni hjá uttanlandsnevndini var ikki, sum væntað, uppritið til samráðingar- nar um ríkisrættarligu støðuna. Hetta mál kom ikki nevnini í hendi til tíð- ina, og tí var høvuðsmálið viðgerð av uppskoti til samtyktar um góðkenn- ing av millumlandasátt- mála frá 4. apríl 1997 um mannarættindi og lív- læknafrøði. Eisini vórðu ymisk onnur smámál við- gjørd. Spennandi hjá suðringum at fylgja við, tá oljulógin kemur aftur fyri tingið føring um, hvat ið er Før- oyum at gagni fyrst av øll- um. Fellur hetta uppskotið um av plasera veitingarstøð í Suðuroynni, eri eg stórliga bangin fyri, at tá verður tað ein spurningur um pengar, og nógva rpengar til ymiskt hjálpartiltøk. Við at taka undir við upp- skotinum um, at oljuvinnan skal vera í Suðuroynni fáa løgtingsmenn kjansin nú til at rætta einum øki í Føroy- um eina bjargandi hond. Tað verður sera sera áhugavert at síggja, hvørjir tingmenn sum vísa okkum baki. Viberg Sørensen Nú í langa tíð hava vit hoyrt so nógv um útjaðaran, og hvat ið kann gerast fyri at fáa fólk at støðast og annars at menna útjaðaran. Løgtingsmenn úr útjað- araøkjum hava sæð tað skeivu gongdina í landinum og hava tosað saman við tí endamáli at virka fyri menning í útjaðaranum. Vit, sum búgva uttan fyri mið- økið, frøddust um hetta stig, tí vit síggja, hvønn veg tað gongur. Onkur í hesum landinum má rópa varskó. Tað kann ikki verða rætt, at alt tað unga fólkið í Føroy- um skal savnast rundan um alt tað almenna virksemið í høvuðsstaðnum. Hetta virk- semið, sum bara bólgnar upp og riggar verri og verri. Í Grønlandi hava grøn- lendingar verið áskoðarar, meðan danir savnaðu alt sum til bar í Nuuk. Nú hava grønlendarar fingið heima- stýrið og eru vaknaðir við kaldan dreym. Hendan danska miðsavnan var til stóran skaða fyri fólkið, sum var uppvaksið undir øðrum umstøðum, og nógv- ar syrgiligar lagnur spurdist burturúr, teir trivust snøgt sagt betur úti á smáplássum. Grønlendingar siga nú, at skulu teir búgva í landinum, vilja teir búgva í øllum land- inum og ikki bara í einum lítlum parti. Hetta er sjálv- andi ikki rætt sæð frá einum peningaligum sjónarmiði, (cost benefit) men lívið hevur so nógv onnur og nógv størri virðir, tí hava teir sjálvir lagt á annan bógv. Nakað av tí teir, eru byrj- aðir uppá, er at hava flutt navigatiónsskúlan úr Nuuk til Paamiut. Farma- og bingjuumsitingina úr Nuuk til Manitsoq, hóast høvuðs- bingjuplássið er í Nuuk. Øll umsitingin er íbúðarblokk- unum og bústaðarplássum bleiv flutt til Sisimiut. Hetta hevur sjálvandi ikki gingið stillisliga fyri seg, tí nógv av teimum sum ar- beiddu á hesum áðurnevndu stovnum noktaðu blankt at flyta við, hesir stovnar eru, hóast stóra mótstøðu, fluttir og virka sum eftir ætlan, Tey, sum ikki vildu flyta við, máttu so finna annað arbeiði. Hetta eigur at geva okk- ara fólkavaldu fólkum nak- að at hugsa um. Okkara livi- háttur er hóast alt ikki so ólíkur teirra. Støðuna í Suðuroynni kenna øll tey, sum eru sett at stýra landinum, og tey hava ábyrgdina av, at allir føroyingar skulu búgva í øllum Føroyum, undir so eins treytum sum til ber. Tann fíggjarliga kreppan, sum var fyrst í 90‘unum rakti eisini okkum í Suður- oynni hart, serliga vóru óløgini í sunnaru helvt so stór, at tað stendur á at fáa fótafestið aftur. Tær ring- astu fylgjurnar eru, at vit h- ava mist so at siga eitt heilt ættarlið av tí unga fólkin- um, og hetta hevur ført til, at vit eru komin í eina ónda ringrás, sum ikki sæst endi á. Tað er tí bráneyðugt at fáa nakað av nýggjum íblástri so Suðuroyggin ikki verður