fríggjadagur 19. november 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 221 - 19. NOVEMBER 1999
tíðindablaðið
- Havi ikki meldað nakran
Jógvan Páll Lassen vísir aftur, at tað
var hann, ið meldaði Halgir Winther
Poulsen í skipamálinum
JOHN JOHANNESSEN
Halgir Winther Poulsen seg-
Oi við Sostalin í gjár, at tað
var Jógvan Páll Lassen, ið
setti alt skipamálið í gongd,
og at tað var hann, ið
meldaði seg viðvíkjandi
Skálafjallsmálinum.
Hesum vísir Jógvan Páll
Lassen staðiliga aftur, og
sigur seg ikki skilja, hvussu
tað ber til, at Halgir Winther
Poulsen kemur við fram við
slíkum.
Eg havi als ikki meldað
Halgir Winther Poulsen og
heldur ikki nakran annan í
skipamálinum, staðfestir
Jógvan Páll Lassen.
Halgir Winther Poulsen
vísti somuleiðs á, at ein
reyður SMS posi, ið heyði
týdning í málinum, brádliga
var horvin, og helt hann, at
Jógvan Páll visti um hendan
posan at siga. Men Jógvan
Páll sigur seg als einki vita
um hendan posan.
Einki frætt frá futanum
Jógvan Páll Lassen sigur seg standa fast við skuldsetingarnar móti fútanum
JOHN JOHANNESSEN
Tað er ikki rætt, tá fútin
sigur, at eg gjøgnum sak-
førara mín eri kunnaður í
skipamálinum. Tað einasta,
eg havi fingið at vita er, at
tvær aðrar skuldsetingar
móti mær eru sleptar.
Jógvan Páll Lassen sigur
seg heldur ikki hava frætt
aðrar vegir enn gjøgnum
fjølmidlarnar, at føroyska
skipamålid um bådar klett-
arnar skal bíða eftir Svend
borg málinum.
Jógvan Páll Lassen legg
ur ikki nógv í, at fútin hevur
kært tað, hann segði í Degi
og Viku, til ríkisákæran
Kærir fúrtin, so rokni eg
við, at eg fái kæruna til um
mælis, sigur Jógvan Páll
Lassen í stuttari viðmerking
Lánikostnaðurin hækkar
Eftir at útlánsrentan næstan bara er farin niðureftir seinastu nógvu árini,
gjórdi tjóðbankin fyri góðari viku síðani av at hækka rentuna. Fóroysku pen-
ingastovnarnir gera nú tað sama, og í vikuni kunngjórdi Føroya Sparikassi,
at teirra útlánsrenta hækkar við hálvum prosenti
SVEINUR TRÓNDARSON
Eftir at havt rentulækking
omaná rentulækking í mong
ár, fekk rentan eitt kvink
upp eftir í vikuni.
Fyri góðari viku síðani
almannakunngjørdi danski
tjóðbankin, at rentan fær eitt
kvink uppeftir. og tá tjóð-
bankin hevur hækkað rent
una plagar ikki at ganga so
ong tíð til peningastovn
arnir gera tað sama.
Og í lýsing í bløðunum í
west vikuni hevur Sparikass-
in gjørt av at hækka útláns
rentuna við einum hálvum
rosenti.
Hóast ein rentuhækking
upp á eitt hålvt prosent ikki
er so ógvuslig, so er tað í
øllum fórum nakað sum tey
húsarhald merkja.
Minni verður eftir til
nýtslu, og hjá teimum, sum
eru hart spent, er sjálvsagt,
at ein rentuhækking merkist
betri enn hjá teimum, sum
hava rúmari fíggjarligar
ræsur
300 krónur
um mánaðin
Fyri at fáa eina hugmynd
av hvussu nógv rentan
hækkar hava vit biðið út-
lánsdeildina hjá Føroya
Sparikassa siga okkum
hvussu nógv rentan hækkar.
Utrokningin byggir á eitt
lán uppá | millión krónur.
Vit hava fingið upplýst, at
rentubroytingin hevur við
sær, at avdrátturin hækkar
við 300 krónum um mán-
aðin líkamikið um talan er
Nú skal meira gjaldast fyri
at læna pening frá peninga
stovnunum. Tjóðbankin
hækkaði rentuna fyri góðari
viku síðani og førovsku
peningastovnarnir gera nú
tað sama
um eitt lán, sum skal gjald
ast aftur eftir 12 ella eftir
20 árum.
Her skal tó leggjast aft-
urat, at talan er um brutto-
gjaldið.
Tá rentuendurgjaldið er
roknað frá, merkir rentu-
hækkanin at hvor einstakur
lántakari kemur at gjalda
góðar 100 krónur meira um
mánaðin.
72 túsund
eftir 20 árum
Í sær sjálvum ljóða 300
krónur í meirgjaldi fyri
hvønn mánað ikki av so
nógvum.
Men tað ger tað kanska
heldur tá talan verður um
samanlagda meirgjaldið tá
rentan hækkar við einum
hálvum prosenti.
Roknað vit hækkingina
upp á 300 krónur saman fyri
20 ár, snýr tað seg um eitt
meirgjald upp á góðar 72
túsund krónur fyri tíðar-
skeiðið.
Er talan um lán, sum skal
gjaldast aftur yvir 12 ár, so
merkir rentuhækkingin, at
tann sum peningin lænir nú,
skal gjalda góðar 43 túsund
krónur meira fyri ta milli-
ónina viðkomandi lænir enn
hann skuldi fyri góðari viku
síðan.
| Meirgjald upp á 300 kr.
| um mánaðin
Lán upp á I millión krónur kostar eftir rentuhækkingina
300 krónur meira um mánaðin.
Skal lánið gjaldast aftur yvir 20 ár er meirgjaldið kr.
| 72.000 fyri alt tíðarskeiðið. Er afturgjaldstíðin 12 ár
er meirgjaldið kr. 43.200.
| Tølini eru bruttotøl og útroknað av útlánsdeildini hjá
| Føroya Sparikassa
Heimabio
AMERICAN
HISTORY X
x
OCK STOCK
AND TWO
SMOKING BARRELS
po a á
uma |
THE WATERBOY
- A
ELIZABETH
Leiga videofilmar å hesum stødum:
Statoilstødin i Gundadali te
Statoilstødin í Kollafirði te
314770
421083
Statoilstoðin i Saltangará tel. 449133
Statoilstoðin í Klaksvík tel. 457353
Statoilstødin í Sørvågi tel. 33200 |
Statoilstoðin í Sørvågi tel. 332001
Statoilstødin i Leirvik tel. 443360
QO STATOIL
stødirnar kring landið