Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. november 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 220 - 18. november 1999 tíðindablaðið Samfelagstænastu fyri figgjarsvik Hóast ein 46 ára gomul kvinna tók slakar 414.000 krónur frá arbeiðsgevara sínum, sleppur hon undan fongsli. Lini dómurin hevur í stóran mun samband við. at tað var ov lætt at svika, har kvinnan arbeiddi HOGNI MOHR Tað loysir seg at viðganga síni mistøk og samstarva við ákæruvald og løgreglu. Fyrrapartin í gjár fall dómur í sakarmálinum móti 46 ára gomlu kvinnuni, sum var ákærd fyri at hava framt figgjarundandrått móti ar- beidsgevara sinum, Statens Luftfartsvæsen i Vågum. Skikkar kvinnan sær bet ur komandi 2 årini, og held ur seg røttu megin lógina, sleppur hon undan at sita. Frå Føroya Rætti fekk hon 10 mánaða treytada fongs ulsrevsing og varð har umframt dømd at veita sam felagstænastu í 200 tímar Upphæddina, sum hon tók frá arbeiðsgevara sínum. 413.986,93 kr.. skal hon sambært dóminum rinda aftur innan 14 dagar. A rættarfundinum var ongin verji. Kvinnan játtaði seg seka í at hava framt und- andrátt í almennum starvi sambært $278 og $154 í revsilógini. Hon gjørdi beinanvegin vart vid, at hon ongan verja vildu hava. Hetta varð tikið til eftirtekt- ar, og Jens Severinsen, åkæri, fór sera mjúkliga fram móti ti åkærdu, sum bar seg væl undir rættar- fundinum. 300.000 í tvey ár Kvinnan fekk starv sum bókhaldari í Statens Luft- fartsvæsen í 1981. Starvið fataði harumframt um van- ligt skrivstovuarbeiði og at ansa kassanum. Undir av- hoyringini í rættinum segði hon seg vera komna í figgj- arliga neyð í 1992. Hon fór tískil at nápa úr kassanum á flogvøllinum. Upprunaliga ætlaði hon sær at lána og rinda peningin aftur tá fígg arstóðan batnaði. Men so varð ikki. Eftir stuttari tíð staðfesti hon, at tað gekk ínt, og valdi tí at halda fram við undandráttinum. Eftir bert tveimum árum hevði 10n tikið 0.u. 300.000 krón- ur. Vanligi hátturin var, at 10n sum kassameistari tók kekkar og poståvisingar, ið 10n sum bókhaldari skrá setti sum inngoldin, hóast 10n í roynd og veru inn oysti tey og brúkti peng arnar sum privatpersónur Sambært kvinnuni. kundi 10n gera sum henni lysti. tí ion vanliga tók sær av hes um arbeiði einsamøll Peningurin fór til vanliga nýtslu, húsalán og at stuðla dottrini fíggjarliga. Kvinnan segði, at hon hvorki var og ferðaðist ella keypti sær nakað stórt av týdningi Samstundis legði hon dent á, at hóast tað kanska tykist løgid, so visti ongin í fam- iljuni um undandráttin. Helt fram I 1994 var tikna upphæddin brádliga vorðin so stør, at kvinnan royndi at lána pen- ing úr peningastovnum at rinda skuldina aftur við. Men umsóknirnar um lán vórðu ikki gingnar á moti. Kortini helt hon fram við svikinum. Á ymsan hátt royndi hon at skava út yvir ólógliga virksemi sítt. Hon skrivaði skjól. sum hon ikki heyði loyvi ella var skikkað til eins og hon flutti rentu- inngjøld í holini, sum svikið hevði elvt til. Men hetta / LP munaði ikki Kvinnan helt, at rokn skaparleidarin í Statens Luftfartsvæsen longu fekk illgruna um lógarbrotini í 1997, eitt ár áðrenn málið varð meldað og kvinnan varð suspenderað, sum hon enn er. Ilgruni elvdi eisini til, at Statens Luftfartsvæ- sen setti í verk stóra kann- ing av figgjarstyringini í Vågum. Tyktist vælnøgd I rættarhølinum i gjár var Anders Kock, løgfrødingur og serligur ráðgevi hjá Sta tens Luftfartsvæsen. Hann gjørdi greitt, at arbeiðsgen arin vildi aftur Annars bendu kanning arnar hjá Statens Luftfarts væsen í sambandi við málið á, at eftirlitsskipanirnar ikki riggaðu sum ætlað og ann- ars vóru ófullfíggjaðar. Hetta varð eftir øllum at dóma tulkað sum linnandi umstødur. Tað var ov lætt og ov freistandi at stjala. Sambært åkæruvaldinum eru hesi viðurskifti høvuds- orsøkin til sera lina dómin. Kortini hevur tað eisini havt tydning, at kvinnan ikki áður hevur framt nakað revsivert av týdningi. Hon tók við dóminum alt fyri eitt og tyktist væl nøgd tå hon fór úr rættarhølunum. minni enn ein tíma eftir at rættarfundurin varð settur. hava peningin Jens Severinsen, ákæri, fór mjúkliga fram móti ákærdu kvinnuni Mynd Jens Kristian Vang Hin 46 ára gamla kvinnan, ið varð dømd fyri fíggjarundandrátt er her á ve rættarhólið fyrrapartin í gjár ma CITROEN “ GQ Ivan Joh Brúktir bilar til solu Í Verksmidjumerki — | km. | mån. | årg. | søluprisur | Ð Mercedes-Ber FÅ MITSUBISHI ' inn 1 Mynd Jens Kristian Vang nsen Bilar Mitsubishi Lancer 180 | 178.000 Í Maí | 1988 Í 35.000. Fe 199 Í 38.000% [Toyota Camry STC.2— | 160.000 | Aug. | 1987 Í 39.000. [Ford Orion Diesel. | 182.000 | Juni | 1992 1 80.000. oyola Carina. | 184.000 | Sept 1990 (98.000 [Nissan Sunny Mars] 1989 | 32000 Mitsubishi L300 Diesel” | 290.000 | Mar | 1989 1 29.000. [MMC Creek 4xå TD | 197.000 | gult | 1992 177000 Vælkomin til ÆZ ER II CITROEN O Mercedes-Benz MOTORS ] Bilasølan er opin vanligar dagar frå kl. 08.00 til 17.00 Ivan Johansen Bilar | Hoyvíksvegur 63 - FO-100 Tórshavn - Tel. 313666 - Fax 310866