týsdagur 16. november 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 218 - 16. november 1999
Stór borðtenniskapping var
í Badmintonhøllini í Havn
leygardagin, 13. november.
Hetta var ársins fyrsta
Grand Prix-kapping av
trimum, sum verða í vetur.
Kappast verður í øllum
deildum, og leikararnir fáa
eitt åvist stigatal í hvørji
kapping - alt eftir, hvar teir
Borðtenniskapping í Havn
plasera seg. Tá ið allar
tríggjar Grand Prix-kapp-
ingarnar eru lidnar tidliga í
komandi ári, fæst at vita,
hvør verður »Arsins Grand
Prix Meistari< í teimum ein-
stóku deildunum, bæði í
einmans-leiki og tvímans-
leiki.
Undirtøkan hesaferð var
á leið tann sama, sum í opnu
kappingini, sum BTSF,
Borðtennissamband Feor-
oya, skipaði fyri í oktober.
Tá lutt-óku umleið 150 leik-
arar úr seks feløgum kring
landið. Undirtøkan millum
gentur og dreingir, 10-14 ár,
er framvegis stórri enn i
deildunum omanfyri, men
tað er náttúrligt, tí tey lut-
takandi úti í feløgunum i
hesum aldursbólki eru nógv
fleiri enn tey vaksnu.
BTSF er sum heild nøgt
við undirtøkuna í hesi fyrstu
Grand Prix-kappingini, sum
er ein roynd at skapa upp-
aftur stórri áhuga fyri borð
tennisítróttini í Føroyum
Myndir: Jan Miller
og Alvur Haraldsen