týsdagur 16. november 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 218 - 16. november 1999
tíðindablaðið
Euro 2000 - seinastu dystirnir
19
Sensationin lúrir
Fótbóltur: Við einum óvanligum máli syrgdi Vitaliy Ko-
sovsky fyri mest óvæntaða úrslitinum leygardagin, og
standa slovenar nú við góðum kortum á hondini, tá teir í
morgin skulu royna seg á útivelli móti Ukraina
JÁKUP MORK
Slovenia — Ukraina 2-1 (0-
1)
Tá lutur var kastaður um,
hvør skuldi leika móti
hvørjum í play-off dystun-
um, tóktist hesin dystur at
vera tann, sum hevði minst-
an áhuga millum manna.
Eftir dystin leygardagin er
nógv broytt í so máta, og
meðan Danmark og Ong-
land hálva vegna hava
tryggjað sær luttøku, er
framvegis púra opið, hvort
tað verður Ukraina ella
Slovenia, ið skulu spælu um
heiður og æru komandi
summar.
Sum væntað
Dysturin byrjaði rættuliga
varilsliga frá báðum pørt-
um. Ukraina vildi helst
royna at lokka slovensku
leikararnar langt fram á
vøllin, soleiðis at rúmd varð
skjótu mótálopunum, sum
ukrainar við tíðini eru
vorðnir kendir fyri. Slov-
ensku leikararnir høvdu tó
ongan hug til at lata verjuna
ov nógv upp, og tískil varð
talan um eina rættuliga lin-
liga byrjan, har fáir mál-
møguleikar vóru, og har
bólturin meginpartin av tíð-
ini var trillaður runt á miðj-
um velli.
Eitt sindur av lívið kom
tó í dystin, tá toppskjúttin í
Italsku 1. deildini, Andriy
Shevchenko, við hælinum
snýtti ein verjuleikara, og
við vinstra beinið sendi
bóltin upp í handara mál-
horn. Ein sonn perla av ein-
Ikki gongur altíð sum
prestur prædikar. Tey
flestu høvdu roknad við
sigri til Ukraina, men tað
vildu Slovenar ikki
hoyra talan um. Við
einum løgnum máli stutt
fyri leiklok vunnu teir
dystin 2-1. Um tað er óg
mikið undan
returdystinum er kortini
rættuliga óvist
um máli, og við hesum
skuldi ein kanska hildið, at
dysturin var avgjørdur. Uti-
liðið kundi nú leggja seg
aftur at verja og dúva upp á
vandamiklu kontraáopini,
har Rebrov og Shevchenko
lógu einsamllir frammi á
vøllinum.
Einki mål kom afturat i
fyrra hálvleiki, og fótbólts-
serfrødingar kring allan
heim mundu ivaleyst vænta,
at Ukraina nú var komið
meira enn hálva leið til
endaspælið komandi ár.
Snaraði 180 stig
Seinnu 45 minuttirnir
prógvaðu tó, at tað ikki er
altíð, at sonevndu serfrødi-
ngarnir fáa rætt. Slovenar
royndu frá byrjan av seinna
hálvleiki at trýsta mótstøð-
uliðið, og trýstið gjørdist
bara stórri, eftir at ukrainski
liðformaðurin, Parfiniov,
fekk annað gula, og harvið
reyða, kortið, eftir at einans
8 minuttir vóru leiktir av
seinna hálvleiki.
Eftir eitt innkast í vinstru
síðu, har Kosovsky fór púra
skeivur av bóltinum, kundi
altíð vandamikli Zlahovic
langa bóltin í málið, og
framvegis var hálvur tími
eftir at spæla.
Ukrainsku 6 leikararnir
vóru trýstir alsamt longur
aftur á vøllin, men líkt var
til, at teir hóast hetta skuldu
megna at halda fast um
javnleikin, men tá einans 3
minuttir vóru eftir, var galið.
Talan var annars ikki um
nakra vandamikla stóðu, tá
ukrainski málverjin, Shov-
kasimir fór oman í vinstra
borð eftir bóltinum, men tá
hann skuldi senda bóltin yv-
ir á hina hálvuna rakti hann
ikki nóg væl, og bólturin
endaði hjá Acimovic, sum
úr 45 metra fjarstødu kundi
senda bóltin í tóma málið.
Vænta 3 leikarar
Talan kann nú gerast um
eina sera trupla uppgávu hjá
ukrainum, tá teir í morgin
skulu royna seg á heima-
vølli móti Slovenia. Ístaðin
fyri væntaðu leiðsluna eru
teir nú aftan fyri við einum
máli, áðrenn dysturin byrj-
ar, og harumframt mugu teir
helst vera 3 av mest royndu
leikarunum fyri uttan.
