Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. november 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 Phillips-stjóri úr Kina til Føroya: ej = Góðir møgu- mu = leikar fyri = oljufundum við Føroyar -Tað er sera góður møguleikt fyri, at tað verða gjørd oljufund á føroyskum óki. Hetta byggi eg ikki minst á seis- misku kanningarúrslitini og annars á teir brunnar, sum vit hava borað á bretskum øki sigur varaforsetin hjá Phillips, sum hevur vitjað í Føroyum. Jan MULLER Hetta eru spennandi og tydningarmiklir dagar hjå bæði Føroyum og teimum stóru altjóða oljufeløgunum 1 viðgerðini útbjóðing. Mill- erøgini, 10 bida vid kom- per 1 stórar Vonir Ul agið er eitt av neðalstóru oljufeløgunum, 1 I arbeiða i i Norð- . elsini vísir Atlants- termum ramt at 1 Amerika, Asta og sjonum mótinum og Grønlandi stór- 1 Jostalumnn mitti Vara- forsetan fyri altjóða leiting, Mike Coffelt á Hafnia nánadagin høvdu hann og tveir av starvsfeløgum hans ara, Steve Park og Tim Wallace, ferdast nærum all- an knøttin runt. Frå høvuds- stødini i Bartlesville i stat- inum Oklahoma i USA gekk leidin til Peking, har teir håtidarhildu eitt stórt | hevur gjørt aman við tí almenna kin- Foroya. - eisini tr kunna hátíðarhalda eitt ugavert fund í føroyskum øki sigur Mike Coffelt, sum er ikki sørt hugtikin av tí føroyska veðurlagnum Eftir bert einum tíma hava vit upplivað alt frá sólskini ul regn og kavasletuns Góðar vónir Mike Coffelt hevur annars góðar vónir um at finna olju Eg gass við Før« yyar. Hetta 5 ( DY inn ikki minst å ta vitan teir longu hava um økini vestan fyn Hetland og tætt upp at føroyska mark- num Phillips, sum i dag situr å fleiri åhugaverdum teigum á bretskum øki stutt frå markinum, metir økini før- oysku megin markið at verða rættiliga lovandi Mike Coffelt útilokar ikki møguleikanum fyri, at olju- felt kunnu liggja tvørtur um markið. Neyvan broytist jardfrødin, tá vit koma inn á føroyskt oki, bara tí eitt politiskt mark er sett millum londini. Phillips er vid í samtak- inum, sum júst hevur borað ein brunn stutt frá mark- inum. Hesin verður nevndur Lesley, og er tað Mobil, ið stendur fyri hesum brunn- inum. -Vit síggja henda brunn sum ein lyklabrunn saman við ødrum brunnum við markið, og vit rokna tí við, at talan er um sera „prospective“ - åhugaverd - oki báðumegin markið. Mike Coffelt dylur ikki fyri, at oljufeløg bíða við spenningi eftir at sleppa at bora við Føroyar, nú hetta er eitt heilt nýtt øki, har tað ikki er borað áður. Við hesum hevur hann eisini royndirnar frá Norð- sjónum í huga. Hann takkar norðmonnum fyri at hava havt útbjóðingar so javnan, men dylur ikki fyri, at nú norska stjórin lat upp fyri leiting á djúpum vatni, kendist tað sum um at byrja aftur av nýggjum og við hesum sipar hann til tíðina, tá oljuævintýrið í Norð- sjónum byrjaði. Tá var tað nettupp Phillips, sum gjørdi fyrsta stóra fundið, Ecofisk, júst tá allar vónir til at finna olju vórðu við at vera uppi. Boraðir vórðu 33 brunnar í Norðsjónum, áðrenn olja varð funnin. Mike Coffelt heldur ikki, at tað verða boraðir so nógvir brunnar, áðrenn olja verður funnin við Feroyar. -Tað verða helst nøkur turr hol, áðrenn eitt fund verður gjørt. Men menningin á boriøkinum og framkomna tøknifrødin fer helst at minka um talid av turrum holum, áðrenn eitt fund verður gjørt. -Eg kann bert siga, at tað er sera góður møguleiki fyri, at tað verða gjørd olju- fund á føroyskum øki. Hetta byggir hann á ikki minst á framkomnu seismisku kanningarnar og annars á teir brunnar, sum teir hava borað á bretskum øki. Tað er vitanin frá hesum bor- ingum Phillips ætlar sær at tíðindablaðið brúka á føroyaøkinum. Ikki samanbera uttan víðari -Men tað eru boraðir umleið 150 brunnar vest- an fyri Hetland seinastu 25 árini, og higartil eru bert tvey felt, sum fram- leiða olju. Tá hugsað verður um, at talan er um somu jardløgini við Før- ovar, er hetta ikki vánalig ballast at hava við sær yvir á føroyskt øki, nú hol skal