fríggjadagur 19. november 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 221 - 19. NOVEMBER 1999
Endiliga eydnaðist
tíðindablaðið
hjá Neistakvinnum
Hondbóltur: Neistakvinnurnar gjørdu kraftlop á vøllinum, tá tær gjørdust
greiðar yvir, at Kyndil ikki kláraði at koma afturíaftur. Sensatiónin var veru-
eiki og Neistin heyði fingið annan sigurin á árinum
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað var ein ødilig frøi á
Neistakvinnunum — miku
kvøldið. Longu áðrenn
dysturin var liðugur gjørdi
onkur teirra kraftlop á vølli-
num fyri at vísa gleðina um
at tað endiliga aftur eydn
aðist at koppa grannunum
úr Kyndli
Tað er eitt sindur langt
síðani, at Neistakvinnurnar
hava gjørt tað, og serliga í
ár hevur gingið heldur enn
ikki striltid at fáa ferð á
spælið.
Neistakvinnurnar hava
annars gjørt sítt ítarsta til at
fáa ferð á, men tað er ikki
altíð, at úrslitini koma hóast
viljin er til staðar.
Fyri nókrum vikum síð-
ani fekk Neistin styrk á liðið
tá Heana Manolescu kom úr
Rumenia, men tað hava ver-
ið målsligar forðingar fyri,
at Neistin hevur fingið fult
avkast av fløguni frá byrjan.
I dystinum móti Kyndli
vísti hon kortini at hon -
hóast hon ikki er av størstu
kvinnum - er ein knassi á
hondbóltsvoøllinum. Hon
roynist ótrúliga væl tá sam
anumkemur
Hartil skal tað sigast, at
hon, saman við Biritu Ward-
um, gjørdist besti málskjútti
hjá Neistanum
Kyndil byrjaði best
Tad var annars Kyndil, sum
kom best frá byrjan. Tær
løgdu seg greitt á odda, og
tað tyktist ikki sum Neistin
fór at klára at koma aftur-
íaftur.
Tá umleið eitt korter var
farið av dystinum var Kynd-
il frammanfyri við fýra mál-
um - tær vóru á odda 7-3,
men næstu 16 minuttirnir
settu av álvara ljóskastarin
á trupulleikan hjá Kyndli í
dystinum mikukveldið.
Hesa løtuna til hálvleiks
skoraði Kyndil bara tvey
mål, og tá verður torført at
vinna ein dyst.
Nú skulu vit ikki bara sita
og kasta Kyndli fyri, at tær
ikki duga at skjóta mål, tí
samstundis mugu vit eisini
rósa Neistanum fyri at verja
væl.
Verjan hjá Neistanum var
í veruleikanum tað, sum for
aði skjúttunum hjá Kyndli
at koma framat
Púra javnt í
steðginum
Tá farið varð til hålvleik var
púra javnt.
Neistin heyði fingið fatur
á longra endanum í fyrra
hálvleiki og heyði bart seg
innaftur í dystin
Serliga var tað Birita
Wardum, sum hesa løtuna
gjørdi um seg, tí hon skjeyt
trý mál innanfyri teir sein-
astu sjey minuttirnar
Eftir steðgin sá tó út til,
at Kyndil hevði fatað hvat
var í ferð við at henda á
vøllinum. Tær byrjaðu væl
í seinna hálvleiki, men eins
og í fyrra kom brádliga stíg-
ur í.
Millum 11. og 21. minutt
skoraði Kyndil als ikki, og
frá at hava verið framman
fyri við tveimum, fóru tær
afturum við trimum.
Neistin var nú omaná, og
tær bardust snøgt sagt sum
úlvur á skóg fyri at halda
fast um vunnu leiðsluna
Blóðið í kók
Eins og mansdysturin var
kvinnudysturin ein granna
uppgerð heldur enn ein vak
ur hondbóltsdystur
Spennandi var tað sjálv
andi at vita, um Neistin
megnaði at halda fast um
leiðsluna, og sum kunnugt
eydnaðist tað
Dómararnir høvdu - eisini
í hesum dystinum - fleiri
óhepnar avgerðir, sum fingu
óði í leikararnar á vellinum
Móti endanum av dyst-
inum rendi Lotte Sørensen
seg inn í triðju útvísingina
og hóast sigurin neyvan
stóð til at bjarga, hevdi tað
negativt árin á Kyndlaliði
seinastu løtuna av dystin-
um.
Hjá Neistanum vóru leik-
ararnir fullkomiliga líka-
glaðir við hvussu sigurin
var komin í hús.
Tær høvdu vunnið á
grannunum, og eftir eina
langa oyðimarkargongd
hevur Neistin vunnið tveir
teir seinastu dystirnar.
