Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. november 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 221 - 19. NOVEMBER 1999 1 3 Friggjadagur 19. november Útvarpið og ferðslutrygd »Koyribreytin« einsamøll kann sjálvsagt ikki nokta tann tørv, sum er á upplýsing um ferðslu, sigur Jón Kragesteen JÁKUP MORK Ein av fostu sendingunum í útvarpinum er koyribreytin, sum Óla Jákup Rólants- son og Laila Jacobsen leggja til rættis. Hesar lotur eru tað ivaleyst mong, sum heima, á arbeiðsplássinum ella í bili lurta eftir, tá útvarpsvertirnir greiða Spurningar frá lesarunum við hjálp frá serkunnleika uttan ífrá, og ikki minst tá Sofus í Horni kemur við sínum góðu ráðum. Einki er at ivast í, at hetta hevur stóra ávirkan á hugburðin hjá fólki í ferðsluni, men fyri at kunna fáa betri ínnlit í týdn- ingin, sum sendingin hevur, hava vit sett okkum í samband við Jón Krage- steen, leiðara á ráðnum fyri ferðslu- trygd. Jón byrjar við at siga, at útvarpið igjøgnum fleiri ár hevði sendingina, ferð og ferðsla, har ávíkavist Niels Juel Arge og Sonni Smith gjørdu sítt til, at fólk - Liv ella liv Utvarp Føroya Skomm at siga, hvussu lítið hesin um- mælarin fekk lurtað eftir útvarpinum farnu viku. Ikki gerst við. Oskar Hermansson er ein gudagivin upplesari. Hvor einasta regla í hesum herligu >Nýggju segunum úr Krabbaurð< (Jens Pauli Heinesen), fær sína heilt nýggju dimensjón, sítt serliga lív, tá Oskar lesur. Hann mundi vera dreymurin av einum upplesara hjá einum hverjum rithøvundi. 8/11 Sjónvarp Foroya. >Vit verða ikki lin av kókaðum fiski, um vit kóka hann stutt, < segði tann ungi kokk- urin. Sjónvarpskokkarnir hava langtsíð- ani vunnið okkara hjørtu. Køkurin teir arbeiða í er ein dreymur; vakurt settur upp við góðum og samstundis hugnalig- um ljósi. (Er »gott« ljós ikki eitt tað týdningar- mesta við eini mynd? Spyr listamálarar- nar. Her bilar oftani í sjónvarpinum, t.d. í Degi og Viku ella møtir/gudstænastur, har bæði rúm og fólk oftani eru hart og ísakalt upplýst.) Aftur til kokkarnar. Teir eru skemtiligir og dugnaligir — teir geva okkum hugskot úr fremmandum londum, men gera nógv burtur úr okkara egnu råvørum. Og teir royna at sláa eitt slag fyri, at vit — eins og oll onnur fólkaslog — mugu royna at »liva av landsins grødi«; t.v.s. at liva av tí rå- voru, sum fatur fæst á í nåndini av tær. Ein fín sendiroð. vórðu kunnaði um ferðsluna sum heild. Tíverri datt henda sending niðurfyri fyrst í nitiårunum, men fyri tveimum ár- um síðani byrjaði útvarpið so aftur at senda ein ferðsluteig, sum nú hevði skift navn til »Koyribreytin«. Alstóran tydning Jon greidir frå, at eftir hansara tykki hevur »Koyribreytin« alstóran tydning fyri tað upplýsingararbeiðið, sum Ráðið fyri ferðslutrygd ger. Stutt sagt kann týdningurin av hesari sending ikki yvir- metast, við tað at so nógv fólk fáa svar upp á teirra spurningar við at lurta eftir sendingini. Spurningar, sum tey kanska hava hugsað um í longri tíð og møgu- liga eisini illneitast um, verða avgreiddir av fólki við serkunnleika til málið, uttan at sendingin av teirri orsok gerst tung og keðilig at lurta eftir. At sendingin eisini er væl umtókt mill- um lurtararnar hjá Utvarpinum man Seinasti Vitameistarin Við tyrluni sá hesin ummælarin fyri fyrstu ferð Mykineshólm í øllum sínum veldi. Rerandi var tað at hoyra Leon Heinesen greiða frá sínum lívsyrki úti á torninum við heimsins enda. Sorgblítt at síggja rustirnar og gamla bústaðin hjá farnum slektum. Fyri tey var hetta heimsins nalvi. Og gjøgnum upptokutólið hjá Zakaris Hamm- er kundu vit konstatera, at tann seinasti vitameistarin og hansara hjálparfólk høvdu ordan í tingunum. Alt lå har tað skuldi liggja. Einki órudd sløddist hvørki úti ella inni, og alt var málað og pussað. Vit sóu risan úti á Borðuni — sjálvt Tornið, sum inspireraði eitt av skaldum okkara til bók við sama navni. Hesir laðaðu bygn- ingarnir úr høgdum gróti mugu ikki sleppa at fara í órekt. Her kann í staðin verða gjørt gagn av