Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 19. januar 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum komu inn á gólvið á 95 ára degnum. Stóra tøkk fyri blómur, gávur, fjarrit, uppringingar og heilsanir. Vinarlig heilsan Pætur Franklin Sørensen Klaksvík 40 ára føðingardagur Fríggjadagin 21. januar verður Sigfríður Venned, Garðavegur 33, Klaksvík, 40 ár. Dagurin verður hildin á Klaksvíkar Sjómansskúla í Klaksvík frá kl. 19.00, har øll eru vælkomin. Kunngjørt verður, at kæra mamma, omma, vermamma og systir okkara Margretha Rustin Johannesen vanliga nevnd Diddan Fuglafjørður andaðist 17. januar 2005 á Landssjúkrahúsinum, 77 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Fuglafjarðar kirkju leygardagin 22. januar kl. 13.00. Poul, Alice og Gurli Í sambandi við at Heðin Mortensen hevur tikið við sum borgarstjóri í Havn, vitjar hann í hesum døgum allar stovnar í Tórshavnar komm- unu Heðin vitjaði í Býlingshús- inum inni á Gøtu týsdagin og mikudagin í seinastu viku. Í tí sambandi handaðu børnini honum eitt lítið kort. Á kortinum stóð: "Góði borgmeistari, gott nýggjár, og hjartaliga til- lukku við tí nýggja arbeið- inum. Vit ynskja, at tú skalt passa væl uppá okkum, og ansa væl eftir øllum fólkun- um í Havn. Vit ganga í skúlabólkinum, og tú var her uppi í gjár og vitjaði okkum, og tað var stuttligt at hava teg her. Heilsan frá skúlabólkinum og hinum børnunum og starvsfólkinum í Býlings- húsinum inni á Gøtu." Býlingahúsið inni á Gøtu: Borgarstjórin fekk heilsan frá børnunum Heðin Mortensen, borgarstjóri, við kortinum hann fekk frá børnunum í skúlabólkinum. Myndin er tikin mikudagin 12. januar Mynd: Jens Kristian Vang Dagurin 21. januar. Agnes, deyð umleið ár 300. Halgisøgan um Sanktu Agnes er ein av teimum elstu frá- søgnunum um blóðvitni í fornkirkjuni. Hon vildi giftast heidnum fríggjara og varð tikin av døgum. Grikst navn ið merkir: hin óspilta. Leygardagin 22. januar fyllir Jo- hannus Hammer 60 ár. Hann er føddur 22. januar í 1945 á Tvøroyri, og er sonur til Mikkjal og Hannefíu Hammer. Jóhannus er giftur við Poulu fødd Egilsnes úr Vestmanna. Saman hava tey fýra børn og 8 ommu og abbabørn. Johannus er uppvaksin á Hvíta- nesi á Tvøroyri, og eftir at hava gingið 7. flokk lidnan gekk leiðin til sjós. Fyrsti túrur hann var til skips, var sum messudrongur við Karin K. Síðani arbeiddi hann fyrifallandi arbeiði í Havn og í Íslandi. Ì 1968 fór Johannus í læru sum kokkur á Hotel Frudenlund í Køben- havn. Í lærutíðini silgdi hann eitt ár sum kokkur við Tjaldrinum millum Danmark og Føroyar. Eftir lokna útbúgving fór hann at arbeiða, sum kokkur á Søvilla Kro í København. Síðan gekk leiðin út í tí stóru verð. Hann hevur millum annað silgt uppá Vietnam undir Vietnamkrínum, Panama og India. Frá 1969-73 arbeiddi hann sum kokkur á Tulebasanum fyri Ameri- can Airforce, síðani gekk leiðin aftur til Danmarkar har hann royndi seg um Kroeigara á Bogo. Í 1976 vendi Johannus heimaftur til Føroyar og setti búgvi í Vági. Tá hann kom heim fór hann at sigla sum kokkur við Polarborg 1, og onkran túrin var hann eisini við grøndlendskum rækjubátum. Mill- um túrarnar arbeiddi hann eisini, sum avloysari á Hotel Hafnia. Johannus gavst at sigla í 1981 vegna sjúku, og valdi hann tá at fara undir útbúgvin sum koyrilærari. Tað er eisini tað sum hann starvast við í dag. Eftir at hava búð í Danmark, hevur hann keypt hús í Sandavági. Og hevur hann eisini stovna Hamm- ers koyriskúla. Vit sum kenna Johannus, ella sum tey nærmstu siga, Hannus, kunnu ikki siga annað enn at hann er ein sjáldsamur, fantastiskur, góður per- sónur. Alt ber til, hann er altíð klárur at taka eina hond í, hvat nú tað skal verða. Hann dugir alt, og er meistari á summun økjum, her meini eg við at gera mat. At hugna sær dugir hann eisini og at fortelja røvarasøgur. Har sum Hannus er er, altíð lív í og ongantíð tøgn. Eg havi hoyrt at hann heldur føðingardag í Vallarheiminum á Giljanesi leygardagin. So tað verður spennandi at vita, hvat kokkurin hevur funnið uppá. Jonhard Johannus Hammer 60 ár