fríggjadagur 21. januar 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 14 - 19. januar 2005
Gongur sum ætlað
verður ein stórur,
nýggjur ferðamanna-
bátur í summar at
síggja undir Vest-
mannabjørgunum.
Skúvadalsmenninir í
Vestmanna fáa vænt-
andi ein spildur-
nýggjan bát úr Íslandi
í apríl
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Báturin, sum í løtuni verður
gjørdur liðugur í Íslandi, er
knappar 14 metrar langur,
góðar fýra metrar beiður,
hevur
tvær
500
HK
maskinur og fer at taka
millum 40 og 50 ferðafólk.
Hann kostar fleiri milli-
ónir, sigur Bjarki Skúvadal
í Vestmanna, men vil ikki
siga nágreiniliga, hvør prís-
urin er.
Báturin, sum nú er á veg,
varð kontraktaður í Íslandi í
december 2003, sigur hann.
Tað hevur gingið nakað av
tíð at fáa alt í rættlag, tí
ávísar forðingar hava verið,
síðan farið varð undir hesa
verkætlanina av fyrstan tíð.
Drúgv ætlan
– Tað var soleiðis, greiðir
Bjarki Skúvadal frá, at
danska skipasýnið, sum vit
vóru undir til fyri einum
tveimum, trimum árum
síðan, góðkendi ikki glas-
trevjabátar til fleiri enn 12
ferðafólk. Hini grannalond-
ini hjá okkum høvdu ikki
slíkar avmarkingar. Men
tað hjálpti okkum einki. Vit
máttu lýða danska lóg. So
vit fingu ikki tann bátin, vit
ætlaðu okkum, tá vit ætlaðu
tað, sigur hann.
Tað er ikki tí, tekur hann
aftur í aftur. Tá Barbara,
sum Skúvadal eisini eigur,
varð smíðað í 1997, var
eingin trupulleiki. Hendan
reglan er komin síðani.
Talan er um ein trygdar-
reglu, danir hava sett orsak-
að av brunavanda, sigur
hann.
Men so varð skipasýnið
yvirtikið, og vit fingu okk-
ara egna skipaeftirlit. Sam-
an við ti stovninum hevur
so verið arbeitt fyri at fáa
reglur, sum partarnir kundu
góðtaka, og tað hevur ging-
ið væl, sigur Bjarki Skúva-
dal. Skipaeftirlitið setir
somu treytir í so máta, sum
eitt nú norðmenn og íslend-
ingar gera.
Væl útgjørdur
Nýggi báturin, sum Skúva-
dal letur smíða í Íslandi,
eitur Víkingur og er sera
væl útgjørdur. Hann er
gjørdur sum ein bussur,
greiðir Bjarki Skúvadal frá.
Eini 40-50 fólk fáa sitið
inni umborð á bátinum.
Men sjálvandi er eisini
pláss fyri øllum ferðafólk-
unum úti, tá tey ynskja tað.
Bæði á afturdekkinum, sum
er á leið líka stórt sum tað á
Barbaru, og eisini á takin-
um. So í grundini er báturin
útgjørdur sum ein opin
dupultdekkaður
bussur,
heldur hann.
Báturin er útgjørdur við
bógskrúvu, sum er ógvu-
liga hent, tá siglt verður í
gjáum og trongum sundum.
Hann
hevur
styrktan
skrokk. Og eisini er hann
væl útgjørdur við nautisk-
ari útgerð. Tveir radarar,
gps, ekkolodd og tað, sum
tørvur er á til tað brúkið,
báturin skal nýtast til. Og
sjálvandi er øll tann kravda
trygdarútgeðrin eisini um-
borð, leggur Bjarki Skúva-
dal dent á. Eisini er hann
gjørdur soleiðis, at til ber at
sita úti og stýra.
At báturin hevur góða
maskinkraft, ger hann væl
egnaðan til at klára aðrar
uppgávur enn bert at sigla
við ferðafólki undir Vest-
mannabjørgunum.
Hann
kann eitt nú leigast til
longri túrar aðrastaðni í
landinum.
