Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. november 1999síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Einki at bjóða til hjá KIF Hondbóltur: Eingin ivi var um, at StIF var betra liðið í Vestmanna mikukvøldid Jákup Dam royndi tað hann kundi, men einki hjálpti SVEINUR TRÓNDARSON KIF-StIF 21-39 (11-18) Eftir frålika avrikið hjá strandingum seinastu vik- una kundi neyvan væntast annað enn ein ruddiligur sigur, sum greitt segði hvat av liðunum liggur í oddinum og hvat ikki ger. Og tað var júst tað úrsl- itið vit fingu í Vestmanna mikukveldið Strandingar settu eina tjúkka striku undir, at teir í løtuni eru tað liðið, sum øll hini koma haltandi aft- aná, hóast tað kortini tyk- ist vera lítil munur á gongulagnum hjá strand- ingum og vestmenning- um Tad var ongantíð nakar sum helst ivi um hvat av liðunum var tað betra Vestmanna mikukvøldid til tað vóru strandingar heilt einfalt ov góðir ju minuttir voru farnir av fyrra håvlleiki var stødan 8-3 til strand- ingar og eftir tað bara øktu teir um leiðsluna John er í hopla Tá upptalt var sást, at John Petersen enn eina- ferð var stóri málslúkarin hjá strandingum. Hesaferð skjeyt hann tiggju mål, og var also ikki so dominerandi sum hann annars hevur verid undanfarnu dystirnar. Kortini er tad ikki hiss- ini at skjóta tiggju mål ella flein, og ti mugu vit staðfesta - og geva venj- aranum hjá strandingum rætt í, at tað er sannur fongur hjá StlF, at John aftur er at finna á liðnum. Tað, sum tó afturí ár tykist vera sermerkið fyri strandingar, er breiddin. Eitt annað eru ungu leikararnir, sum nú troðka seg framat. Teir smæðast ikki burtur, og tað eigur at vera ein fragd hjá venj- aranum og ikki minni hjá leiðsluni í felagnum, at so er. Mugu taka seg saman Hjá kollfirðingum er stødan ein heilt onnur. Teir hava bara fingið ein sigur til høldar higartil i ár, og tað er ov lítið. Hinvegin, so eru teir ikki einsamallir um tann eina sigurin, tí bæði H71 og Tjaldur eru í somu stóðu sum kollfirðingar. Tad, sum kortini ikki er so gott er, at tað er so stórur ójavni í avrikunum. Vidhvørt spæla teir líka upp« við tey bestu liðini, men aðrar tíðir eru næstan 20 mál á muni, og tað er ofta sermerki fyri eitt botnlið Hvussu leikur víðari fer, er sjálvsagt ikki til at siga, men greitt er tað tól, at KIF má taka annað skinn um bak. Dysturin í tølum: KIF: Jåkup Dam 6, Petur M. Johansen 5, Vagnur Johannesen 4, Emil Pet- ersen 2, Hallur Hansen 2, Finn Heri Johannesen I, Petur M. Poulsen I StÍF: John Petersen 10 (2), Artur Johansen 9 (1), Kartin Danielsen 6, Jón- leif Sólsker 4, Marius Jo- ensen 4, Bent Djurhuus 2, Sveinbjørn Poulsen 2, Kristjan Petursson 1, Alexandur Johansen | Brotskøst: KIF 1, StIF 4 Utvisingar: KIF 6, StiF 4 Diskvalifikatión: KIF I Dómarar: Hjalmar Peter- sen og Kristina Johansen tíðindablaðið Nr. 221 - 19. NOVEMBER 1999 Mangan leikaði hart á frammanfyri báðum málunum. Her er Finnur Hansson á veg gjøgnum verjuna hjá Kyndli, men verður tikin. Mynd: Alvur Haraldsen Upp á eitt hangandi hár Hondbóltur: Neistin tykist hava fingið gott tak á teimum grónu grannunum úr Kyndli. Enn einaferð drógu teir longra stráðið í grannauppgerðini, sum var ein grannauppgerð av besta slag SVEINUR TRÓNDARSON Neistin-Kyndil 26-25 (12-13) Dysturin millum Neistan og Kyndil mikukvøldid hevdi tað, sum ein røtt grannaupp gerð skal hava. Talan var um ein javnan, spennandi dyst, sum ikki varð avgjørdur fyrr enn í allarseinastu lotu, tå Heini Joensen brotskasti fram við Lars Winther til endaligu stød- una 26-25 j Dysturin sum heild fer ikki í søguna sum tann best leikti hondbóltsdysturin ella sum tann vakrasti. Tað var hann ongantíð heldur tvørturímóti. Til tíðir var spælið rótut og óskipað, við nógvum feilavleveringum og óskipaðum spæli At Kyndil tapti kunnu teir bara takka sær sjálvum fyri, tí