Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. november 1999síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 tíðindablaðið S Nr. 218 - 16. november 1999 TB var tann stóri vinnarin Flogbóltur: Tvøråmenn gjørdust teir stóru vinnararnir av FK-kappingini fyri yngri deildir, sum Flogbóltsfelagið Fleyr skipaði fyri um vikuskiftið. TB vann ikki færri enn fimm av tíggju kappingum. SÍ vann fýra og vertirnir tóku sær sjálv- ir av tí einu SVEINUR TRÓNDARSON Føroyskur ungdémsflog- bóltur hevur staðið í eini ótrúligari menning seinastu tíðina. Eftir at hava ligið meira ella minni í andaleypi kreppuárini er ferð av álvara komin á aftur, og tað sæst aftur í methøgan luttøku í kappingunum fyri yngri. Um vikuskiftid skipaði Fleyr fyri FK-kappingini fyri tey yngru og ikki færri enn 79 lið høvdu boðað frá luttøku. 48 gentulid og 31 dreingjalið Spælt varð um allan høv- uðsstaðin og fyri fyrstu ferð í fleiri ár eydnaðist at av- greiða alla kappingina ettir einum degi Tad eydnaðist fyrireikar- unum at sleppa inn í næstan allar hallirnar í Havn, og tað ger tað munandi lættari at fyriretka slíka kapping. At tað samstundis verður spælt eftir nýggju spæli- skipanini ger tað eisini styttri at avgreiða ein dyst = F = 2 enn fyrr. TB stóri vinnarin Kappast var i tiggju aldurs- bólkum frå 9 árum til ungl- ingar, og tå talt var saman vid dagslok såst, at TB hevdi vunnið ikki færri enn fimm kappingar av teimum tíggju. I gentudeildin vann TB allar kappingarnar uttan tað hjá gentum 16, og tað er ikki so lítið bragd av einum felag sum TB. Tó er hetta einki loyndar- mál hjá teimum, sum fylgja við í flogbólti, tí seinastu árini hevur TB verið framúr sterkt, serliga í kvinnuflog- bólti. TB vann eisini teir yngsta bólkin hjá dreingjum, og tað ber kanska boð um, at mansflogbólturin í Suður- oynni er um at rakna við aftur. Servingar roynast væl Næstbesta felagið gjørdist SÍ. Sørvingar vunnu fýra kappingar og tað ber eisini boð um, at flogbólturin í Vágum er í stødugari fram- gongd. Sørvingar vunnu kapp- ingina hjá gentum og dreingjum 16 og hjá dreingjum 14 og dreingjum 12. Tað er eitt gott úrslit hjá nr A SNENNSEKN EJ einum so >lítlum< felag, sum SÍ hóast alt er í flog- bóltshopi. Kortini er tað gleðiligt at síggja hjá teimum, sum vara av flogbóltinum, at tvey fel- øg, sum annars ikki eru tey sum fyrst vera nevnd í sam- bandi við flogbólt, eru teir stóru vinnararnir. Hinvegin er tað ikki eitt gott tekin, at tey stóru fel- øgini eru við at detta púra burturímillum, og tað er ein gongd sum má vendast. Sum vit hava skilt, so verður hetta gjørt, og tað verður arbeitt miðvíst við at fáa gongd aftur á ungdóms- arbeiði í teimum størru fel- øgunum. Hetta er var fyrsta kapp- ingin å årinum, og tann fyrsta av trimum. Seinni i hesum kappingarårinum verður ein kapping í Klaks- vík og uppaftur seinni verð- ur ein á Giljanesi. Hjá teimum ungu leikar- unum er bara at koyra á við ítróttini og vísa líka stóran eldhug sum altíð.