Drúgvar royndir
Felagið Skúvadal, sum er
ein familjufyritøka, hevur
drúgvar royndir í hesum at
sigla við fólki Eystur undir
Land, sum teir siga. Tað
sum vanliga verður nevnt
undir Vestmannabjørgini.
Tað byrjaði eitt sindur
óskipað við at farið varð
við onkum einstøkum bólk-
um ella einstaklingum, sum
vildu sleppa at síggja lands-
lagið, greiðir Bjarki Skúva-
dal frá. Soleiðis plagdu
fleiri vestmenningar at
gera. Tann fyrsti, sum skip-
aði hesa siglingina, var
Hannis Egilsnes einafeðr í
sekstiárunum, heldur hann.
Men hann gavst skjótt, og
Fríðrikur Bláhamar tók so
táttin upp.
– Tá hann gavst, heitti
hann á meg um at fara við
onkrum bólki, hann hevði
lovað at siglt. Tað gjørdi eg
so, og soleiðis byrjaði tann
skipaða siglingin. Tað var í
1977
við
Urðardrangi,
greiðir Bjarki Skúvadal frá.
Í dag hava Skúvadals-
menninir tveir bátar. Urða-
drang og Barbaru. Víkingur
er á veg, umframt at teir
eisini eru við í eini verk-
ætlan við matstovu og
kunningarstovu, eitt so-
nevnt »turistsentur« á havn-
arlagnum Inni á Fjør í Vest-
manna. Hesin bygningurin
skal eftir ætlan standa lið-
ugur um somu tíð, sum
Víkingur er væntandi úr
Íslandi í apríl í ár.
Fyri stuttum varð 200
HK maskinan í Barbaru
skift út við eina 450 HK
maskinu, sum ger, at hon
gongur rættiliga fitt skjót-
ari enn áður.
Tað liggja ávísar treytir
við at sigla við ferðafólki
soleiðis,
sigur
Bjarki
Skúvadal. Kravið til teir
størru bátarnar er, at minst
tveir mans, har annar hevur
nautiska útbúgving, eru
við. Við Urðardrangi er
vanliga bara ein maður.
Meira verður ikki kravt, tá
12 ferðafólk ella færri eru
við.
ATLANTIC AIRWAYS
tíðindaskriv
Frá 01. januar í ár er
stjórnin í Atlantic Air-
ways mannað við tveim-
um fólkum – einum
forstjóra
og
einum
fíggjarstjóra.
Magni
Arge er forstjóri, og
Marius
Davidsen
er
útnevndur fíggjarstjóri.
Marius Davidsen hevur
starvast
sum
fíggjarleiðari hjá Atlantic
Airways síðani felagið
fór undir flúgving í 1988,
og hevur seinastu árini
eisini verið varastjóri.
Virksemið í felagnum
hevur ongantíð verið
størri
enn
í
2004.
Tilsamans flugu stívliga
148.000 ferðafólk við
flogførum og tyrlum hjá
felagnum.
Á
rutuflogførunum millum
Føroyar og umheimin
flugu
116.000
fólk,
tyrlan flutti í innan-
oyggjaflúgving
sløk
6.000 ferðafólk, og talið
av ferðafólki á leiguflog-
førum taldi 26.000 ferða-
fólk. Samanborið við
árið fyri er talan um ein
vøkstur uppá 30% í
ferðafólkum.
Flogførini hava eisini
flogið nógv farna árið í
mun til árið fyri. Tey trý
flogførini felagið eigur
flugu 4855 tímar í 2004 í
mun til 3.722 tímar við
tveimum flogførum árið
fyri.
Tjóðarflogfelagið tók
við stórum avbjóðingum
í farna ári, og útlit eru til
framhaldandi vøkstur í
2005, tí meiri flúgving
verður
á
Danmarkarleiðini, eins
og flúgvingin í Noregi
verður meiri umfatandi í
ár enn í fjør.
Skúvadal spennir seg út
Skúvadal letur ein nýggjan stóran glastrevjabát av hesum
slagnum til ferðafólkasigling smíða í Íslandi
Vanligasta siglingin hjá Skúvadal hevur hesi mongu árini verið Eystur undir Land - undir Vestmannabjørgini
Mynd: Edvard Joensen
Stjórnin víðkað í
Atlantic Airways
og met í ferðafólkum