mikudagur 17. november 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 219 - 17. november 1999
tíðindablaðið
Útbjóðingin
væl móttikin
í Tinganesi
JAN MÚLLER
Jens K Vang
Landsstýrismaðurin í olju-
málum, Eyðun Elttør miðjar
framvegis eftir at leggja
fyrstu útbjóðing til olju
leiting við Føroyar fyri løg-
tingið í hesum mánaðinum.
Hetta visti útvarpið at siga
frátýsdagin. Oljumálaráð-
harrin, sum legði málið fyri
hinar landsstýrismenninar á
vanliga = landsstýrisfund
inum mánadagin, sigur við
útvarpið, at málið var væl
móttikið í Tinganesi. Eftir
landsstýrisfundin = vórðu
landsstýrisfólkini á fundi
saman við umboðum fyri
Oljumálastýrið, sum
greiddu teimum frá útbjóð-
ingini.
Utkastið til útbjóðingina
byggir í høvudsheitum á
oljulógina, sum løgtingi0
samtykti í fjør. Í útbjóðing-
ini verða eitt nú teigarnir
utpeikadir til leiting, og har
er eisini ásett ta avgjald,
sum oljufeløgini skulu lata
fyri at kunna bora á før-
oyskum øki. Spurningurin
um serskattir og skatt er
nakað, sum Fíggjarmála-
stýrið leggur til rættis.
Nú landsstýrið hevur
vidgjørt málið fer tað víðari
ul limirnar í samgongu-
flokkunum. Seinni verður
tað so lagt fyri ungið.
Ráðstevna í Aberdeen
Úti í tí stóru oljuverð verður
við spenningi bíðað eftir, at
treytir í sambandi við |
útbjóðing verða almanna
kunngjørdar. Keldur, sum
Sosialurin hevur tosað við,
siga seg vóna, at útbjóð
ingin er klár, tá skipað verð-
ur fyri eini ráðstevnu í Aber-
deen seinast í mánaðinum
um nettupp Foroyagkið
Tad er fyritøkan Eurofo-
rum, sum skipar fyri hesum
tiltakinum, ið burturav fer
at snúgva seg um framtíðar
møguleikarnar á føroyska
landgrunninum i sambandi
vid olju- og gassleiting og
framleiðslu.
Nógvir av høvudsaktøru-
num í føroysku oljudebatt-
ini verða við sum fyrilestr-
arhaldarar. Har verða m.a.
stjórin í Vinnumálastýrinum
Herálvur Joensen, leiðarin
á JarOfrødissavninum, Mar-
tín Heinesen og fyrrv. for-
maðurin í Oljuráðleggingar-
nevndini og samráðingar-
neyndini um markið, Arni
Olafsson. Harumframt verða
umboð fyri tær tríggjar
útgerðarhavnirnar, = sum
bjóða seg fram, nevniliga
Asco Føroyar og útgerð-
arhavnina í Runavík og
hana á Drelnesi. Eitt nú
skulu Gunnbvør Balle og
Graham Steward halda
fyrilestrar. Eisini aðrir før-
oyingar fara at halda fyri-
lestrar, eitt nú Peter Even
Djurhuus, advokatur.
Millum útlendsku fyri
lestrarhaldarar verða Alex
Kemp, ið starvast sum bú
skaparfrødingur í oljuvinnu
við lærda háskúlan í
Aberdeen og Peter Rattey
frá BP Amoco
Sostalurin skilur, at und
irtøkan er stór fyri ráðsteyn-
uni, sum er tann fyrsta av
sínum slag. Roknað verður
við, at umboð fyri mong
oljufeløg og ikki minst fyri
contractorfelog fara at
luttaka. Hetta eru veitarar
nir, sum oljufeløgini brúka,
tá farið verður undir leiting,
framleiðslu og annað virk-
semi í einum øki
Umboð fyri Phillips
vitjaðu
Mánadagin vitjaðu tríggir
av oddamonnunum í ameri-
kanska oljufelagnum Phil-
lips i Føroyum. Talan var
m.a. um varaforsetan fyri
altjóða leiting, Mike Cof-
felt. Hann kom beinleiðis úr
Kina til Føroya at kunna
Oljumálastýrið um ynskið
hjá Phillips at vera við í eini
útbjóðing og annars at
frætta um komandi útbjóð-
ing.
