fríggjadagur 21. januar 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 14 - 19. januar 2005
Fyrsta almenna WC í Havn
við vatnskol (træk & slip)
var sokallaða "Fredens-
borg", (húsini t.h. á mynd-
ini, niðan fyri Spari-kass-
an).
Tað var í 1920, at Tórs-
havnar kommuna fór undir
at byggja húsini, og stóðu
tey liðug í 1921.
At byrja við kostaði ein
vitjan inn á "Fredensborg"
10 oyru. Húsini vóru tikin
niður í 1957, tá hesin part-
urin av Havnará bleiv lagt
undir heilt.
Longur uppi í Niels
Finsensgøtu
síggja
vit
gamla Ebenezer og hand-
ilin hjá Hans Joensen.
Havnar leksikon:
Fyrsta almenna WC við vatnskoli
Myndin er av økinum úti í
Grind og Skálatrøð í Havn
fyrst í 1930-unum.
Fyrsta almenna rusk-
plássið í Havn var úti á
Reyni, plássið fekk navnið
"á Dunganum", sum seinni
bleiv stytt til "á Dunga".
Um aldarmótið verður
"Dungin" stongdur, og nýtt
ruskpláss letur upp úti í
Grind.
Í 1929 verður ruskplássið
úti í Grind stongt, og nýtt
ruskpláss verður tikið í
brúk á Hálsi, sum fekk
navnið "Køsturin".
Í 1941 verður "Køsturin"
latin aftur, og nýtt ruskpláss
verður gjørt yviri við
Strond, ið fekk navnið
"Buckwald".
Tá vit koma inn í 60-ini
verður Buckwald stongt, og
Ruskstøðin í Havnardali
varð tikin í brúk.
Í dag verður alt rusk í
Havn koyrt til kommunalu
brennistøðina á Hjalla.
Hendan gongdin vísir, at
ruskplássini hesi seinastu
umleið 150 árini hava ver-
ið við útjaðaran av Havnini.
Um somu tíð sum fyrsta
almenna ruskplássið var úti
á Reyni, hevði Havnin eis-
ini alment nátthús. Nátt-
húsið (ella "Bukkan" sum
tað eisini bleiv rópt millum
Havnarfólk), stóð úti í
Bakka.
Hóast Havnin í 1921 fekk
Fredensborg sum alment
WC, varð "Bukkan" ikki
niðurløgd, men heldur út-
bygd, tí í 1927 bleiv nátt-
húsið úti í Bakka tikið nið-
ur, og ístaðin varð eitt nátt-
hús bygt úti í Grind, (við
pílin á myndini), men tað
nátthúsið bleiv endaliga
stongt í 1933.
Tey, sum hava okkurt at
viðmerkja
í
sambandi
myndirnar, eru vælkomin at
seta seg í samband við
Birgar Johannessen, ið
savnar tilfar til Havnar
leksikon, á telefon 314647 /
273168.
Renovatiónsviðurskiftini í Havn