Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 19. januar 2005 11 Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Semja er góð. Men tað er ikki gott at seta seg sjálvan til viks fyri at fáa semjuna Sjúrður Skaale Tey vóru helst mong, ið mundu dottið upp eftir, tá tey sóu Dag & Viku síðsta fríggjakvøld. Okkara politiski leiðari var spurdur um eina nýggja danska lóg, sum m.a. ásetir, at Føroyar og Grønland skulu eita "Kongeriget Danmark for så vidt angår Grøn- land og Færøerne", og har okkara møguleikar í framtíðini verða mun- andi skerdir. Eftir at hava malið uttanum eina løtu, og eftir at hava vavt seg uppí fleiri ósannindi, fann maðurin tann for- loysandi vinkulin: Okk- urt talar fyri at málið loysir seg sjálvt, um fólkatingsval verður út- skrivað. Tí so dettur uppskotið burtur! Ein ótrúligt statement frá einum politiskum leiðari, má sigast. Men tað gjørdist verri enn. Tá tíðindamaðurin spurdi um hann veruliga bíðaði eftir at val fór at verða útskrivað, svaraði hann, at hann ikki visti hvørj- um hann bíðaði eftir!!! Hetta helt hann helst sjálvur ljóðaði ov langt úti, so hann legði afturat, at hann eisini umhugsaði støðuna og vitaði, hvussu tingini fóru at útvikla seg! Sum um tað gjørdi tað betri... Landsins leiðari hevði altso einki boð uppá, hvussu eitt ítøkiligt og álvarsamt politiskt mál skuldi tacklast. Í fyrsta lagi vónaði hann, at tað loysti seg sjálvt! Í øðrum lagi bíðaði hann. — Hann visti bara ikki hvørjum hann bíðaði eftir! Í triðja lagi umhugsaði hann støðuna! Og í fjórða lagi vitaði hann, hvussu tingini fóru at útvikla seg! Nú loysti málið seg sjálvt í hesum umfari. Valið bleiv skrivað út. Men tað er eingin um- bering fyri tann vinglið hjá okkara løgmanni. Og hann hevur bara fingið frið í tríggjar vikur. Eftir 8. februar heldur prosessin fram. Og endamálið hjá stjór- nini verður neyvt tað sama. So situr Eides- gaard aftur har. Og tá hjálpir einki at bíða. Stríð og semja Hví kann Jóannes Eides- gaard ikki á greiðan hátt verja føroysk áhugamál? Orsøkin er einføld: Jóannes Eidesgaard vil hava semju við donsku stjórnina. Tá hann gjørd- ist løgmaður boðaði hann frá, at nú skuldi vera liðugt við saman- brestum millum Føroyar og Danmark. Nú skuldi semja vera. Tað er sjálvsagt fínt. Men gongdin í fleiri málum hevur víst, at tað at fáa semju við donsku stjórnina, er sjálvt málið hjá Jóannesi Eidesgaard. Fær hann ikki semjuna á annan hátt, er hann altíð til reiðar at bakka fyri at fáa hana. Stríð er ikki gott. Semja er góð. Men viðhvørt mást tú stríðast eitt sindur fyri at fáa eina virðiliga semju. Ert tú so altráur eftir semjuni, at tú altíð ert til reiðar at bakka, missir tú til endans teg sjálvan burtur. Tí er tað spell, at Jó- annes er so vinglutur. Spell fyri hann, tí hann hevði vunnið sær nógv størri virðing — bæði millum føroyingar og danir — um hann hart og klárt tordi at verja føroysk áhugamál. Og tað er spell fyri Føroyar, so leingi Jó- annes er løgmaður. Kann ein løgmaður bíða seg gjøgnum lívið? Richard Danielsen Øll eru vit skakað av hend- ingunum í Indonesia og har umkring herfyri. Mangur spyr seg sjálvan, um hví slíkt hendir. Til dømis var ein prestur spurdur í sjón- varpinum um hesa