fríggjadagur 21. januar 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 - 19. januar 2005
9
Betri marknaðartil-
gongd til ES. Nýskip-
anaruppskotið setast í
verk. Fleiri føroying-
ar á sendistovurnar
hjá dønum uttan-
lands. Hesi eru mill-
um evnini, sum
Sambandsflokkurin
vil virka fyri, um
flokkurin kemur á
Fólkating. Hósdagin
legði Sambandsflokk-
urin sína valskrá
fram.
VALSKRÁ
SAMBANDSFLOKSINS
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Sambandsflokkurin leggur
út sum eitt óløgi í valstríð-
num til Fólkatingsvalið týs-
dagin 8.februar. Listin yvir
valevni er longu klárur, og
hósmorgunin legði flokk-
urin - sum fyrsti flokkur-
sína valskrá fram.
Hóast stóri atkvøðuslúk-
urin frá seinasta fólkatings-
vali, Lisbeth L. Petersen,
ikki stillar upp hesaferð,
letur flokkurin ongan iva
verða um, at málið er at
endurvinna
fólkatings-
sessin, sum flokkurin hevur
havt síðan 2001.
Ikki heilt óvæntað er
ríkisfelagsskapurin snún-
ingspunktið í valskránni hjá
Sambandsflokkinum.
Trý høvuðspunkt
Súlurnar í valskránni hjá
Sambandsflokkinum
til
Fólkatingsvalið eru tríggjar
í tali: Ríkisfelagsskapurin,
vinnulívið og gransking.
Formaður Sambandsflok-
sins segði á tíðindafundin-
um, at Sambandsflokkurin
er framvegis einasti før-
oyski flokkur, sum bein-
leiðis berjist fyri ríkisfe-
lagsskapinum.
Í valskránni sigur Sam-
bandsflokkurin, at flokkur-
in vil nýta fólkatingssessin
til at virka fyri, at Nýskip-
anaruppskotið hjá flokkin-
um verður sett í verk.
- Danmark, Grønland og
Føroyar skulu roknast sum
javnbjóðis partar í danska
ríkinum. Øll málsøki, sum í
dag eru felagsmál, skulu
kunna yvirtakast sum før-
oysk sermál, um bara annar
parturin ynskir tað. Tó
skulu tey málsøkini, sum
hava við ríkiseindina at
gera ikki kunna yvirtakast.
Hesi eru uttanríkismál,
verjumál,
rættarskipan,
kongshús, grundlóg og
gjaldoyar, stendur skrivað í
valskrá Sambandsfloksins.
Kaj Leo Johannesen vísti
á, at eitt vælvirkandi vinnu-
lív er ein fortreyt fyri væl-
ferð í Føroyum, og fólka-
tingssessurin skal nýtast til
at geva vinnuni so góðar
karmar sum gjørligt. Hetta
skal millum annað gerast
við at betra um marknaðar-
atgongdina til ES, har mál-
ið hjá Sambandsflokkinum
er at gerast partur av teim-
um fýra frælsunum( Frítt at
flyta vørur, tænastur, kapi-
tal og arbeiðsmegi um
landamørkini, blðm)
Spurdur, hví Sambands-
flokkurin ikki hevði virkað
fyri betri marknaðartil-
gongd til ES á Fólkatingi
seinastu fýra árini, svaraðu
floksformaðurin og Lisbeth
L. Petersen, at kjakið um
ES fyrst og fremst mátti
taka dik á seg í Føroyum,
áðrenn málið kundi við-
gerast á Fólkatingi.
Sambandsflokkurin
ynskir eisini, at Føroyar
gjøgnum donsku sendistov-
urnar fáa ein virknari uttan-
ríkispolitiskan
leiklut.
Hetta skal millum annað
tryggjast við, at Føroyar
komandi árini í minsta lagi
senda 15 føroyskar ung-
dómar á sendistovur hjá
ríkinum úti í heimi.
Endamálið við hesum er
geva føroyingum upplæring
og royndir í altjóða sam-
starvi, sum teir bera við sær
heim aftur til føroyska
samfelagið, sum flokkurin
málber seg í valskránni.
