fríggjadagur 21. januar 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 14 - 19. januar 2005
Um man skal taka dagar ímillum hesa samgonguna og
undanfarnu, so má sigast, at høvuðsmunurin er lutfallið
millum retorikk og handling. Nógv ár hevur verið tosað
um, hvussu føroyska samfelagið átti at tikið sína støðu í
alheimssamfelagnum meira álvarssamt og at landið átti at
gjørt sína skyldu og latið eina trivaliga upphædd til menn-
ingarhjálp. Nú verður so endiliga handlað og løgmans-
skrivstovan søkir í hesum døgum eftir fulltrúa at samskipa
hetta arbeiðið.
Fólk eru á ymiskum máli um hvørt menningarhjálp skal
latast, má tí tað eru bólkar í føroyska samfelagnum, sum
ikki fáa ta hjálp teimum tørva. Tá tað er sagt, so krevst
hóast alt, at vit seta tingini í perspektiv. Eingin í Føroyum
doyr í hungri, eingin er í akuttum vanda fyri at fella fyri
eini kolerafarstótt, og ikki ganga túsundtals børn foreldra-
leys vegna kríggj og sjúku. Hóast tað eru vanlukkuligar
lagnur í Føroyum, so vilja tær uttan mun til hvussu greflig
dømi eru, fána burtur í mun til hvat meginparturin av
heimsins íbúgvum má draga seg ígjøgnum dagliga. Tí er
tað ein sjálvfylgja,at vit skulu lata eina upphædd í menn-
ingarhjálp, sum í minsta lagi svarar til upphæddina, ið
grannalondini lata. Men tað skal ikki forða fyri, at vit taka
hond um heimligar trupulleikar eisini.
Eitt er so upphæddin til menningarhjálp. Eitt annað er
mátin. Danir hava í áravís havt DANIDA. Hetta er menn-
ingarhjálp har danskar og eisini føroyskar fyritøkur eru
farnar út í heim at gera arbeiði fyri danskar pengar. Hetta
hevur m.a. givið føroyskum fyritøkum møguleika at ar-
beiða uppá ferju í Afrika og hevur eisini givið føroyskum
einstaklingum møguleikan at brúka sína vitan og sín
førleika í hesum hjálparbeiði.
Veljast kann sjálvsagt bara at lata eina upphædd til altjóða
felagsskap, sum so letur hana víðari. Hetta er ivaleyst
skilagott, tá talan er um bráfengishjálp, sum vit sóu tað í
sambandi við ræðuligu flóðalduna í Suðureysturasia
herfyri. Tá talan er um ta menningarhjálpina, sum vit ætla
at lata á hvørjum ári, tá er spurningurin, um vit ikki áttu at
umhugsað eina DANIDA-líknandi skipan, har føroyskar
fyritøkur fara fyri landsins rokning út at umvæla skip,
byggja skúlar, barnaheim ella hvat tað kann vera. Tað er
eitt sindur niðurlátandi, um føroyingar hugsa, at alt bara
gongur ein veg sum ein olmussa til fátæk lond. Gamaní er
talan um eina hjálp frá einum í heimshøpi ríkum landi til
menningarland, men sum DANIDA hevur víst, so kann
eisini ómetaliga nógv fáast burtur úr báðar vegir.
Menningarlond eru eisini potentiell samhandilslond og
útflyta stórar nøgdir av rávøru til ídnaðarlondini og kunnu
eisini hjálpa føroyskari vinnu til at gerast meira útatvent,
og eingin ivi er um, at vit kunnu læra nógv av at samstarva
og vónandi eisini í framtíðini samhandla meira við menn-
ingarlond.
Hetta er ikki minst aktuelt í hesum tíðum, har ES stuðlar
egnum landbúnaði og harvið undirminerar allan tann
traditionella útflutningin hjá nógvum menningarlondum.
Umráðandi er at vit byrja rætt og brúka so lítið av peningi
sum møguligt til óneyðuga umsiting. Umsitingarkostnað-
urin skal altíð kunna standa mát við upphæddina, ið latin
verður. Gott at skjøtil nú verður settur á og spennandi
verður at síggja, hvussu Føroyar koma at skipa sína
menningarhjálp.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Menningarhjálpin
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Petur í Gong
Formaður í Brúkaras-
amtakinum
Seinasta snaringin í málin-
um um brúkaragjaldgjald á
nýtslu av dankorti er nú av
løgnum orsøkum vorðið til
eitt trætumál millum Keyp-
mannafelagið og Kapping-
arráðið. Sjálvur hugsi eg
hví í ólukkan júst hesir
partar eru farnir at trætast
um hesi fimmti oyruni.
Hevði tað ikki verið rættari
um myndugleikarnir fingu
avgreitt málið? Hetta kundi
t.d. verðið gjørt við at slóða
fyri einari føroyskari lóg
um gjaldskort. Ella í ring-
asta føri við at biðja um at
fáa ta donsku lógina setta í
gildi her. Tí sum er, er
eingin tílík lóg galdandi
fyri Føroyar. Og tá dugi eg
ikki at síggja annað enn, at
peningastovnar og handlar
kunnu gera sum teimum
lystir.
Í donsku lógini er heilt
greitt útgreinað hvussu
gjald kann ásetast, og at
hetta gjaldið í mesta lagi
má vera kr. 0,50. Hesum
lógarteksti hava føroyskir
peningastovnar av fríðum
vilja valt at fylgja. Teir
kundu lati vera, ella teir
kundu kravt kr. 5,00. Tað
avgerða teir einsamallir.
Einasta fráboðan frá al-
mennu Føroyum um gjalds-
kort er tá Løgtingið í 1997
samtykti ríkislógartilmæli
um gomlu donsku lógina
um gjaldskort, sum setti
forboð móti brúkaragjaldi.
Hóast hetta er danskt
ábyrgdarøki, og lógin ong-
antíð varð sett í gildi fyri
Føroyar, kunnu vit siga, at
Løgtingið hevur úttalað
seg. Men peningastovnar
hava heldur valt at fylgja
nýggju donsku lógini.
Tað kann tí tykast sum
um hetta gjaldið endar sum
ein kastibløka millum skift-
andi partar í tí almenna
kjakinum heilt til tann dag,
har tann almenni myndug-
leikin ger sína skyldu, og
fær sett í gildi eina greiða
lóg um gjaldskort.
Kr. 0,50
Gjald fyri valgreinar
Tað er nú greitt, at fólkatingsval verður 8. februar í ár. Eins og tað hevur verið vanligt í tíðini fram til eitt val,
fer Sosialurin aftur hesa ferð at taka pengar fyri valgreinar, sum verða settar í blaðið.
Enn er freistin fyri at lata vallistar inn ikki lokin, men frá og við Vikuskiftisblaðnum komandi fara vit at taka
pening fyri greinar, sum beinleiðis eru tengdar at valstríðnum. Gjaldið fyri valgreinar er helvtin av vanligum
lýsingarprísi.
Sosialurin
Í kvøld verður
útgávukonsert við Go
Go Blues á nýggja
dansistaðnum Rex í
Havn
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Dagfinn@sosialurin.fo
Go Go Blues gv fyri stutt-
um út fløgu við bluestón-
leiki. Í hesum sambandi
verða útgávukonsertir og
tann fyrsta verður í Havn í
kvøld, fríggjakvøld. Henda
verður í nýggju hølunum,
ið kallast Rex. Hetta er
fyrrverandi Platform.
Fleiri
útgávukonsertir
verða næstu vikurnar kring
landið og bólkurin verður
eisini við í Prix Føroyar
kappingini.
Go Go
í Rex