týsdagur 16. november 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 218 - 16. november 1999
tíðindablaðið
Tosið er farið
av sporinum
Marjus Dam sigur, at fundirnir millum útjaðamtingmenn
aldri hava havt til endamáls at stinga tingmenn í ryggin,
men heldur at finna út av, hvórjir trupulleikarnir í
útjaðannum eru
JOHN JOHANNESSEN
Mær vitandi hava bert
tveir fundir verið millum út-
jaðaratingmenn. Endamálið
við hesum fundum hevur als
ikki verið at stinga tingfólk
í útjaðaranum í ryggin, men
heldur at finna eina loysn á
nøkrum trupulleikum.
Marjus Dam, tingmaður
Sambandsfloksins úr Vág-
um, heldur tosið um hesar
fundir vera farið av spori-
num, nú tingmenn alment
verða skuldsettir fyri at hava
ført undirgravandi virksemi
móti fólkaríkasta økinum í
landinum.
Greina trupulleikarnar
— Eg havi sjálvur bert verið
við til ein av fundunum, og
mær vitandi hava bert tveir
slíkir fundir verið, sigur
Marjus Dam. Hann greiðir
frá, at fundurin, hann var á,
hevði eitt høvudsendamål,
og var hetta at greina trup-
ulleikarnar hjá útjaðaran-
um.
Marjus Dam sigur, at
fundurin, hann var á, ikki
var nakar loyniligur fundur,
men ein fundur, har ting-
menn møttust at eta døgur-
ða saman. A fundinum varð
tosað um at seta orð á trup-
ulleikarnar hjá útjaðaran-
um.
— Vit vidgjørdu í álvara,
hvussu finnast kann út av,
hverjir trupulleikarnir hjá
útjaðaranum eru og um tal-
an er um somu trupulleikar,
ið ganga aftur í øllum út-
jaðaragkjunum, ella um tal-
an er um ymiskar trupul-
leikar fyri ymisku útjaðara-
økini. Ætlanin var als ikki
at stinga onnur tingfólk í
ryggin. Hildið varð bert, at
útjaðaratingfólk eru næst
trupulleikunum í útjaðara-
økjunum, og tí var tað skila-
gott at hesi tingfólk møttust
til at kjakast um hendan fel-
ags trupulleika.
Landstrupulleiki
Marjus Dam sigur, at eftir
hansara tykki, eru trupul-
leikarnir í útjaðaranum ein
landsumfevnandi = trupul-
leiki, og tí skulu miðstaðar-
tinglimir sjálvsagt vera við
at loysa hendan trupulleika,
og tað væntar hann eisini,
at teir fara at gera sítt besta
til.
— Eg haldi als ikki polit-
ikarar í miðstaðargkinum
vera fíggindar fyri útjað-
aran. Tvørturim6ti haldi eg,
at hesir duga at síggja trup-
ulleikarnar í útjaðaragkjun-
um, og eg vist ikki í, at teir
eisini eru góðir vinir fyri
útjaðaran.
Útjaðaratingmaðurin úr
Vágum vísir á, at endmálið
við fundinum var at fáa
greiðu á trupulleikunum, so
allir tinglimir í felag kunnu
loysa teir, tá funnið er út av,
hvussu hesir trupulleikar
møguliga kunnu loysast.
Men hvussu heldur Mar-
jus Dam, at trupulleikarnir
í útjaðaragkjunum frægast
kunnu loysast?
— Eg haldi haldi ikki, at
tað er gott at veita útjaðara-
num serligan stuðul. Heldur
eigur at verða hugt at ym-
iskum vinnumøguleikum,
10 tad å ein ella annan hått
ber til at studla at seta i
gongd. Men beinleidis stud-
ul til útjaðaran haldi eg ikki
eigur at koma upp á tal.
Marjus Dam vísir á, at
hóast nógvir fyrimunir eru
í miðstaðargkinum, hvat ar-
beiði og peningi viðvíkur,
so eru aðrir fyrimunir við
høgum virði í útjaðaragk-
junum, og sipar hann til ta
vøkru náttúruna, friðin og
tryggleikan.