teimum, t.d. vera eftirskúli, listaskúli ella eitt ella annað slag av re- fugium, hvíldarstaði. Tann seinasti vitameistarin greiddi still- isliga frå og fekk frið til tað. Ein góð send- ing. Føroyingahavnin Tað var fyrst aftaná, at hesin ummælarin kom at hugsa um eina aðra sjónvarps- sending um eitt annað avriggað stað: Føroyingahavnina í Grønlandi. Her var munur å monnum. Føroyinga- havnin, sum vit sóu hana i sjónvarpinum, liggur sum ein foroysk landaskomm í Grønlandi. Alt gott um sorgblíðar sjómans- vísur og vitjan á gamlar getur, men foroy- ingar áttu nú sum skjótast at samst um at fara og rudda upp eftir sær, sum fólkaligir gestir plaga at gera. vera lítið at ivast í. Jón veit at siga, at higartil eru uml. 4.000 brov komin inn til sendingina, og hóast tað sjálvsagt ikki er gjørligt at svara ollum, lættir tað nógv um hjá teimum myndugleikum, sum annars fáast við ferðsluuplýsing Esini heldur Jón, at Óla Jákup hóskar sera væl til sendingarnar, við tað at hann hevur somikið stóran áhuga í fólki og ferðslu, umframt at hann eisini megnar undirhaldspartin sera væl, og at sendingin við hesum gerst lott at lurta eftir, samstundis sum hon er upplýs- andi. Jón endar prátið við at siga, at >Koyri- breytin« einsamøll sjálvsagt ikki kann nøkta tann tørv, sum er å upplysing um ferðslu, men at hon hevur ein ómeta- ligan stóran týdning fyri tað arbeiðið, sum Ráðið fyri ferðslutrygd ger, eins og hann fegnast um, at Útvarpið leggur so stóra orku í hesa sending. Kassar Í dag eru foroysku vitarnir automatiser- aðir. Ein lítil kassi er settur at gera ar- beiðið, sum fleiri manssterk húski vóru um fyrr. Kassin gevur eitt lítið pipp frá sær av og á, og kanska blunkar ein pera. Soleiðis! Einki fólk! Einki hjarta! Einki lív! Vit menniskju elska smáar kassar. >Little Boxes«, sum ein eingilskur sang- ari (sum eg havi gloymt navnið á) sang síðst í 60-unum. Vit liva í kassum. Vit hyggja í kassar og enda í kassum. | Innskoti 12. nov. varð tosað um ein serligan kassa. internetið. Alnótina. Á ein hátt er Alnótin sum ein vera úr ævintýr- heiminum. Hon hevur eygu so stór sum mylnuhjål og sær alt, samstundis sum hon er sjálvur Miðgarðsormurin, sum ringir seg um alla jørdina og bítur seg sjálvan í halan. Alnótin er fantastisk! Hon er næstan sum eitt livandi yvirmenniskja. Og vit fáa at vita, at hon m.a. er demokratisk. Men eisini at >tónin í meylunum er råur.« Og vit fáa nokur dømi, sum mest benda á tónan í Rambo- filmunum. Vit logga og eksplodera. Vit hakka og hekta, vit spamma og flamma, blausa og bróta inn í White House, eru interaktiv, kanska junk- meylarar. Vit duga okkara netikettir og eru netizens, kanska enntá L.O.L. Orðini singla um heysin á tí bliknaða sjónvarps- vertinum, og hesin ummælarin kemur at minnast aftur á gamlar dagar við neyðars Atlantic Radio. Tagnaði røddin føgur og fín. Har var tað ringasta ókvæmisorðið hóast alt bara »cool« ella »totalt kiksad«. »Eg haldi, netið er djupt.« Og nu sigi eg, sum føroysktlærarin hjå mær plagdi at siga um minar stilar: slutur Oddvør Johansen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN LL Oddvør Johansen, rithøvundur, skrivar: og vrevl! Latið okkum fáa eyguni upp og kalla ein avgud fyri ein avgud. Hesin gull- kålvurin, vit øll dansa vitleyst rundanum — Alnétin — er eitt (vissuliga snilt) men einans eitt genialt hjálpartól til tað livaða lívið. Tólið hevur hvorki varma, anda, hjarta ella hugflog, og kann aldrin fara at verða hevuðsinnihaldið í tilveruni hjá nøkr- um menniskja, uttan at avlaga tað. Og hesin totalt kiksadi og afturúrsigldi ummælarin brúkar framvegis sin gamla vindbærda postkassa at senda brøv i. Hann veittrar glaður til postmannin, sum er blíður hvønn morgun — sjålvt um hund- urin goyr. Og hann ætlar, so leingi sum beinini bera hann, at fara til handils hjá einum ordiliga livandi keypmanni, sum kanska spyr, um hann sá Bókatáttin í gjár. — Ja. — Tað er gott, at tey hava lagt hann fyrr á kvoldið, ha; man skal jú tidliga upp. — Ja, tað er gott.