Landsstýrismaðurin Signar
á Brúnni heilsar uppá
stjoran 1
Oljumdlastyrinum Herdåh
Joensen. Tilstedar eu eisini
Peter Joensen frá
Oljumdlastyrinum og
Martin Heinesen, leiðari á
Jarðfroðissæninum
Tríggir avgerandi persónar í framtíðar fomyska oljupolitikkinum fegnast um, at tað nú loksins er komið hanil, at
ein útbjóðing kann lægjast fyri løgtingid. Her em teir á fundi saman við Oljumálastýnnum. Fv. Karsten
Hansen, fíggjarmálaráðhami, Anfinn Kallsberg, lógmaður æ Eyðun Elttør oljumálaráðhan
Besta bretska oljukeldan
nær við foroyska markið
JAN MULLER
Um somu tíð sum føroy-
ingar fyrireika seg uppá |
útbjóðing, verður arbeitt
miðvíst hinumegin markið
við at betra um framleiðsl-
una á verandi oljufeltunum
Foinaven og Schiehallion
umframt at tað nú verða
gjørdar fyrireikingar til
nyggjar oljuboringar tidliga
næsta ár. Sambært útlendsk-
um oljublødum, sum fylgja
væl við gongdini á Atlants-
mótinum, hava fleiri olju-
feløg í hyggju at bora
nýggjar brunnar í teigum,
sum liggja heilt tætt uppat
føroyska markinum. Talan
er bæði um Phillips, Mobil,
Texaco, Conoco og Enter-
prise. M.a. hevur Conoco í
hyggju at bora teir nýggjar
brunnar seint í 1. ella tíðliga
í 2. ársfjórðingi ár 2000 og
eru hesir sera tætt við mark-
ið, í blokki 213.
Skotska blaðið Press &
Journal skrivar mánadagin,
at BP Amoco, sum er opera-
tørur á báðum framleiðandi
oljufeltunum vestan fyri
Hetland, hevur gjørt fleiri
framkomnar = seismiskar
kanningar í seinastuni kring
tey trý feltini Foinaven,
Loyal og Schiehallion. Her
er talan um bæði 4D og 3D
seismikk. Endamálið er
m.a. at gera tað lættari at
fáa ta tungu oljuna upp úr
goymslunum. Til arbeiðið
hevur nýggja og sera fram-
komna seismikkskipið hjá
PGS, Ramform Vanguard
verið nýtt. Foinaven hevur
nú framleitt olju í tvey ár
og 19. oktober vóru fram-
leiddar 50 mill. tunnur av
olju, svarandi til 25% av
teimum 200 mill. tunnun-
um, sum fyribils eru mettar
at liggja í goymslunum.
Bretsk oljublød seta tó
serliga kikaran á Schiehal-
lion oljufeltið, sum herfyri
setti eitt nýtt dagsmet við
eini framleiðslu uppá meira
enn 180.000 tunnur av olju.
Umboð fyri BP Amoco sig-
ur, at við hesi framleiðsluni
er Schiehallion oljufeltið í
løtuni tað oljufeltið á bret-
skum øki, sum framleiðir
mest olju.
Hetta hevur kanska ikki
so lítlan týdning fyri nettup
Føroyaøkid, tí Schiehallion
oljufeltið liggur stutt frå
teimum leiðum, sum í næst-
um verða bodnar út til olju-
leiting á føroyska oki.
Nú oljuprísirnir eru vornir
so høgir eru menn aftur
feltinum vestan fyri Het
land. Hetta feltið varð funn-
ið í 1978, men er tað trupult |
at fåa oljuna upp
farnir at tosa um at fåa liv i
aftur ætlaninar at framleida
olju frå ti risastóra Clair-