Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. november 1999síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Seaman og Adams bjargaðu Onglandi Fótbóltur: Nógv stóð á seinastu minuttirnar, og einans ein ótrúlig bjarging frá enska målverjanum, David Seaman, tryggjaði Onglandi luttøku í EM-endaspælinum - OR JÁKUP MØRK Und sel dystinum land og Skotland, vóru oll i einum máli um, at Ong land vid 2-0 sigrinum i fyrra dystinum hevdi tryggja sær luttøku i endaspælinum Skotski landslidsvenjarin hevur tó seinastu árini fing ið eitt við tað at hann altíð megnar at seta leikarar sínar upp til eim dyst. Tá dysturin byrjaði sá etsini út til, at skotar ver- uliga trúu upp á, at tað kundi sera gott orð á seg. i seg gera at loy sa setn- nein Skotar nógv betri Skotar løgdu nevnliga trýst á Ongland frá fyrsta briksli Teir vóru nógv grammari í ollum lutum, og harum- framt sýndu teir eisini nógv klókari spæl, enn teir gjørdu í fyrra dystinum á Hampden Park Ístaðin fyri framhaldandi at senda langar bóltar niðan móti Sol Campbell. Tony Adams og Gareth Southgate i ensku verjuni, royndu teir at spjaða spælið nóg meira, og var tað eisini fleiri ferðir, at hetta var um at geva úrslit Serliga í vinstru síðu megnaðu skotar at hótta onglendingar, við tað at Neill McCann dugdi sera væl at gera sær dælt av. at verjuparturin ikki er sterk- asta síðan hjá David Beck- ham. Hetta førdi fleiri til, at verjan hjá Onglandi varð strekt meira enn gott var, og nakrar vandamiklar støður stóðust eisini av hesum. Aðrenn hetta var tó nær við, at Paul Scholes enn ein- aferð = punkteraði allar skotskar vónir. Úr stuttari fjarstøðu megnaði hann at snara sær á og langa til, men bólturin fór beint framvið skotska málinum. Eftir hetta tóku skotar yv- ir, og fyrsta meguleikan fekk Newcastle framherjin Kevin Gallagher, men hann fekk ikki tamarhald á bólt- inum. tá hann varð leiktur fríur beint uttan fyri brots- teigin Løtu seinni kom McCann oman at baklinjuni í vinstru, men Barry Ferguson skall- aði væl omanfyri enska málið. hóast hann var so at siga púra fríur. Eftir knappar 40 minuttir slapp McCann enn eina ferð oman at baklinjuni. og enn eimaferð sendi hann eitt per- fekt innlegg móti málinum. Don Hutchinson. sum ann- ars spældi ein frálíkan dyst á midvøllinum, megnaði at koma hægri upp enn Tony Adams, og við pannuni sendi hann bóltin í enska netið. Seaman bjargaði Onglandi I seinna hálvleiki royndu skotar framvegis at trýsta mótstøðuliðið, og fleiri ferðir spurdust vandamiklar støður úr hesum. Hutchinson var nær við at skora enn einaferð, men David Seaman megnaði í tveimum atløgum at fáa tamarhald á harða fríspark- inum. Síðani var Gallagher leiktur leysur, men við tað at hann heyði ryggin móti málinum, visti hann helst ikki, hvussu fríur hann var, og spældi ístaðin bóltin út frå aftur. Kevin Keegan royndi at fáa meira lív í enska álops- spælið við at seta Emily Heskey inn ístaðin fyri Don Hutchinsson >setti eld í Wembley< tá hann 40 minuttir inn í fyrra hálvleik setti pannuna á eitt innlegg. Restina av dystinum royndu skotar av øllum alvi at fáa enn eitt mál, soleiðis at teir fingu longda leiktíð, og onkuntíð var nær við, men einki hjálpti Michael Owen, sum ikki gjørdi tað stóra um seg. Bert tað einu ferðina megnaði at hótta skotar, men í seinastu løtu fekk Collins takla bólt- in frá honum. Ístaðin var tað um reppið at skotar komu upp á 2-0 og harvið 2-2 samanlagt, men Seaman framdi eina frálíka bjarging, tå Christian Dailly inni i 5'metrinum kastaði seg fram og setti høvdid á bóltin. Løtu seinni var Billy Dodds um gerast leysur, men við einari ótrúligari glidandi takling megnadi Tony Adams at pilka bóltin frå honum. Løtu seinni bríkslaði dómarin, og Kevin Keegan og hansara menn kundu á- sanna, at teir hóast tapið verða við í hattinum, tá kastað verður lutt um bólk- arnir í endaspælinum. Einki lag Eftir dystin var lagið á ensku leikarunum einki