týsdagur 16. november 1999síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 218 - 16. november 1999 tíðindablaðið
—err ff fbbbfff[f[—[———c———cf——c——o——————————[—————|— ———>0d 0'é…|—W-WKw—— i $ .|—o…———”————0ooc—……………——……—…..-——<Zt
Viðmerking:
Dømid: oljutilfeingið
Vit tykjast nú so smátt fara
inn í eina oljuvinnu við
Føroyar. Við kunngerð nr.
96 frá 13. maí 1993 varð
boðað frá, at lógtingið heyði
góðkent avtalu millum
donsku stjórnina og Foroya
landsstyri um, at målsøkid
„ráeyvni í undirgrundini“
varð yvirtikid sum føroyskt
sermål. Vid hesum er råevni
i undirgrundini ikki vorðið
føroysk ogn, tí danska
stjórnin hevur ikki átt tað
frammanundan. Møgulig
råevni i føroysku
undirgrundini eru hvørki
skapt av — føroyingum
tiansheldur dønum. Hava
tey eitt stórri virði enn
rímuligur kostnaður at fáa
tey upp úr undirgrundini,
tilkemur hetta virði hvorki
føroyingum ella dønum at
brúka eftir egnum tykki. Eitt
slíkt møguligt eykavirði
hevur umsitarin av
målsøkinum skyldu til at
goyma og lata rætta
eigarmanninum, tá hesin er
funnin.
Skyldan hjá foroysku
almennu umsitingini er at
verja hetta — møguliga
eykavirði, so tað so óskert
sum yvirhøvur til ber verður
varðveitt á sama hátt, sum
skyldan hjá einum verja,
sum sélir ogn hjá
Omyndingum, er at tryggja,
at tað virði, sum
Omyndingurin eigur eftir
søluna, ikki er minni enn
áðrenn. Føroyska almenna
umsitingin skal herumframt
tryggja, at tá ráevni verða
loyvd tikin úr
undirgrundini, skulu aðrar
felagsognir o.a. ikki verða
áverkaðar í nevniverdugan
mun og tá móti endurgjaldi
ella endurbøtan.
Tað verður nú í ramum
álvara rótt upp undir, at eitt
møguligt eykavirði skal
verða kravt inn sum „royal
ty”, og at henda inntøka,
sum skal falla í landskassan,
skal verða nýtt til at rinda
skuld til danir aftur og til at
gera føroyingar til eitt skatt-
afrælst land. Hetta hevur
einki við hvort annað at
gera, tí hvorki vit ella danir
hava nakað moralskt krav
upp á hetta eykavirði. Okk-
ara skylda er, at møguligt
råevni í undirgrundini, sum
rætt er at taka upp, verður
fingið til høldar í so stórari
nøgd, sum tað er lønsamt
og rådiligt, so virkið og
trygt, sum hetta yvirhøvur
kann verða gjørt, og við øll-
um atlitum til hesa og aðrar
felagsognir. Eru vit í Før-
oyum kappingarførir í
virkni v.m., hava vit sjálv-
sagdan fyrimun at taka á
okkum útvinningina ella
teir partar av henni, har vit
eru kappingarforir.
Men umframt at blanda
verju av felagsognum sam-
an við nýtslu av møguligum
eykavirði, ið ikki tilkemur
okkum, hava vit latið olju-
málaráðharranum ábyrgd-
ina av verju av aðrari fel-
agsogn, nevniliga umhvørv-
inum. Sjålvt um vit í avtal-
uni við danir um yvirtøku
av målsøkinum hava viður-
kent, at vit f umsitingini av
målsøkinum skulu virða tær
altjóða avtalur og bindingar,
sum ríkið er gingið undir,
og tá helst eisini Habitat
direktivið hjá ES, er lætt at
ímynda sær, at verja av fel-
agsogn verður ikki so
frammarliga, um møguligt
er at tulka reglur“.
Nidurstøda
Frammanfyri er roynt at
lysa hugsanina hjå Garrett
Hardin i greinini Tragedy of
the Commons, og somuleið-
is er roynt at visa á dómi
hjå okkum sjålvum um
henda lagnuleik.
Eins lítið og Garrett Har
din kemur við nakrari loysn,
fari eg at royna at gera hetta.
