Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. november 1999síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

F F FE HH | Nr. 221 - 19. NOVEMBER 1999 Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - tíðindablaðið e-mail: sveinurØsosialurin.fo Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20 21 Hevur tå eina søgu, ella vidmerkingar til ÍtróttarSosialin ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Tú kanst ringja til blaðið á tif 311820, ella senda okkum eitt teldubræv. Adressan er sveinurðsosialurin.fo. Tú kanst eisini ringja á fartelefon nr. 218246 www.sosialurin.fo Til Skotlands at royna seg Fótbóltur: Sunnudagin fer Jens Kristian Hansen til Skot- 4 ” lands at royna síni fótbóltsev ni JÁKUP MORK Liðskiparin hjá B36 og før- oyska landsliðnum, Jens Kristian Hansen, fer ætlandi til Skotlands sunnudagin, har hann skal kunna seg um umstødurnar hjá skotska felagnum Ayr United, sum leikar i næstbestu skotsku deildini. Hetta er eisini fel- agið, har liðfelagin á lands- liðnum, Jens Martin Knud- sen, í løtuni roynir seg. Í stuttari viðmerking sigur Jens Kristian Hansen, at hann væntandi fer av land- inum sunnudagin, og at hann umframt at kunna seg við umstødurnar í felagn- um, ætlandi skal venja við liðnum einar 2 ferðir, um- framt at hann eisini fær høvi at royna seg í dysti. Ikki endaliga avgjort Fyrispurningurin er komin ígjógnum Jákup í Stóru- stovu, sum váttar fyri Sosi- alinum, at skotska felagið hevur sýnt áhuga í Jens Kristiani. Lítið er at ivast í, at tað er orsakað av avrik- unum á føroyska landsliðn- um, at hesin áhugi er íkom- in, og nú vilja teir so hyggja nærri at Jens Kristiani. Víðari sigur Jákup í Stór- ustovu, at enn er ikki enda- liga greitt, hvat fer at henda eftir vitjanina í skotska fel- agnum. Við vissu kann tó sigast, at Jens Kristian fær høvi at royna seg í dysti, og hevur B36 í hesum sam- bandi lænt skotska felagn- um spæliloyvið hjá Jens Kristiani. Tíðin má síðani vísa, um sáttmáli spyrst burtur úr vitjanini, sigur Jákup í Stórustovu at enda í stuttari viðmerking til So- stalin. Seta ikki fordingar Kristian å Neystabø, for- maður í B36 åsannar, at tað seinastu árini er vorðið alt meira vanligt, at føroyskir leikarar fara uttanlands at royna seg. Yvirhøvur eru føroysku leikararnir vorðnir alsamt meira sjónligir sein- astu árini, og nú eru eisini persónar her á landi, sum so at síga virka sum konsu- lentar. Víðari sigur Kristian, at einasta, sum higartil er í málinum, er at B36 hevur lænt Ayr United spæliloyvið hjá Jens Kristiani, og at vit síðani mugu bíða og síggja, hvat fer at henda. Ein annar møguleiki, um- framt at selja leikaran, er jú at læna leikarar út í vetrar- steðginum við tað at kapp- ingin her heima liggur still stóran part av árinum. Sjálv- andi treytað av, at skotar eisini eru áhugir í leikar- anum, eftir at hann hevur vant og leikt við teimum. Hetta er heilt vanligt í lond- unum uttan um okkum, og eitt nú er Jens Martin læntur til Ayr United frá íslendska felagi sínum, Leiftur. At enda sigur Kristian á Neystabø, at tað sjálvsagt er ein smeitur fyri felagið, um teir missa ein somikið týdn- ingarmiklan leikara, men at B36 ikki á nakran hátt ætlar sær at leggja forðingar fyri, at Jens Kristiani, um hann fær møguleika at gerast yrk- ísleikari uttanlands. Maður kemur jú vanliga í mans stað, og vónandi verður tað eisini soleiðis í hesum føri, um so er, at sáttmáli spyrst burtur úr skotlandsferðini hjá liðskiparanum. Leikbannið staðfest Fótbóltur: FSF hevur ikki kært avgerðina hjá UEFA, | og tískil er Pól Torsteinsson leikbannaður