fríggjadagur 21. januar 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 14 - 19. januar 2005
– Tá eg lurti eftir
sanginum hoyri eg
ofta tey somu orðini
aftur, sum eg kenni
frá filmunum. Og tá
tað eru tey somu
orðini, so veit eg at
tey betýða tað sama,
líkamikið um tað er í
filminum ella í sang-
inum, sigur Tinna í
Garði Patursson, sum
gongur í 3. flokki í
Velbastaðar skúla
MÁLLÆRA
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
– Nei, tað úttalast ikki
»oransj« á enskum, men
tað eitur »órange«.
Vit eru stødd í skúlanum
í Velbastað. Tað er ein van-
ligur hósdagur. Tey flestu
skúlabørnini eru upptikin
við annað, men trý teirra úr
3. flokki eru komin inn í
eina av stovunum. Hesa løt-
una stendur hvørki rokning,
føroyskt ella kristni á
skránni. Men enskt.
Tey trý sita og blaða í eini
enskari bók um djór og litir,
har tey eftir førimuni royna
at úttala tey ensku orðini.
Tað liggur væl fyri, hóast
tey fyrst skulu hava enskt
sum lærugrein í 5. flokki,
soleiðis sum lógin fyri-
skrivar.
Enskt er jú hvørki læru-
grein fyri 3. flokk í Velba-
staðar skúla ella nøkrum
øðrum skúla. Ikki enn.
Spurningurin
er
bara,
hvussu leingi tað gongur til
hetta gerst veruleiki fyri
allar teir føroysku skúlanar.
Í dag eru tvey tíðindafólk
komin á gátt, fyri at tosa
við »brúkaran« av eini
ætlan hjá landsstýrismann-
inum í mentamálum. Gong-
ur sum hann ætlar, so verð-
ur enskt kravd lærugrein í
3. flokki, tá farið verður í
skúla eftir summarfrítíðina
næsta ár.
Nógvir
politikkarar,
skúlafólk og onnur skila-
fólk hava gjørt viðmerking-
ar til hesa ætlan. Men hvat
siga tey, sum henda ætlanin
kemur at raka?
Tað hava vit spurt fýra
næmingar úr Kirkjubø og
Velbastað um. Og teirra
meining er púra greið:
– Vit vilja fegin læra
enska málið, tí tað gevur
okkum nógvar møguleikar í
framtíðini. Uppá tann mát-
an, kunnu vit tosa við øll
fólk í verðini.
– Og vit halda ikki, at tað
fer at ganga út yvir undir-
vísingina í føroyskum máli,
sigur tey trý – Tinna í
Garði Patursson, Rannvá
Egholm,
Egi Kárason
Durhuus
og
Úlvhild
Teitsdóttir.
Gott at duga
– Tað er gott at læra tað
enska málið, heldur Tinna
í Garði Patursson.
Serliga um ein skal ferð-
ast til onnur lond. Hon hev-
ur sjálv verið uttanlanda í
Danmark og Noregi, og
hevur ikki enn havt brúk
fyri at tosa enskt har.
– Men eg haldi, at tað er
gott at duga at tosa enskt
allíkavæl, sigur hon.
Sjálv heldur hon seg
skilja enskt væl, og tað er
ikki minst orsakað av teim-
um filmunum, hon hevur
sæð. Serliga teknifilmarnir
eru henni til hjálp við
mállæruni.
– Eg hyggi eftir filminum
nakrar ferðir, so byrji eg at
skilja hvat tað handlar um.
Eg lesi so tekstin, og uppá
tann mátan læri eg at hoyra,
hvat orðini merkja.
– So aftaná eina tíð, veit
eg at tað og tað orðið á
enskum merkir tað og tað á
føroyskum
máli,
sigur
Tinna.
Hon hevur eisini lurtað
nógv eftir tónleiki, men
hevur ikki nakran favoritt-
sangara ella bólk, sum hon
lurtar mest eftir. Hon lurtar
eftir blandaðum tónleiki, og
er hetta henni eisini til stóra
hjálp at læra seg enskt.
– Tá eg lurti eftir sangin-
um hoyri eg ofta tey somu
orðini aftur, sum eg kenni
frá filmunum. Og tá tað eru
tey somu orðini, so veit eg
at tey betýða tað sama, líka-
mikið um tað er í filminum
– Skilji ikki alt!
Nú er tøknin komin so væl ávegis, at ein við DVD
kann hyggja eftir filmum uttan tekst. Ein kann
haraftrat velja um ein vil hava undirtekstir á fleiri
ymiskum málum, ella um ein ynskir at leikararnir
skulu tosa eitt ávíst mál.
Vit spurdu eisini børnini í Velbastaðar skúla, hvat
tey gera um nú filmurin ikki hevur undirtekst og har
leikararnir tosa enskt. Skilja tey nakað tá?
Tinna: – Eg fái ikki alt við tá. Men er tað eitt orð,
sum eg kanska havi gloymt, so minnist eg til tað, tá
eg nú hoyri tað í filminum.
Rannvá: – Eg dugi ofta at skilja út frá handlingini,
hvat tað handlar um. Um onkur skeldast um okkurt,
so veit eg hvat tey skeldast um, tí eg havi sæð hvat
hendi áðrenn. Soleiðis kann eg vita, hvat tey skeldast
um, hóast eg ikki altíð skilji tað sum tey siga.
Egi: – Eg skilji ikki so nógv av tí, sum tey siga.
Men um eg hyggi fleiri ferðir eftir filminum, so er tað
betri.
- Gott at kunna tosa við øll
– Tað finnast nógvar bøkur á enskum. Og tær vil eg fegin sleppa at lesa, sigur Egi Kárason Durhuus, sum her longu hevur tikið forskot uppá