eftirbátur í samfel- agnum. Nú kemur eitt uppskot til Løgtingið um at savna olju- vinnuna í Suðuroynni. Fell- ur uppskotið, skal vinnan - sum í hesum føri eru stór altjóða feløg - sjálvi avgera, hvar oljuvinnan skal vera her á landi. Tað er púra natúrligt at plasera tað, sum hevur við hesa nýggju vinnu at gera, í Suðuroynni. Tey oljuøkini, sum hava størstan áhuga, liggja jú fyri durinum hjá suðringum. Hesi økir eru samstundis av bestu fiski- leiðum hjá okkara djúp- vatnstrolarum og garnaskip- um, sum eru heimahoyrandi her suðuri. Sum fiskigrunn- ar eru hesi økir longu nógv órógvaði av seismikkvirk- semi. Tað, sum vit vanliga hoyra er, at Suðuroyggin liggur so langt burtur, tað er so ikki tilfeldið hesaferð, nú sita vit á fremsta rað. Tá hendan tíðandi avgerðin verður tikin, er tað fyri okk- um suðringar, ikki ein spurningur um pengar, tað er tíverri nógv meir enn so, sum stendur uppá spæl, tað er sjálvt tilverugrundarlag- ið. Suðringar eru hvørki býtt- ari ella dovnari enn aðrir føroyingar, men tíðarrákið og vinnusamansetingin hevur lagað tað so, at tíð- irnar eru broyttar so ómeta- liga nógv, lívsvirðini eru ikki tey somu sum fyri bara nøkrum fáum árum síðani, og hetta kenna vit sviðan av nú. Aðrar tíðir hava verið í Suðuroynni, tá støðan var júst mótsatt, og soleiðis gongur tað upp og niður. Í løtuni eru vit tíverri niðri í einum aldudali. Uppskotið um, hvar olju- veitingarstøðin skal liggja, kemur frá Javnaðarflokkin- um. Men hetta uppskotið kann aldrin verða nakað flokspolitiskt mál, her er ikki spurningur um høgra- vinstra ella samband-full- veldi, so her eiga tingmenn at atkvøða fyri bestu sann- V i ð m e r k i n g : Tá Føroya Tele í 1998 gjørdi íløguna í GSM, varð tað við iva um, hvussu tæn- astan fór at verða móttikin á tí avmarkaða føroyska marknaðinum. Samanum- tikið hevur gingið betur enn væntað, bæði viðvíkjandi felagatalinum, útbreiðsluni, lækkingum í gjøldunum og nýggjum tænastum. Úrslitið er, at felagatilgongdin í 1999 var nógv størri enn væntað. Sum árið 1999 leið, vísti tað seg, at umleið 5.000 fel- agar fóru at vera um ársskif- tið. Føroya Tele fegnaðist um hetta úrslitið og boðaði frá í desember 1999, at felagi nr. 5.000 fór at fáa ein ferðaseðil til Danmarkar og aftur. Hálvan desember hevði Føroya Tele góðar 4.600 GSM fartelefonfelag- ar, og spenningur varð, um felagi nummar 5.000 varð skrásettur í 1999. Um árs- skiftið vóru 4.966 felagar skrásettir, so málið varð tí- verri ikki rokkið, hóast tað var tætt við. Langt var tó ikki komið inn í 2000, fyrr enn felagi nr. 5.000 varð rokkin, tí mánadagin 4. januar keypti Sveinbjørg Gunnarsdóttir í Havn hald nummar 5.000. Føroya Tele ynskir Svein- bjørg, saman við øllum øðr- um felagum, til lukku við GSM haldinum, og sjálv- sagt verður eisini okkurt til nummar 10.000. Poul Henrik Poulsen, marknaðarstjóri hjá Føroya Tele og Sveinbjørg Gunnarsdóttir, sum er tann hepni vinnarin av at vera GSM-felagi nummar 5.000 5.000 GSM fartelefonfelagar 9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 17 - 26. januar 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 17 - 26. januar 2000 Russiskur føroyafrøðingur fyllir 75 (Av tí at villur vóru í hesi heilsan í leygardagsblað- num, prenta vit heilsanina umaftur og biða høvunda umbera okkum) Mánadagin 17. januar 2000 vóru 75 ár, síðan russiski søgufrøðingurin, tjóðfrøð- ingurin og landafrøðingurin Genrikh Iosifovitsj Anokhin varð føddur í Jejsk við Az- ovska havið. Hann hevur umframt at granska Russ- lands søgu starvast við at lýsa lív og kor hjá teimum smáu tjóðunum í Sovjet- samveldinum og haraftrat søgulig og samfelagslig viðurskifti hjá fólkunum í Norðurlondum, eina mest í Noregi, Føroyum og Dan- mark. Genrikh hevur skriv- að nógv, fakligar bøkur, vís- indaligar ritgerðir og blað- greinar. Ein av bókum hans- ara er einasta heildarlýsing- in av Føroyum og føroying- um, ið út er givin í Russ- landi, »Na ostrovakh dozjdej«, Moskva 1966. Í Fróðskaparritum, 38.