Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 14 - 19. januar 2005 Tann 17. januar skriv- aðu Føroya Fiski- mannafelag og Føroya Reiðarafelag undir nýggjan tvey ára sáttmála, eftir at semingsstovnurin hevði verið uppi í samráðingunum í tríggjar dagar SÁTTMÁLI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Gamli sáttmálin hjá FF við reiðararnar varð uppsagdur til 1. desember 2004, og hini manningarfeløgini søgdu eisini sínar sáttmálar upp. Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, sigur, at samráðingarnar við reiðararnar byrjaðu 20. desember, og táverandi sáttmáli varð framlongdur, meðan samráðst varð. – Vit høvdu fleiri uppskot til broytingar í sáttmálan- um, og her var talan í flestu førum um rættingar av – eftir okkara metingum – skeivleikum í verandi sátt- mála og uppskot um at gera sáttmálan greiðari. Hann sigur, at tá ið sam- ráðingarnar byrjaðu, hevði Føroya Reiðarafelag eina røð av mótkrøvum. – Tey mest álvarsomu krøvini vóru, at fiskimenn skuldu luttaka í øktu olju- útreiðslunum, at samlaði manningarparturin skuldi minka við minkandi mann- ing, har hesi viðurskifti ikki vóru galdandi framman- undan – og somuleiðis skuldi ein møgulig kryvji- maskina hava sín part. Óli sigur, at reiðarafel- agið eisini boðaði frá, at felagið gekk ikki við til nakra broyting í sáttmál-an- um, sum fór at kosta teim- um so mikið sum eitt oyra. – Vit avvístu hinvegin at minka um partin hjá fiski- monnum við nøkrum sum helst. Semja var tó millum reið- arafelagið og øll manning- arfeløgini um at endur- skoða uppsagnarreglurnar. – Hesin spurningur varð eisini fingin upp á pláss, áðrenn farið varð í holt við hinar spurningarnar. Semingsstovnurin Óli sigur, at tá ið hinir allir spurningarnir komu til við- gerðar, rendu partarnir seg fastar, og semingsstovnurin varð boðsendur mikudagin 12. januar – bæði til sam- ráðingarnar millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag og millum Føroya Skipara- og Naviga- tørfelag og Føroya Reiðara- felag. – Vit fóru undir royndirn- ar at fáa semju beinanveg- in, meðan semingsroynd- irnar millum FSN og reið- arafelagið vórðu útsettar. Sosialurin kann upplýsa, at semingsroyndirnar mill- um FSN og RF vórðu út- settar, tí formaðurin í FSN, Ellintur Abrahamsen, noyddist avstað við Tjaldr- inum. Óli sigur, at fyrsti fundur saman við semingsmonn- unum var tann 13. januar og so aftur, 14. januar, tá ið semingsuppskot varð lagt fram. Hetta semingsuppskot vrakaði Føroya Fiski- mannafelag. – Ein nýggj roynd varð gjørd mánadagin, 17. janu- ar, og hon endaði við, at nýggjur sáttmáli varð undirskrivaður um klokkan 17 hendan dagin, sigur Óli. Hann vísir á, at tað eru ikki tær stóru broytingarnar í nýggja sáttmálanum í mun til undanfarna. – Talan er ikki um tær stóru broytingarnar, men heldur um status quo, tó við ávísum batum, sum telja meira í innihaldi enn í peningi, sigur hann. Semjan Óli vísir í fyrsta lagi á, at reglurnar um uppsøgn og endurgjald eru gjørdar greiðari, og eru nú felags fyri øll manningarfeløgini. – Við broytingunum sleppa vit vónandi undan ógreiðum viðurskiftum í framtíðini. Í øðrum lagi eru smáar broytingar gjørdar í reglun- um um reiðskap. – Tann mest ítøkiliga broytingin er, at hjá ísfiska- trolarum skulu tveir posar verða umborð í mun til tann eina, sum var nevndur í gamla sáttmálanum. Har- aftrat eru avmarkingarnar, sum nevndar vórðu fyri partrolarar, strikaðar. Í triðja lagi eru reglurnar um tollfríar vørur nú ikki bert galdandi fyri langfara- skip men fyri øll skip. Í fjórða lagi er avtalan, sum feløgini gjørdu, tá ið tey fingu eftirlønarskipan- ina, framvegis útreiðslu- neutral fyri rækjuskipini. Í fimta lagi er ásett í nýggja sáttmálanum, at fer manningin á partrolarum niður um sjey, minkar manningarparturin við ein- um fjórðingsprosenti, um skipið hevur kryvji- maskinu. Óli sigur, at henda regla tó er treytað av, at hon er galdandi fyri alla manning- ina. – Hetta kann kanska sig- ast at vera eitt afturstig, men vit halda, at hetta sam- stundis stuðlar uppundir at bøta um arbeiðsumstøðurn- ar hjá fiskimonnum, sigur hann. Fýra protokollat Aftrat nevndu broytingum í sáttmálanum, hava feløgini gjørt fýra sonevnd proto- kollat, sum eru hesi: a. Um listaprísurin á olju fer upp um kr. 2,90 í einum samanhangandi 30 daga