Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. november 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Køindablaði Ábyrgdarblaðstjóri Marknaðardeild: Jan Miller Jonhard Hammer j .H Bladstjøri: Dagbjørt S. Hansen Eirikur Lindenskov Blaðfólk: Internet: www.sosialurin.fo Í Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro —————— Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein Høgni Mohr Niclas Johannesen Yngd: Jákup Mork n: Postadr: Postsmoga 76, Jens Kristian Vang 110 Tórshavn Álvur Haraldsen Á Jøleken : 5 Fu Utgevari, uppseting: elefax. Så Sosialurin 3 e-mail: post & sosialurin.fo Bústaður: Lýsingar: lysing Gsosialurin.fo Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin Fitt gåva til figgjarvinnuna Oddagrein Eitt av tiltokunum í ti pappirsleysu semjuni er at lækka partafelagsskattin niður í 27 prosent. Henda ætlanin hevur til endamáls at skapa betri umstoður hjá fiskivinnuni at klára seg og at endurnýggja seg. Sambært teimum upplýsingum, sum higar- til eru komnir fram, rindar fiskivinnan lítið og einki í partafelagsskatti, men sjálvandi, um tað fer at gangast betri, so fer henda skattalækkingin at gera mun. Allir foroyingar taka undir við, at hovuðs- vinna okkara skal hava góðar karmar at virka í, so hon bæði verður livfør og burðar- dygg. Ti hava fólk einki ímóti, at partafel- agsskatturin lækkar niður í 20 prosent, tá tað snýr seg um fiskivinnuna. Men tað fer fyrst og fremst at gagna figgj- arvinnuni, um partafelagsskatturin verður lækkaður. Og spurningurin er, um tað er neyðugt at lækka partafelagsskattin, so Foroya Banki, Tryggingarfelagið Foroyar og sparikassarnir sleppa lættari. Fíggjarvinnan rindar kanska einar tveir fimtapartar av tí partafelagsskatti, sum kem- ur inn í ár. Metingarnar hjá Fíggjarmála- stýrinum siga, at inntølkan frá partafelags- skattinum fer at liggja um 200 milliónir krón- ur, so henda inntøka fer at lækka einar 50 milliónir krónur. Tað merkir, at landskassin fær einar 30 milliónir minni og kommunurnar fáa einar 20 milliónir krónur minni í skattainntoku. Tað virkar, sum um samgonguflokkarnir ikki hava tikiå við, at bæði land og kommunur missa inntoku, og at næstan bara fíggjar- vinnan fær ágóða av at lækka partafelags- skattin. Hinvegin kann hugsast, at fyritøkur, sum hava gjørt nógv fyri at sleppa undan at gjalda partafelagsskatt, fara at gjalda skatt, nú hann lækkar umleið ein fjórðing. So meira kemur kanska inn. Í ollum forum skuldi ein lækking stimbra, tí lækkar patafelags- skatturin niður í 20 prosent, hava Føroyar næstlægsta partafelagsskattin í Evropa. Bara Irland er niðanfyri. Men hugsast kann, at serliga hetta - at uppskotið gagnar næstan bara fíggjarvinn- uni og at tað hevur keðiligar avleiðingar fyri kommunurnar - fer at fáa tingfólk at venda sær burtur frá uppskotinum. Spurningurin er so, um tað ber til at differentiera partafel- agsskattin, so hann bara lækkar fyri fiski- vinnuna? Ella fer tað at vera ov torfort at umsita tvær ásetingar fyri partafelagsskatt? Allur bati betur, men sum stødan nú er, hevur ein lægri partaelagsskatur lítlan og ongan týdning fyri fiskivinnuna. Hinvegin er lækkingin ein fitt gåva til figgjarvinnuna. Sosialurin Áhugavert, ræðandi, skuffandi og at grína at Sum býráðslimur í Havn var tað rættuliga áhugavert og ræðandi at lesa blødini leyg- ardagin. Millum annað kundi tú lesa um tann destruktiva ágangin móti midstadarøki- num. Tú kundi lesa um mál, ið verða umtalað í trúnaði, men verða endurgivin