Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. november 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Nr. 220 - 18. november 1999 Frå Amnesty International: tidindabladid »Eg vil sleppa aftur i skåla« Tvingsilsarbeidi i Myanmar (fyrrverandi Burma) Hjå trettan åra gomlu "Mi Mi” for tidin vid at arbeida fyri hervaldid í Nwa La Bo interneringsmidstødini, har hon slóð grasið og bar tung- ar steinar, sum skuldu nýtast til vegagerð. Sekstan ára gamla "Ma Aye" bygdi girð ingar og barakkir í eimi hern- aðarstoð nær Paw Tha He bygdini “Mi Mi” og "Ma Aye” eru bert tveir limir úr etnisku minnilutunum í Myanmar, sum hernaðarstýrið í Myan- mar hevur tíkið úr teirra heimbygd og noytt til at ar beiða ímóti teirra vilja við sokalladum “menningarætl- anum”. “Hermenn koma oftani í- gjøgnum mína bygd”, greiddi "Ma Aye” fólki úr Amnesty International frá. “Teir taka okkum sum ar beiðsmegi og stjala okkara rís og fenad” "Eg vil sleppa aftur i skúla", segði "Mi Mi” fyri Amnesty International Genturnar hoyra báðar til tann etniska minnilutabólk in, sum nevnist Karenni. Tær eru millum túsundavís av monnum, kvinnum og børn um, ið hoyra til etniskar minnilutabólkar í Myanmar, harímillum eisini úr statu num Karen og Shan, sum myndugleikarnir í Myanmar við makt hava nytt sum Olønt arbeiðsmegi. Vanligt var, at eind 246 í hervaldinum í My anmar noyddi børn ímillum átta og fimtan at hjálpa til við byggingini av einum budd- istiskum templi í býnum Kunhing í Shan statinum Hvat kanst tú gera? Hjálp til við at fáa enda á tvingsilsarbeiðnum í Myan mar. Heit á stýrið í Myan mar um at steðga skipanini við tvingsilsarbeiði og ser liga tað, at børn verða nýtt Niðanfyri er eitt dómi um, hvussu eitt bræv kann orð ast. Í øllum fórum átti tú at gjørt vart við nøkur av nevndu punktunum. Send brævid til hesa adressuna Lt Gen. Khin Nyunt Secretary I State Peace and Develop ment Council c/o Ministry of Defence Signal Pagoda Road Yangon Union of Myanmar Dear Lt Gen. Khin Nyunt, I am very concerned to hear reports about the children of Myanmar's ethnic minorities being used by your govern ment as unpaid forced labour This contravenes your country s obligations under Articles 28 and 32 of the UN Convention on the Rights of the Child, which Myanmar ratified in 1991. The use of unpaid forced labour is also in contravention of Conven- tion 29 of the International Labour Organisation (ILO), which Myanmar signed in 1955 I urge you to stop this ex ploitation of children imme diately Yours faithfully Umseting Góði Lt Gen. Khin Nyunt, Tað hevur vakt mín ans at frætta, at tygara stjórn nýtu børn úr etniskum minnilut um í Mynamar sum Olønt beidsmegi Hetta stríðir ímóti ti skyldu, sum land tygara hex ur bundið seg ul í 1991, tá Myanmar skrivaði undi grein 28 og grein 32 í ST- sáttmálanum um Barnarætt indi. At nýta ólønta arbeiðs megi er eisini í stríð við grein 29 hjá Altjóða Arbeiðsfelags skapinum (ILO), sum Myan- mar skrivaði undir í 1955 Eg biði tygum so inniliga 13 um í skundini at steðga hesi misnýtslu av børnum Vinarliga Rættindi til skúlagongd og trygd ímóti misnýtslu Sáttmálin sigur, at øll børn hava rætt til Hann londum at skipa fyri kravdari og fríðar barnaskúlaundirvísing fyri øll (grein 28). Harumframt kunnger sáttmálin, í viður kenning av hvussu veruleik n oftani er, at børn hava rætt kki at átaka sær arbeiði skúlagongd áleggur sum I st Sannlikt Orogval teirra skúlagongd (gr ini skyldu und ir sáttmálanum at verja barn Lond hava ei ið ímóti øllum sløgum av misnýtslu, sum kunnu verða skaðilig fyri trivnaðin hjá barninum (grein 36) Grein 2 í sáttmálanum bannar allari diskriminatión ímóti børnum, eisini tá hetta inniber teirra etnisku ella sos talu bakgrund Born eru ikki nog gomul til... men nóg gomul til: * at koyra bil at vera hermenn * at hava atkvødurætt at verða fongslað * at gifta seg at verða pínd * at eggja til kriggj at verða devdadømd Børn eru viðkvom og hava serliga verju fyri neyðini. Børn kunnu ikki sjálvi