Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. november 1999síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið Nr. 218 - 16. november 1999 Nýggja Krúnborg er hildin aftur í Noregi Ejler Jacobsen og norska skipasmiðjan em blivin ósamd um sáttmálan og Krúnborg sleppur ikki úr Noregi, fyrrenn semja er fingin ílag ímillum partarnar. Sakfórarar arbeiða nú við málinum fullkomliga tikið glansin av tí. sum skuldi Á Tad er ikki so langt sidani,at ein glaður Ejler hcobsen varð amyndaður fummanfyri nýggju, stásiligu Krúnborg. Men nú er hátíðarlámurin vendur I harm, ósemju og eitt togarí ímillum sakførarar. Sjálvur orkaði Ejler hcobsen ikki meiri, men rýmdi til Danmarkar undan øllum. Hetta hevur verða ein a størstu dógunum í hansara lívi, sigur ein ógvuliga vónbrotin reidan úr Danmark KI BERTHOLDSEN Hon skuldi koma fyrstu vik- una í november. So skuldi hon koma fríggjadagin. Men sunnudagin var tað so heilt vist, at hon skuldi k« ma, at havnarfólk høvdu vundið merkið á stong at heilsa henni vælkomnari. Men enn er nýggja Krún- Ak! BERTHOLDSEN - Hetta hevur fullkomi- liga tikið hátíðardámin av ollum. Ejler Jacobsen, reiðari í Havn er ógvuliga vón- brotin av framferðini hjá norsku skipasmiðjuni. sum hevur smíðað nýggju Krúnborg Sum tað sæst á greinini omanfyri, hevur ósemja tikið seg upp í samband við sáttmálan um bygg- ingina av nýggju Krún borg, og norska skipa- smiðjan vil ikki lata hana sleppa til Føroyar, fyrrenn ósemjan er loyst borg hjá Ejler Jacobsen ikki komin Ti enn liggur hon bundin við bryggjuna hjá Vestcon skipasmiðjuni í Ølensvåg, har hon er smíðað. Og sum stødan var á mi- degi í gjár, var tað ongin sum kundi siga nær, hon kemur. Annars er hon siglingar- klár og kundi loyst, nær tað — Hetta hevur fullkomiliga tikið hátíðardámin av tí. sum skuldi verða ein stórur dagur, sigur Ejler Jacobsen. Hann sigur, at hýrurin nú er langt frá tí, hann var tá ið hátíðarhald var fyri veitslu- klæddum fólki, tá ið Krún- borg varð doypt. Annars sá alt so bjart út, og so seint sum mikudagin, hevur Vestcon skipasmiðj- an lýsing í norska blaðnum Fiskaren, har hon takkar fyri sáttmálan og ynskir reiðara og manning tillukku og góða eydnu við nýggju Krúnborg. Men hesi góðynski held- ur Ejler Jacobsen lítið um. — Eg havi havt skip í yvir skuldi verið..... Hildin aftur í Noregi Orsøkin til, at Krúnborg ikki er komin enn, er, at 6- semja hevur tikið seg upp ímillum reiðaran, Ejler Jac- obsen, og leiðsluna á norsku skipasmiðjuni. Og fyrrenn tann ósemjan er loyst, vil skipasmiðjan ikki lata Krúnborg sleppa Jacobsen ógvulig 30 ár. Og eg havi eisini smíðað skip. — Men eg havi ongantíð verið úti fyri nókrum líkn- andi, sigur hann. Hann sigur, at krøvini frá norsku skipasmiðjuni taka grundarlagið undan sáttmál- anum um nýggju Krúnborg og á miðdegi í gjár visti hann ikki, hvussu alt fór at verða, tí tá var ongin loysn í eygsjón. Í sera góðum standi Ejler Jacobsen sigur, at gamla Krúnborg er í sera góðum standi. — Ongin hjålpimotorur er eldri enn fýra år. Frystaríið er