dagin eftir í bløðunum. Og polit- iskar vingliskøltar stendur eisini okkurt um Fyrst tað ræðandi: Tingmenn uttan fyri megin- øki0 hava havt loynifundir, har teir hava tjakast um, hvussu teir kunnu flyta al- mennar stovnar ut å bygd. So loyniligir hava hesir fund- ir verið, at politiskir parta- menn, ið valdir eru år mið- stadarøkinum einki vita um, at tvørpolitiskir fundir hava verið. Stigtakari til hetta nýggja slag av føroyskum »luskipolitikki« er sjålvsagt Jógvan vid Keldu, býráðsfor- maður í Klaksvík Hesin borgarligi maðurin, ið plagar at harta niður á allar almennar stovn- ar (ikki teir í Klaksvík, sjálv- andi), bjóðar enntá einum nýggjum almennum starvi vælkomnum norður til sín. Hølid til hetta nýggja al- menna starv skal hansara by- ráð útvega Tað at flyta almennar stovnar út úr miOstadarøkin- um er vælsaktans politikkur, so hví ikki taka slíkt upp olitiskt. Jógvan við Keldu er valdir á ting fyri Fólkaflokk- in, so hví ikki taka spurning- in upp innan flokkin fyrst. Tað mátti verið rættari at havt ein konstruktivan útjað- ar politikk heldur enn ein destruktivan = luskipolitikk móti miðjuni av landinum. góði Ella kanska er Jógvan als ikki fólkafloksmaður og borgarligur? Nei, hann vil heldur hålsfevnast við Jó- annesi Eidesgaard, Marjusi Dam og Pálli av Reynatúgvu í onkrum skýmaskoti, fyrr har at planleggja, hvussu nógv almenn størv hann kann fáa norður til sín. Vit hava jú so ofta hoyrt býráðs- formannin í Klaksvík grátið um, hví hann ikki kann fáa fleiri almennar skattakrónur í sín kommunukassa. Hugsið tankan, um løg- tingslimirnir úr meginøkin- um (teir eru í fleirtal) byrj- aðu at føra henda nýggja tyss-tyss-luski politikkin hjá Jógvani við Keldu. Ja, kanska løgtingslimirnir úr Suður- og Norðurstreymoy saman við Eysturoyar ting- limunum komu til ta niður- stóðu, at bert eitt hospital verður av ongum, at nýggja Sandoyarferjan heldur skal sigla millum Skálafjørðin og Havnina, at tyrlutænastan skal niðurleggjast, flogvøll- urin flytast, osfr. osfr. Tankin rædir meg. Ting- limir eru valdir at umsita alt landid, men tå lokalpatriotar, eins og Jógvan vid Keldu hóreiggja sær um teir gera, burdi spurningurin, um at gera Føroyar til eitt valdømi verið uppafturtikin! Tað skuffandi: Býráðsarbeiði eigur at vera so opið sum gjørligt. Allar avgerðir, ið verða tiknar á- virka borgaran, og tí eigur borgarin, í mest møguligan mun at vita, hverjar avgerð- ir verða tiknar. Men okkurt mál kann verða av slíkum slag, at ikki er gagnligt at almannakunngera nidurstød- urnar. Tað kann vera persón- lig viðurskifti hjá borgara og líknandi. Av hesi grund hava bý- ráðslimir tagnarskyldu, og onkrir byrådsfundir verða hildnir fyri læstum hurðum. Ein slíkur fundur varð hild- in hóskvoldið. Men longu fríggjadagin kl. trý seinra- partin, kundi annað av leyg- ardagsblødunum nágreinil- iga endurgeva, hvat sagt var á tí afturlatna fundinum hjá Tórshavnar Býráð. Tað er harmiligt og bein- leiðis ábyrgdarleyst, at onk- ur politikart er so grammur at koma i blødini, at hann ikki kann yvirhalda tagnar- skylduna. Ein tagnaðar- skylda er tagnaðarskylda og skal sjålvsagt haldast! At grina at: A opna býráðsfundinum var eisini tann nógv umtalaði kálkskannarin á skránni. Ein býráðslimur hevði ynskt, at býráðið tók støðu til, um kommunukassin skuldi gjalda til tól, ið landssjúkra- húsið skuldi nýta. Fíggjarnevndin hevði við- gjørt málið áðrenn býráðs- fundin og var har einmælt mælt frá at lata stuðul vísandi til, at talan var um