Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. november 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 218 - 16. november 1999 Stutt av stoðini tíðindablaðið HOGNI MOHR Ferdslustødan batnar Sunnumorgunin endaði grein 13 átakið hjá løgregluni. Seinasta samdøgrid vórðu kanningar gjørdar við smiðjuna hjá Landsverkfrødinginum norðan fyri Kjalnes. Skamt frå Anni Svørtu stóð svartklædda løgregluf6lkid og steðgaði akførum. Skrivikrampi varð ongin Teir 27 bilarnir, ið vórðu kannaðir. vóru í fínasta standi, og allir førararnir sótu spentir við koyrikorti uppi á sær. Frá tórsdegi til leygardag steðgaði løgreglan 477 akførum, og í tí sambandinum skrivaðu logreglufólkini 46 frágreiðingar. Talan var í størsta mun um ljósbrek og vantandi koyrikort í akførunum. Onkur noyðist kortini at bóta fyri slitin dekk og fyri at hava ov stóran skund. Ferðsluóhapp í Havn Fríggjadagin hendu tvey smærri ferðsluóhapp í Havn. Hóast t ert msi | materiellan skaða. verður sagt av løgreglustødini, at tað er púra rætt at boða tc Kemur tað seinni til skarpskeringar millum tey, sum hava rent samar ott at tilburø er skråsettur hjå løgregluni Kiubbaklandur Leygarmorgun varð løgreglan boðsend úr einum klubba í Havn. Ein maður hevði fingið nevan, og fyribils urslitid var ein brotin framtonn. Ongin varð handtikin, men løgreglan kennin illgerdarmannin og hevur skrivað frágreiðing um málið. Hin órættaði hevur meldað tilburdin, og maðurin, sum slóð, kann vænta sær at verða skuldsettur fyri harðskap Eisini skal hann óivað rinda fyri arbeiðið at endurnýggja tanngarðin hjá tí órættaða Fýra fullir fullu Fullur. fylri, fylstur. Fýra mans mistu av álvara fótafesti í vikuskiftinum. Hvorki hálka ella brattlendi var orsøk til knæføllini, men skilaleys alkoholnýtsla. Tveir teirra vóru so mikið fjarir, at løgreglan noyddist at taka teir við í brummuna at sova promilluna av sær Tveir aðrir, sum lógu á gøtuni sunnumorgunin, vóru eitt sindur birgari tá avtornaði Annar varð koyrdir til húsar í løgreglubili, meðan hin varð purraður út og fór til gongu púra av sær sjálvum WW Golf við lyklum Sunnudagin sóknaðist fólk við Landavegin eftir einum bili. Bilurin, ein bláur Golf, var tikin úr Fríðriks Petersens gøtu sunnunáttina. Tað loysti seg at eftirlýsa bilin í útvarpinum seinnapartin. Stutt eftir varð boðað frå, at bilurin stóð í Dungagøtu, skamt haðani. Hann hevði ongan skaða fingið á ti 200 metra langa túrinum, og lyklarnir stóðu framvegis í. Kannar koyriførid Grein 13 átakið er sum kunnugt at enda komið. Men jólini nærkast í hvørjum. Um stutta tíð fer løgreglan í hernað móti rúsdrekkakoyring. Jólaborðhaldini, sum serliga eru í høvudsstadnum, eru mong og stuttlig. Mangan verður eisini dúgliga drukkið. Men løggan er til reiðar á vegunum. Tey fáu, sum ætla sær at koyra ávirkað skulu vita, at tey seta koyrikortið í veð. Løgreglan fer at leggja sera stóra orku í at kanna koyriførid komandi tíðina. Tok 413.000 krónur I morgin fer Føroya Rættur undir at viðgera sakar- málið móti fyrrverandi starvsfólki í Statens Luft- HOGNI MOHR Í fýra ár hevur ein 46 ára gomul kvinna eftir llum at dóma framt figgjarsvik móti arbeiðsgevara sin, Statens Luftafartsvæsen í Vágum. Í tíðarskeiðinum 1992-96 hevur eydnast henni at lirka 413.000 krónur úr skipanini og í egnan lumma. Kriminal- løgreglan er lidug at kanna málið, og í farnu viku varð ákæruritið latið fútanum. Málið kemur fyri í Føroya Rætti i morgin klokkan 9.30. Hin åkærda, ið hevur játtað seg seka, er ikki handtikin, tí løgregla og ákæruvald ikki halda vanda vera fyri, at hon fer at rýma ella ávirka vitni. Sagt verður eisini, at stór- ur partur av kanningar- arbeiðinum bart út sagt er pappírsarbeiði. Kvinnan er kortini avhoyrd og hevur sambært ákæruvald- inum víst góðan samstarvs- vilja. Grannskoðan feldi kvinnuna Sambært åkæruritinum hev- ur kvinnan m.a. tíkið kekkar og reiðan pening. stungið í egnan lumma og eisini flutt partar av hesum upphædd- um á egna konto. Orsøkin til, at undandrátturin kundi fara fram í fleiri ár, verður hildin at vera, at kvinnan so at síga sjálv hevði ábyrgd- ina av eftirlitinum. Málið tók seg upp í okt- ober í fjør, tå innahysis grannskodan visti, at rokn- skapurin ikki passaði. Tá varð málið latið løgregluni, sum hevur kannað málið síðani. Kvinnan fekk sekk- in alt fyri eitt. Í slíkum málum hevur støddin á upphæddini stóran týdning í sambandi við revsingina. I 1997 fekk fyrr- Panasonic GD 30 3.290,- fartsvæsen i Vågum. Hin åkærda hevur jåttad seg seka verandi stjórin á Bileftir- litinum 18 mánaða fongs- ul fyri at hava tikið knappa millión til sín sjålvs í einum 5 ára skeiði. IS. Radio Fartelefoni ' Taube IR