komandi 3 undankappingardystirnar JÁKUP MØRK Í farnu viku skrivaðu vit, at føroyski landslids-leik- arin, Pól Torsteinsson, varð dømdur at fáa leik- bann í 3 dystir, orsakað av reyða kortinum hann fekk, tá hann var í horna- tókum við Patrik Berger í EM-undankappingardyst- inum í Prag, har føroy- ingar royndu seg móti kekkum. Ísak Mikladal, aðal- skrivari hjá FSF, hevur upplýst fyri Sosialinum, at FSF, eftir at hava við- gjørt málið, er komið til ta niðurstøðu, at góðtaka sektaruppskotið. Orsøkin til at FSF ikki hevur kært avgerðina er, at eftir teirra tykki er hetta ikki at loysa seg, við tað at teir ikki vænt- aðu nakra broyting í málin- um, hóast ein møgulig kæra varð latin UEFA Sostatt stendur leikbannið við, og Pól Torsteinsson kann helst gloyma alt um landsliðsfótbólt fyri eina tíð, tí tað man neyvan vera sannlíkt, at Allan Simonsen fer at nýta Pól í venjingar- dystunum, sum verða leiktir komandi ár, tá hann ikki fær loyvi at nýta hann 3 tær fyrstu ferðirnar í undan- kappingini. Berger eisini leikbann Sum kunnugt var talan um tilburð, har Pól í hevnisøku feldi kekkiska landsliðs- leikaran, Patrik Berger, eftir at hesin fyrst hevði rent Pól um koll og síðani traðkaði á liggjandi før- | oyingin. Sosialurin hevði í gjár samband við umboð úr kekkiska fótbóltssam- bandinum, og kundi teir upplýsa fyri okkum, at Patrik Berger hevur fing- ið leikbann í 2 dystir. Kekkiska fótbóltssam- bandið hevur ikki kært dómin, og tískil mugu teir vera miðvallaran fyri | uttan teir báðar fyrstu dystirnar í komandi EM- endaspælinum. Enn ein av føroysku landsliðsleikarunum fer nú uttanlands at royna seg. Jens Kristian Hansen fer til Ayr United at royna se Martin Knudsen í hópinum g. Frammanundan hevur Ayr Jens Fær minni enn Allan Fótbóltur: Bretar halda tað verða undrunarvert, at nýggi lands- liðsvenjarin hjá Wales verður bjóðaður minni løn, enn tann før- oyski landsliðsvenjarin fær frá FSF Líkt er til, at Mark Hughes verður nýggjur landsliðs- venjari hjá Wales,men tað verður hann neyvan ríkari av. Alopsspælarin, sum hev- ur eina gylta fortid í Man- chester United og Chelsea, men sum nú spælir fyri milliónaløn í Southampton, hevur fingið boðið starvið sum landsliðsvenjari hjá Wales, nú Bobby Gould gevst. Men walisiska fótbólts- sambandið hevur ikki nógv- ar pengar at ráða yvir, og teir siga seg als ikki verða førar fyri at lata tað lønina, sum Mark Hughes í løtuni fær fyri at spæla i Sout- hampton. Tað verður mett, at Hughes fær umleið 19 milliónir krónur í årsløn frá Southampton. Fyri starvið sum lands- liðsvenjari kann Hughes fáa 700.000 krónur, men bara um hann gevst at spæla sjálvur og verður lands-liðs- venjari fulla tíð. Tað er Hughes ikki so hugaður fyri, og um hann skal halda fram at spæla, ætlar walis- iska fótbóltssambandið at gjalda honum millum 20 og 30.000 krónur fyri hvønn dyst, hann stendur á odda fyri teirra landsliðið. Wales spælir seks-ella sjey dystir um árið, og tað gevur eina árslón upp á millum 120.000 og 210.000 krónur. Tíðindatænastan Soccer- net, sum heldur til á int- ernetinum, heldur tað vera undrunarvert, at walisar skulu gjalda sinum lands- liðsvenjari minni løn enn eitt nú føroyingar gera Soccernet metir, at Allan Simonsen fær umleið 400.000 krónur sum lands liðsvenjari hjá Føroyum, og tað er væl hægri enn tað, sum walisar bjóða Hughes Komandi vikuna fara samráðingarnar = millum Hughes og walisiska fót- bóltssambandið at halda fram, og Soccernet væntar, at partarnir fara at blíva samdir um eina løn, sum verður eitt sindur hægri enn tann, sum Hughes nú stend- ur í boði. ek