hósdagur 18. november 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 220 - 18. november 1999
ingum, sum Fiskirannsókn-
arstovan kemur, og duga
fiskifrødingarnir so illa at
meta, at teir fara skeivir
hvórja ferð?
Nei, tað hevur einki við
tað at gera, at vit ikki duga
at meta, men tað er ein veru-
leiki, at tað er 30 prosents
møguleiki fyri, at vit meta
skeivt. Vit byggja sum sagt
allar okkara metingar á hag
talstilfar, sum vit hava skrá
sett nokk so langt aftureftir,
men fyri at vera heilt neyvur
er neyðugt, at hava langar
hagtalsligar tidarrødir, og
tær hava vit ikki enn av nått-
úrligum åvum, sigur Hjalti
í Jákupstovu, sum leggur
afturat, at slíkt hagtalstilfar
ongantíð er nóg gott.
Tað er altíð mangulfult og
tí er alneyðugt við nýggjum
upplýsingum alla tíðina
bæði um fisk og um um-
hvørvi.
Hann er tó ikki bangin
fyri at viðganga, at hann
skilur teir sum skipini eiga,
tí teir skulu liva av tí sum
kemur úr havinum, og með-
an teir eru til fiskiskap
síggja teir tað sum er at fáa,
og tá ríkiligt er til, er løgið,
at fiskifrødingarnir siga, at
nú skal ansast eftir.
Læra av mistøkum
hjá ødrum
Hóast tað tí mangan kann
tykjast møtukikid hjá fiski-
fróðingunum at ávara um
ov stórt veiðutrýst og ov
stóran fiskiskap, so er tað
framvegis teirra skylda vísir
Hjalti í Jákupstovu á.
Hann sigur, at føroyingar
mugu hyggja rundan um
seg og læra av mistøkunum
hjá øðrum, soleiðis at vit
ikki gera júst somu mistøk.
— Kanadiumenn feilmettu
toskastovnin og loyvdu ov
stórum fiskiskapi við tí úrsl-
itið at stovnurin leið næstan
óbótaligan skaða. Hann er
enn ikki komin fyri seg aft-
ur, og so langt mugu vit ikki
fara. Vit kunnu eisini taka í
egnan barm og hyggja at
hvat hendi við sildini. Hon
hvarv beint seinast í seksti
árunum og tað tók 25 ár
áðrenn hon so smátt fór at
koma fyri seg aftur. Tann
feilin mugu vit ikki gera aft-
ur, sigur Hjalti.
Og tí er hann fegin um at
hann hevur tað fólki sum
hann hevur til at røkja týdn-
ingarmiklu uppgávurnar.
— Vit mugu hava vælút-
búgvið fólk til at rókja hesar
uppgávurnar, og vit hava
verið so heppin at fingið
fatur á góðum fólki. Vit
hava brúk fyri fleiri, tí tað
eru fiskasløg, sum hava lig-
ið á láni, men av tí at figgj-
arorkan ikki hevur verið til
tað, so hevur tað ikki borið
til at seta meira fólk, sigur
Hjalti, sum eisini vísir á, at
politikararnir ikki hava
hoyrt Fiskiranns6knarstov-
una kæra sína neyð undir
kreppuni.
Fitt av fólki var inni á gólvinum tann dagin tá Fiskirannsóknarstovan hátíðarhelt
40 ára stovningardagin fyri uml. tveimum mánaðum síðani
tíðindablaðið
Framtíðin
Hóast stovnurin ikki hevur
fingið so nógv á fíggjarlóg-
ini sum ynskiligt var, so
hevur hann ikki liðið neyð.
Partar av virkseminum eru
fíggjaðir við uttanhýsis
virksemi, sum Fiskirann-
sóknarstovan hevur verið
partur av.
Nú heldur stjórin at tað
er neyðugt hjá stovninum at
gera politikarnar varugar
við at stovnurin er til.
— Tað er eingin loyna at
vit hava brúk fyri meiri
fólki, og til tað hava vit brúk
fyri meiri peningi. Sam-
stundis mugu vit gera upp
við okkum sjálvi, um vit
skulu byggja okkara virk-
semi á fígging uttaneftir ella
ikki. Eisini mugu vit hava í
huga, at okkara stóða mót-
vegis ES ger, at vit ikki utt-
an trupulleikar kunnu vera
við í altjóða samstarvi, sum
er neyðugt fyri at okkara
starvsfólk skulu hava tað
fakliga samskifti úteftir, og
tað er eisini nakað sum hav-
ast skal í huga, sigur Hjalti
í Jákupstovu, stjóri á Fiski-
rannsóknarstovuni at enda
í viðtali við Sosialin.
Og stjóran koma vit uttan
iva at hoyra meira til, tí á
rókini har hann situr er á-
bært. Tí tey flestu okkara
hava eina meining um til-
feingið, veiðu og búskap.
11
Hjalti í Jákupstovu
frammanfyri einum
parti av starvsfølkum
sínum
J. Broncksgøta 8 * 100 Tórshavn * Tel 31 21 55
e Krukkur
ur kr.
* Lampur
úr kr. 550,-
* Nógv annað nýtt
Gávubúðj,,
(FR
99,-