fríggjadagur 21. januar 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nyttar lítið at seta seg afturá
og fella í fátt, sigur hann og
leggur afturat, at vegurin til
a t
koma so frægt til sættis við
støðuni, sum hon er í dag,
var langur og strævin, men
hann var tað verdur.
---
Heini og konan búðu í
Onglandi, tá avgerðin fall
um at enda hjúnalagið.
Hann leggur dent á, at hetta
var eitt endaligt brot frá
fyrsta degi av. Hon flutti til
Danmarkar at búgva, har
hon eisini átti dótrina hjá
teimum. Tað vil so siga, at
dóttirin ongantíð hevur havt
pápa sín heimabúgvandi
saman við mammuni og
stórabeiggjanum.
Tað, at dóttirin var so
lítil, vakti nógvar panikk-
tankar hjá Heina. Hvat nú
um hon ongantíð fór at
koma at kenna hann? Hvat
um nú mamma hennara
fann sær ein nýggjan mann,
sum hon so fór at kalla
babba og so framvegis.
Heini royndi so í knapt
trý ár at búgva í Keyp-
mannahavn, meðan tey
búðu í Hillerød, og tað gekk
eisini væl í eina tíð
Men so byrjaði tað at
ganga galið. Heini og kon-
an høvdu verri og verri við
at semjast um fleiri viður-
skifti. Heini treivst heldur
ikki so væl við at búgva í
Keypmannahavn og bert
síggja síni børn annaðhvørt
vikuskifti. Í takt við hetta
gjørdist alt meira trupult.
Heini trúði ikki sínum
egnu oyrum, tá konan til
endan kravdi fullan for-
eldramyndugleika.
– Frá einari løtu til aðra
varð eg ómyndug gjørdur
yvir fyri mínum egnu bør-
num. Tað var nakað, sum eg
ikki í mínum villasta fanta-
sii, hevði ímyndað mær,
kundi hent mær, greiðir
Heini álvarsamur frá.
Hann royndi at kanna,
hvørjar møguleikar hann
hevði. Tað vísti seg skjótt,
at kostirnir vóru tvinnir,
men hvørgin mjúkur. Um
hann noktaði at lata for-
eldramyndugleikan frá sær,
so kundi hann fara í rættin.
Tað merkti so, at hann
skuldi prógva, at mamman
var óegnað at hava børnini í
sínari varðveitslu.
– Tað visti og veit eg, at
hon ikki er, og tað hevði eg
als ongan hug til at gera.
Hartil fekk eg eisini at vita,
at eg ikki skuldi rokna við
at vinna eitt møguligt rætt-
armál, greiðir hann frá.
Tískil
varð
foreldra-
myndugleikin yvir børnini
latin upp í hendurnar á
mammuni. Heini greiðir
frá, at felags foreldramynd-
ugleiki bert er galdandi, so
longi semja er um tað.
– So longi sum man er
samdur um at hava felags
foreldramyndugleika, so er
hann har. Í somu løtu
mamman krevur fullan
myndugleika, hevur tú sum
pápi tveir møguleikar. At
lata henni hann ella at fara í
rættin. Soleiðis upplivdi eg
tað í øllum førum, greiðir
Heini frá.
Í einari desperatari roynd
upp á at fáa hana at broyta
meining,
gjørdi
Heini
greitt, at misti hann for-
eldramyndugleikan,
so
flutti hann til Føroya.
– Eg slapp ikki at síggja
børnini, tá eg vildi. Soleiðis
var tað. Ein slík støða er
lættari at góðtaka, tá tú býrt
í einum øðrum landi enn
beint í nánd av teimum,
sigur Heini og leggur
afturat, at í øllum hesum
skuldi hann sjálvur royna at
yvirliva, og tað metti hann
seg megna best heima í
Føroyum.
---
Mangan hugsaði Heini
tankan um at fara í rættin
og kempa fyri sínum børn-
um. Men hann fekk seg ikki
til tað, tí tað hevði merkt
eitt langt stríð millum seg
og mammuna, og hann er
ikki í iva um, hvør tá hevði
staðið ringast fyri.