setast á har? -Brunnarnir, sum vórðu boraðir vestan fyri Hetland fyrr, bygdu ikki á somu metingar og „playconsept“, sum oljufeløg hyggja at í dag. Stóru fundini, sum nærum av tilvild eru gjørd stutt frå føroyska markin- Nr. 220 - 18. um, tvs. Foinaven og Schie- hallion, eru f heilt ødrum jardløgum, enn borað hevur verið í øll tey seinastu árini vestan fyri Hetland. Nettupp hesi bæði fundini hava latið upp fyri heilt nýggjum møguleikum, ikki minst á føroyskum oki. november 1999 Fv. Steve Park, stjóri fyri altjóða handli, sáttmálum og samráðingum, Mike Coffelt, varaforseti fyri altjóða leiting og Tim Wallace, leitingarstjóri fyri Europa Bæði Føroyar og oljufeløg mugu fáa nakað burturúr Jan MULLER Phillips bidar í løtuni eftir at frætta um tær treytir, sum verða settar fyri at bora á føroyskum øki. Mike Cof- felt sigur, at tøkniliga sær økid sera áhugavert út. Nú er bara eftir at síggja, hvussu áhugaverdar treyt- irnar eru -Eg skilji, at landsstýrið hevur í hyggju at lækka partafelagsskattin, og fer henda lækking eisini at fevna um oljufeløgini, so eru tað bara góð tíðindi. Nú oljufeløg aftur og aft- ur gera vart við, at treytirnar fóroysku myndugleikarnir seta, mugu ikki verða ov harðar spurdu vit Mike Coffelt, um teir ikki ásanna, at møgulig olja er ognin hjá Føroya fólki, og tí má tað hava sín stóra part av einum ágóða? -Tað vit allir síggja fram til er ein „win to win“ stóða, tvs. at báðir partar kunnu fáa nakað burturúr. Øll al- tjóða oljufeløg viðurkenna, at tað er Føroya fólk, sum eigur ressursirnar í undir- grundini, og at tað eigur at fáa meirilutan av revenue sum kemur frá eini leiting og framleiðslu. Samtíðis má ein eisini gera sær greitt, at oljufeløgini, sum fara undir at leita her, átaka sær ein stóran váða. Mike Coffelt vísir á, at henda vinnan krevur nógv- an kapital, so teir skulu brúka nógvar pengar uttan at hava nakra sum helst trygd. Møguliga vil bert ein av 5 ella ein av 6 boringum geva úrslit og tá krevst nógvur peningur. So tað er greitt, at her má verða talan um eina støðu, har bæði Føroya fólk og oljufeløgini fáa nakað burtur úr Phillips vil vera Phillips Phillips hyggur væl eftir gongdini á oljumarknaðin- um tvs. hvørji feløg verða yvirtikin ella leggja saman Tað kann vera ein trupul- leiki, tå partnarar verða lagdir saman vid ødrum fel- øgum, men tað kann eisini vera ein fyrimunur. Tað hevur ljóðað, at Chevron skuldi keypa Phil- lips. Mike Coffelt sigur, at teirra nýggi stjóri hevur gjørt greitt, at teir ætla sær ikki at leggja saman við ødr- um. Phillips ætlar framhald- andi at vera eitt sjålvstødugt oljufelag og metir ikki, at tú skal vera ein oljurisi fyri at kunna yvirliva. -Nettupp eitt felag av okkara stødd ú | TTT hevur góðar møguleikar at fáa lut í nýggjum inntøkum. Phillips roynir í løtuni at selja burtur av virksemi sín- um á landi í USA og ístaðin brúka peningin til leiting og framleiðslu. Hvat viðvíkur bólkinum Phillips er við í, so henda eisini har broytingar. ELF er um at verða lagt saman við Total Fina, og spurn- ingurin er so, hvat hendir við bólkinum, sum ELF, Phillips og Esso eru partur av. Mike Coffelt sigur, at teir seinni í hesi vikuni skulu hava fund við Total fyri at tosa um hetta. -Vit hava arbeitt saman við Total fyrr, og vit vilja fegnir gera tað aftur í fram- tíðini. Við hesum sipar Phillipsstjórin til, at hann fegin sær, at Total kemur uppí teirra bólk eftir at fel- agið og Elf eru løgd saman Hann útilokar heldur ikki, at Anadarco, sum í dag er í bólki við Total eisini kann gerast partur av teirra bólki Teir hava arbeitt saman við Anadarco, sum er eitt fram- úr gott felag, í fleiri ár og hava ongar trupulleikar at arbeiða saman við teimum -Men hvat hendir, um Norsk Hydro fer í bólk saman við Total og Ana- darco - kann tað so eisini vera í tykkara bólki? -Ja tað er eisini ein møguleiki leggur Mike Cof felt brosandi aftrat. A kortinum síggja vit økini á Atlatnsmótinum, har Phillips hevur serligan áhuga