gera vart við sín tørv Tey vaksnu mugu tala og handla fyri børnini, fyri at tryggja teimum eitt virðiligt liv - og rættin til at vera børn. Børn í vápnaðum stríði “Kríggj brýtur oll rættindi hjá einum barni - rættin til lívið, rættin til at vera saman við familjuni í vanliga umhvørv inum, rættin til heilsu, rættin til persónliga menning og rættin til at verða vart og væl viðfarið." GRACA MACHEFL, í tíð int tå hon starvaðist fyri ST aðalskrivaran sum serfrøð ingur í hverja ávirkan vápnað stríð hevur á børn Kriggj er gerandisdagur hjá milliønum av børnum Summi hava ongantíð kent til annað lív. Tey eru uppvaksin við borgarakriggi, guerilla uppreistri ella undir longri herseting Børn eru ikki altid bara tey tilvildarligu offrini í einum stríði. Trygdarstyrkir ella vápnaðir = uppreistrabólkar kunnu tilætlað drepa, mis nýta og pína børn antin í hevnisøku ella sum provoka ton Og børn verða eisini nytt sum aktivur partur í einum ápnaðum stríði. Nógv hava inn í ein hernaðarligan b6lk, verið tvung antin við hóttanum móti fam iljuni, um tey ikki lótu børn síni til yápnaða stíðið, ella børnini eru rætt og slætt rænd Onnur børn melda seg sjálvi, ofta tí tey ikki hava aðrar møguleikar. Tey hava kanska mist familju sína, tey svølta ella eru illa fyri á ann an hátt, og herurin er tann einasti, sum tey halda kann taka sær av teimum og geva teimum mat, tak yvir høvdid og tryggleika. Í herinum fáa tey lítla og onga venjing, og tey fáa ofta tað vánaligastu útgerðina, tá ið tey verða send út í fremstu rød í krígnum hjá teimum vaksnu Ein 15-åra gomul genta varð rænd og tvungin inn í uppreistrarbólkin LRA í Norður-Uganda, har hon var træla-hjákona hjá vaksnu hermønnunum, og eisini lut tók í vápnaðum stríði. Øll børn verða tvungin til at drepa beinanvegin tey koma inn í herin, “fyri at gera tey harðfór". Gentan kláraði at flýggja og hevði hesa áheit an til Amnesty International “Vælsignaðu tit, gerið tykk ara besta fyri at fortelja heim inum hvat hendir við okkum børnum. So onnur børn ikki eisini noydast igjøgnum hendan hardskapin.” At brúka børn sum partur í einum vápnaðum stríði so ella so. er brot á flestu áset ingarnar í altjóða barnarætt indasáttmálanum, sum ST hevur samtykt. Fleiri lond loyva børnum frá 15 ára aldri at skriva seg inn í herin í landinum, hóast 18 ár er val- bæri aldurin. Kring knøttin verða børn niður í 8 ára aldur, gentur og dreingir, nýtt sum hermenn, ella sum arbeiðs fólk og trælir hjá herum og uppreistrarbólkum. Eru børn, sum vaksa upp í sovorðnum umhvørvi, før fyri at byggja eitt samfelag Um vit tryggja rættindini hjá børnunum. gera vit eina íløgu í framtíðina. Rættindini hjá børnunum er hornastein urin undir einari mentan sum virðir mannarættindini, eisini framtíðini Sum onnur menniskju hava børn oll tey rættindi sum standa í altjóða manna rættindasáttmálanum. Men børn hava eisini serliga vernd og umsorgan fyri neyðini Fey noyðast at líta á ta vaksnu verðina til at taka sær av teimum, til at tryggja rætt indi teirra og at hjálpa teim um at mennast og búnast Stjórnir flestar eru samdar í hesum hugsjónum, men megna ikki altíð at tryggja. at rættindini hjá børnunum vera vird Amnesty International roynir at ansa eftir at at rætt urin hjá børnum verður vird ur, og at åsetingarnar í ST sáttmálanum um barna rættindi verða hildnar Tann 20. november 1989 samtykti aðalfundurin hjá ST altjóðasáttmálan um barna rættindi Sáttmálin um barnarætt- indi hevur til endamáls at * Tryggja øll børn móti orættvist og utarming, * geva øllum børnum møg- Størt úrval við ella ufta frå va uleikar at taka lut í avgerð um, ið ávirka lív teirra, * gera sitt til at skipa eitt rættvíst altjóðasamfelag, sum ikki bert børn, men øll mann aættin, hevur krav um Sáttmálin fekk gildi á heysti 1990, tá fleiri enn 20 lond høvdu staðfest hann Síðan tá hava øll lond í heim inum, uttan Somalia og USA, samtykt hann Lesið meira á síðu 25 eru flutt "hinumegin vegin", so nú er nýtt báðu 2 I Trondargøtu tel. 318200 Sosialurin