teir høvdu gyltan møgu- leika at hevna tapið frá sein- ast, men teir skuldu vísa, at teir ikki vóru sína uppgávu vaksnir tá til stykkis kom. Teir tveittu alt frá sær í teim- um týdningarmiklu løtun- um. Veruleiki er tað nevniliga, at Kyndil førdi við tveimum málum tá seks minuttir vóru eftir, og júst hesa løtuna tveittu teir tvey skjótaálop burtur, og tað skal mann ikki gera tá ein spælir móti liðið sum Neistanum. sendi Tað koyrir í sjálvdrátti Tað sum sermerkir spæli hjá Neistanum í ár er sjálvsagt, at teir hava fingið tilgongd av góðum leikarum, sum kunnu gera nakað sjálvir tá teir fara í álop. Hetta hava teir eisini Víst fleiri ferðir í teimum fyrstu dystunum í ár, men teir hava enn ongantíð víst áskoðar unum og sær sjálvum, at teir kunnu spæla »poleradan« hondbólt Higartil hava teir klára at bjarga sær sigrarnar við ein- mansavrikum, og tað er heilt einfalt ikki nóg mikið í dystum móti VIF og StIF Tað skuldi ikki verið nóg mikið í dysti móti Kyndli heldur, men ein veruleiki er tað tó, at teir bláu hava vunnið tvær tær seinastu ferðirnar Okkara nidurstøda er tí, at tað meira snýr seg um hepnið tá Neistin vinnur ein dyst sum tann mikukvoldið móti Kyndli, eins og teir gjørdu tað seinast Ikki tí at tað er ólógligt at vera heppin, men tað vísir bara at sigurin ikki kemur av sær sjálvum, hóast tú hevur so góðar leikarar á liðnum, sum Aka Olsen, Heina Joensen og Kára Mortensen fyri at nevna tey stóru nøvnini. Gamal og gott Sum nevnt hevði Kyndil sigurin i hondum, men teir tveittu hann frå sær i av gerandi løtu. Tað er sjálvandi ikki serl- iga skilagott, men tað vísir eisini, at Kyndil heldur ikki er komin so vøl ígongd við kappingina sum ynskiligt var. Til dystin mikudagin høvdu teir annars verið uppi á ovastalofti og leitað eftir styrki. Leivur Holm var enn ein- aferð á liðnum, og hann kom hann skal eiga, at hann kom rættuliga væl frá dyst- inum hóast hann ikki tykist vera komin upp í snúðning- ar enn. Men tað fer nokk at koma Eingin ivi er tó, at Leivur styrkir um liðið, tí hann berjist fyri fleiri á vellinum, og í løtuni tykist tað, sum um tað er tað Kyndil hevur tørv á Mikukvoldið vóru teir annars merkur av at Hannis Wardum ikki var á vøllin um, og tað sigur seg eisini sjålvt at tað merkist á spæli- num at so er Otryggir dómarar Nú er tað so, at tað dómar- arnir ongantíð hava bein- leiðis ávirkan á hvor vinnur ein dyst og hvor ikki ger, men teir fáa ofta sinni í kók hjá leikarum og leiðarum. Dómararnir mikukvøldid vóru teir somu sum í dyst- inum á Skála sunnudagin, og lat tað vera sagt beinan- vegin, teir fingu ødi í spæl- ararnar við fleiri løgnum av- gerðum Tað skal tó sigast bein- anvegin, at tað er ikki altíð so lætt at vera dómari, og hevur tú ikki royndirnar so er torført at taka røttu av- gerðirnar, í réttu løtunum, tíavgerðirnar skulu takast innanfyri lítlan brotpart av einum sekundi. Men tað er ótrúliga 6- heppið tá dómurin fellur fleiri sekund eftir at mis- takið er gjørt. Tað er slíkt, sum far ødi í leikararnar á vellinum, tí tað er ein sannroynd, at leikar arnir sjáldan - ella ongantíð eru samdir við dómarunum Tað mugu dómararnir venja seg við, og síðani eiga teir at halda á vid døming- int, tí tað gerst betri og betri, alt fleiri royndir teir fáa Hinvegin fingu áskoðar arnir ein spennandi dyst, sum var meira ein grann-a uppgerð enn ein vakur hondbóltsdystur, og tað er eisini ein partur av eini spennandi hondbóltslands kapping. Dysturin í tólum: Neistin:Aki Olsen 9 (1), Heini Joensen 6 (3), Karl Oddmar Rasmussen 4. Kári Mortensen 3, Aki Mørk 2, Finnur Hansson 2 Kyndil: Jákup Jónsson 5, Bjarni Wardum 5 (1), Hans A. D. Christiansen 5 (1), Uni Wardum 4, Rúni Poul sen 3, Leivur Holm 2, Regin Petersen I Brotskøst: Neistin 4. Kyndil 3 Útvísingar: Neistin 3. Kyndil 4 Dómarar: Dánjal Hansen og Kári Hansen