Móti skrivinum
Dimmalætting visti leygar-
dagin at siga frá einum
skrivi frá Jógvani við Keldu
til tingmenn úr útjaðaragk-
junum. Í hesum skrivi verð-
ur millum annað sagt, at
ætlanin er at seta á stovn
eina útjaðaraskrivstovu, har
eitt fólk við serkunnleika
skal arbeiða við at finna út
av, hvussu almennir stovnar
kunnu flytast úr høvuds-
staðnum og út til útjaðara-
økini.
Hetta skriv sigur Marjus
Dam seg als einki vita um.
Hann visir å, at eftir hansara
tykki er tosið um loyniligu
samgonguna hjá Jógvani
við Keldu farið av spori-
num. Men er talan veruliga
um eitt slíkt skriv, so tekur
hann als ikki undir við tí.
— Trupulleikarnir hjá út-
jaðaranum mugu allir pol-
itikarar loysa í felag, sigur
hann.
Nymotans
klæði úr ull
PAU er heitið á klædnamerkinum,
sum Anna P. Mortensen og Dania P.
Danielsen tilevna.
Ahugin var stórur, tá
klæðini vóru sýnd fram
mentunarnáttina, á eini mót-
asýning í Fóroyahúsunum i
Keypmannahavn. Tilfarið er
tað sama, sum hevur verið
brúkt í øldir, men sniðið er
nýtt, tað er egið og originalt.
Ur reinari føroyskari ull -
stundum sett saman við gðr-
um náttúrutilfari, eitt nú líni
- eru pløggini i tråd við tíð-
ina í dag, ein tíð, har hug-
takið náttúra manga staðni
er vorðið samlíkt við marg-
læti, serstakliga í stórbýn-
um, har eitt nú rein luft og
grønt gras ikki er nakar
sjálvsagdur lutur.
Eyðkent fyri stílin, sum
PAU umboðar, er valið av
tónleiki á áðurneyndu móta-
sýning, sum byrjaði við ein-
um kævði og endaði við
einum teknolagi hjá MC
Hár. Stílurin vísir bæði aftur
og fram í hesi gldini, sum
nú skjótt er at enda. Træðrir
úr Charleston, íblandaði
streetwear og hippi, knýttir
saman í føroyskari ull.
Nú verður aftur høvid at
uppliva PAU í samband við
jólamarknaðin, sum verður
í Fóroyahúsunum á Vester-
brogade 17 A sunnudagin
tann 21. november. Tvær
mótasýningar verða, hin
fyrra klokkan 15.30 og hin
seinna klokkan 17.30.
Í |
Th.
— Teir trupulleikarnir, ið útjaðar hevur at dragast við, eiga at verða loystir í felag av
øllum tinglimum, sigur Marjus Dam, ið sjálvur hevur verið við á eimm av fundunum
hjá Jógvani við Keldu
LR.
Iv
GQ Ivan Johansen Bilar
FÅ
MITSUBISHI
Mercedes-Benz OR
Brúktir bilar til solu
Verksmiðumerki.— | km. | mån. | árg. | saluprísr |
[Wisubish Lancer 1.80. 178.000" Mai | 1988 | 35.000.
[Ford Mondeo 134.500 | Anr. (1996 | 134.000
[Citroen 2X 1.90 Diesel [109.000 | 11992 | 88.000
[sub Carisma 1,8" 49.000" Juni | 1996 | 135.000.
[VW Gol 1.8 (msýnaður) 132.000 | Maí | 1992 | 88.000,
[oyela Carina 1.184.000 | Sept.| 1990 | 50.000.
[oyela Carina Z,0XLI 1 133.000 | 11891 | 80.000
[Toyela Carina 99.000 | Sept.[ 1996 | 128.000,
[Misubish L300 Diesel. 230.000” | Mal | 1989 | 25.000
MG rest xå TD (137.000 | Júl. | 1982 | 77.000.
Bilasølan er
opin vanligar
dagar frå
un ML 08.00
Vælkomin til — til 17.00
re D PÅ
76 lv han:
GQ Ivan Johansen Bilar
Hoyviksvegur 63 - FO-100 Tórshavn - Tel. 313666 - Fax 310866
Vit hava eisini fleiri aðrar
brúktar bilar á goymslu
Sosialurin - Tel. 311820