Her eru ongir møguleikar
fyri tekniskum loysnum,
einans fyri reglum og lóg
um, sum vit oll mugu ganga
undir ásannandi, at felags
ognin er komin í trot og ti
må verjast. Vit mugu eisini
ásanna, at tað ber ikki til at
lata úlvin verja lambið, og
at tað tí er burturvið, at lata
tað almenna røkja meira enn
verjuna.
I landbúnaðarmálumkann
spurningurin kanska loysast
skjótt og brátt á sama hátt,
sum flest onnur samfeløg
hava gjørt tað fyri øldum
síðan, nevniliga at lata
bøndrunum jørðina til ognar
sum landbúnaðarjørð.
Sleppa bøndur at nýta sína
ogn upp á marknaðarbú-
skaparligar treytir, verða teir
verjar av tí parti av felags-
ognini, sum teir sjálvir
eiga', meðan tað almenna
fær tikið sær av tí yvirskip-
aðu verjuni av felagsognini.
(At tað ikki hevur gingið
heilt soleiðis í flestu londum
rundanum okkum, eitt nú í
øllum ES-londum, kemst
av, at londini fyrr høvdu ein
trygdarpolitikk, sum tey
ikki eru sloppin av vid,
nevniliga, at landið skuldi
vera sjálvbjargið við land-
bunadarvørum. = Heimlig
framleiðsla av landbúnaðar-
vørum hevur verið vard
móti utlendskari fram-
leiðslu, og ídnaður og onnur
framleiðsla hevur um lands-
kassan goldið stuðul til
bøndur og landbúnaðar-
framleiðslu. Urslitid hevur
verið ovurframleiðsla, trá-
nýtsla av jørdini, ovurtaðing
og eitring av jørd og vatn-
ræsum, dýrar landbúnaðar-
vørur o.s.fr. At sleppa burtur
úr slíkum landbúnaðarpoli-
tikki, ið forkemur felags-
ognini, er framvegis størsti
trupulleikin hjá ES og ødr
um londum.)
Trúliga er vegurin, sum
longu nevnt, at lata fiski-
monnunum grunnarnar til
ognar eisini frægasta loysn
in, tá ræður um fiskivinnu-
na. Her liggur tó enn einki
uppskot, sum loysir vinnuna
úr almennari stýring, tí
hvorki fiskidagaskipanin
ella kvotaskipan loysa trup-
ulleikan við verju av felags
ognini. Uttan mun til frælsi
at selja, keypa og pantseta
kvotur ella fiskidagar, fast-
halda skipanirnar almennu
Sudupy, ein útoyggj,
um er við at dyggja út
Sitandi samgonga, fólkafl.- tjóðældisfl. og sjálvstýrisfl., sær út til
at hava eina væl tilrættulagda ætlan um, at fólkatalið skal minkast
og at beina fyri øllum vinnulivid í Suduoy. Fólkatalið var 5855 í
1989 og er nú 4982 og tað minkar frmvegis
g g . ;
Fyri at nakar skal trivast å
einari utoyggj, skulu um-
støðurnar fyri fólk og
vinnuliv vera nøktandi og
fyrsta treytin fyri hesum er,
at sambandi til meginøki og
útheimin er á einum sov-
omum stødi, at øll kunnu
trivast.
Ferðaætlanin, sum kom i
gildi 1. nov., er ein hådan
ímóti teimum fólkum sum
búgva í Suðuroy, hon vísir
greitt at eingin politiskur
vilji er til staðar, at betra
umstødurnar hjá fólki og
vinnulívi í Suðuroy.
At tað samstundis blívur
tosa um at hækka ferða-
seðlaprísirnar, er at leggja
stein ómaná byrðu, fyri
fólki og vinnulívi á ollum
útoyggjum.
Politikarar tosa um
nýggja ferju, sum pengar
ikki eru avsettir til, flogvøll-
ir sum eingir pengar eru til
og so framvegis, hatta er
bert lótir fyri palleba og
marsannu. Ístaðin fyri hesar
lótir, skuldu politikararnir
kravt, at pengar vóru av-
settir til eitt nøktandi túratal
ímillum Suðuroy og meg-
inøkid og tað túratali eigur
at verða 2 túrar um dagin
ella fleiri.
Tá títtleikin millum Suð-
uroy og megingki er komin
uppá pláss, kunnu tit byrja
at tosa um slag av ferjum,
flúgvipláss o.a.