van- lukku, og hann hefti seg mest við hetta at vit kunnu royna at gera hvat ið vit kunnu fyri at hjálpa. Hetta er rætt, tað eiga vit at gera eftir førimuni, og tað er gleðiligt at hoyra um tað, sum verður gjørt. Men eitt annað, sum vit kunnu hugsa um, tá ið vit royna at svara spurningum, er at spyrja, hvat Bíblian sigur um hetta. Og júst hetta við jarðskjálvtum er nærliggjandi at spyrja hvat Jesus sigur. Hann tosaði nettup um jarðskjálvtar eisini. Barnið í krubbuni, sum vit eru mint so nógv á hesa seinastu tíðina, bleiv til vaksnan mann, og hann tosar um endans tíð, beint áðrenn hann fer líðingar- vegin fyri okkum til kross- in og deyðan. Í tí taluni nevnir hann m.a. hetta, at jarðskjálvtar skulu verða víða hvar. Hetta er júst tað sum hendir nú. Vit hoyra dagliga um jarðskjálvtar víða hvar. Jesus segði eisini, at hetta eru teir fyrstu verkirnir. Tað fer at versna við hesum. Spurn- ingurin kemur nú aftur, hví? Bíblian sigur, at tað er syndin, sum ger tað. Esaias profetur sigur, at jørðin einaferð skal klovna, skrædna og riða. Hon skal geva seg afturo g fram sum vaktaraskýli, hon skal sløðra, sum ein drukkin maður, og síðani sigur hann at hon skal falla og ikki reisa seg aftur. Grundin fyri hesum er, at tungt liggur misbrot hennara á henni. Esaias 24, 19–20. Á døgum Nóa hendin nakað líknandi, Jesus vísir til tað sama í somu taluni. Tá gekk jørðin undir í vatni. Les um tað í 1. Mósebók 6. kapitli. Tað gleðiliga er tó, at nú er tað bert ein synd, sum førir okkum í fortaping, og hon er tann ikki at vilja trúgva evangeliinum. Tann ræðuligi dómurin yvir alla synd heimsins tók Jesus á seg, hinar ræðuligu tímar- nar í Getsemane og á kross- inum. Hetta eru vit júst mint á á serligan hátt í 2004 við einum filmi um hetta. Hetta eru góð boð fyri tann, sum tyngist av síni synda- byyrði, og fegin vildi sloppið frá henni, til ein slíkan hava vit tey góðu tíð- indi, at hon er tikin burtur, her er bara at siga takk. Tí hevur Pætur ápostul ein so góðan boðskap, áðr- enn hann talar um tann ræðuliga dóm hesum heimi bíðar. Dómurin ljóðar so- leiðis: Men dagur Harrans skal koma – sum tjóvur; tá skulu himlarnir forganga í hørðum duna, frumevnini loysast sundur í brennandi hita, og jørðin og alt ið á henni er brenna upp. Tann góði boðskapurin ljóðar soleiðis: Harrin er ikki seinførur við lyftinum – tóat summi halda tað vera seinføri – nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vild ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvend- ing. Hevur tú vent við? Gleðiligt nýggjár. VIÐMERKINGAR Jarðskjálvtar Jón Ellendersen Fyri øld síðani, vóru føroy- ingar so dánt slopnir undan danska embætismannaveld- inum, sum fáur mundi hava nakað gott at bera. Flestu teirra virdu ikki føroyingin meiri enn kríatúrini í túnin- um, og nýttu teir stóran part av tíðini her uppi, at ríka seg sjálvar av armóð føroy- inganna. Teir hildu væl saman og syrgdu væl fyri hvørjum øðrum. Skaldsøga Williams gev- ur okkum eina ógloymandi mynd av støðuni sum hon var í fleiri hundrað ár, men hóast vit neyvan fáa armar- nar niðuraftur af frøði um, at soleiðis er ikki longur, hevði William helst skriva við somu orðum, skuldi hann lýst føroyska embæt- ismannaveldið og