landsmál og ikki kommun- almál. Men á býráðsfundin- um kundu somu fíggjar- nevndarlimir nú samtykkja beint tað mótsatta. Ja, so lætt kann eitt landsmál gerast eitt kommunaltmál. So um onkur býráðslimur heldur, at ein almennur stovnur manglar eitthvort, so er bara at leggja uppskot fyri býráðið. T.d. kundi býráðið latið SvF nakrar krónur, so ensk- ur fótbóltur kann verða á skíggjanum hvønn leygar- dag. Ella býráðið kundi kanska hjålpt Heilsufrødil- igu Starvsstovuni við nýggj- ari ventilationsskipan. Kanska nýtt vaktarskip. Kanska... Nei. Býráðslimir eru vald- ir at umsita borgarans skatt- apening til at umsita komm- ununa. Tað er tí beinleiðis skeivt at krevja inn komm- unuskatt fyri síðan at gjalda fyri uppgávur, landið umsit- ur. Umráðandi er at halda fast við, at kommunuskatta- krónan bert verður brúkt til tað, hon verður kravt inn til, nevniliga at umsita komm- ununa. Skopunar bygdaráð er valt at umsita Skopun, Sandavágs bygdaráð skal hava Sandavág koyrandi, og eru vit 13 býráðslimir valdir at stýra Tórshavnar komm- unu. Vinarliga Jan Christiansen, býráðslimur Fyri árum síðan var reglu- ligur táttur í Utvarpi Føroya, sum æt >Orðabókin<. Okk- ara målprofessari Jóhan Hendrik W. Poulsen hevði her høvi til at koma í sam- band vid alt Føroya fólk mest um forkunnug orå og teirra merking ymsa staðni í landinum. Ahugin var stór- ur millum manna, og Jóhan Hendrik hevði so nógv at spyrja um og so nógv at greiða frá, at hann hálvi tím- in oftast mátti tykjast ov stuttur, eisini tí at v it ikki bara fingu at hoyra forvitn- isligar frágreiðingar um orð, men eisini tilmæli um, hvat ið var góður og rættur mál- burður. Tíverri bleiv hesin ment- anartáttur tikin av skránni; men fyri trimum árum síðan varð målrøktarliga lagt á annan bógv í útvarpinum, við tað at heilt lið av mál- kónum fólki skiftust um hvønn morgun eftir tíðind- ini kl. hålvgum átta í nakrar minuttir at hugleiða um málslig evni. Í heyst hevur útvarpið tik- ið upp ein triðja máltátt, sum tey nú kalla >Málspilla<. Í mínari læraralestrartíð lærdu vit í undirvísingini helst at taka positivt til orða, um vit vildu hava ein boðskap at rína við. Kanska halda tey í útvarpinum, at heiti sum t.d. »Målrøkt« er ov skúlalærara- ligt; men okkurt tílíkt mundu helst fleiri við mær hildið at verið líka so hugvekjandi sum heiti við »spillu«. Hetta sagt, so man tað vera ivasamt, hverja ávirkan nýggja málsendingin slepp- ur at hava. Í hesari MTV-tíð er tað heilt stutta lit- og blóð- bráið, sum er »in«. Men tå ið tit umgyrða hesa fáu sek- undini við ágangandi popp- sjarrið, og tú ikki rættiliga veitst, nær nú hesi málsligu gullkorn munnu fara og falla í oyru, mást tú sita við heilt serligum treiskni í hesum tónleikaliga andgletti og tráa eftir ælasliti. Vidhvørt fær hin málfróði orðið fyri seg longu innan tíggju minuttir yvir átta, men aðrar morgn- ar mugu hann/hon og vit onnur - ofta við sinnismuni - sita og bíða, til hon er nærri tíggju minuttum í hålvgum níggju. og langomma ára gomul. sunnudagsskúlan í Kollafirði. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at okkara høgt elskada mamma, vermamma, omma KATHIS HANSEN Kollafjørður andaðist í heiminum sunnunáttina 14.11.1999, 76 Jarðarferðin verður kunngjørd í útvarpinum. Børnini við Amilju Tey, sum vilja minnast Kathis, kunnu geva eina peningagåvu til um, kunnu tit ikki lata okk- um, sum hava åhuga fyri móðurmálsviðgerð, fáa hesa løtuna t.d. beint aftaná eyð- kennisljóðið eftir tíðindini? Ólavur Hátún