– Børnini eru altíð ofrini
í slíkum førum, og eg eri so
harmur um, at tað ikki gekk
millum okkum, men tað er
ongin orsøk til at gera ilt
verri. Fyri tað um eg búgvi
í Føroyum og tey í Dan-
mark, og fyri tað um tað
ikki gekk millum meg og
mammu teirra, so er tað
ikki liðugt millum meg og
míni børn, slær Heini púra
fast og greiðir so við smíl-
andi eygum frá hugnaligum
løtum, sum hann hevur havt
saman við soninum og
dótrini, tá tey hava verið
heima.
Brádliga ressast hann í
sofuni og sigur, at tað hin-
vegin er eitt lítið privileg-
ium bert at fáa børnini á
vitjan í teirra frítíðum.
– Vit hugna okkum jú úr
einum enda í annan. Seint
upp og seint í song. Tey seta
dagsskránna, og alt tað
"súra" í gerandisdegnum,
noyðist mamma teirra at
fáa tey til, so tað er ikki
nógv at siga til, at tey onk-
untíð halda tað vera kulari
at vera hjá babba. Men tá
ræður so bara um at fáa tey
at síggja, hvussu deiligt tað
verður at koma heimaftur,
greiðir Heini frá.
Har
hava
hann
og
mamman hjá børnunum so
valt ein felags framferðar-
hátt. Tá tað styttist til, at tey
skulu fara til Føroya, plagar
mamman at byrja eitt hvørt,
sum tey so ikki náa at gera
liðugt. Á sama hátt plagar
Heini at byrja onkra verk-
ætlan við børnunum, sum
tey ikki fáa lidna, og so
stendur hon og bíðar, til tey
koma aftur næstu ferð.
Vegna tað at hann ikki
hevur foreldramyndugleik-
an, kann Heini tó ikki taka
nakra avgerð sjálvur, sum
viðvíkur børnunum. Tað
hevur sitið fast í honum,
men hann ber kortini ikki
agg.
– Sum foreldur kunnu vit
væl tosa saman í dag. Vit
hava jú elskað hvønn annan
einaferð, og bæði meintu
tað tá, so tað er ikki so løg-
ið. Men kortini eri eg ikki
komin so langt, at eg kann
respektera hennara avgerð
um at krevja fullan for-
eldramyndugleika.
So
menniskjasligur eri eg nú
heldur ikki, sigur Heini við
einum lítlum brosi.
---
Tað var eitt stríð hjá Heina
og børnunum at venja seg
við, at hann búði í Føroyum
og tey í Danmark. Men
Heini valdi, hóast hann var
sera bangin fyri at missa
sambandið við tey, ikki at
gera so nógv burtur úr at
greiða teimum frá, hví hann
hevði tikið ta avgerðina,
sum hann tók.
– Eg eri av tí sannføring,
at summi ting kann ein bara
tosa íhel. Eg valdi at trúgva
uppá, at tey nokk skuldi
fara at síggja, at eg ikki
rýmdi frá teimum. At tað
væl ber til at fáa tað at
fungera fyri tað, um vit ikki
búgva í sama landi. Og tað
ger tað í dag, men tað hevur
verið ein langur vegur,
ásannar Heini og heldur
fram, at panikkslignu tank-
arnir hjá honum um at
missa børnini høvdu takið í
honum longi. Men tá hann
so hevði ferðast aftur og
fram við børnunum nakrar
ferðir, og hann og serliga
dóttirin komu at kennast av
røttum, so var tað ikki so
ringt.
– Í dag er ongin ivi. Tey
elska meg, og eg elski tey.
Vit hava nógv samband,
síggjast so ofta, um vit
kunnu, so eftir umstøðun-
um er hetta ikki verri enn
ilt, sigur Heini Ziska Dahl
og fegnast samstundis um,
at hann og fyrrverandi kon-
an hava megnað at lagt
stríðið aftur um seg og lært
seg at liva við umstøðun-
um.
Nr. 14 - 19. januar 2005
15
og børnini
– Eg slapp ikki at síggja børnini,
tá eg vildi. Soleiðis var tað. Ein
slík støða er lættari at góðtaka, tá
tú býrt í einum øðrum landi enn
beint í nánd av teimum
”
y um, hvussu heppin vit eru at hava hvønn annan at leingjast eftir, sigur Heini
– Frá einari løtu til aðra varð eg
ómyndug gjørdur yvir fyri
mínum egnu børnum. Tað var
nakað, sum eg ikki í mínum
villasta fantasii, hevði ímyndað
mær, kundi hent mær
”