Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 19. januar 2005 17 ella í sanginum. – Eg skilji tó verri enn so øll orðini. Og er tað okkurt orð eg ivist í, so spyrji eg bara mammu ella babba um tað. Og so læri eg tað eisini, sigur Tinna. Somu orðini ganga aftur Ein annar næmingur í 3. flokki, Rannvá Egholm er rættiliga samd við Tinnu í mátanum, hon hevur lært seg tey ensku orðini uppá. – Eg hyggi eftir filmun- um og lesi so tekstin eisini. Uppá tann mátan kann eg so finna útav, hvat orðini merkja, sigur Rannvá. Henni dámar eisini væl at lurta eftir tónleiki, og hevur eina songkvinnu, sum hon lurtar nógv eftir. Og við at lurta eftir tónleikinum hoyrir hon tey somu orðini aftur og aftur. – Og við tí kann eg so skilja tað, hon syngur um, sigur Rannvá. Blandaður tónleikur Einasti drongurin í hesum selskapinum, Egi Kárason Durhuus sigur seg ikki skilja so nógv í enskum, men hann hyggur nógv eftir filmi og lurtar nakað eftir tónleiki. Honum dámar best at lesa føroyskar bøkur og hann lurtar eisini nógv eftir føroyskum tónleiki. Hann hevur tó ikki nakran favoritt-sangara ella bólk, men hann lurtar eftir blandaðum tónleiki. Gott at duga mál Ein fjórði næmingur í 3. flokki er Úlvhild Teits- dóttir. Hon hevur norskt og føroyskt foreldrapar. Úlvhild hevur bara gingið í skúla í Føroyum. Heima við hús tosa tey mest føroyskt, men tað er so ikki gingið út yvir tað norska hjá henni. Hon dugir bæði málini eins væl, og tosar norskt tá hon ferðast í Noregi. Í ár eru tey farin undir at læra seg danskt. Og tá norskt og danskt liggja rættiliga tætt at hvørjum øðrum, kundi hugsast at hon ofta blandaði málini saman. Men so er ikki. – Eg havi so ikki havt ringt við at læra meg danskt. Nógv orð eru tey somu sum á norskum, so tað er ikki nakar trupul- leiki, sigur Úlvhild. Men, leggur hon aftrat, hon hevði væl tímað at lært seg norskt. Á skúlanum finnast ikki nakrar norskar bøkur, men heima hevur hon fleiri, sum hon kann lesa í. Úlvhild dugir tí at skilja, at tað er neyðugt at duga fleiri mál, hóast hon, sum nú er, má bíða líka til 5. flokk at læra seg enskt. Hon hevur tí einki ímóti at læra enskt longu í 3. flokki. – Dugir ein enskt, so kann ein tosa við øll fólk í verðini! Betri kann tað ikki sigast! - Eg vil læra meg enskt. Tað fái eg brúk fyri, tá eg fari í onnur lond. Men føroyskt er eisini týdningarmikið MÁLLÆRA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Enn er enskt ikki vorðin kravd lærugrein í 3. flokki. Men hetta hevur kortini ikki tikið hugin frá næm- ingunum at læra hetta fremmanda málið. Tinna er púra greið í síni støðu: – Eg vildi fegin lært meg enskt. Eg haldi at tað er stuttligt, tí ein kann fáa brúk fyri tí, tá ein fer í onnur lond. Hóast undirvísingin í enskum skal flytast niður í 3. flokk, heldur Tinna ikki, at hon fer at duga føroyskt verri av hesi orsøk. – Eg dugi nokkso væl føroyskt. Og eg veit, at eg hevði ikki lært tað enska málið beinanvegin. Men eg skal nokk koma at læra málið líka so væl sum føroyskt, sigur hon. Rannvá veit, at tað finn- ast nógvar góðar bøkur á enskum. Hon hevði fegin viljað dugað at lisið tær, men má bíða eitt sindur enn við tí. – Øll fólk tosa og skilja enskt. Og tað vil eg eisini, hóast eg veit at tað fer at taka tíð at læra málið. Eg læri ikki alt beinanvegin. – Sjálvt um eg skal læra enskt, so komi eg kortini ikki at gloyma tað føroyska fyri tað, sigur Rannvá. Egi er eisini spentur eftir at læra seg enskt. – Tað finnast nógvar bøk- ur og filmar á enskum. Og tær vil eg gjarna kunna lesa, sigur Egi. Hann var fyri nøkrum árum síðani og ferðaðist í Turkalandi, men tá bara ikki til at tosa við nakran, tí hann var so lítil tá. – Men eg veit, at um eg fari aftur til útlondini, so hevði eg viljað dugað at tosa enskt. So hevði eg kunnað keypt og tosa við hinar dreingirnar, eg hevði spælt við, sigur Egi. Tað føroyska verður ikki gloymt Landsstýrismað- urin í mentamál- um hevur ætlanir um at fremja broytingar í Fólkaskúlalógini við gildi frá 1. august 2006 at rokna Høvuðsbroytingarnar eru m.a. hesar: • Byrjanarundirvísi- ngin í enskum verður flutt niður í 3. flokk. Broytingarnar í ensk- um snúgva seg um at flyta ensktundirvísing- ina niður í 3. og 4. flokk. Enska málið er ein týdningarmikil samskiftislykil í al- heimsgerðingini. Har- afturat eru flestu børn kunnug við enskt mál, áðrenn tey fara í skúla. Tað kann tí tykjast nakað rangvørgt, at tey ikki fáa undir- vísing í enskum, fyrr enn tey eru komin í 5. flokk. Í flestu norður- lendsku grannalond- um okkara byrjar ensktundirvísingin fyrr enn her hjá okk- um. Eitt alment orðaskifti hevur júst verið, um næmingar fólkaskúlans eiga at byrja fyrr við enskum. Sum er, byrja næm- ingarnir at læra danskt í 3. flokki. Hildið verður ikki, at tað fer at ørkymla frálæruna í donskum ella føroysk- um, um byrjað verður við enskum í 3. flokki við 1 undirvísingar- tíma um vikuna. Ætl- anin er at hava 2 und- irvísingartímar um vikuna í 4. flokki. Enskt úr 5. í 3. flokk í verðini! undirvísingina í enskum Tríggir av næmingunum í Velbastaðar skúla sita longu nú og lesa enskt – f.v.: Tinna í Garði Paturs- son, Rannvá Egholm, Egi Kárason Durhuus. – Nei, tað úttalast ikki »oransj« á enskum, men tað eitur »órange«! - Dugir ein enskt, so kann ein tosa við øll fólk í verðini, sigur Úlvhild Teitsdóttir