politik- araveldið í Føroyum 2005. Sjónvarp Føroya bar okkum mánadagin hin 17. januar eitt gott dømi um hvussu lítið embætismenn og politkarar virða tey menniskju, her búleikast. Tvær russiskar kvinnur noyddust at banka uppá hjá Jógvani við Keldu, tí onnur hevði ikki hoyrt eitt orð frá innlendismálaráðnum í 1 _ ár og hin hevði bíða rætti- liga leingi eisini. Eg meini, lat fara at málið er so fløkt fyri Jógvan við Keldu, at heilin ikki megnar at rotera nóg skjótt, men hann hevur hóast alt ein hóp av em- bætisfólki sum — um ikki annað — kundu send kvinnunum eitt stutt skriv fyri at kunna tær um gongdina í málinum. Men nei, ikki eitt orð í hálvt annað ár. Hetta er bert eitt dømi um tann margháttliga hug- burðin, sum ræður millum politikarar og embætisfólk, ikki minst í Havnar komm- unu. Tað seinasta eg veit er, at ein heil familja noyddist at flýggja til Danmarkar undan sosialu deild v.fl. stovnum vegna valdsmis- nýtslu so grova, at eingin hending í Det Gode Håb kemur uppá síðuna av tí, sum fór fram. Og sjálvandi, tá onkur politikari hoyrdi um málið lovaðu teir gull og grønar skógir, tí hetta bar ikki til, og tað skuldi fram í Løgtingið o.sfr., men einki, absolutt einki hendi. Og soleiðis er gongdin hvørja ferð tað snýr seg sum útlendingar — sjálv- andi alt eftir hvørjum landi teir koma úr, brekað og veik. Tey verða kvett av, fryst úti og kenna seg hava lítið og einki samband við "Tú alfagra land mítt". Og so var tað líka hesir ólukku embætismenn, sum fjálga um hvør annan í nú hesi nevndini og nú hesi, við lønum úr 20.000 krón- um upp í (í minsta lagið) 100.000 krónum eyka um árið, og tað samstundis sum teir fáa løn frá egnum ar- beiðsgevara fyri teir tímar, teir eru burtur frá arbeiði. Ella, sum postverkstjórin segði: "Eg haldi ikki tað bilar um eg ikki eri so nógv á posthúsinum, eg eri jú stjóri alt samdøgrið!" Hetta svaraði hann, tá hann var spurdur um hvussu hann, við so nógvum nevndar- sessum, fekk tíð at vera á posthúsinum. Jú, gamaní. Hvør privatur stjóri hevði verið stjórið leingi við has- um hugburðinum. Og so helt posverkstjórin, at 90.000 kr. eyka um árið fyri ein nevndarsess ikki var burturvið, ella sum hann segði: "Eg havi sjálvur ver- ið við til at áseta upphædd- ina!" Og meðan allir hesir em- bætismenn og politakarar fjálga um seg sjálvan og hvør annan, summir við at játta sær sjálvum glæstri- borg fyri einar 75.000.000 og ein ríviliga lønarhækk- an, ja, so mugu russisku kvinnurnar, flýggjaða fa- miljan, tey heimleysu og tey brekaðu lata seg noyða við, at sleppa at síggja myndirnar av "vælgerar- um" teirra í SVF, Dimmu ella Sosialinum. Jú, gomorin Jógvan við Keldu, málið var so fløkt, at tað ikki bar til at hava umsorgan fyri teimum kvinnunum, sum við biv- andi hjarta ikki vita, hvørt tær eru keyptar ella seldar. Men, vit kunnu ugga okk- um við, at hetta er ikki fyrstu ferð heilin hjá Jógv- an ikki megnar at rotera nóg skjótt í málum, tey í 5. flokki rokna út eftir 1/2 tíma. Men, men, eitt skalt tú tó eiga, Jógvan við Keldu, tú fekst Dan Klein at lata 10.000 kr. til Reyða Kross, meðan tú sæt uppi í inn- lendismálaráðnum og sang: "Babbar mugu ikki for- stýrast, babbar eru álitis- menn .....!" Det Gode Håb