-39. bók, 1989-90 stendur grein eftir G.I. Anokhin, »Føroy- ingar í russiskum bókment- um«. Genrikh Anokhin hevur sett fram nýggja teori um, hvussu statsskipan er í- komin í Novgorod í 9. øld. Í uml. 260 ár hevur tann hugsanin verið ráðandi millum søgufrøðingar, at novgorodsmenn í árinum 862 bóðu Rjurik (Hroerek) koma handan hav, helst úr Svøríki, við sínum varjagi (væringjum) at ráða og stýra í Novgorod, tí har hildu teir seg ikki sjálvar duga. Hetta ástøði hevur verið nevnt »normanska teoriin«. Gen- rikh heldur eftir drúgvar kanningar, ið hann hevur gjørt, vera sannlíkt, at teri, ið skipaðu Novgorodsríkið, vóru ikki skandinaviskir menn, uttan slávar. Um hetta ástøði hevur hann skrivað ritgerð í russiska tíðarritið »Tsjelovek« nr. 4, 1994. »Hvør í míni fótspor stíg- ur, hann lær ikki alla tíð« er kvøðið. Náttina 14. juli 1938 tók NKVD pápa Gen- rikhs, og einki frættist aftur um hann fyrr enn fleiri ára- tíggju seinni. Tá fekk son- urin at vita frá myndugleik- unum, at faðirin varð skotin, stutt eftir at hann var tikin. Umsíðir, nú Stalin var burt- ur, fekk hann heiðursupp- reising frá myndugleiku- num, tí at hann var ikki sek- ur í nøkrum brotsverki, skrivaðu teir. Í seinna heimsbardaga var Genrikh í mótstøðurørsluni í Tagan- rog, sum týskarar høvdu hersett. Seinni fór hann í sovjetska herin og var sum sersjantur við í bardøgunum á suðurhermótinum í Ukrai- nu. Men SMERSJ (sov- jetskur mótnjósningarstovn- ur) fekk uppspurt, at Gen- rikh var ímóti Stalinstýri- num, og hann varð settur í sovjetska kz-legu 1944-45. Tá hann varð latin leysur haðani, var hann illa sjúkur og niðurundirkomin. Hóast tað royndi hann at sleppa inn á lærustovn at lesa søgu, sum hann frá ungum árum hevði verið hugaður fyri. Myndugleikarnir vóru trekir at sleppa honum inn, men at enda eydnaðist honum at koma inn á universitetið í Dnjepropetrovsk. Tá hann hevði fingið prógv har, fekk hann av politiskum orsøk- um kortini ikki loyvi at ar- beiða við tí, hann hevði út- búgvið seg til og fór at ar- beiða sum ítróttalærari og bleiv eisini fjallaklintrari. Genrikh hevur staðið fyri kanningarferðum í fjøllum víða hvar í Sovjetsamveldi- num, m.a. í Kavkasus, í Sik- hote-Alin eysturi ímóti Jap- anska havinum. Í 1966 fekk Genrikh lic- entiatstig við Etnografiska instituttið hjá Vísinda- akademii Sovjetsamveldis- ins og starvaðist hjá hesum stovni, til hann fór frá fyri aldur. Av tí at Genrikh var ikki limur í kommunistiska flokkinum, og pápin hevði verið »fólksins fíggindi«, sum tað æt í Stalintíðini, varð í mong ár sýtt honum loyvi til at fara til londini vestanfyri, ið hann hevði V i ð m e r k i n g : Eftir hesum uppskoti, nýt- ist ongin føroyingur at ótt- ast niðurskurð og hóttafall. Tvørturímóti vil uppskot okkara geva Føroyum pláss ímillum fremstu lond í heiminum. Somuleiðis vil tað gera møguleikar føroy- inga innan mong økir, t.d. á útbúgvingarliga, heilsuliga og vinnuliga økinum, betri enn nú. Eisini fáa Føroyar møguleika at taka ímóti størri avbjóðingum, orsaka av eini alsamt øktari al- heimsgerð. Føroyar kunnu gerast alt meiri