fríggjadagur 21. januar 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 14 - 19. januar 2005
– Longsulin er øgi-
ligur. Eg havi tilvitað
valt at halda meg
langt burtur frá
barnatiltøkum í
býnum, um míni
børn ikki eru heima
hjá mær. Eg klári tað
slettis ikki, sigur
Heini Ziska Dahl,
sum fyri fimm árum
síðani valdi at flyta
aftur til Føroya at
búgva, meðan børnini
vóru eftir hjá mamm-
uni í Danmark
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Hóast Heini
mangan var í iva um sína
avgerð at flyta heim, so
gjørdi hann nógv fyri ikki
at setast afturá og bara
søkka í eitt dýpi av sorg og
sakni eftir sínum børnum.
Hann tykist púra greiður
yvir, at tey vóru tvey í
hjúnalagnum,
og
bæði
høvdu sín part av skuldini
av, at tað ikki gekk.
Hann sigur tó, at tað hava
verið løtur, har tað hevði
verið lætt bara at givið
henni alla skuldina, og so
var tað umskylningurin fyri
ikki at kunna virka í ger-
andisdegnum. Men hvør
hevði tá verið taparin, spyr
Heini.
– Longsulin er øgiligur.
Eg havi tilvitað valt at
halda meg langt burtur frá
barnatiltøkum í býnum, um
míni ikki eru heima hjá
mær. Eg klári tað slettis
ikki. Alt steðgar upp, sigur
Heini og fortelur um ein
dagin beint fyri jól, tá hann
var á veg til hús. Hann kom
fram við einum familju-
tiltaki í býnum, har fult av
børnum stóðu og sungu
jólasangir.
– Tað var ræðuligt, tí tað
ber ikki til at ganga framvið
slíkum uttan at hugsa um
míni børn, sigur Heini.
Hann hevur tó roynt at
síggja tað positiva í longsl-
inum. Tað hevur hann eisini
roynt at læra børnini.
– Hugaheimurin er jú eitt
stað, har børnum dámar
væl at vera, sigur Heini.
Hann heldur fram, at tá
børnini siga, at teimum
leingjast, so plagar hann at
biðja tey blunda og vita, um
tey ikki síggja pápa sín.
– Mátin at vera saman
uppá verður bara øðrvísi, tá
vit ikki kunnu síggjast
hvønn dag, sigur hann.
---
Fyri átta árum síðani fóru
Heini Ziska Dahl og kona
hansara frá hvørjum øðr-
um. Eftir at hava roynt at
fáa gerandisdagin og lívið
at virka so nøkulunda undir
teimum nýggju umstøðun-
um, gav Heini skarvin yvir
og flutti til Føroya, tá konan
kravdi
fullan
foreldra-
myndugleika og fekk hann.
– Tað var ræðuligt og í
langa tíð var alt sinnið hjá
mær í kók. Paranoian var
øgilig, og eg var fullkomu-
liga í kolkjallaranum. Men
við tíðini lærdi eg at liva
við støðuni, og í dag er tað
heilt gott – eisini fyri børn-
ini, sigur Heini, sum sær
børn síni fleiri ferðir um
árið.
Hann býr og arbeiðir í
Klaksvík, meðan børnini
búgva og ganga í skúla í
Hillerød. Tey tosa tó so ofta
saman í telefonini sum til
ber, og sambandið millum
pápa og børn tykist ikki at
líða so nógv undir avstand-
inum, sum kanska hugsast
kundi, heldur Heini sjálvur.
– Sjálvandi kundi eg
hugsað mær at verið við til
at hjálpt teimum at gera
skúlating, at fáa tey í skúla
og vera ein partur av ger-
andisdegnum, men umstøð-
urnar loyva tí ikki, so tá
Tað er ikki liðugt millum meg
– Eg eri ikki komin so langt, at eg
kann respektera hennara avgerð
um at krevja fullan foreldra-
myndugleika. So menniskjasligur
eri eg nú heldur ikki
”
Heini sær børnini hjá sær fleiri ferðir um árið. – Tað hevur mangan verið hart at siga bei, men tað er ein kunstur, sum bæði børnini og eg duga nógv betur í dag, sigur Heini Ziska Dahl
Mynd: Bárður Lydersen
– Vit hava lært okkum at síggja tað positiva í longslinum. Tá børnunum leingist illa, plagi eg at tosa við tey