Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. november 1999síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið Nr. 220 - 18. november 1999 Skipamálið spøkir Fimm ára gamla skipamálið, har 46 fólk vórðu skuldsett fyri svik við eginpen- ingi, er farið at spókja aftur. Nú er tað advokatur, sum alment åkærir løgregl- una fyri svik JOHN JOHANNESSEN Sjónvarp Føroya visti fyrra- kvoldið at siga, at tað júst hendan dagin vóru fimm ár síðani, at 46 fólk vórðu skuldsett fyri at hava svíkað við eginpeninginum í sam bandi við skipabygging Aðren skuldsetingarnar heyði logreglulið framt húsarannsókn hjá uml00 rk z persónum. og vdi siø im hesar rann sær tons av vórðu nýtt skuld Bjóðaði til móttøku Ein av teimum skuldsettu í skipamálinum var Poul Mohr. stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju. Hann er ein av teimum mongu, sum fram- vegis er skuldsettur, hóast tað nú eru gingin fimm ár síðani hann varð skuldsett- ur Sjónvarpið visti í Degi og Viku fyrrakvoldið at siga, at Poul Mohr í sambandi við fimm ára dagin fyri skuld- setingunum, hevði sent fútanum, logmálaráðharra- num og forsætismálaráð- harranum bræv, har hann beyð teymum til móttøku heima hjá sær sjálvum í sambandi við fimm ára dag- in. Men Poul Mohr hevur enn ikki fingið svar uppá hetta bræv Fútin misbrúkt heimildir Ein annar teirra, ið varð skuldsettur 16. november í 1994, var Jógvan Páll Lass- en. advokatur. Hesin er, eins og Poul Mohr, framvegis skuldsettur, var hann og gestur i sjónvarpsstovuni fyrrakvøldid, tá Sjónvarpið bar boðini um fimm ára >hátíðardagin<. Jógvan Páll segði við Sjónvarpið, at hann ikki veit, hví hann er skuldsettur. Men samvitska hansara er rein, og tí tekur hann sær ikki av skuldsetingunum, og ætlar hann sær ikki at kæra fútan, hóast hann heldur, at fútin í hesum føri hevur misbrúkt sínar heimildir. Advokaturin heldur málið vera fútans skomm. Fútin hevur nevniliga, eftir hans- ara tykki, sett nakað í verk, sum hann als ikki hevur tamarhald á. Jógvan Páll vísti í hesum sambandi Sjónvarpinum á, at fútin hevur misbrúkt sínar heim- ildir í málinum. Fútin setti nevnililga húsarannsóknina í verk fyri at fáa fatur á til- fari um eitt mál, ið tá var aktuelt, og var hetta Skåla- fjallsmålid. Men fútin fekk sær, sambært Jógvani Páll Lassen, í hesum sambandi tilfar, sum hann ikki heyði rætt til, og brúkti hann hetta tilfar at seta fram skuldset- ingar móti øðrum. Jógvan Páll Lassen held ur ikki, at fútin kann bera seg undan við at siga, at tey ymisku málini líkjast, tí tað gera tey als ikki. Tískil held- ur hann, at fútin hevur mis- brúkt alt Foroya fólk. Fin forrætning Skuldsetti advokaturin visti eisini i sjónvarpsstovuni á, at kanningarnar í skipamáli- num vóru fín forrætnig hjá løgregluni. I hesum sam- bandi greiddi hann frå, at onkur i donsku løgreglu- manningini fekk heilar Løgreglan legði hald á tons av skjølum undir húsarannsóknunum fyri fimm árum síðani 10.000 skattafríðar krónur um mánaðin í viðbót fyri at gera = kanningararbeiðið. Men samstundis Kundi Jógvan Páll Lassen vísa á, at tilfarið, løgreglan kom við, var fult í villum. Tískil staðfesti hann, at løgreglan antin bar seg tápuliga at ella nakað ið verri var. Ber ikki til at leggja futanum boð Hóast Sosialurin meginpartin av degnum í gjár royndi at fáa fatur á fútanum, eydnaðist hetta ikki. Heldur ikki bar til at leggja honum boð í avgreidsluni á Fútaskrivstovuni JOHN JOHANNESSEN Sosialurin royndi megin- partin av degnum í gjár at faa fatur á Mogens Nepper Christensen, fúta. Ætlanin t fáa viðmerking ar frå m til skuldsetingarnar. in Páll førdi moti fyrra- Lassen honum kvøldid i Degi og Viku Men hetta