Vanligi = liðformaðurin,
Oleg Luzhny, var ikki við í
Slovenia, orsakað av skaða,
og ivasamt er, um hann
verður klårur til seinna dyst-
in. Harumframt fekk Ukra-
ina enn eitt reytt kort í sein-
asta minuttinum, tá Andeiy
Husin heldur óneyðugt
jarðlegði mótstóðuleikara á
miðjum velli, og eru sostatt
tveir leikarar raktur av kar-
antenu.
Ukraina er tó framvegis
at meta sum favorittur, ikki
minst tí teir hava fingið eitt
týdningarmikið útivallar-
mál, men dysturin tykist nú
at gerast nógv meira spenn-
andi, enn frammanundan
mett.
— Tað hevdi verid stuttligt um vit vunnu 6-0 í Ísrael, segði Bo Johansson undan dyst-
inum seinnapartin leygardagin, men tað var so langt frá, at hann heyði mknað við,
at ynski fór at ganga út, segði hann smílandi aftaná dystin
Atgongumerkið so
gott sum heima
Fótbóltur: Danir vóru fegnir at teir sluppu at spæla móti
Israel, men fáur mundi vænta, at teir skuldu fara at vinna
so nógv
SVEINUR TRÓNDARSON
Ísrael-Danmark 0-5 (0-2)
Danir kundu neyvan ynskt
sær betri byrjan enn hana
teir fingu í útidystinum í-
móti Ísrael í kvalifikatións-
dystunum til EM 2000.
At koma framum á úti-
velli longu eftir hålvan ann-
an minutt er ikki hvørs-
mansføri, og tað var stórt
sæd tad, sum danir høvdu
tørv á fyri at fáa tað spæl i
dystin, sum teimum lystir.
Danska spælid liggur væl
til kontrafótbólt, og aftaná
målid kundu danir gera sum
teimum lysti.
Vånalig motstøda
Tað mann vera langt síðani
at eitt danskt lið hevur spælt
so einastandandi væl í ein-
um dysti á utivølli.
Gamaní, tað skjóta málið
ger, at ísraelar vera noyddir
at leggja taktikkin móti døn-
um um, og tað er ikki nak-
að, sum bara hendir.
Danska liðið hevur víst,
at teir eru sterkir tá tað um
kontrafótbólt umræður, og
tað var júst tað, sum kom
so øgiliga væl til sjóndar
seinnapatrin leygardagin í
Ísrael.
Sterkan midvøll
Tað, sum sermerkti danska
spælið leygarkvøldid var
tann sterki midvøllurin.
Hann stóð einastandandi
væl til mótstøðumenninar,
sum fer eftir fer sendu av-
leveringar beint í beini á
dønum.
Hetta setti eisini sini spor
í sinni á ísraelum, sum fóru
at gera alt fleiri og grovari
frispørk.
Hetta gav at bita i seinna
hálvleiki tå Revivo varð út-
vístur, og tað var nokk tann
beinleiðis orsøkin til at sig-
urin varð so stórur sum hann
var.
Midvøllurin misti full-
komiliga tað lítla takið, sum
hann heyði vunnið sær, og
so var einki at gera.
Deyðbóltarnir
Sum dysturin leið sást, at
ísraelar vóru ógvuliga sár-
barir fyri deyðbóltum.
Tvey null málið kom ikki
beinleiðis upp á deyðbólt,
men umvegis ein slíkan, og
tað sá út til, at ísraelar
høvdu meiri enn trupult við
at organisera seg í verjuni.
Málið til trý og fýra null
komu eisini upp á deyðbólt-
ar, og tey vóru bæði sera
vekur mál.
Pleniklipparin úr Arhus,
Stig Tøfting átti tað triðja,
sum var ein perla beinleiðis
upp á fríspark.
Tað var honum so ruddi-
liga væl unt, tí hann spældi
sum ein brandur.
Avgreiðsla
Dysturin í Parkini miku-
kvøldid eigur at vera ein
formalitetur.
Vinna israelar við seks
målum, so eiga danir fult og
heilt at taka seg úr alheims
fótbólti so langt eru teir
frammanfyri!
Hjá ísraelum ræður nú um
at bjarga tí parti av æru, sum
eftir er, og í løtuni tykist
tann parturin ógvuliga lítil,
tí spælararnir eru nú farnir
at skelda, siga tíðindastov-
urnar. Onkur teirra er givin
og rýmdur heim til felag
sítt, og tað ger tað ikki lætt-
ari hjá ísraelum at koma aft-
uríaftur.