ser- ligt, tí hóast teir megnaðu at leika seg fram til enda- spælið, so er tað ongantíð stuttligt at boyggja seg í eini grannauppgerð. Nr. 221 - 19. NOVEMBER 1999 Kevin Keegan viðgekk eisini eftir dystin, at skotar høvdu uppiborið sigurin, og hann takkaði David Seaman og Tony Adams fyri, at ikki loyvdu skotunum at fáa enn eitt mál, og harvið noyða enska liðið út í 30 møds- amar minuttir afturat. Skotski landsliðsvenjarin, Craig Brown, kundi fegnast um sigurin, men samstundis ásannaði hann, at 2-0 tapið á heimavelli gjørdist teirra bani. Skotar hava tó alla ors- ok til at vera ernir av avrik- inum mikukvøldid, ti við bara eitt lítð sindur av hepni høvdu teir megnað at vunnið vid í minsta lagi tveimum málum. Einasta forðingin var, at lagnan, og David Seaman, ikki vildu tað soleiðis. IÍrsku vónirnar brustu IE Fótbóltur: Tað visti seg at verða eitt sera dýrt mistak, sum írski Lee Carsley framdi í heimadystinum móti turkum JÁKUP MORK Dysturin niðri í Bursa end- aði nevnliga, sum hann byrjaði, og tískil verða tað turkar og ikki írar, sum slappa at luttaka í EM-end- aspælinum komandi summ- ar. Upiborið Írar kunnu tó neyvan loyva sær at vera Onøgdir við ursl- itið niðri i Bursa miku- kveldið. Tað vóru nevnliga turkar, sum stýrdu dystinum úr enda í annan, og fleiri ferðir var um reppið, at bólt- urin endaði í írska málinum. Einasta, sum bjargaði ír- um frá at tapa, var at Dean Kiely í málinum, sum ann- ars byrjaði inni fyri fyrstu ferð, framdi eitt ótrúliga flott avrik. Líkamikið hvussu turkarnir royndu, so megnaði Kiely at verja fyri. Tvær ferðir fingu ávíkavist Sukur og Alif bóltin fram- við honum, men í báðum førum var skallað á tvør- stongina. Í hinum endanum megn- aðu írar ongantíð at gerast ein hóttan móti turkiska málinum. Tað kendist eisini sum dyggur smeitur, at Robbie Keane var leikbann- aður, tí við hesum mistu írar sítt vandamiklasta álops- vápn. Niall Quinn, sum ikki var við í fyrra dystinum, var á vellinum mikukveldið, men hann tóktist plágaður av stíva nakkanum, og megnaði ongantíð at slíta seg leysan frá eftiransing- unum. Móti endanum royndu ír- ar at tveita alt fólkið fram- eftir, men heldur ikki hetta gav nakrar upplagdar mál- møguleikar. Hinvegin áttu turkar at avgjørt dystin, tá Sergen í einum mótálopi slapp at seta beina kós móti málinum. Kiely var tó enn einaferð á réttum stad, og við einari fótparadu megn- aði hann at halda lív í írsku vónunum. Eftir dystin tók rættuligt rok seg upp, tá írski fram- herjin, Tony Cascarino, varð sligin í andlitið, og aftaná royndi at hevna seg. Roy Keane, Gary Breen og Kev- in Kilbane royndu eisini at koma upp i leikin, men ti- betur megnadi irski venjarin at sissa sínar menn. Eftir dystin kundu turk- isku leikararnir, saman við venjara og viðhaldsfólkum fegnast um, at Turkaland aðru ferð á rað hevur megn- að at leikt seg til EM-enda- spælið. Írar mugu hinvegin brynja seg við toli, og vóna at tað fer at gangast teimum betri, tá teir komandi heyst fara undir royndirnar at spæla seg til HM-endaspælið í ár 2000. Vónsvikin Eftir dystin segði írski landslidsvenjarin, Mick McCartey, at hann var sera Turkar hava fyri aðru ferð á rað spælt sæ fram til endaspælið um Evæpameistara- heitið,sum verður í Hollandi æ Belgia í summar vónsvikin at Írland ikki megnaði at leika seg fram til endaspælið. Hinvegin segði hann eisini, at hann ikki var vónsvikin av sínum leikarum, tí teir royndu alt tað teir vóru mentir, men í hesum førinum var tað ikki nóg mikið. Irski venjarin hevur tó alla orsøk til at vera vón- svikin. Verður litið nakað aftur í tíðina, til seinasta dystin í bólkaspælinum, var stødan tann, at Írland við sigri á Makedonia í seinasta dystinum kundi tryggja sær 1. plássið í bólkinum, og harvið beinleiðis atgongd til endaspælið. Ta ferðina var Irland á odda, men 12 sek- und fyri leiklok eydnaðist makedonum at javna, so- leiðis at írar máttu taka til takkar við 2. plássinum.