syntist vera ein ómegulig uppgáva. Frá av- greiðsluni á Fútaskrivstov- uni vóru boðini allan fyrra- partin, at fútin sat á fundi og kundi ikki órógvast. Móti middegi eydnaðist at fáa fatur á Jens Severin- sen, men hesin heyði ongar viðmerkingar til málið, tí hann heyði ikki sæð Dag og Viku. Tá Sosialurin síðani spurdi hann, um hann ikki kundi bera so í bandi, at vit fingu fatur á fútanum var svarið nei. Hann vísi til av- greiðsluna. Síðani varð aftur roynt at ringja til avgreidsluna á Fútaskrivstovuni, men boð- ini haðani vóru framvegis tey somu. Fútin sat á fundi og mátti ikki órógvast. Sosi- alurin spurdi tískil, um tað ikki bar til at leggja fútanum eini boð, so hann kundi ringja aftur til okkara, tá høvi beyðst. Men svarið var nei. Tað bar ikki til at leggja fútanum boð, og harafturat ringir hann ikki út til fólk, ið leggja honum boð. Nú var einki annað at gera, enn framhaldandi at ringja á Fútaskrivstovuna við jøvnum millumbilum og vita, um orð fekst á fút- an. Men skjótt mátti stað- festast, at hetta var nyttu- leyst. Stutt eftir middag var fútin farin til hús, og hann kom ikki aftur á skrivstov una restina av degnum. Spennandi verður tí at vita, hverjar viðmerkingar fútin í morgin hevur til mál- ið, um hann yvirhøvur vil tosa við fjølmiðlarnar. Halgir til mannarættindadómstólin Halgir Winther Poulsen var ein teirra, ið varð skuldsettur fyri svik viðvíkjandi skipabygging. Hann hevur kært løgregluna til mannarættindadómstólin í Haag ið koyrir ógvuliga seint, so er hann sannførdur um, at tað koyrir, og tí heldur hann seg einki hava at stúra fyri Halgir Winher Poul liga yvir tað. Jógvan Páll Lassen for di fram í Sónvarpi Feroya fyrrakvøldid. Hann heldur tað vera sera løgi, at Jógvan ast stórt Páll almet kærir sína neyð um, at hann framvegis er skuldsettur, tá tað júst var hann, sum byrjaði tað heila. Halgir Winther Poulsen greiðir í hesum sambandi frá, at tað var Jógvan Páll ið meldaði seg í sambandi við málið um Skálafjall. Harafturat minn- Lassen. ir hann á, at ein reyður SMS posi, sum eftir øllum at dóma hevði stóran tydning í skipamálinum, brádliga hvarv, og heldur hann, at Jógvan Páll eigur at svara fyri hesum Halgir Winther Poulsen ynskir ikki at gera víðari viðmerkingar til málið. Vórðu meldaðir Sosialurin visti 18. november 1994 at siga frå Magnus Møller, at teir ákærdu í Heygadrangsmálinum høvdu meldað aðrar fyri svik, men at Skálafjallsmálið einki hevdi við hetta at gera JOHN JOHANNESSEN Hetta tiltaki hevur einki við Skálafjallsmálið at gera. Fad er íkki teimum skjólum. leitað nú verður eftir. Hetta segði Magus | Møller frá løgregluni við Søsialin 18. november 1994. Hann greiddi frå, at Le politiið fekk áhuga fyri øðrum skipamálum, tí undir avhoyringunum í Heyga- drangsmálinum neyndu teir ákærdu fleiri ferðir onnur skip. Tað tulkaði politiið sum, at teir ákærdu meldaðu hinar, sum politiið tá fór at kanna. Men Halgir Winther Poulsen sigur við Sosialin í dag, at tað hóast alt var Jógvan Páll Lassen, byrjaði málið tá hann meldaði seg fyri at hava snýtt í Skála- fjallsmålinum. Vit fåa mhelst meira at vita um málið, tå vit í morg- in hava fingið fatur á Jógv- ani Páll Lassen. JOHN JOHANNESSEN Sosialurin royndi fyrra- partin i gjår at fåa viðmerkingar frá Jógvani Jogvan Páll av landinum Tað eydnaðist heldur ikki Sosialinum at fáa fleiri viðmerkingar frá Jógvani Páll Lassen í gjár. Hann er farin av landinum Páll Lassen til tað, sum Halgir Winther Poulsen omanfyri førir fram um gula SMS posan og onnur viðurskifti = viðvíkjandi skipamálunum. Men hetta bar ikki til. Jógvan Páll var á veg av landinum og ikki eydnaðist at fáa fatur á fartelefon hansara.