Nakað er, sum gevir á-
bending um, at tær eru í ferð
við at koam ígongd, og um
so er, fáa vit at síggja tá
Neistin næstu ferð tekur í-
móti VIF. Vinna tær tann
dystin sær frægari út
Dysturin í tólum:
Neistin: lleana Manolescu
5 (1), Birita Wardum 5,
Katrin á Neystabø 3 Mildrid
Jacobsen 2, Gunnleyg Berg
I (1), Marjun Jógvansdóttir
1, Inga F. Danberg |
Kyndil: Ann Hansen 5 (1),
Lotte Sørensen 5 (1), Jórun
Ludvig 1, Palma Petersen
1, Tina Danielsen 1, Rakul
Joensen 1, Jensia Petersen
|
Brotskøst:
Kyndil 4
Utvisingar:
Neistin Í
Diskvalifikation: Kyndil I
Démarar: Dånjal Hansen
og Kåri Hansen
Neistin 4,
Kyndil 6.
Mildrið macobsen og
hinar í Neistanum fingu
bast Kyndli hóast tað ta
einu løtuna sá heldur enn
ikki svart út. Kyndil var
frammanfyri, men tær
kláraðu ikki at halda fast
Mynd: Alvur Haraldsen
23
Nú er EM 2000
fullmannað
Fótbóltur: Eftir dystirnar mikukvøld-
ið eru seinastu liðini, sum skulu vera
við til EM næsta ár funnin
SVEINUR TRÓNDARSON
Aftaná dystirnar miku-
kveldið er klárt at fara
undir EM 2000, sum fer
av barkastokki í Hollandi
og Belgía næsta ár
Danir, turkar, onglend-
ingar og slovenar kunnu
anda lættan um at teir eins
og hini 12 liðini, sum
longu frammanundan
høvdu kvalifiserad seg til
kappingina.
Nú dystirnir eru farnir
afturum, kunnu vit stað-
festa, at eydnan av sonn-
um var við dønum. At
teirra lutur var at spæla
móti ísraelum er neyvan
nakar sum klagar um í
dag, tí tað vísti seg at vera
púra og fullkomiliga
ógrundað at vera bangin
fyri Ísrael. Teir høvdu
heilt einfalt einki at bjóða
í dystunum móti dónum.
Kavakríggj í Kiev
Í Ukraina eiga tey, sum
vara av fótbóltinum í
landinum at gremja seg
nakað í dag.
Eingin - púrt eingin -
heyði væntað, at slovenar
fóru at vera førir fyri at
leggja ukrainum forðing-
ar á vegnum til EM-enda-
spælið næsta ár, og vit
minnast við skálkabrosi,
at danski venjarin Bo Jo-
hansson eftir lutakasti
segði, at skuldi lutakasti
vera ødrvisi, so hevði
hann ynskt sær at spælt
móti slovenum.
Tað sigur hann neyvan
í dag, og veruleikin er, at
tað var fult uppiborið, at
slovenar komu víðari og
ikki ukrainar.
Í Skotlandi stendur
Craig Brown til ein ord-
ans skotskan vals.
Tað var í undanspæl-
inum, tá skotar m.a.
spældu móti foroyingum,
at teir mistu luttøkuna í
EM endaspælinum næsta
ár og ikki í dystinum móti
Onglandi, sjálvt um tað
var um reppið, at teir
vunnu seinna dystin móti
grannunum fyri sunnan 2-
0 eins og onglendingar
gjørdu tað leygardagin, og
tað skal venjarin nokk
hoyra fyri næstu tíðina.
Skotar vunnu bara 1-0
og kunnu tí halda summ-
arfrí heima ístaðin fyri at
vera við í endaspælinum.
Hjá turkum má kvali-
fikationin kennast sum eitt
framúr gott høvi til at vísa,
at oyðimarkargongdin til
seinasta EM-endaspæl var
eitt óhapp.
Tá tryggjaðu teir sær
luttóku við buldur og
brak, men tá tað galt í
Onglandi var einki skil á.
Turkar taptu allar dystir-
nar og vóru sendir heim
aftur ongul í reyv.
Hesaferð gekst meira
striltið. Teir vóru í bólki
saman við Týskalandi og
sum væntað gjørdust teir
nummar tvey í tí bólkin-
um.
Í fyrra dystinum klár-
aðu turkar í seinastu løtu
at hála ein 1-1 javnleik í
land, og tað skuldi vísa
seg at vera nóg mikið til
EM-Kkvalifikatiónina.
Tey 16 londini
Eftir dystimar mikukvøld-
ið ber so til at seta nøvn á
øll liðini, sum eru við til
EM-undanspælið í Holl-
andi og Belgia næsta
summar.
Tey eru:
Holland, Belgía, Kekk-
ia, Spania, Italia, Frak-
land, Sveríki, Noreg,
Rumenia, Jugoslavia,
Tyskaland, Portugal,
Ongland, Turkaland,
Slovenia og Danmark.