eisini nokk so nýtt og frá kei. Osemjan er um sáttmálan, sum á sinni varð gjørdur ímillum Ejler Jacobsen og norsku skipasmiðjuna um at byggja nýggju Krúnborg. Nýggja Krúnborg kostar um 120 milliónir krónur. Eginpeningurin er 30 milliónir. Felagið Vik Sand- vik, sum hevur teknað Krúnborg, eigur ein triding somuleiðis alt á brúnni. Nýggjur kraftblokkur, sum er tvær ferðir so stórur sum tann gamli, er settur í, og lossipumpan er nýggj. --Men hon er 27 ára gom- ul, og tá kann altíð okkurt vera at finnast at hjá klass- anum. — Men vit hava hildið okkara skyldur og vit ætla ikki at biðja klassan koma umborð einaferð afturat. Sjálvur orkar hann ikki at togast við norsku skipa- smiðjuna longur og hann er rýmdur til Danmarkar und- an øllum. Men hann er ikki tann einasti, sum er rymdur. Tí nógv av teimum, sum av eginpeninginum, tvs. 10 milliónir. Hinar 20 milliónirnar skuldi Ejler Jacobsen sjálv- ur seta í. Men eftir sáttmálanum skuldi gamla Krúnborg verða parturin hjá Ejler Jac- obsen av eginpeninginum. Avtalan varð, at Vestcon skipasmiðjan skuldi yvir- taka gomlu Krúnborg fyri høvdu ætlað sær at siglt heim við nýggju Krúnborg, vóru heim leygardagin. Og nær havnarfólk so loksins sleppa at flagga liggur so- statt enn úti í tí Óvissa Ejler Jacobsen hevur ongantíð verið úti fyri slíkum atburði, sum norska skipasmiðjan hevur víst ímóti honum. tær 20 milliónirnar, sum Ejler Jacobsen skuldi reisa. Sostatt skuldi allur egin peningurin upp á 30 milli ónir verið goldin. Treytin fyri at yvirtaka gomlu Krúnborg var, at hon hevði full klassapappir. Og tað hevur hon, sigur Ejler Jacobsen. - Men nú er tað ikki nóg mikið fyri skipasmiðjuna, tí nú krevur hon nógvar aðrar treytir uppfyltar. M.a. krevur hon, at Krún borg verður klassa einaferð afturat. Ejler Jacobsen sigur, at hetta kravið kom brádliga komið undan kavi, beint eftir dópin 30. oktober. Vit høvdu hoyrt okkurt graml beint uppundir dópin men vit kortini ikki hava tann minsta illgruna um, at tað fór at blíva so galið. Onki sum eitur Ejler Jacobsen sigur, at hetta er púra greitt í stríð við sáttmálan ímillum seg og norsku skipasmiðjuna. Tí eftir tí sáttmálanum var kravið, at gamla Krúnborg skuldi hava full klassapapir. Tað stendur onki um, at hon skuldi klassast av nýggjum. Ejler Jacobsen sigur, at hann nú hevur latið málið upp í hendurnar á sakførara. Nidurstødan hjá sakfør- ararnaum er greið. Og hon er, at vit skulu ikki slaka fyri norska krav- inum. Reiðarin sigur tiskil, at hann fer ikki at biðja klass- an sýna gomlu Krúnborg einaferð afturat. - Eg fari ikki at biðja klassan eftirkannað, um ar- beiðið, sum teir hava gjørt frammaundan umborð á gomlu Krúnborg, er nóg gott, ella ikki. Hann leggur afturat, at av tí, at gamla Krúnborg hevur full klassapappír, er tað ógvuliga ivasamt, um klass- in yvirhøvur er sinnaður at sýna hana einaferð afturat, fyri líkasum at eftirmeta sítt egna arbeiði. Nú hevur reiðarin so latið málið upp í hendurnar á sakførara, sum so skal royna at greiða málið, sam- an við skipasmiðjuni.