sjónligar á Heimskort- inum. Við teimum møgu- leikum og avbjóðingum tað ber í sær. Nýskipanaruppskot sam- bandsfloksins gevur møgu- leikar fyri, at fleiri føroy- ingar kunnu búgva, mennast og fjølgast í Føroyum. Sambandsflokkurin - at líta á: Sambandsflokkurin hevur verið við til at byggja Før- oyar upp til tað vælferðarsamfelag vit hava í dag. Ikki við at loysa, kvetta og grenja um, at hinir hava skyldina tá ið okkurt miseydnaðist. Men við at arbeiða og taka ábyrgd av tí vit gera. Tað eru jú vit sjálv- ir, sum ráða í Føroyum. Hóast baldrut, so er eisini seinasta skeiðið, ið Sam- bandsflokkurin stóð við á- byrgd og stýrdi, eitt gott dømi um, at væl gekst, hó- ast ongin, heldur ikki Sam- bandsflokkurin, kann siga, at allar avgerðir vóru rættar og at als onki mistak var gjørt. Sambandsflokkurin man hava sínar feilir. Men tað man helst vera galdandi aðrar eisini. Men samanum- tikið var seinasta valskeið undir Sambandsfloksins leiðslu eitt gott skeið fyri Føroyar. Og manning Sam- bandsfloksins roynir í sátt og semju, at gera eitt gott arbeiði, saman við viðhalds- fólki kring landið. Tað er alneyðugt, tí í løtuni hóttir fullveldið føroysku tjóðina. Nýskipanaruppskotið - gott - við nógvum møguleikum: Tað gevur okkum møgu- leika fyri • - at økja um fyrimunirnar í ríkisfelagsskapinum. • - at minka um møguligar vansar í ríkisfelagsskap- inum. • - at gera ábøtur, so hvørt, um tað er neyðugt. Eftir seinasta val munnu flest øll vera samd um, at heilt greiðar reglur, og aðrar enn tær núverandi, eiga at verða galdandi viðvíkjandi einari møguligari útmeldan úr Ríkisfelagsskapinum, so- leiðis at rætt verður farið fram hesum viðvíkjandi. Vit eiga ongantíð aftur havna í tí óhepnu støðu, har vit nú síggja, at smábroytingar í ólavsøku skrúðgonguni krevja strangari manna- gongdir smb stýrisskipanar- lógini, enn at fara úr ríkis- felagsskapinum. Breið semja neyðug: Sambandsflokkurin vil broytingar sum nevnt í edi- liga Nýskipanaruppskoti okkara. Hesar broytingar vilja fremja stóran framburð og ekspansión her á landi, í mun til fullveldisuppskotið. Eftir øllum, sum higartil er komið fram í Hvítubók, Caragata eins og Íslendsku kanningini, vil fullveldis- uppskotið geva føroysku tjóðini stórar avmarkingar á nærum øllum økjum. Tí er neyðugt hjá samgong- uni at gera eina breiða semju innan karmarnar av ríkisfelagsskapinum. Um Tjóðveldisflokkurin ikki vil ganga við til tað, so vilja bæði Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og helst eisini Miðflokkurin tað. Og ikki at gloyma: Stórir partar av veljarum Fólkafloksins og Sjálvstýrisfloksins. So tann her nevnda breiða semjan vil umboða eina sera stóra fjøld av veljarum, ið ynskja framburð, menn- ing og vælferð her á landi- við øktum sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin. Ríkisfelagsskapurin gevur frælsi: Fyri mong er ríkisfelags- skapurin ein hornasteinur, í gevur stórar møguleikar í mun til fáar bindingar. Vit koma tí, á flest øllum økj- um, at vera meira frí og fræls innan Ríkisfelags- skapin, enn uttanfyri hend- an. Sambandsmaður? Sjálv- andi - eg vil búgva í Før- oyum! Marjus Dam, Løgtingsmaður Sambandsflokkurin - vil broytingar í ríkis- rættarligu viðurskiftunum. Ongin ivi um tað! Eftir nágreiniliga viðgerð og stórt arbeiði, kom Nýskipanaruppskot Sam- bandsfloksins. Øll tingmanning og leiðsla floksins standa aftan fyri uppskotið kannað og skrivað um. Ikki fyrr enn í 1988 fekk Gen- rikh útferðarloyvi og slapp at gera ferð til Danmarkar og Føroya. Seinni var hann aftur í