Førdi politikkur ímóti
Suðuroy, vísir eisini greitt,
at tað sum er skriva í ver-
andi samgonguskjali um
suðuroyarfarleiðina er bert
lótir fyri at sissa ávísar sam-
gongutingmenn.
Finnleif Guttesen,
Tvøroyri
styringina og politisku i-
blandingina i vinnurakstur
og produktivitet.
Ein skipan, sum veruliga
verjir felagsognina, må hava
f sær, at vinnan gerst aktivur
viðspælari í verjuni, og at
leikluturin hjá vinnuni ikki
verður avmarkaður til virkni
at taka kendar partar av til-
feinginum úr felagsognini.
Sum er, kemur í mesta lagi
fjórðingurin“ av tilfeingi-
num til høldar av veidu i
dag. Ein skipan, sum eftir
øllum at døma bert skal av-
marka talið á teimum, sum
kunnu taka henda fjórðing-
inum upp úr sjónum, so hes-
ir kunnu varðveita eitt rím-
uligt livibreyð, samstundis
sum fjórðingurin verður
varðveittur ár um ár, er ikki
ein nýtilig skipan. Meira má
kunna fáast burtur úr til-
feinginum.
Eg kann tí ikki annað enn
halda upp á, at greinin hjá
Garrett Hardin og hugsanin
hjá honum og fleiri undan
honum, sum hava vidgjørt
sama lagnuleikin, hevur
annaðhvort verið misskilt,
ella hava bert partar av
greinini hildnir nytiligir, tá
tað snýr seg um fiskivinnu-
na. I hvussu so er, er al-
menna uppiblandingin og
styringin av vinnuni bert
vorðin stórri til skaða fyri
felagsognina, og herum-
framt til skaða fyri eina
vinnu, sum í dag er ein
størsta forðingin fyri bú
skaparligum vekstri og
trivnaði i Føroyum og fer
framhaldandi at vera tad,
verður spurningurin um
verju av felagsognini ikki
oystur.
Hvat kann henda i fiski-
vinnuni, um vit fåa loyst
lenda = spurning, sæst
anska best av, hvat er hent
í alivinnuni, og sjálvt her
restar í at fáa minkað um
almennu stýringina.
Tað er ikki ov tíðliga at
gera sær hugsanir um fel-
agsogn og oljuvinnu. I
næstum skal løgtingid taka
stóðu til treytir fyri fyrsta
útbjóðingarumfar, og í hes-
um sambandi tekur spurn-
ingurin um „royalty“ seg
upp. Sum nevnt eiga Før-
oyar eins lítið og Danmark
oljuna, og tí kunnu vit ikki
krevja okkum „royalty“ av
oljuni. Hin vegin kunnu vit
ikki, loyva vit útvinning av
oljuni, lata oljufeløgum eitt
møguligt eykavirði, sum
oljan kann hava. Vit hava tá
skyldu at krevja hetta eyka-
virði inn og goyma tað til
rætta eigaran. Hesin eigari
er felagsognin, og ikki óvist
verða avleiðingar í undir-
grundini og jarðarskorpu á
so djúpum vatni, sum vit
ikki í dag duga at meta um,
skulu endurbøtast. Duga vit
ikki at goyma eykavirðið til
slíka uppgávu, so kunnu vit
sum tað minsta lata ST tað
til verju av mannaættini
Tórshavn 1. november
1999
Kjartan Kristiansen
Verður vanliga týtt til „Sorgar
leikurin um felagsognina“. Upprun
edy
1agnu
aligi tydningurin av tré
gongur tó meira ímóti ti
kenda
broyta. Eins og Antigone í leikinun
hjá Sofokles vist, hvat úrslitið av
hennara gerðum máttu verða. hevur
Garrett Hardin, ið skrivaði uppruna
við hesur
gsognin nevu KJØL
en merkir hesun
meira ogn. sum eins
sum vit eru felags u
okkara egna tykki. Mu
landsogn og felagsogi
minum tykki ikki so stórur
ger veruligan mun: tað er
tí sum ikki stendur til at
páhaldinum í hesan grein
Minnist til
1968
Just í hesum døgum er talið alment
farið upp um 6 mia. fólk
at greinin er skrivad í
Í logtingslóg nr. 28 frá 10. mars
1994 verður í 3 2 sagt: Livandi
tilfeingið á føoysku landleiðunum
og tey rættindi, foroyska heimastýrið