skeiði, skulu partarnir taka upp samráðingar um møgu- ligt býti av teimum eykaút- reiðslum sum kunnu stand- ast av hesum. b. Um livur verður tikin, kunnu hvørt einstakt reiðarí og manning avtala sínámill- um, hvussu virðið av hes- um skal býtast. Her kann sjálvsagt bert vera talan um eitt betri býti fyri manning- ina fyri at eggja henni at taka livur. Í tann mun hetta eydnast, verður sjálvsagt meira til báðar partar. c. Vit hava framman- undan reglur í sáttmálanum sum siga, at manningin skal bert taka útgerð v.m. umborð, um fólkatrot er á landi til hetta. Verður hetta gjørt, skal løn gjaldast fyri tað. Hesar reglur eru nú strammaðar upp soleiðis, at tá ið skipið er í havn, skal manningin órógvast minst møguligt, tó soleiðis at neyðugt arbeiði verður útint. Umráðandi er, at fiskimenn eisini sjálvir gera vart við sín rætt, tá slík mál stinga seg upp – og sjálvsagt skal FF eisini gera sítt. d. Tað er ein gamal trup- ulleiki, sum reiðarar meta seg hava, at tá mann-ingar- talið fer niður, fer samlaði hýruparturin upp. Hetta er vegna yvirmannapartarnar, sum vaksa í prosentum, tá manningartalið minkar. Hesin trupulleiki skal tak- ast upp í sáttmálaskeiðnum við tí í hyggju fáa eina skip- an, sum er útreiðsluneutral. Óloyst mál Óli Jacobsen ásannar, at tá ið sáttmálasamráðingar eru, liggja altíð mál eftir, sum í minsta lagi annar parturin vildi havt vóru loyst – og soleiðis er tað eisini í hes- um førinum. – Men tá ið partarnir hóast alt semjast, er tað tí, at hetta er ein avtala, sum teir hóast alt kunnu liva við, sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag. Fiskimenn og reiðarar nýggjan sáttmála: Status quo - tó við ávísum batum Sáttmálasamráðingar nar millum Føroya Skipara-og Naviga- tørfelag og Føroya Reiðarafelag verða tiknar uppaftur mánadagin, 31. janu- ar, tá ið formaðurin í FSN, Ellintur Abra- hamsen, kemur í land aftur av Tjaldrinum SAMRÁÐINGAR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Regin Nónstein, sum hevur sitið í nevndini hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag síðan 1985, situr á skriv- stovu felagsins, nú formað- urin, Ellintur Abrahamsen, er umborð á Tjaldrinum. Hann sigur, at semings- menninir, Terji Sigurðsson og Jóannes Djurhuus, hava biðið partarnar halda lágan profil, meðan bíðað verður eftir formanninum – og uppafturtøku av samráð- ingunum. Regin sigur, at enn hava ongar veruligar samráðing- ar verið millum partarnar, síðan semingsmenninir komu uppí samráðingarnar. – Vit fingu ikki hildið á við samráðingunum, síðan samráðingarnar slitnaðu, og semingsmenninir komu uppí, tí Ellintur Abraham- sen noyddist avstað aftur við Tjaldrinum. Hann sigur, at Føroya Skipara- og Navigatørfelag tó hevði høvið at vera á fundi við semingsmennin- ar, har felagið kunnaði Terja og Jóannes um gongdina. Hetta var, áðrenn Ellintur Abrahamsen fór umborð aftur á Tjaldrið. – Men veruligu samráð- ingarnar verða ikki tiknar uppaftur fyrr enn mána- dagin, 31. januar, tá ið Ell- int-ur Abrahamsen kemur aftur. Nógvir fundir Regin Nónstein sigur, at hann ongantíð áður hevur verið við til so nógvar sam- ráðingarfundir sum hesa- ferð. – Vit byrjaðu at samráð- ast við reiðararnar longu í november í fjør, og eg haldi, at vit higartil hava havt einar átta ella níggju fundir, har hugt og tugt hevur verið uppá tingini, sum hann tekur til. Hóast felagið hevur lovað semingsmonnunum tøgn um samráðingarnar, staðfestir Regin kortini, at Føroya Skipara- og Nav- igatørfelag vil ikki niður í hýru. Hann sigur seg ikki duga at meta um vónirnar fyri seming, tá ið samráðing- arnar verða tiknar uppaftur. – Tað er nú einaferð so- leiðis, at reiðararnir vilja skerja hýrurnar – og tað geldir bæði í góðum og minni góðum tíðum, sigur Regin Nónstein og leggur aftrat, at felagið fer ikki við góðum at ganga við til nið- urskurðir. Samráðingarnar bíða eftir formanninum – Eg dugi ikki at meta um útlitini fyri semju, tá ið samráðingarnar verða tiknar uppaftur, 31. januar, sigur Regin Nónstein. Formaðurin í FSN, Ellintur Abrahamsen, sum vit síggja á myndini, er í løtuni umborð á Tjaldrinum – Talan er ikki um tær stóru broytingarnar, men heldur um status quo, tó við ávísum batum, sum telja meira í innihaldi enn í peningi, sigur Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiski- mannafelag