Føroyum, og hann hevur eisini verið í Noregi. Genrikh Anokhin er limur í Geografiska felagnum hjá Vísindaakademii Russ- lands, Internationala aka- deminum fyri samskipan av vísindum og Handilsvirk- semi og Føroya Fróðskap- arfelag. Hann hevur givið Føroy- um umtalu, ið vit kunnu fegnast um, í heimlandi sín- um. Mangur føroyingur man minnast aftur á hugna- ligar løtur inni hjá fagnar- fólkunum Natasju og Heindriki í Moskvu. Valdemar Dalsgaard Opið bræv til Ríkisum- boðið! Sjálvstýrið skal ikki skrumblast ígjøgnum: Sum danskur/føroyskur ríkisborgari vil eg biðja tygum heit aá donsku stjørnuna um at syrgja fyri, at demokratisk mannagongd verður fylgd, nú samráðingar millum landsstýrið og rík- isstjórnina um fullveldið Føroyar skulu verða. Tað er eingin loyna, at ein týðandi partur av nú- verandi limum í lands- stýrissamgonguni hava sín politiska uppruna frá umhvørvi, sum ikki kann kallast demokratiskt, og speglast hetta týðuliga aftur íf ørda politikkin. Tað, sum danska stjórnin eigur at gera fyri sínar borgarar í Føroyum, er at tryggja, at eitt so álvar- sligt mál, sum fullveldi ikki verður skrumblað í- gjøgnum. Einaveldi: Vit kenna, hvussu Sovjet- samveldið vaks til eitt ov- urstórt risaveldi. Taktikk- urin var tann sami, sum er við at henda her í Før- oyum. Demokratiið hevði valdað í øldir í mongum av hesum londum, til brádliga ein ella onnur or- søk var til misnøgd, so kommunistarnir fingu meirilutan við eitt val. Tá vendist ikki aftur, grund- lógin var avtikin, hernað- arstjórn var útnevnd, og alt politiskt virksemi varð bannað. Um ikki hernaðarstjórn verður sett her í Føroyum, so verður grundlógin av- tikin, og allir møguleikar verða burtur at velja sjálv- stýri/samband og eingin vegur aftur til ríkisfelags- skapin, sum hevur tryggj- að okkum heimsins besta land at liva í, og vit fáa ístaðin sjálvstýri og fá- tækradømi við øllum teimum skerjingum, sum tað inniber. Tað hevði verið púra ó- hugsandi, at nakað annað norðurland vildi gjøgn- umført eina so kollvelt- andi broyting fyri fólkið, ja tikið lívsgrundarlagið undan fólkinum, uttan ein kvalifiseraðan meiriluta av fólkinum og samtykkja broytingarnar yvir tvey valskeið, bæði í tinginum og við almennari fólkaat- kvøðu. Fólkaatkvøða: Tað er eisini umráðandi, at ein fólkaatkvøða verður gjørd soleiðis, at fólkið kann taka støðu til, um tað vil loya frá Danmark ella taka undir við javnaðar- upp-skotinum við meiri sjálvstýri innan ríkisfel- agsskapin, ella at fylgja sambandsuppskotinum. Møguliga kundu teir síðstnevndu komið ásamt um eitt felags upplegg mótvegis sjálvstýrinum, so veljararnir vita, hvat teir fara at atkvøða um. Eg eri sannførdur um eitt sera vánaligt úrslit fyri samgonguna, um ein velj- arakanning var gjørd nú, har føroyingar vóru spurdir, um teir valdu sjálvstýri sum samgongan leggur upp til, ella um teir valdu meira sjálvstýri inn- an ríkisfelagsskapin, nak- að sum javnaðarflokkurin hevur skotið upp. Her eigur stjórnin eisini at ansa eftir, at alt fer regl- uliga fram við at ansa eft- ir, at fólkið fær møguleika at velja á einum greiðum atkvøðuseðli, og at bert tveir møguleikar verða, nakað sum teir omanfyri nevndu. Við hávirðing Jonhard Dahl- Jacobsen Útsøla okkara byrjar hós- morgunin 27.01. kl. 9.00 við hópin av góðum tilboðum t.d.: Til børn: Regnsett kr. 98,- kr. 98,- Oljuklæðir - arbeiðsklæðir - tuflur kr. 29,- 1/2 prís Komið og gerið kvetti! Kondiskógvar Vælkomin inn á gólvið hjá Andreas í Vágsbotni Ymiskir stivlar reststøddir til børn og vaksin Sosialurin 311820