við samráðingum hæur rokkið ella
eftir altjóða rætti eigur uttan fyri
foroysku landleiðimar, eru ogn Før-
ova fólks. Við hesum hevur løgting
ið og landsstýrið — Le er í praksis
Fiskimálastýrið sett seg sum
umsitara av livandi tilfeinginum, tí
evsta fólkaræðisliga umboð fólksins
er løgtingið. Samsvarandi grundlóg-
ini kann tað almenna taka privata
ogn, tá almenvellet krevur tað, men
einans móti fullum endurgjaldi. Tað,
sum eg seti spurnartekin við er, um
almenvellet kravdi hetta, og um
ognin ikki var eins væl røkt, um
hon lá á privatum hondum. Skip
animar, sum hava verið innførdar í
sambandi við lating av fiskiloyvum,
hava í mongum ikki verið mann-
sømiligar
I Fremtidsvalg I (Færøernes frem
tid, Akademiet for Fremtidsforskn
ing) er studningurin i 1988 ul hvønn
einstakan i fiskivinnuni roknaður til
100 000 kr
I hesum sambandi kann verða
spurt. hver skal meta um kapping
arføri, tá tað í avtalum millum
stjórnina og Foroya landsstýri verð
ur sagt: Regeringen har konstateret
at Færøernes lar vr !
ra, til gavr r € Få ke
nske umtund ri r r r
esser. foru u konkurrenced
hed at anver kundskab ind
enfor dansk , nir rskr
ing samt í danske r ksor
eder n færøske r udvir
tin
Tri k h
gev I sk unk
w i >
Het
tt I k > i eur
øv > i
Suðuroyggin
og oljuvinnan
Nú ið nógv hevur verið
sagt og skrivað um eina
føroyska oljuvinnu og har-
til tað virksemi, sum hettar
møguliga fer at geva uppi
á landi, vil eg hervið geva
til kennar, tað sum eg
meini.
Tað er, at oljan sum
møguliga finst í undir-
grundini, finst her á tí øk-
inum sum natúrliga skuldi
hoyrt til Suðuroynna, tí
man tað tykjast mongum
suðringi logið, at øll vinna
í samband við oljuna skal
fara framvið suðuroynni
og norður á Sund ella inn
í Eysturoynna, og er hettar
nakað, ið okur slettis ikki
vilja ella kunnu góðtaka.
Um oljuhavnin skal vera
á Sundi ella inni í eystur-
oynni, so haldi eg, at teir
skulu byrja at bora á bank-
unum eystanfyri, ið natúr-
liga skuldi hoyrt til teirra
oki.
Okur krevja av Føroya
Landsstýri, at tá ið loyvini
til at bora eftir olju í tí øki,
sum natúrliga hoyra til
okra oki verða útskrivað,
verður tað tilskilað, at alt
virksemi í samband við
oljuvinnuna skal fara fram
frá suðuroynni.
Eisini krevja okur at
oljumálastýrið skal vera
her í Suðuroynni og ikki í
Tórshavn, har ið tað er
fleiri ferðir so dýrt at reka
kontórvirksemi, okur
síggja bara prísin á leiguni
fyri holi.
Ein bygningur eigur at
vera bygdur í Suðuroynni
til at húsa øllum virksem-
inum, ið hevur við olju-
vinnuna at gera og skal
olju-málastýrið eisini
húsast har.
El haldi, at okur suðr-
ingar eiga at krevja, at alt
virksemi í samband við
eina møguliga oljuvinnu
skal fara fram frå Sudur-
oynni, og skuldi hettar
verið í tråd við politikkin
hjá Landsstyrinum um øk-
ismenning.
Tað må standa øllum
politikkarunum greitt, at
borin ikki skal setast i und-
irgrundina å økinum rund-
anum suðuroynna, uttan at
alt virksemi i hesum sam-
bandi gongur út frå sud-
uroynni, annað kemur ikki
uppá tal.
Suðuroyggin er útjagari
í oyggjasambólkinum Før-
oyar, havið rundanum suð-
uroynna skal fyrst og
fremst koma suðuroynni
til góðar, annars er eisini
valið at loysa frá restini av
Føroyum, hettar hevið giv-
ið suðuroynni ein triðing
av føroysku grunnunum at
rått yvir, og stutt er til
Stóra Bretlands.
Svenning Borg, Vágur