Seinasta súlan í val-
skránni er granskingin.
Sambandsflokkurin heldur,
at ríkisfelagsskapurin er ein
týðandi liður í at raðfesta
granskingina í Føroyum
hægri.
Í valskránni vísir flokkur-
in á, at ríkisfelagskapurin
tryggjar føroyingum góðar
útbúgvingarmøguleikar,
sum føroyingar ikki noyð-
ast at rinda fyri sjálvir og
fría atgongd til øll gransk-
ingarráðini í Danmark.
Flokkurin heldur, at rík-
isfelagsskapuurin, vinnu-
lívið og granskingin kunnu
vera við til at skapa tann
búskaparvøkstur, sum er
neyðugur fyri Føroyar.
Stuðlar Vinstra
Undir framløguni av val-
skránni lat formaður Sam-
bandsfloksins, Kaj Leo Jo-
hannesen, ongan iva vera
um, at kemur Sambands-
flokkurin á Fólkating ætlar
flokkurin at stuðla Anders
Fogh Rasmussen og flokk-
inum Vinstra.
Kaj
Leo
Johannesen
legði kortini dent á, at
Sambandsflokkurin hevði
ongar ætlanir um at selja
seg til Vinstra, men hin-
vegin virka fyri tí, sum
tænir føroya fólki best, sum
hann málbar seg.
Ríkisfelagskapurin
tryggjar framburð
FAKTA: Fólkatingslimir
Sambandsfloksins
1906-12 Olivur Effersøe
1912-15 Andreas Samuelsen
1918-39 Andreas Samuelsen
1939-43 Jóhan M. Fr. Poulsen
1950-64 Jóhan M. Fr. Poulsen
1977-87 Pauli Ellefsen *
1988-90 Pauli Ellefsen
1994-98 Edmund Joensen *
2001-05 Lisbeth L. Petersen
*: Jóhannes Martin Joensen sat á Fólkatingið fyri
løgmenninar Paula Ellefsen og Edmund Joensen í
árunum 1981-85 og 1994-98
FAKTA: Valevnini hjá
Sambandsflokkinum
• Helgi Abrahamsen, floksskrivari, Strendur
• Hans Arne Bertholdsen, maskinmeistari, Klaksvík
• Svenning Borg, sjómaður, Vágur
• Johan Dahl, løgtingsmaður, Vágur
• Marjus Dam, løgtingsmaður, Miðvágur
• Erikka Elttør, krambakvinna, Klaksvík
• Olav Enomoto, løgtingsmaður, Vestmanna
• Atli Hansen, stjóri, Norðragøta
• Edva Jacobsen, bankakvinna, Fuglafjørður
• John Kári Jacobsen, skipari, Hvannasund
• Edmund Joensen, løgtingsmaður, Oyrarbakki
• Betta Joensen, lærari, Klaksvík
• Kaj Leo Johannesen, løgtingsmaður, Tórshavn
• Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, Klaksvík
• Marja Lamhauge, verkfrøðingur, Lambareiði
• Høgni Mikkelsen, byggimeistari, Tórshavn
• Gunnar K. Nattestad, lesandi, Sandavágur
• Bárður Nielsen, landsstýrismaður, Vestmanna
• Alfred Olsen, løgtingsmaður, Saltnes
• Marjun Olsen, sjúkrahjálpari, Øravíkarlíð
• Beate L. Samuelsen, tíðindakvinna, Tórshavn
• Jaspur Vang, løgreglumaður, Tvøroyri
• Eyðna Vidtfeldt, lesandi, Tórshavn
FAKTA: Topp 10 á Fólkatings-
valinum 2001
1) Lisbeth L. Petersen 2286
2) Edmund Joensen 955
3) Alfred Olsen 485
4) Kaj Leo Johannesen 319
5) Marjus Dam 225
6) Johan Dahl 169
7) Atli Hansen 147
8) Eivind Jacobsen 147
9) Jákup Lamhauge 133
10) Olav Enomoto 128